fríggjadagur 14. mars 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 51 - 14. mars 2003
Nr. 51 - 14. mars 2003
11
Føroyingar eru ein tjóð við sjálvsavgerðarrætti.
Hetta hava fleiri serfrøðingar staðfest á tí væl
eydnaðu grundlóggarráðstevnuni. Somuleiðis hava
serfrøðingarnir Chimene Keitner, doktari, Sigurður
Líndal og Eirikur Tómasson, professarar, staðfest, at
sjálvsavgerðarrætturin er ikki mistur, tí hann er
brúktur einaferð.
Samráðingarnar hjá undanfarna landsstýri við
donsku stjórnina slitnaðu, tí danska stjórnin vil ikki
viðurkenna, at føroyingar eru tjóð - ein natión - við
sjálvsavgerðarrætti, hóast allir føroyskir flokkar og
serfrøðingar halda fast um, at føroyingar eru ein tjóð
við sjálvsavgerðarrætti.
Hava summir føroyingar ivast, er eingin grund at
ivast longur. Fremstu serfrøðingar á hesum øki -
bæði í Evropa og í amerikanska samveldinum - geva
føroyingum rætt.
Harafturat staðfestir Chimene Keitner heilt greitt, at
ein tjóð kann ikki missa sjálvsavgerðarrættin, um
ein tjóð hevur brúkt hann einaferð. Tað merkir, at
sjálvt um Føroyar nú velja eina nýggja skipan í
ríkisfelagsskapinum - t.d. eina samveldisskipan - so
merkir tað ikki, at vit seinri ikki kunnu velja ein aðra
skipan seinri.
Hetta var júst tað, sum fyrst Tjóðveldisflokkurin, og
seinri Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, førdi
fram, at hava vit góðtikið eina aðra skipan enn full-
veldi, so ber ikki til at venda aftur, og seinri krevja
fullveldi. Hesa grundgevingina brúkti Anfinn
Kalsberg eisini, tá hann avlýsti ta ætlaðu fólka-
atkvøðuna.
Tá var grundgevingin hon, at høvdu føroyingar sagt
nei til fullveldi á fólkaatkvøðuni, høvdu vit limað
okkum inn í danska ríki. Vit høvdu tá avreitt sjálvs-
avgerðarrættin og høvdu mist hann í allar tíðir. Men
hetta er ikki so, segði Chimene Keitner.
Hetta er tann konservativa uppfatanin og stavar frá tí
tíðini, tá hjálondini loystu frá meginlondunum. Tá
fingu hjálondini tvinnar kostir í at velja - loysing
ella samband! Hetta er jú sama valið, føroyska sam-
ráðingarnevndin fekk at vita frá dønum í 1946.
Men soleiðis er ikki altjóða uppfatanin í dag, helt
Chimene Keitner fyri, og hesa fatan eiga føroyingar
at halda fast um í komandi samráðingum við danir
um framtíðarstøðu Føroya. Tí kunnu vit sláa fast, at
føroyingar eru ein tjóð við sjálvsavgerðarrætti, sum
ikki er mistur, um hann er brúktur einaferð.
Vónandi kann ríkisumboðsmaðurin bera hesi boðini
til danskar politiskar myndugleikar. So er eisini tað
komið burtur úr grundlógarráðstevnuni.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein ómissandi rættur
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Vegna MFS
Hallbera West, ráðslimur
Katrin D. Apol, forkvinna í
MFS
Nógvir føroyingar fara á
hvørjum ári úr Føroyum og
burtur í onnur lond at nema
sær útbúgving. Størsti part-
urin av hesum leitar sær til
Danmarkar. Her skal leggj-
ast afturat, at tað í flestu
førum er neyðugt hjá teim-
um ungu at fara uttanlanda
at nema sær útbúgving, tí at
hesir møguleikar ikki eru
til staðar í føroyska sam-
felagnum. Ynskið hjá land-
inum eigur sjálvsagt at vera
at fáa alt tað útbúna fólkið
heim aftur til Føroya, tí
samfelagið hevur brúk fyri
teimum! Sostatt kann tað
metast vera ein íløga í før-
oyska samfelagið at fáa
fólk at venda heim - ein
íløga, sum ikki eigur at
verða gloymd. At hetta
eisini er ynskið hjá før-
oysku
mynduleikunum,
sæst m.a. við at lesandi á
hvørjum ári fáa tillutað
pening til ein ferðaseðil til
Føroya. Hetta fyri at varð-
veita sambandið við heim-
landið. Nógvir, fyri ikki at
siga
flestu,
føroyingar
ynskja at venda aftur til
Føroya eftir lokna útbúgv-
ing, men trupulleikar við
m.a. væntandi barnaansing
og trupla bústaðarstøðan
gera, at nógv halda seg
aftur. Tíverri hava vit ikki
nøkur hagtøl, sum kunnu
vátta hetta, men hetta er
nakað sum MFS kennir
fleiri dømi um frá fyrrv.
limum. Her skal leggjast
afturat, at MFS, sum einasti
miðil hjá teimum lesandi
uttanlanda, hevur bestu føl-
ing við, hvat rørir seg mill-
um tey lesandi uttanlanda.
