Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. mars 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 51 - 14. mars 2003 15 Hálvfinala, 15. mars kl. 21.00 Allir bólkarnir, sum endaðu sum nummar 2 í teimum fimm inn- leiðandi umførunum, kappast um eitt pláss í finaluni Finala, 26. apríl Tann stóra finalan í Norðurlandahúsinum. Seks finalistar kappast um sigurin í kapping- ini og møguleikan at spæla á donskum festi- valum. Dómarar 10 dómarar meta um framførslurnar hjá bólkunum til tey inn- leiðandi umførini. Teir geva bólkunum stig fyri teir ymsu part- arnar av framførsluni. Stigini hjá øllum dómarunum verða tald saman, og síðani verð- ur vinnarin funnin. Í finaluni eru 28 dóm- arar. Vinnarar 1995: Moirae 1997: Mark No Limits 1999: Taxi 2001: Clickhaze Atgongumerki Atgongumerki til inn- leiðandi umførini kunnu keypast á Kunn- ingarstovunum kring landið, í Mylnuni í Miðvági og á Shell- støðini í Gøtudali. Eis- ini ber til at keypa at- gongumerki á www.billetmaskinen.dk 600 fólk sleppa inn til hvørt umfar. Bussar Í sambandi við kapp- ingina leygarkvøldið koyra bussar til og frá tiltakinum. Bussar fara úr Vest- manna, Sørvági og úr Havn kl. 20.00 Bussar fara av Toftum og Strondum kl. 20.30. Teir steðga ávíkavist í Leirvík og í Gøtu kl. 20.50. Aftan á tiltakið koyra bussarnar heim aftur. Ferja Sjóvegis samband verður til Klaksvíkar kl. 03.45 av Fuglafirði. Ferðaseðlar skulu keypast í Norðoya Kunningarstovu og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Prix í Sosialinum Lagt til rættis: Eyðun Klakstein Teldupostur: eydun@sosialurin.fo Symfonikararnir í Lawetz eru kanska mest óvæntaða navn- ið í hálvfinaluni í Prixnum, men tað forðar teimum ikki í at stíla eftir einum finaluplássi leygar- kvøldið LAWETZ Eyðun Klakstein Tað kom óvart á tey flestu, eisini tónleikararnar í bólk- inum, at Lawetz skuldi koma víðari frá triðja um- fari í Prixnum. Bólkurin var púra ókend- ur áðrenn Prixið, og hann er mannaður við ungum tón- leikarum úr høvuðsstað- num, sum fyri stóran part spæla klassiskan tónleik. Fýra av tónleikarunum í bólkinum eru við í Føroya Symfoniorkestri, og rock- tónleikurn er í grundini eitt ískoyti til tann klassiska tónleikin. – Vit høvdu ikki væntað, at vit skuldu fara at koma víðari í kappingini. Men tá ið vit høvdu verið á pallin- um og spælt, og tað gekk stak væl hjá okkum, fingu vit eina vón um, at tað kanska fór at lata seg gera. Men tað var nú óvæntað hóast alt, sigur Ísak Samb- leben, sum spælir bass í bólkinum. Klassiskur tónleikur Lawetz er ein nýggjur bólk- ur, sum bara hevur spælt saman í eitt hálvt ár, hóast onkrir av tónleikarunum hava spælt saman í fleiri ár. Teir spæla lættan rocktón- leik, og tað gjørdu teir so væl, at teir komu víðari frá 3. umfari í Prixnum. Fýra av tónleikarunum í bólkinum fáast eisini við klassiskan tónleik. Høgni Reistrup, Ísak Sambleben, Rúni K. Mouritsen og Dáv- ur Juul Magnussen spæla allir við í Føroya Symfoni- orkestri, og í hesum døgum fyrireikar Rúni seg til eina upptøkuroynt til MGK, sum er fyrireiking til kon- servatorii. Rúni hevur verið