Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 51 - 14. mars 2003 Nr. 51 - 14. mars 2003 9 Íslendsk lesandi á vitjan: Vilja menna samstarvið Í hesum døgum vitja 12 lesandi úr Íslandi í Føroyum. Tey ganga øll á lærda háskúlan- um, har tey lesa fólka- lívsfrøði, geografi ella ferðavinnu. Við vitj- anini vilja tey byggja upp at slag av sam- bandi millum Før- oyar og Ísland VITJAN Ingrid Bjarnastein Klaksvík: Í góðveðrinum mikudagin hitti Sosialurin nakrar íslendingar, sum í hesum døgum eru í Føroy- um í sambandi við uppgáv- ur, sum teir skulu gera á lærda háskúlanum í Íslandi. Eitt av meginmálunum við ferðini er at menna samstarvið landanna mill- um, og eisini millum teir báðar lærdu háskúlarnar í Føroyum og Íslandi. Vitja runt Teir lesandi íslendingarnir komu til Føroya mánadag- in. Har tók Jógvan Mørkøre frá Fróðskaparsetri Føroya ímóti teimum, og tey vóru allan dagin í Havn, áðrenn leiðin um kvøldið gekk til Klaksvíkar. Í Klaksvík vóru tey so til mikukvøldið, tá tey fóru aftur til Havnar. – Vit gera uppgávur um ymiskt. Her eru fýra bólkar, sum hava hvør sítt evni. Tey arbeiða ávíkavist við Ferða- vinnu, tónleiki, fjarlestri og málningalist, greiðir Gunn- ar Þór Jóhannesson, sum er leiðari fyri ferðini. Bólkurin, sum fæst við ferðavinnu, hevur ímeðan tey hava verið her norðuri verið á Viðareiði og spurt um ferðavinnu har. Eisini hava tey ætlanir um at fara til Nólsoyar. – Bara við at gera ein túr á henda hátt, so skapar tú samband millum bæði londini, og tað hevur meira at siga fyri okkum enn sjálvar verkætlanirnar vit arbeiða við. Tað er orsøkin til, at vit eru komin higar. Ògvuliga lítið samband hevur verið landanna mill- um, og hetta ætla vit at bøta um, sigur Gunnar. Tá vit fangaðu tey, vóru tey á Granskingardeplinum í Klaksvík. Har skuldu tey tosa við Gest Hovgaard og Ólavur W. Høgnesen um fjarlestur og útjaðaramenn- ing Hvør bólkur skal, tá komið er aftur itl Íslands, gera eina lítla uppgávu um evnið tey hava valt, og síðani skulu tey eisini hava eina lítla framløgu. Tónleikur Ein av bólkunum ger upp- gávu um føroyskan tónleik. Í Íslandi hevur seinastu tíð- ina verið ein, sum íslend- ingar kalla tað, føroysk alda av tónleiki. – Vit kanna fyribrygdið, sum føroyskur tónleikur er, og vit tosa við fólk, sum antin spæla, útgeva ella skriva um tónleik, greiða tveir í tónleikabólkinum frá. – Føroyskur tónleikur er ógvuliga væl umtóktur í Íslandi. Tað byrjaði við Týr, so Eivør og Clickhaze, og tað hevur hildið áfram so- leiðis. Vit hava lurtað eftir tónleikinum og roynt at funnið útav, hví íslending- um dámar so væl føroyskan tónleikin. Teir hava eisini roynt at seta tónleikin saman við føroyska samfelagið og før- oyskar siðir, og hugt eftir, hvat er nýt tog hvat er gam- alt. – Tað kom óvart á okk- um, hvussu nógv fólk í Før- oyum fáast við tónleik og útgávur. Eisini er merkist- vert, hvussu fjølrboyttur tónleikurin er, og hvussu høgt fólk ganga uppí tað. Vit eru faktiskt øvundsjúk- ir, siga teir báðir og flenna. Teir leggja afturat, at í føroyska tónleikaheiminum hendir nógv meira saman- borið við tann íslendska. – Føroyskir bólkar og tónleikarar eru á ógvuliga høgum støði. Á ferðini her í Føroyum hava teir higartil hitt Eyðun Klakstein, sum skrivar um tónleik, og eisini høvdu teir avtalur við Kristian Blak, Hans Egholm og Sólarn Solmunde. Og leygardagin skal tónleikabólkurin til hálvfinaluna í Prix Føroy- um í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og tað gleða tey seg nógv til. – Vit hildu, at mars mán- aður fór at vera so at siga deyður her, men vit mis- tóku okkum. So tað verður