Her skal somuleiðis vís-
ast á, at tað ber til hjá før-
oyingum undir útbúgving
uttanlanda at skriva seg upp
á bíðilista til grundstykki.
Hví er tað so ikki gjørligt
hjá fyribils útisetum at
skriva børnini á bíðilista til
barnaansing? Hvat varð so
av hesi íløguni í útisetar-
nar?
Um fortreytirnar í Føroy-
um ikki eru í lagi, so er ikki
gjørligt at náa málsetning-
inum um, at fáa føroyingar
at venda heim aftur eftir
loknan lestur. Samstundis
sum hetta er ein áheitan um
at gera umstøðurnar hjá úti-
setum betri í Føroyum, so
er hetta eisini ein ávaring
um at taka hendan trupul-
leika í álvara. Tað sigur seg
sjálvt, at um umstøðurnar
uttanlanda eru nógv betur,
so er tað sera skjótt, at
heimflytingin til Føroya
verður útsett og í ringasta
føri ongantíð verður veru-
leiki.
Sum bíðilistarnir eru í
dag eitt nú í Havnini, eru
útlitini ikki serliga góð fyri
nýútbúna føroyingin. Tá
hann ikki fær børnini
ansaði, sleppur hann als
ikki at gagnnýta nývunna
tittulin, men má í staðin
ganga heima. Tað kann
tískil ganga rúm tíð, áðrenn
viðkomandi sleppur út á
arbeiðsmarknaðin - og hvat
vinnur landið so? Tað tykist
løgið, og í veruleikanum
ikki sørt sjálvmótsigandi,
at rætturin til uppskriving
til ansingarpláss ikki er
sjálvsagdur eins og við
grundstykkjunum. Í øllum
førum er tað ein sannroynd,
at nógv setast aftur, og í
staðin velja at taka av ein-
um arbeiðstilboði í útland-
inum, har børnini sleppa á
ansingarstovn. Skjótt festa
fólkini røtur, og kanska
venda tey ongantíð heim
aftur. Hvat fekst so burturúr
íløguni í gløgga heilan,
sum fekk fría ferð heim á
hvørjum ári í eini 5-6 ár?
Tað kann ikki vera rætt,
at viðurskiftini hjá teimum
lesandi uttanlanda skulu
vera so nógv verri enn hjá
teimum, sum eru búsitandi
í Føroyum.
MFS heitir tí á kommun-
urnar í Føroyum um at
broyta verandi reglugerð,
soleiðis at barnafamiljur
uttanlanda, sum eru fyribils
burturstaddar í lestrarørind-
um, kunnu skriva seg uppá
bíðilista til ansingarpláss
eins og barnafamiljur í Før-
oyum.
MFS hevur sent hetta
skriv til tær størstu bústað-
arkommunurnar í Føroyum
og til landstýrismannin í
kommunumálum.
MFS vil gjarna vera við í
arbeiðnum
at
fyrireika
hesar broytingar. Tit eru
tískil vælkomin til at venda
tykkum til MFS í hesum
sambandi.
Til Mentamálanevndina í Tórshavnar
kommunu
Hví kunnu føroyingar, ið eru fyribils burturstaddir í útbúgvingarørindum uttanlands, ikki
skriva seg upp á bíðilista til barnaansing í Føroyum?
Vegna Norðoya
Sambandsfelag
John William Joensen,
formaður
Nú tað er greitt at rokn-
ingin fyri eina betri dag-
ansingarskipan verður send
barnafamiljunum,
heitir
Norðoya Sambandsfelag á
býráði um at taka foreldur
við í viðgerina av framtíðar
útbyggingum av dagstovn-
unum.
Tað kann ikki verða rætt
at gjaldið til dagstovna-
plássini hækkar í trá við út-
byggingarnar av stovnun-
um uttan at tey sum skullu
gjaldað verða tikin við í
viðgerðina av málinum.
Tað eru bert mánaðar
síðan seinast gjaldið varð
hækka og nú gjaldið aftur
er hækkað er greitt at gjøld-
ini, sum gongdin er nú, fara
at halda á við at hækkað.
