fríggjadagur 14. mars 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 51 - 14. mars 2003
Nr. 51 - 14. mars 2003
19
UTTAN ÚR HEIMI
USA hóttir Noreg
Tað hevur vakt ans í Noregi, at amerikanski sendiharrin
í Oslo hevur ávarað um, at norska mótstøðan ímóti
amerikansku ætlanini at leypa á Irak uttan ST-heimild
kann fáa avleiðingar fyri viðurskiftini millum tey bæði
londini.
Í einari røðu í Oslo mikukvøldið segði John Doyle
Ong, sendiharri, at nógvir norðmenn tykjast halda, at
norska mótstøðan ímóti amerikansku krígsætlanini fær
ikki nakrar avleiðingar. Men tey mistaka seg, segði
sendiharrin og legði afturat, at norska støðan fer at gera
viðurskiftini millum USA og Noreg verri, í hvussu er
eina tíð.
Norskir diplomatar søgdu í gjár, at orðalagið hjá
amerikanska sendiharranum var óvanligt. Tað sama
segði Jan Petersen, uttanríkisráðharri, sum tó vísti á, at
tað er ikki óvanligt, at amerikanskir sendiharrar siga
tað, sum sendiharrar hjá øðrum londum høvdu aftrað
seg við at sagt.. Jan Petersen legði afturat, at orðini hjá
sendiharranum fara ikki at ávirka støðuna hjá norsku
stjórnini í Irak-málinum.
Burtur við trælahaldi
Einki land innflutti so nógvar trælir úr Afrika sum
Brasil, og hóast trælahald varð alment bannað við lóg í
1898, arbeiða framvegis nógv fólk sum trælir í Brasil.
Nú verður tað rópt nútímans trælahald. Har norðuri í
landinum arbeiða nógv fólk á stórum bóndagørðum. Tey
fáa onga løn, og vápnaðir vaktarmenn forða teimum í at
rýma. Maturin er oftast avlopið hjá húsfólkinum.
Men nú skal eisini hetta slagið av trælahaldi takast av.
Tað sigur Luiz Inacio da Silva, forseti. Hann sigur, at
umleið 25.000 fólk í Brasil liva eina tilveru sum trælir
ella tí, ið líkist trælahaldi. Hann hevur nú lagt fram eitt
lógaruppskot, sum skal gera enda á hesum nútímans
trælahaldinum. Uppskotið hjá forsetanum ber millum
annað í sær, at tað almenna kann ognartaka bóndagarðar,
sum nýta trælir. Síðani skal jørðin latast trælunum.
Munurin á ríkum og fátækum er sera stórur í Brasil.
Av teimum 170 milliónunum, sum búgva í landinum,
liva 53 milliónir í størsta fátækradømi. Luiz Inacio da
Silva, forseti hevur sett sær fyri at broyta hesi
viðurskiftini.
ES verður kanska ikki við
Tað er minni enn so vist, at ES fer at lata pengar til
arbeiðið at endurbyggja Irak eftir eitt møguligt
amerikanskt álop.
Tað sigur uttanríkiskommiserurin hjá ES, bretin
Chris Patten. Í einari røðu í ES-tinginum í Strasbourg
fyrradagin segði hann, at eitt amerikanskt álop á Irak
uttan stuðul frá ST fer at skaða bæði ST, NATO og
sambandið tvørtur um Atlantshavið. Hann ávaraði
samstundis USA og segði, at tað ber ikki til at skipa
demokrati við kanónum.
- Tekur ST ikki undir við krígnum, verður tað trupult
hjá ES at taka lut í arbeiðinum at endurreisa Irak, segði
Chris Patten.
Avrætting útsett
Ætlanin var, at tann 44 ára gamli Delma Banks skuldi
avrættast í einum fongsli í amerikanska statinum Texas
fyrrakvøldið, men avrættingin varð útsett eftir boðum
frá hægstarætti.
