Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 51 - 14. mars 2003 TÍÐINDASKRIV Mánakvøldið heldur Anja Andreasen, Cand.Phil. í søgu og siðsøgu, fyrilestur um uppruna og søgu Sam- bandsflokksins, á Resturant Fortuna. Mánakvøldið 17. mars heldur skipar Norðoya Sambandsfelag fyri kaffi- hugnað á Resturant Fort- una. Tiltakið byrjar kl. 21:00 og á skránni er kunning um tað aktuellu politisku støð- una og ein fyrilestur um søgu og uppruna sam- bandsflokksins. Eisini verður felagssang- ur og burturlutan. Fyrilesturin hjá Anju Anja sigur at tað er sera áhugavert at lesa um tey mál sum vóru á polittisku dagsskránni tá Sambands- flokkurin bleiv stovnaður í 1906. Ein kann siga at avhalds- spurningurin hevði minst líka stóran týdning í orða- skiftinum sum sjálvstýris- spurningurin. Eisini hevur ofta verið víst á at sambandsflokkurin var stovnaður sum ein høgraflokkur, men tað er sera ivasamt hvussu aktu- ellur hesin spurningurin var í 1906. Fráhalds og brennivíns- flokkar? Anja Andreasen sigur at tað vóru serliga avhaldsmenn sum vóru við til at stovnað Sambandsflokkin og tað er sera áhugavert at lesa um hvussu stóran týdning hetta hevði fyri flokkin á fyrstan tíð. Í politiska orðaskiftinum um tað mundi tá Sam- bandsflokkurin bleiv stovn- aður, varð av álvara tosað um at stovnað avhalds- flokkar og brennivíns- flokkar. Tiltakið sum Norðoya Sambandsfelag nevnur "Kaffihugni" er ókeyps og øll eru hjartaliga vælkomin. Norðoya Sambandsfelag John W. Joensen formaður, Karl Olgar Joensen næstf., Erikka Eltør kassameistari, Elisabeth Joensen (Betta) skrivari og Poul Juul Vil- helmsen nevndarlimur. Kaffihugni á Resturant Fortuna Nú er longu nakað síðani, at Dinna fór hiðani, men eg ynski at seta nøkur orð á blað um ymist, sum er seti í samband við minnið um Dinnu. Vit starvaðust í somu fyritøku í fleiri ár, og hóast vit ikki sum so arbeiddu tætt saman, við tað at fyritøkan er stór, og vit starvaðust á hvør sínari deild, so tosaðu vit mangan saman. Tað eyðkenda við Dinnu var hennara friðarliga, blídliga lyndi, hon leyp ong- antíð framav, men gav sær stundir at lurta bæði í samskiftinum við starvsfelagar og í sínum arbeiði, og viðskiftafólkini kendu seg væl, tí tey merktu, at hon veruliga tók tey í álvara og ikki gavst, fyrrenn upp- gávan var loyst. Hon var álítandi og nærløgd og sera fryntlig at tosa við. Tað var tó kanska mest í hugnaløtum - kaffipausunum og tiltøkum, sum arbeiðs- plássið ella starvsfólkið skipaði fyri til at stuðla upp undir tað sosiala veðurlagið, at eg mest kom at samskifta við Dinnu. Tað blíða og fyrikomandi sermerkti hana ikki minst slíkar løtur, og hon var ein ‘veitsluleyva’ í positivum týdningi. Tos- aði, lurtaði, skemtaði, sang, flenti, dans- aði. Tá livdi hon mitt í verðini og gav hvørjari veitslu ella samkomu eitt eyka pift. Hon var so væl uppløgd, ein merkti, hvussu góð hon var við øll, hvussu hon kendi, at øll vóru hennara vinir, og hvussu hon hugnaði sær saman við sín- um feløgum. Vit vóru nakrar á arbeiðsplássinum, sum gjørdust góðar vinkonur, ein kjarni, sum tosaðu serliga væl