niðri seinastu vikurnar, og tað var ivamál, um trummu- spælarin kundi koma heim til hálvfinaluna. Tað vísir seg nú, at upptøkuroyndin hjá honum er um tvær vikur, og so læt tað seg gera at koma heim at spæla. Rúni gongur til frálæru niðri, so hann er væl fyri- reikaður til MGK-royndini síðst í mars. Framtíðin Lawetz er ein nýggjur bólk- ur, og tónleikararnir fáast eisini við annan tónleik. Tí er tað kanska upplagt at spyrja, um Lawetz hevur nakað framtíð eftir Prixið. – Vit hava ikki tosað so nógv um hatta. Vit hugsa kanska ikki so langt fram í tíðina, sum aðrir bólkar gera, men vónandi heldur bólkurin fram. Fýra av okk- um eru búsitandi í Havn, so tað liggur væl fyri at spæla saman, sigur Ísak Samb- leben. Um Rúni Mouritsen kemur inn á skúlan niðri, kemur tað kanska upp á tal at finna annan trummu- spælara til bólkin, men teir ætla sær ikki at leypa fram av. Venja uttan sangara Meðan fleiri av hinum Prix-bólkunum hava spælt til konsertir seinastu vikur- nar, hevur einki verið at hoyrt til Lawetz, síðani bólkurin spældi í Prixnum. Orsøkin til tað er, at trummuspælarin hevur verið í Danmark hesa tíð- ina. Men nú er hann heima aftur, og dúgliga verður vant í hesum døgum. – Seinastu tveir dagarnar fara vit at venja uttan sang- ara, so hann kann spara røddina hjá sær til leygar- kvøldið, sigur Ísak Samb- leben. – Vit vita ikki, hvørjum vit skulu rokna við leygar- kvøldið. Har eru fimm sera ymiskir bólkar, sum koma at spæla , og tað er trupult at gera sær nakrar tankar um, hvussu dómararnir fara at døma. – Mær dámdi sera væl Gestir, og eg rokni við, at teir verða størsta hóttinin fyri møguleikan hjá okkum at fáa finaluplássið. Teir spældu væl og høvdu nak- rar góðar sangir, heldur Ísak Sambleben. Lawetz fer at spæla somu sangirnar leygarkvøldið, sum teir spældu í innleið- andi umfarinum, men teir hava broytt útsetingarnar eitt sindur. – Nú gleða vit okkum bara til at sleppa at spæla leygarkvøldið. Tað er ein kapping, og tað fær okkum at geva eitt sindur eyka, sigur basspælarin í Lawetz. Millum mongu útlendsku gestirnar til Prix Føroyar finaluna síðst í apríl mánaði verður ein írskur tónleikaumboðsmaður. Talan er um Bernie McGrath, sum rekur bookingfelagið MILive. Hann kemur at lurta, hvat føroyskur tónleikur hevur at bjóðað, og hvør veit, um tað kann hava við sær uppgávur fyri føroyskan tónleik í Ír- landi. Umframt írska um- boðsmannin, koma eisini fleiri danskir festivalfyri- reikarar og tónleikafólk, og nú verður arbeitt við at fáa samband við norskan festival eisini. Íri kemur at lurta Høgni Reistrup er sangari í bólkinum Lawetz. Hann og tríggir av hinum tónleikarunum í bólkinum eru eisini við í Føroya Symfoniorkestri Mynd: Jens Kristian Vang Lawetz liggur framvið 15 14 Nr. 51 - 14. mars 2003 Prix Føroyar er ein tón- leikakapping, sum Norðurlandahúsið í Føroyum skipar fyri í samstarvi við Føroya Undirhaldstónleikarafe lag (FUT), Útvarp Før- oya og Sjónvarp Før- oya. Kappingin hevur verið hildin annað hvørt ár síðani 1995. Kappingin er skipað við fimm innleiðandi umførunum, har vinn- arin í hvørjum umfari kemur í finaluna. Bólk- arnir, sum enda sum nummar 2 til innleið- andi umførini, skulu kappast í eini hálv- finalu, har vinnarin fær seinasta finaluplássi. 