fríggjadagur 14. mars 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Møguliga verður John
Heri Dam eisini í
Hvidovre-hópinum,
sum møtir FC Århus
sunnudagin
ÚTISETAFELAG
Páll Holm Johannesen
Føroyski landsliðsliðskip-
arin, Óli Johannesen, skor-
aði í síðnum fyrsta dysti,
síðan hann vendi aftur til
Hvidovre.
Leygardagin
leikti Hvidovre venjingar-
dyst i Lyngby og tapti 2-1.
Óli Johannesen minkaði
um munin uppá beinleiðis
fríspark, eftir Lyngby hevði
lagt seg á odda 2-0
frammum við tveimum
málum.
Óvist við John Hera
Tá Hvidovre sunnudagin
fær vitjan av FC Århus,
vera møguliga tveir før-
oyskir leikarar við í Hvid-
ovre-hópinum.
Umframt
Óla Johannesen, so venur
John Heri Dam í løtuni
eisini í Hvidovre.
Hann er ímillum 24
leikarar, sum royna at vinna
sær pláss millum teir, sum
skulu vera við ímóti FC
Århus. John Heri var ikki
tøkur til dystin ímóti Lyng-
by, og mikudagin spældi
hann á 2.liði hjá Hvidovre.
Fríggjadagin fer Hvid-
ovre venjarin, Jan Christen-
sen, at kunngera hópin til
dystin ímóti FC Århus.
Nr. 51 • hósdagur • 14. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Óli skoraði í fyrsta dystinum
Óli Johannesen
gjørdi skjótt av, og
skoraði longu í
sínum fyrsta dysti,
eftir at hann vendi
til Hvidovre.
Mynd: Savnsmynd
Góðu úrslitini kostaðu
Felagið væntar, at í
2003 verður væl betri
fíggjarliga
AÐALFUNDUR
Páll Holm Johannesen
Mikukvøldið hevði NSÍ sín
árliga aðalfund. Ítróttarliga
var 2002 besta árið hjá NSÌ
nakrantíð. Felagið gjørdist
steypavinnari, og í 1.deild
endaði NSÍ á øðrum plássi.
Við
teimum
yngri
deildinum vann felagið 10
heiðursmerki.
Á figgjarliga økinum
vóru úrslitini kortini heldur
lakari. NSÍ hevði eitt hall á
257.000
krónur.
Á
útreiðslusíðuni
var
tað
serliga
virksemið
hjá
leiðslubólkinum,
sum
kostaði.
Leiðslubólkurin er bólk-
urin, ið tekur sær av 1.liði
felagsins. NSÍ setti øll segl
til í fjør, har fleiri nýggir
leikarar komu til felagið.
Lønirnar hjá fleiri av
leikarunum hava ivaleyst
eisini virka til stóra hallið.
Formansfrágreiðingin
sigur eisini, at aðrar orsøkir
til stóra hallið er minkandi
inntøkur
av
ymiskum
aktivitetum,
umframt
ætlanir, ið ongantíð komu í
gongd.
Niðurstøðan á áðalfund-
inum var stutt og greitt, at
fíggjarliga royndist árið
illa, meðan ítróttarliga var
tað besta árið nakrantíð. Á
fíggjarætlanin fyri 2003
verður mett, at felagið fer
at hava eitt yvirskot á
200.000 krónur
Nevndarval
Sum vanligt varð eisini
nevndarval á skránni miku-
kvøldið. Bæði Jákup Mort-
ensen og Dánjal Jákup Høj-
gaard, sum stóðu fyri vali
til starvsnevndina, vórðu
afturvaldir. Sum tiltaks-
limir vórðu vald Bjarni
Kjeld og Rósing Johanne-
sen.
Enn hevur starvsnevndin
ikki skipað seg, men vænt-
andi heldur hon fram sum
undan aðalfundinum. Hinir
nevndarlimirnir eru Hans
Petersen og Atli Olsen,
umframt eitt umboð fyri
fótbóltsnevndina.
Í fótbóltsnevndina varð
Kári Finnsson afturvaldur
og nývald vórðu Mildrið
Hentze og Oddfinn Olsen.
Tiltakslimir
í
fótbólts-
nevndini vórðu Ruth Dav-
idsen og Sverri Justinussen,
og har sita frammanundan
Jonhard Hansen og Súnfríð
Nielsen.
Tennis við
aftur á
oyggjaleikum
Luttøkan á oyggja-
leikunum skal birta
nýtt lív í ítróttar-
greinina
TENNIS
Páll Holm Johannesen
Seinastu árini hevur ikki
verið nógv hoyrt til ítrótt-
argreinini tennis. Síðan
oyggjaleikirnar í 1999
hevur tennis rættiliga
ligið í dvala. Nú ætla
tennis-áhugaði aftur at
birta lív í ítróttargreinina.
Tá føroyska ítróttarliðið
fer á oyggjaleikirnar í Gu-
ernsey í summar, verður
tennis ein av ítróttar-
greinunum, sum verður
umboðað.