Avgerðin hjá hægstarætti kom bert tíggju minuttir,
áðrenn Delma Banks skuldi avrættast. Hetta er 16. ferð,
at amerikanski hægstirættur hevur útsett ella ógildað
eina avrætting.
Delma Banks er dømdur til deyða fyri at hava skotið
ein 16 ára gamlan drong fyri meiri enn 20 árum síðani.
Verjar hansara hava sagt, at hann fekk ikki eina rætt-
vísa viðferð í rættinum, tá málið varð viðgjørt.
Tann 15 ára gamla
Elizabeth Smart varð
burturflutt úr kamari
sínum í juni í fjør.
Mikudagin varð hon
funnin aftur á lívi.
BURTURFLYTING
Árni Joensen
Eina náttina í juni í fjør
breyt ein maður inn í eitt
kamar í einum húsum í
amerikanska býnum Salt
Lake City og burturflutti
eina 15 ára gamla gentu,
sum lá og svav. Maðurin
var vápnaður.
Burturflytingin skakaði
alt USA, og hóast væl-
mannað løgreglulið leitaðu
allastaðni í býnum og har
um vegir, var gentan ikki at
finna.
Mikudagin boðaði løg-
reglan í býnum Sandy frá,
at hon hevði tikið ein mann
og tvær kvinnur, og at onn-
ur kvinnan var tann 15 ára
gamla Elizabeth Smart úr
Salt Lake City.
Tað vísti seg, at burtur-
flytarin var ein maður, sum
hevði arbeitt hjá hjúnunum
Smart fyrr. Tey, sum kenna
mannin, siga, at hann
heldur seg vera profet, og at
hann virkar sum eitt slag av
einum presti millum fólk,
sum búgva í tjaldi uppi í
fjøllunum.
Í gjár dugdi løgreglan
ikki at siga , hví maðurin
burturflutti ta 15 ára gomlu
gentuna, ella hvar hann og
konan hava fjalt hana síðani
seinasta summar.
15 ára gomul burturflutt í
níggju mánaðir
Elizabeth Smart varð burturflutt í juni í fjør. Mikudagin kom hon afturíaftur.
Skotini í Beograd
Tað, sum serbiski for-
sætisráðharrin, Zoran
Djindjic, mest av øll-
um stúrdi fyri, hendi
mikudagin.
MORÐ
Árni Joensen
Serbiski forsætisráðharrin,
Zoran Djindjic, doyði av
tveimum skotum miku-
dagin. Nakað seinni boð-
aðu myndugleikarnir frá, at
ein fyrrverandi løgregluov-
asti hevði skipað fyri
morðinum.
Eygleiðarar eru á einum
máli um, at morðið ber
týðiliga boð um, at Serbia
hevur ikki megnað at ríva
seg leyst av arvinum eftir
Slobodan Milosevic, hóast
hesin situr í varðhaldi hjá
krígsbrotsmannadómstólin
um í Haag.
Landið er framvegis í
tvíningum. Øðrumegin eru
tey, sum vilja gera upp við
fortíðina, ta víðgongdu
tjóðskaparrørsluna
og
krígsbrotsverkini, so landið
kann fáa viðurkenning sum
partur av altjóða samfel-
agnum. Hinumegin eru tey,
sum tvíhalda um, at serbar
hava altíð rætt, at Slobodan
Milosevic eigur ikki at sita
í varðhaldi í Haag, tí hann
hevur einki skeivt gjørt, og
at tað er neyðugt at endur-
reisa tað gamla, sama hvat
tað kostar.
Seinastu tíðina hava útlit
verið til, at tann fyrri part-
urin fór at vinna hetta stríð-
ið. Hetta var tann vongurin,
sum Zoran Djindjic var
partur av, og sum gekk á
odda í kravgongunum, sum
noyddu Milosevic frá.