29 bólkar eru við í kappingini í ár. 6 bólk- ar sleppa í finaluna. 1. umfar, 25. januar kl. 21.00 Flux S.C.A.T.G.O.H Headache Blues Treo Søren Søgaard MC Hár Human Chaos Vinnari: MC Hár Nummar 2: Headache Blues Tro 2. umfar, 1. februar kl. 21.00 Mind’s Eye Déjá Vu onkikanndiskuterast.alt kann Speaker Holgar og Villmenn Vinnari: Déjá Vu Nummar 2: Mind’s Eye 3. umfar, 15. februar kl. 21.00 Braquet Crashwave Mary’s Baby Lawetz Krit Masha Vinnari: Braquet Nummar 2: Lawetz 4. umfar, 22. februar kl 21.00 Makrel Chain Side Effect Fluffy Toys MMM Páll Finnur Páll Vinnari: Makrel Nummar 2: Fluffy Toys 5. umfar, 8. mars kl. 21.00 Týr Zink Blív Jam Gestir Hatespeech Vinnari: Hatespeech Nummar 2: Gestir Hetta vikuskiftið er sein- asta undanumfarið í Prix Føroyum, og tí er tað kanska hóskandi at taka eitt sindur saman um kapp- ingina í hesum teigi. Prixið hevur verið sera sjónligt í føroyska samfelagnum seinastu vikurnar, og nógv hevur verið tosað aftur og fram um tónleik, bólkar, framførslur og tónleikarar. Hesaferð valdu fyriskipar- arnir av Prix Føroyum at leggja øll tey innleiðandi umførini á sama staði – í Mentanarhúsinum í Fugla- firði. Hetta skuldi tryggjað tónleikarunum betur um- støður at spæla undir, og harvið skuldi tónleikaliga dygdin eisini betrast. Tankin er góður, og hann hevur avgjørt havt nógv gott við sær. Mentanarhús- ið hevur verið ein frálíkur karmur um kappingina, til- tøkini hava verið væl fyri- skipað, undirtøkan hevur verið stak góð, starvsfólk- ini eru fryntlig og fyrikom- andi, og umstøðurar á palli og í sali hava verið góðar. Tað hevur verið eitt sindur ymiskt, hvussu ljóðið hevur eydnast, men sum heild hevur tað verið gott. Mentanarhúsið kann tó ikki í sær sjálvum borga fyri, at tónleikaliga dygdin verður betur. Karmarnir eru har, men so er tað upp til tón- leikabólkarnar sjálvar at fylla hesar karmar og vísa tónleikaligu dygdirnar. Tað hava langt frá allir bólkar- nir klárað, og støðið á hes- um Prixnum hevur ikki ver- ið hægri, enn tað var und- anfarin Prix. Sentraliseringin av Prix- num í Fuglafirði hevur skapt eina støðuga kapping, sum neyvan hevur verið virkað so væl áður. Útvarp- ið hevur kunnað sent bein- leiðis frá øllum undanum- førunum, og tað hevur økt um áhugan fyri kappingini. Tónleikarar, tøkningarar og fjølmiðlafólk hava havt góðar umstøður at arbeiða undir, og eisini áhoyrararnir hava notið gott av umstøð- unum. Men tað er eisini okkurt minus við at leggja Prixið á einum staði. Vandin er, at tað kemur at líkjast einum tónleikaligum vardum verkstaði uttan ta sjarmu, sum er við einum sirkusi, sum er á ferð. Prix Føroyar plagdi at leggja leiðina fram við í Suðuroy, Vágum, Strondum og Klaksvík, men soleiðis er ikki hesa- ferð. Umstøðurnar á hesum støðum hava verið ymiskar, og sumt hevur verið betur enn annað, men í øllum førum Prixið havt góðar løtur á hesum støðum, og eisini tónleikararnir hava fingið nakað burturúr. Tað er trupult