Í løtuni rindar kommun-
an 70% av rakstrinum og
foreldur/brúkarar
30%.
Men nú kommunan út-
byggir stovnarnar og an-
setur fólk á stovnum og í
býráðsumsitingini hækkar
gjaldið samsvarandi.
Foreldur við í viðgerðina
Vit meta at umboð fyri for-
eldur, sum eiga børn í dag-
stovninum, eiga at verða
tikin við í viðgerina av
gjaldinum fyri ansingar-
plássini, og at kommunan
steðgar øllum útbyggingum
av ansingarskipanini til
greiða er fingin á hvør skal
gjalda fyri plássini og
hvussu
bítið
millum
kommunu
og
foreldur/
brúkarar skal verða.
Tað er ikki nøktandi at
brúkargjøld soleiðis pr.
automatik verða løgd á
barnafamiljur.
Opið bræv til Klaksvíkar Býráð:
Áheitan á býráðið: Gevið foreldrum bein-
leiðis ávirkan á dagrøktarskipanina
TÍÐINDASKRIV
Eitt av tónleikasøgunnar
gitnastu verkum fyri kór,
solistar og orkestur verður
at hoyra nú um vikuskiftið.
Tað er oratoriið Elias eftir
tðska tónaskaldið Mendels-
sohn.
Um tónaskaldið og verk-
ið
skrivar
dirigenturin
Steen Lindholm soleiðis:
"Felix Mendelssohn Bar-
tholdy livdi fra 1809 til
1847 og fekk soleiðis eins
og so mong onnur tóna-
skøld eina stutta æviskeið.
Kortini náddi hann at gerast
heimskendur bæði sum
komponistur og sum diri-
gentur hjá tí gitna Gewand-
hausorchester i Leipzig -
eitt ljómlið sum enn i dag
telist millum tey fremstu i
heiminum.
Mótsett so mongum øðr-
um
tónaskøldum
vaks
Mendelssohn upp í einum
valaheimi. Pápin Abraham
Mendelssohn var vekslari i
Hamborg; men longu tá ið
Mendelssohn var tvey ára
gamal, flutti familjan til
Berlin.
Mendelssohn-hjúnini
vóru jødar, men lótu børn
síni doypa til protestantiska
trúgv. Foreldrini vendu tó
ikki um til protestantis-m-
una fyrr enn í búnum árum.
Nógvur tónleikur varð
framførdur í barndóms-
heiminum, og sjálvur skriv-
aði Mendelssohn longu
sum
smádrongur
sínar
fyrstu kompositiónir og
stjórnaði framførslum av
teimum á slíkum familju-
konsertum!
15-ára gamal var hann
við pápanum i París og vísti
har konseravatoriistjóran-
um, komponistinum Che-
rubini, sínar kompositiónir.
Eftir tað fekk hann loyvi at
kjósa sær tónleikin sum sítt
lívsstarv.
Felix Mendelssohn hevði
fjølltáttaðar gávur: hann
granskaði eisini mál og
myndlist, ikki var tað sørt,
at hann sjálvur teknaði, og
samanumtikið var hann
sum tátíðar tónleikari ein
óvanliga breitt mentaður
maður. Hansara tónleika-
skapandi gávur vóru av
mozartskum slag: nótarnir
flutu lætt og ótarnaðir av
hansara penni, og dygdar-
gott handverk var aftan fyri
øll hansara tónaverk, in-
strumentaltónleikin
eins
væl og kórverkini.
Longu á 17 ára aldri
skrivaði Mendelssohn sítt
fyrsta meistaraverk, tón-
leikin til sjónleikin "Ein
Hásummarnáttardreymur"
eftir Shakespeare. Tað var
eisini Mendelssohn, sum
20 ára gamal dró Matteus-
passiónina hjá Bach fram
aftur úr gloymskuni og
framførdi hana á konsert i
Berlin í 1929, hundrað ár
eftir at hon varð skrivað.
Eftir eina tíð sum býar-
tónleikastjóri í Düsseldorf
fekk Mendelssohn starvið
sum leiðari av áðurnevnda
Gewandhausorchester
í
Leipzig. Umframt í Týsk-
landi stjórnaði hann eisini
orkestrum
í
Onglandi,
Fraklandi og í Italia. Fólk
vóru hugtikin av honum
bæði sum komponisti og
sum dirigenti, og hann
hevði stóra ávirkan á eina
røð av seinni tónaskøldum.
M.a. fekk hann stóran
týdning fyri danska tóna-
skaldið Niels W. Gade, sum
fór til Leipzig og vann sær
har Mendelssohn sum sín
góða vin og besta læri-
meistara.