Luttøkan á oyggjaleik-
unum er ein roynd í fáa
gongd á ítróttargreinina
aftur. Fyrstu árini var ein
árlig FM-kapping hjá
bæði kvinnum og monn-
um, men seinnu árini hev-
ur ongin FM-kapping
verðið hildin.
Tað verður ætlandi 4
luttakarar á tennis liðn-
um. Tveir av tennis leik-
arunum búgva uttanlands,
og tí eru bert 2-3 leikarar,
sum venja í Føroyum.
Venjingin fevnir serliga
um tað kropsliga, og eina
ferð um vikuna verður
vant tennis innandura.
Tennis-leikararnir hava
ikki nakran venjara, og tí
standa teir sjálvir fyri
venjingini.
Vilja hava tennis-
høll
Jón Brekku er ein av
tennis leikarunum, sum
væntandi verður við á
oyggjaleikunum í summ-
ar. Hann sigur at um tað
skal vera ítróttargreinini
lív laga, so er neyðugt við
eini tennis-høll í høvuðs-
staðnum.
Ein slík høll er størri
enn vanligar hondbólts-
hallir, og hon kann brúk-
ast til annað, enn bara
tennis. Sjávur metir hann
bæði fótbólturin og eitt nú
kurvabóltur kundu havt
gagn av einari tílikari
høll. Tað hevur verið
roynt at tosa við býraði,
men har hendir onki,
sigur Jón Brekku at enda.
Hóast runavíkingar høvdu
besta árið ítróttarliga í fjør,
so hevði felagið eitt stórt hall
Mynd: Savnsmynd
Útlendingar
við í FM í ár
TALV
Páll Holm Johannesen
Komandi mánað verður
FM fyri einstaklingar í
talvi. Kappingin verður
heldur øðrvísi í ár, enn
undanfarin ár. Sum nakað
nýtt
eru
útlendingar
bjóðaðir við. 16 telvarar
vera við í landsliðsbólk-
inum, og av teimum eru
10 føroyingar. Hvørjir teir
tíggju føroyingarnir verða
í landsliðsbólkinum verð-
ir avgjørt eftir styrkistalið
Í
landliðsbólkinum
verður telvað 11 umfør
eftir FIDE Schweizer
skipanini. Tað er longu
greitt, hvørjir teir seks
útlendsku
telvararnir
vera. Teir eru IM Eirik
Gullaksen 2354 úr Noreg,
IM Christian Jepson 2412
úr Svøríki, IM Kim Pil-
gaard 2437 úr Danmark,
IM John Shaw 2470 úr
Skotlandi,
IM
Sævar
Bjarnason 2262 úr Íslandi
og GM Heikki Westerinen
2374 úr Finlandi.
Besti
føroyingurin
verður
kosin
Føroya-
meistari.
Einstaklinga-
FM verður í døgunum 12-
19 apríl á Læraraskúlan-
um.
17
16
Nr. 51 - 14. mars 2003
Uni R. Debess – sang og gittar
Leivur Thomsen – gittar
Edvard Nyholm Debess – bass og
sang
Rógvi á Rógvu – trummur
Headache Blues Treo hevur umleið eitt
hálvt ár á baki og hevur spælt á ymsum
støðunum í Havn og í 1.
umfari av Prixnum.
Stílurin er blues, men
Headache Blues Treo
hevur sín heilt egna
blues-stíl, ið er nógv
merktur av teimum
einstøku tónleikarunum
í bólkinum.
Vanliga spælir bólk-
urin eina blanding av
egnum løgum og løgum
hjá til dømis Doors,
Jimi Hendrix og øðrum. Men til Prix
Føroyar spælir bólkurin bert egið tilfar.
Til hálvfinaluna leygarkvøldið er ein
tónleikari í bólkinum skiftur út. Búi
Dam er farin uttanlands, og tí fer
garvaði og virdi gittarspælarin Leivur
Thomsen at loysa av.
Høgni Reistrup – sang.
Ísak Sambleben – bass.
Høgni Fagraberg – gittar.
Sveinur Dam – gittar.
Rúni K. Mouritsen – trummur og slagverk.
Dávur Juul Magnusen – trombone.
Tónleikararnir í bólkinum hava spælt tónleik í
nógv ár, summir hava eisini spælt saman síðani
teir vóru heilt ungir. Men samansetingin undir
navninum Lawetz er fýra mánaðar gomul.
Tónleikararnir eru allir tannáringar, úr 17 og
upp í 19 ára gamlar. Men talan er um
tónleikarar, sum gera nógv við tað, og sum
spæla annað enn rocktónleik. Fýra av
tónleikarunum spæla eisini við í Føroya
Symfoniorkestri, og onkur teirra stílar eftir upp-
tøku á konservatorii um nøkur ár.
Lawetz eitt bland av poppi, rocki og eitt
sindur av funk.