spennandi at síggja leygar- dagin, tí vit hava onga slíka kapping í Íslandi. Har er bara ein fyri ungar tón- leikabólkar, verður greitt frá. Túrurin til Føroya er stuðlaður av íslendksa mentamálaráðnum, Fitur og lærda háskúlanum í Íslandi. – Vit hava fingið stórt gestablídni bæði frá Granskingardeplinum og Fróðskaparsetri Føroya, sigur Gunnar Þór Jóhann- esson, ferðaleiðari. Hetta er fyrsta ferðin av hesum slagi, sum er gjørd til Føroya. Ein líknandi ferð er gjørd til Grønlands fyrr. Lærdi háskúlin í Íslandi telur millum 7 og 8000 les- andi, og har er tað møguligt at lesa næstan allar grund- lærugreinar á universistets- støði. Íslendsk lesandi eru á hesum døgum á vitjan í Føroyum. Tey vitja kring oyggjarnar og tá tey koma aftur til Íslands skulu tey skriva uppgávu og gera framløgur um ferðina Tríggir bólkar fara fríggjakvøldið at hava konsert á Margarinfabrikkini. Tveir av teimum hava luttikið á Prix Føroyum í ár KONSERT Ingrid Bjarnastein Fríggjakvøldið verður ein spennandi konsert í Ung- dómshúsinum Margarin- fabrikkin í Havn. Tríggir bólkar skulu spæla, og teir hava allir ein serligan stíl. Tveir av bólkunum hava luttikið til Prix Føroyar kappingina í ár. Talan er um bólkarnar Páll Finnur Páll, John John, sum itu onkikann- diskuterast.altkann til Prix Føroyar og The Hills. The Hills er ein ikki heilt ókendur bólkur, tí allir limirnir koma úr bólkinum Krit, sum eisini hevur luttikið í Prix Føroyum. Tó ikki sangarin. Margarinfabrikkin er eitt virkishús, har børn og ung kunnu vera í rúsfríum umhvørvi. Javnan verður skipað fyri livandi tónleiki og barnadiskotek er annað hvør vikuskifti. Tríggir bólkar á Margarin- fabrikkini NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Hendrik Andreasen 25 ára starvsdag 1. februar hevði Hendrik Andreasen 25 ára starvsdag hjá P/F Leif Mohr og P/F LM Electric í Havn. Hend- rik er føddur og uppvaksin í Haldarsvík. Hann lærdi til elektrikara á Tórshavnar Skipasmiðju frá 1972-76. Frá 1976-78 var hann á in- stallatørskúla í Odense. 1. februar 1978 bleiv hann settur í starv sum elek- trikari hjá P/F Leif Mohr. Seinnu árini hevur Hendrik arbeitt á teknistovuni við projektering og ráðgeving. mg Havnar Arbeiðs- kvinnufelag ársaðalfund 22. februar hevði Havnar Arbeiðskvinnufelag árs- aðalfund, har 125 limir vóru á fundi. Í nevndina vórðu valdar Anni Benja- minsen og Anne Lisa Da- vidsen. Sum tiltakslimir vórðu valdar Ethel Christ- iansen og Helma Poulsen. Í nevndini eru: Vígdis Jo- hannesen formaður, Oda Dalfoss næstformaður, Anni Benjaminsen skrivari og Anne Lisa Davidsen og Nina Dahl nevndarlimir. Vígdis Johannesen hevur verið formaður felagnum síðan fyrst í 90-unum. Gilli Wardum til Landsbankan 1. mars bleiv Gilli Wardum búskaparfrøðingur settur í starv hjá Landsbanka Før- oya. Gilli, sum er úr Hoy- vík, er útbúgvin cand.polit og arbeiddi í 3 ár sum búskaparfrøðingur á eini danskari ráðgevingarfyri- tøku, áðrenn hann kom heim aftur til Føroya. mg Vígdis Johannesen formaður Oddvá Nattestad 55 ár Í dag, 14. mars, fyllir Odd- vá Nattestad í Havn 55 ár. Hon er fødd í Syðrugøtu, dóttir Honnu og Leon Joensen. Oddvá tók læraraprógv í Havn í 1976. Hon hevur síðani havt fleiri lærara- størv í Havn, men hevur ikki verið lærari alla tíðina. Hon hevur eisini havt tætt tilknýti til Sjónleikarhúsið og eitt skifti eisini við Út- varpið. Oddvá er gift við Niels Nattestad. Nøvn í vikuni Kennir tú onkran … Kennir tú onkran í familjuni, á arbeiðsplássinum, í grannalagnum ella hvar tað skal vera, ið hevur ein merkisdag sum t.d. rundan føðingardag, brúdleypsdag, starvsdag ella onkran, sum