Uppvøkstur
Mendels-
sohns í jødiskum-prote-
stantiskum
umhvørvi
gjørdi, at hann varð hug-
fangaður av kirkjutónleiki.
Hann skrivaði hópin av
motettum til kirkjuligar
tekstir, nakrar sera vakrar
kantatur fyri kór og or-
kestur og kom í hæddina
við oratoriunum Paulus
(1836) og Elias ( 1846),
harav serlig tað seinna telist
millum tónleikasøgunnar
fremstu avrik innan or-
kestur- og kórtonleik. Tað
talar fyri seg, at næst eftir
Händels Messias er Mend-
elssohns Elias mest fram-
førda tónaverkið í Ong-
landi, har Mendelssohn
sjálvur stjórnaði frumfram-
førsluni í Birmingham.
Verkið er skrivað til týska
bíbliutekstin í gamla testa-
menti, mest úr 1. og 2.
Kongabók og snðr seg um
gerningarnar hjá profetin-
um Eliasi. Mendelssohn
lagaði sjálvur tekstin um til
tað enskt til fyrstufram-
førsluna; men týski tekst-
urin er upprunin, og hann
verður nýttur, nú verkið á
fyrsta sinni verður framført
i Føroyum.
Elias er profeturin, sum í
einari hungurstíð trínir
fram í tí plágaða Ísrael og
m.a. vekir upp einkjunnar
son av deyða. Hann er
stríðsmaðurin, sum sigrar á
avgudinum Baal, hvørs bál
verður púrgjørt av Harrans
báli, og profetar Baals síð-
an handtiknir og slátraðir.
Eftir tað fær Elias við Harr-
ans hjálp vatn til vegar til
tað tystandi landið. Ein
drongur skimast eftir regni,
og tá tað kemur, setir fólki í
lovsong fyri Harranum
(endakórið í fyrra parti).
Tó eru trongdirnar enn
ikki av. Elias má framhald-
andi stríðast móti vantrúgv.
Hann ger álop á Ahab kong,
sum svarar aftur við at øsa
fólkið upp móti Eliasi, sum
má flýggja út í oyðimørk-
ina. Eitt kór av einglum
leiðir hann til Horab fjallið,
og troystin kemur fram í
sálmakenda
satsinum:
Tann, sum lítir á Harran til
seinastu stund, skal gerast
sælur.
Oratoriið endar við enn
einum lovsangi til Harr-
ans."
Føroyska frumframførsl-
an av oratoriinum Elias
verður
í
Fuglafjarðar
Kirkju leygardagin klokkan
17.00, og verkið verður at
hoyra í Norðurlandahúsin-
um sunnudagin kl. 16.00.
Oratoriið »Elias« eftir Mendelssohn á fyrsta
sinni í Føroyum um vikuskiftið
Viggo Holm
Skála
Tá eg hugsi um, álopætlan-
irnar, sum Amerikumenn
hava um Irak, kann tað so
ikki verða aðrir møguleikar
enn kríggj ?
So eru tað tingmenn, sum
gera Amerikumenn til rein-
ar einglar, m.a Jenis Av
Rana. Fyri at skilja støð-
una, søguna hjá Ameri-
kanska
kontinentinum,
hvussu tey hvítu fólkini frá
Kanada fyri norðan og
Argentina fyri sunnan, hava
fingið hendir á økið, ið tey
búleikast í.
Tað var við skotvápn við
høgru hond og bíbliuni við
vinstru. Hetta má verða
størsta ránsveiða í søgu
mannaættarinnar. Men upp-
runafólkið hava ongatíð
tikið nakað frá okkara
heimsparti.
USA
og
Stórabretland skulu halda
uppat við bíta einaræðis-
harrar sum fittir og ófittir
t.d Pinochet frá Kili, hann
fekk góða viðferð í Bret-
landi, í staðinfyri at koyra
hann í geglið. Í mínum
hugaheimi eru allir eina-
ræðisharrar nøkur beist.
Hvat er so munurin á
kommunismu og kapital-
ismu?
Kommunisma
stavast
við
K,
og
kapitalisman stavast við K,
hetta er tað einasta teirhava
til felags. Í kommunist
Kina var tað staturin ið
stýrdi og hjá kapitalistun-
um var tað pengamenninir.
Undirritaði var í Hong
Kong í fimmti árunum, og
eisini í kommunist Kina,
har var eingin munur á tí
vanliga arbeiðsfólkinum, í
hesum báðum londunum.
Hetta haldi eg at vinir Bush
og vinir Che Guevara og
Castro skulu hugsa um.