Ólavur Hansen – sang og gittar
Torfinnur Jákupsson – gittar
Knút H. Eysturstein – ljómborð og sang
Niels Jákup í Jógvanstovu – bass
Jógvan Andrias á Brúnni – trummur
Bólkurin varð stovnaður á summri
2002, og
síðani hevur
hann spælt til
onkrar ein-
stakar
konsertir. Teir
hava spælt í
Losjuni í
Gøtu, og teir
vóru við á
Tutl-konsert-
ini í Útvarps-
høllini í fjør.
Ein sangur
hjá bólkinum er givin út, tað er á live-
fløguni hjá Tutl, sum eisini kom út í
fjør.
Sangarin og gittarspælarin eru brøður,
og teir hava spælt nógv saman. Teir
hava tó spælt lítið alment, og tað er ikki
fyrr enn nú, at teir rættiliga fáa møgu-
leikan at
koma undir
sjóneykuna
hjá teimum
tónleikaáhug-
aðu.
Gestir
spælir alterna-
tivan rocktón-
leik – sveim-
andi og inni-
ligt.
Einar Jacobsen – sang
Dagfinn Joensen – gittar og kór
Bjarti Hansen – gittar og kór
Kenneth Hansen – bass
Janus Nicolajsen – trummur
Bólkurin bleiv stovnaður á heysti í 1999
og hevur sostatt 3 ár á baki. Hesi árini,
bólkurin hevur verið virkin, hevur hann
spælt nógv til dans kring landið, t. d. í
TB-húsinum á Tvøroyri, Kagganum í
Tórshavn, Lognbrá og Klubbanum í
Klaksvík og aðra staðni.
Bólkurin hevur fyri tað mesta vant í
Losjuni í Gøtu, men har eru umstøður-
nar ikki tær bestu, av tí at nógvir aðrir
bólkar venja eisini har. Tað ger, at
útgerðin má setast upp og takast niður,
hvørja ferð tað verður vant. Og so eru
limirnir nokk so spjaddir – tríggir búgva
í Tórshavn, ein í Gøtu og ein á Toftum.
Í løtuni lænir
bólkurin eitt
høli Margarin-
fabrikkini í
Havn, og tað
hevur gjørt sítt
til, at glið nú
er komið á at
gera egið til-
far.
Stílurin má
sigast at vera
rockur –
hvørki meira
ella minni.
Íblásturin kemur fyri tað mesta úr 70-
ára rockinum, t.d. frá Black Sabbath,
Deep Purple, Whitesnake og øðrum
bólkum. Men tónleikurin ber eisini brá
av onkrum nýggjari.
Prix Føroyar tónleikakappingin kastar
nógv av sær til fyrireikarar av konsertum
kring landið. Tá ið Prixið er í gongd eru
nógvir bólkar virknir, og hetta gevur
fyrireikarum eitt nógv størri úrval at
velja ímillum til tey ymsu tiltøkini.
Eitt av stóru tiltøkunum í summar
verður G! festivalurin, sum verður hildin
fyri aðru ferð, og eisini fyriskipararnir
av hesum festivali halda eitt vakið eygað
við Prix-bólkunum.
– Tað eru nógvir áhugaverdir bólkar
við í Prix Føroyum í ár, og eg ivist ikki í,
at fleiri teirra verða við á G! festivalin-
um í summar, sigur Sólarn Solmunde.
G! festivalurin fer rættiliga upp í eitt
annað gear, tí í summar verður festival-
urin í tríggjar dagar, og fleiri útlendskir
bólkar koma til Gøtu at spæla.
Høvuðsnavnið verða finsku Bomfunk
MC's, sum eru víðgitnir fyri sangir sum
Frestylers, Live your Life og Super
Electric. Aðrir útlendskir bólkar koma
eisini til festivalin, og harafturat fara
sjálvsagt fleiri føroysk nøvn at spæla.
Hálvfinala – Mentanarhúsið í Fuglafirði – leygarkvøldið 15. mars kl. 21.00
Eyðun Mortensen – sang
Hans við Neyst – gittar
Palli Klein – gittar
Regin Mortensen – bass
Jens Pauli Joensen – trummur
Bólkurin byrjaði fyri eini seks ár síðani.
Tá var talan um bólk við gittari, bassi og
trummum, men ongum sangara. Síðani
bólkurin var stovnaður hava ikki verið
góðar umstøður at venja í, og teir leitaðu
í fleiri ár eftir hølum uttan eydnu.
Ikki fyrr enn guitarspælarin ein dagin
í fjør kom heim frá arbeiði, og pápi
hansara hevði frætt um eini høli. Teir
lógu fram við, og tað eydnaðist umsíðir
at fáa innivist.
2. juni 2002 fingu teir ein sangara fyri
fyrstu ferð, og hann hevur verið við
síðani tá.
Teir spæla harðan rocktónleik og tóku
nógv á bóli, tá ið teir spældu í 2. umfari
av Prixnum. Síðani hava boð verið eftir
teimum til fleiri konsertir kring landið.
Lawetz
Mind’s Eye
Headache Blues Treo
Fluffy Toys
Gestir
G! festivalurin vil hava Prix-bólkar
C
M
Y
K
16