hevur fingið nýtt starv ella annað, so sig okkum frá. Tú skal bara skriva navn og bústað og um gjørligt aðrar upplýsingar eisini um tann persónin tú heldur eigur at koma í blaðteigin "Nøvn í vikuni", so taka vit okkum av restini. Tú er eisini vælkomin at senda okkum nøkur orð og um møguligt mynd. Annars hava vit góðar journalistar og fotografar til slíkar uppgávur. Navn:..................................................................................................................... Bústaður:............................................................................................................. Bygd/býur:..............................................................Tel:..................................... Evt. arbeiðspláss:.............................................................................................. Merkisdagurin er: ............................................................................................ Innsendari: ....................................................................Tel:............................... Sendið lepan, í brævbjálva, til: • Postboks 76 • FO-110 Tórshavn • "Nøvn í vikuni" Eisini ber til at støkka inn á gólvið, ringja, faxa ella senda teldupost til redaktiónir okkara kring alt landið: Høvuðsstaðarøkið: tel. 311820/216135, fax 314720, teldupost: maggi@sosialurin.fo Norðoyggjar: tel. 458686, fax 458687, teldupost: solby@sosialurin.fo Eysturoy: tel. 447820, fax 449520, teldupost: vilmund@sosialurin.fo Suðuroy: tel. 375364, fax 375464, teldupost: aki@sosialurin.fo Vágar: tel. 333820, fax 333720, teldupost: edvard@sosialurin.fo Christian Mejdahl nýggjur fólka- tingsformaður Formaðurin í tingbólkinum hjá Vinstra verður nýggjur formaður í Fólkatinginum. Í gjár varð greitt, at for- maðurin í fólkatingsbólk- inum hjá Vinstra, Christian Mejdahl, skal taka við formansstarvinum í Fólka- tinginum eftir Ivar Hansen, sum brádliga doyði miku- náttina. Síðani Ivar Hansen doyði, hevur verið tosað um, hvør skuldi taka við eftir hann. Andstøðuflokk- arnir gjørdu rættiliga skjótt greitt, at teir fóru ikki at leggja nakað uppskot fram, tí tað var hildið rætt, at meirilutin í tinginum átti formansstarvið. Christian Mejdahl var longu tíðliga frammi sum eitt møguligt evni. Mikudagin fekk hann so tilboðið, og í gjár boðaði hann frá, at hann tók av. Frammanundan høvdu allir andstøðuflokkarnir boðað frá, at teir fóru at stuðla honum, tá sjálvt valið verð- ur mánadagin. Christian Mejdahl er royndur politikari. Hann ger ikki nógv hóvasták burtur úr sær sjálvum og heldur seg vanliga burtur frá fjølmiðlunum. Hann hevur fyrr fingið tilboð um ráðharrasess, men tók ikki av. Nú hann verður fólka- tingsformaður, skal ting- bólkurin hjá Vinstra hava nýggjan formann. Hildið verður fyri vist, at tað verður annaðhvørt Jens Vi- bjerg ella Rikke Hvilshøj. Árni Joensen Mánadagin verður Christian Mejdahl formliga valdur til fólkatingsformann Rætting Í mikudagsblaðnum skriva vit, at Snorri Fjallsbak und- irvísir í studentaskúlanum. Men hann er ikki longur lærari í Hoydølum. Sum vit skrivaðu í oktober ella november 2001 arbeiðir hann í Fíggjarmálaráðnum á Lønardeildini. Byrjaði har tann 1. november 2001. Umberi mistakið. Blstj. Navnið á degnum í dag 14. mars: Euthycius, deyður umleið 740. Tikin av døgum í Mesopotamiu. Vit vóru ov tíðliga á á veg Í blaðnum í gjár varð skriv- að, at Bárður Jákupsson fylti 60 ár á grækarismessu. Vit vóru í so tíðliga á veg við innsendu heilsanini til Bárð. Hann fyllir ikki runt á grækarismessu, men seinni í ár. Vit biðja Bárð orsaka mistakið. Blstj. C M Y K 9 8