at siga, hvat hevur meira at týða fyri kappingina, men niðurstøð- an í hesum teigi skal verða, at hetta var vert royndina og spældi væl av. Kanska hava broytingarnar til tað betra verið fleiri enn øvugt, men tað hevur eisini verið saknur í einum ferðandi Prixi. Fyriskipararnir hava gjørt nógv burtur úr, at ferða- sambandið til og frá Prix- num skuldi verið gott, og vit, sum hava ferðast til og frá kvøld eftir kvøld, hava fegnast um, hvussu gott sambandið hevur roynst. Og so líka eitt, sum ætlanin var at nevna, fyrstu ferð hesin tátturin var í blað- num, men sum datt niður fyri, so tað má bara koma nú sum trold af æske. Mentanarhúsið í Fuglafirði við øllum sínum besnissað- um detaljum, hugtakandi innrættningi og innbjóð- andi fasilitetum hevur eitt keðiligt navn. Navnið spill- ur ongan, men alíkavæl. Mentanarhúsið í Fuglafirði. Tað er langt frá so elegant, sum húsið annars er, men nú vendist ikki aftur. Snotuliga búmerkið er gjørt og sett saman við navnin- um, og fólk hava vant seg við at nevna húsið við hesum navni. Men var tað nakað, sum skuldi verið gjørt umaftur, so var tað navnið á húsinum. Tað mátti borið til at havt fingið eitt styttri, vakrari, meira poetiskt navn til hetta frá- líka hús. Ferðasamband heldur enn ferðandi sirkus Headache Blues Treo fer á pallin við nýggj- um gittarspælara leygarkvøldið. Upp- runaligi gittarspæl- arin er endaður á Cuba, og tí eru boð send eftir Leivi Thomsen AVLOYSARIN Eyðun Klakstein Headache Blues Treo hevur verið ein av best spælandi bólkunum í Prixnum í ár. Teir spæla blues-tónleik, og í fyrsta umfarinum gjørdust teir nummar 2. Leygarkvøldið fáa teir so møguleikan at spæla seg í finaluna, og vápnið er enn einaferð vælspædir blues- tónar. Gittarspælari í bólkinum er – ella var – Búi Dam, sum er ein av okkara evna- ríku ungu gittaristum. Hann verður ikki við leygar- kvøldið, tí hann er farin til Cuba í tónleikaørindum. Tí hevur kvartettin við høvuðpínuni sent boð eftir einum øðrum tiltiknum gittarspælara – nevniliga Leivi Thomsen. Hann fer sostatt at spæla saman við tveimum øðrum royndum tónleikarum – Rógva á Rógvu og Edvardi Nyholm Debess – og tí unga Una Debes. Nógvar royndir Leivur Thomsen er ikki ein og hvør. Tónleikarin, sum er búsitandi í Keypmanna- havn, og er ein av monnun- um aftanfyri føroyska MediaMusic studio á Amager, er ein av mest virdu føroysku gittarspæl- arunum. Hann var við í Plúmm, tann tíð tað var, og hann var eisini ein sentralur tón- leikari í Føstufressum, sum góvu eina tiltikna plátu út seint í áttatiárunum. Hann er útbúgvin sum solistur á konservatorii niðri. Leivur Thomsen ikki er tann tónleikarin, sum hevur gjørt mest um seg í Prix Før- oyum, men nú verður hann so at síggja og hoyra á pallin- um í Fuglafirði. Hann skuldi koma til Føroya í gjár, og so skuldi seinastu venjingarnar hjá bólkinum gerast. – Eg vóni, at vit kunnu fáa seinasta finaluplássið, men tað verður ein hørð kapping, sigur Uni Debes, sum er sangari í bólkinum. Leivur fær høvuðpínu Leivur Thomsen fer at loysa Búa Dam av sum gittarspælarar í Headache Blues Treo C M Y K 14