saman, - Edna, Finngerð, Meinhild, Vivi, Heidi, Bjørg og undirritaða, og saman við okkum var Dinna. Áðrenn Dinna gjørdist sjúk, var ikki sørt, at vit øvundaðu henni, tí hon als ongar trupulleikar tóktist hava. Hon var vøkur, bar seg væl, klæddi seg væl og tóktist hava ráð til alt. Kanska hevði hon problem, men hon tosaði so ikki um tey. Hon hevði eitt gott bakland, ein mann, sum bar hana á lógvum, børn og ommu- børn, sum skikkaðu sær væl og vóru góð við hana, og hon visti ikki alt tað góða, hon skuldi gera fyri tey. Hon hevði eitt gott og hugnaligt heim har í Tjarnardeild og annars alt tað, sum kann skapa eitt trygt og gott lív. Dinna hevði eitt gott lív. Eg setti stóran prís upp á Dinnu, og eftir at hon var vorðin sjúk, undraðist eg mangan um, hvussu róliga og positivt hon kundi tosa um sjúkuna. Ikki tað at hon bagatelliseraði, men hon greiddi róliga og sinniliga og jarðbundið frá, hvussu hetta ella hitt hevði verið, hvussu tað hevði kenst. So eiðasørt hon gramdi seg. Hevði okkurt verið ringt ella stræv- ið, so segði hon tað við einum gátuførum smíli til at taka broddin av frásøgnini. Hon var mangan burturi, bæði úr arbeið- inum og burturi til kanningar og við- gerðir, men sjálvdan var, at tú ikki hevði hesa sannføringina um, at hon væntaði at gerast frísk aftur. Vit, vinkonurnar, tosaðu mangan um og undraðust á, hvussu sterk hon var, hvussu viljasterkt og treiskt hon hevði barst ímóti sjúkuni í fleiri ár, hóast hon annars var bæði lítil og nett og ikki var herd av mótgongd. Eftir at eg sjálv var farin úr starvinum, tosaðu vit ikki so ofta saman, men eg frætti regluliga um hennara støðu - oftast frá Meinhild, sum var hennara serstaka vinkona og var nógv um Dinnu heilt til tað seinasta. Nakrar ferðir hitti eg hana, hon bjóðaði mær heim at vitja, men hóast ætlanin var góð nokk, varð hetta bert gjørt ta einu ferðina. Dinna var bæði blíð og týð, hevði gjørt okkurt gott til reiðar og vartaði upp, hóast hon orkaði lítið. Vit tosaðu um ymist, komu eisini inn á teir ævigu spurningarnar, og hon segði, at hon hevði sett sær fyri, at hon skuldi í kirkju so leingi, hon orkaði, og so ofta, hon hevði høvi til tað. Hon visti, hvar hjálp og uggi vóru at finna. Saman við hinum á liðinum, sum nú telur tvær minni - Dinnu og Heidi, sum andaðist í desember 2001 - vil eg bera eina heilsan til tín, Sjúrð, og til børnini og ommubørnini hjá tykkum. Ein kann bara ímynda sær tað stóra, tóma plássið - og drýpa høvur. Dinna var ein kvinna, sum vit høvdu stóra virðing fyri, og sum vit minnast við takksemi. Harrin signi tykkum øll. Ása Minningarorð um Katrinu Rasmussen vanliga nevnd Dinna, fødd 13. september 1945 - deyð 27.08.2002 Anja Andreasen NR. 51 • FRÍGGJADAGUR • 14. MARS 2003 • 77. ÁRGANGUR • WWW.SOSIALURIN.FO Finalan Finalan í Prix Føroyum verður í Norðurlandahúsinum í Havn leygarkvøldið 26. apríl. Seks bólkar fara at spæla, og tá skal endaligi vinnarin í kappingini finnast. Fimm finalubólkar eru funnir. Teir eru MC Hár, Déjá Vu, Braquet, Makrel og Hatespeech. Sætti finalisturin skal finnast í hálvfinaluni leygarkvøldið. Valið stendur ímillum: Headache