Eg hoyrdi ein dagin
hvussu óførur maður De
Gaul fyrrverðandi forseti í
fraklandi
var,
áðrenn
hansara tíð skifti fransmenn
stjórn fleiri ferðir um árið,
enntá var hurlivasin so
stórur tá, at undanmaður
De Gauls bað De Gaaul um
at skipa stjórn, hetta var í
1958. Síðani bað De Gaul
Franska tingið, um eitt
hálvt ár til, at gerða eina
nýggja
grundlóg.
Eftir
hetta hálva árið var grund-
lógin sett til fólkatkvøðu,
og hon var góðtikin við
stórum meiriluta. Árið eftir
var hann valdur til landsins
forseta, við tí nýggju
grundlógini hevði forsetin
fingið víðar heimildir, til at
koyra tíðandi spurningar til
fólkaatkvøðu. Tað fyrsta
hann gjørdi var at seta til
fólkaatkvøðu um, at sleppa
av við koloniirnar í Afrika.
Tað var viðtikið við fólka-
atkvøðu, at tey lond, ið
ynsktu at sleppa úr sam-
veldinum við Fraklandi,
skuldu sleppa burturúr.
Hetta dámdu teimum
fronsku
generalunum
í
Algier einki, teir gjørdu
uppreistur, og ætlaðu at
leypa á Frakland sjálvt. De
Gaul
lýsti
Frakland
í
krígsstøðu, tað mesta av
Franska herinum vóru í
Algier, men De Gaul fór í
sjónvarpið og bað tað
Franska fólkið at taka undir
við De Gaul. Bussar og
onnur akfør vóru koyrd út
til flogvøllin, so general-
arnir í Algier ikki skuldu
enda har, tað eydnaðist
eisini hjá De Gaul forða
fyri álopi og harvið
bjargaði hann Fraklandi.
Síðani fór hann í holt við at
rætta tann franska bú-
skapin, tað gjørdi hann við
at seta allar tíðandi spurn-
ingar út til fólkaatkvøðu.
Ymiskt var frá tí eg sigldi,
var 100 franc uml. 14 kr.,
síðani De Gaul var forseti
bleiv 1 franc til 4 kr. í
okkara peningi. Hann helt á
við at seta tíðandi spurn-
ingar til fólkaatkvøðu, tí
óskili í parlamentinum var
ov stórt. So hendi tað í
1969, at hann sendi ein
spurning til fólkaatkvøðu,
har hann ikki fekk viðhald,
dagin eftir fór hann úr
forsetasessinum. Oftani er
so við hernaðarleiðarum at
koma teir fyrst framat, so
fara teir ikki við góðum,
tað var øðrvísi við De Gaul,
hann vildi ikki verða ein
dag longri enn hann visti, at
fólkið var við honum.
Tá beinleiðis fólkaat-
kvøður í Fraklandi og
Sveits hava roynst væl, hví
so ikki hjá okkum ?
Undirritaði heldur, at tað
er tað lærda fólkið, ið ør-
kymlar fólkið, við óneyv-
um floyktum paragrafum.
Hvørki Føroyskir ella
Danskir
myndugleikar,
virða tey grundlóg tryggj-
aðu rættindi hjá tí vanliga
borgaranum.
Undirritaði skilur heldur
ikki hví tað tekur so langa tí
til at læra, sjálvur gekk
hann niðan til granna-
konuna, har hon lærdi seg
at lesa og skriva undir kríg-
num.
Undirritaði krevur ikki at
tinglimir skulu duga hetta
uttanat, men skilja hvat ein
Sjálvstýrismaður av Skála
skrivar.
Eg vil at enda heita á
tingmenn, um ikki at óttast
fyri at seta týðandi spurn-
ingar til fólkaatkvøðu.
TÍÐINDASKRIV
Føroyskt
Lógar
Rit
skipar fyri almennum
kjakfundi í Útvarps-
høllini hóskvøldið 13.
mars kl. 19:30 við heit-
inum »Grundlóg og
Føroyar«.
Pallborðsluttakararnir
leggja fyri við upplegg-
um, og høvi verður
eisini hjá áhoyrarunum
at seta spurningar.
Við pallborðið sita:
Bjørn á Heygum, advo-
katur, Halgir Winther
Poulsen,
advokatur,
Súsanna
Danielsen,
skrivstovustjóri,
og
Zakarias Wang, stjórn-
málafrøðingur.
Orðstýrari er Kári á
Rógvi, og Dreingja-
kamarið syngur.
Møtið fjølment.
Almennur
kjakfundur
Felix Mendelssohn Bartholdy
Við Bíbliuni í kríggj
C
M
Y
K
11
10