Blues Treo, Fluffy Toys, Gestir, Lawetz og Mind's Eye. Finalan í Prix Føroyum verður send beinleiðis í Útvarpinum og Sjónvarpinum, og eisini íslendska Rás 2 ætlar senda frá finaluni. Leygarkvøldið er seinasti møguleikin at spæla seg í ársins Prix Føroyar finalu. Fimm bólkar, sum spæla ymiskan tónleik og hava ymiskar styrkir, fara at kappast um sætta finaluplássið. Trupult er at peika á nakran greiðan favoritt HÁLVFINALA Eyðun Klakstein Fimm bólkar, sum hava verið hálvir vinnarar, bresta leygarkvøldið saman í sein- asta undanumfarinum til Prix Føroyar. Bólkarnir hava longu spælt einaferð í kappingini, og tá gjørdust teir nummar 2 í sínum innleiðandi um- far. Eitt gott úrslit, men utt- an trygd fyri eitt av teimum seks finaluplássunum. Leygarkvøldið skal ar- beiðið gerast liðugt. Fýra bólkar verða sendir úr kappingini, meðan tann eini fær gylta ferðaseðilin til finaluna. Tveir eitt vet betur Tað er trupult at peika á nakran greiðan favoritt til seinasta finaluplássið, men skulu avrikini í innleiðandi kappingunum leggjast til grund fyri eini varisligari meting av, hvørjir bólkar kanska eru eitt vet framm- anfyri hinar, so mugu Headache Blues Treo og Gestir togast upp úr hattin- um. Tað verður trupult hjá einum og hvørjum bólki í Prixnum at kappast reint tónleikaliga við garparnar í Headache Blues Treo. Í hesum bólki spæla nakrir av Føroya bestu og mest royndu tónleikarum, og teir fáa blues-tónleikin rættiliga upp at svinga. Men blues-tónleikurin er rímiliga traditionellur, og tí kann vælspælandi bólkurin Gestur stinga seg fram um, verða teir eins góðir leygar- kvøldið, sum teir vóru fyri eini lítlari viku síðani. Hinir tríggir Hinir tríggir bólkarnir, sum verða við leygarkvøldið, hava eisini gjørt tað gott í kappingin, og teir hava sínar serligu styrkir, sum kunnu senda teir alla vegin í finaluna. Mind's Eye kom sum ein óvæntað hvirla inn á Prix- pallin við ágangandi rock- tónleiki. Bólkurin, sum als ikki hevði spælt alment áður, gjørdi rættiliga vart við seg og hevur hildið grýtuni á kók við fleiri framførslum seinastu vik- urnar. Lawetz vóru í nakað somu støðu – ókendir og ungir. Men teir kláraðu eisini at sannføra dómarar- nar um sínar tónleikaligu dygdir, og tann nakað bleytari rocktónleikurn fall væl í oyra. Fluffy Toys hevur verið nakað fyri seg í hesum Prixnum. Bólkurin er sera væl samanspældur, og teir duga at fáa lív í við tí svingandi klassiska rock- tónleikinum, sum teir spæla so frágera væl. Ein vinnari Tað kann bara ein av hesum bólkum koma í finaluna í Prixnum, men umfarið leygarkvøldið er ein hálv finala, og bólkarnir fáa enn eitt høvi at gera vart við sínar tónleikaligu dygdir. Tí nýtist eingin at sita eftir sum vónbrotin tapari, men veruleikin er ivaleyst, at eitt finalupláss hevur nógv at týða, nú bólkarnir eru komnir so lang. Leygarkvøldið fellur av- gerðin, og tá verður finalan í Prix Føroyum 2003 full- mannað. Fimm bólkar eru um boðið Einar Joensen og hinir í Fluffy Toys skulu leygar- kvøldið spæla í seinasta undanumfarinum í Prix Føroyum Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 13 12