Sum
forsætisráðharri
legði hann dent á at fáa góð
viðurskifti við Vesturheim-
in, og sum lið í hesum játt-
aði hann at arbeiða saman
við krígsbrotsmannadóm-
stólinum í Haag. Tað var
eisini hann, sum tók ta
endaligu avgerðina um at
útflýggja Milosevic. Her-
fyri lovaði hann at finna
tann eftirlýsta generalin
Ratko Mladic, so eisini
hann kann sendast til Haag.
Eygleiðarar siga, at Vest-
urheimurin vísti Serbia
stóra vælvild, tá tað ráddi
um at fáa Milosevic til
Haag, men síðani er vestur-
lendski áhugin fyri landin-
um minkaður nógv. Sjálvur
skal Zoran Djindjic hava
sagt, at hann kendi tað, sum
at altjóða samfelagið hevði
gloymt Serbia, og at landið
tí ikki fekk tann stuðul,
sum var neyðugur fyri at
benda tí á eina demokrat-
iska kós.
Skotini í Beograd fyrra-
dagin avdúkaðu, at altjóða
samfelagið lurtaði ikki eftir
Zoran Djindjic, siga eyg-
leiðararnir.
Zoran Djindjic er tann fyrsti evropeiski stjórnarleiðarin, sum er myrdur síðani Palme-morðið.
– Føroyar eru eitt
luksusland saman-
borið við Sri Lanka.
Tað er púra vist, sigur
Kamala Langgaard,
sum flutti til Føroyar
fyri 16 árum síðani.
Hon trívist væl í
Føroyum, og sjálv sær
hon seg sum ein
føroying í dag
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Lukturin av máling kemur í
nasaborarnar beint sum ein
kemur inn í gongina.
Kamala stendur í køkinum
og stákast. Hon orsakar
óruddið, sum ikki á nakran
hátt er sjónligt og sigur, at
tey júst hava málað, og tí
hevur hon ikki fingið alt
upp á pláss aftur.
Inni í stovuni eru veggir-
nir heilt ljósir, og hetta
heimið ber ikki brá av, at
nakar útlendingur húsast
har.
– Eg eri so føroysk, sum
eg kann vera, sigur Kam-
ala. Hon hevur ikki nógv
frá Sri Lanka í heiminum,
men tað er ongin ivi um, at
hon kennir sínar røtur kort-
ini, tí meðan prátið gongur,
er tað sera týðuligt, at
Kamala, hóast hon hevur
búð í Føroyum í 16 ár,
hevur nógva virðing fyri
siðum og liviháttum á Sri
Lanka.
Hon hevur verið á Sri
Lanka einar fýra ella fimm
ferðir, síðani hon sum 19
ára gomul flutti haðani.
– Eg síggi tað betur og
betur hvørja ferð eg eri har,
hvussu gott vit hava tað her
í Føroyum. Londini eru so
ymisk, tey kunnu ikki sam-
anlíknast á nakran hátt.
Men tó eru familjubond
eins sterk í báðum støðum,
greiðir hon frá.
Kamala er gift við Óla
Langgaard, sum hon hitti á
Sri Lanka miðskeiðis í átt-
ati árunum, tá hann var og
ferðaðist har. Tey blivu góð
og giftust í oktobur 1987.
Óli gjørdi greitt beinanveg-
in, at hann ikki ynskti at
búgva á Sri Lanka.
– Um eg skuldi hava Óla,
so mátti eg so flyta, men
tað var sanniliga ikki bara
sum at siga tað, sigur Kam-
ala, sum dugir avbera væl
at tosa føroyskt.
Tað var sera torført hjá
henni at sleppa inn í landið.
Tey royndu fleiri ferðir frá
Sri Lanka, so at tey kundu
fylgjast heim, men endin
var, at Óli fór heim áðrenn,
og fekk so viðurskiftini í
rættlag úr Danmark, soleið-
is at Kamala kundi flyta til
Føroyar í desembur 1987.
Hon minnist flennandi
aftur á, at tá hon kom til
Føroyar var nógvur kavi.
Hon hevði ikki sæð kava
áður, og tey búðu langt uppi
í Klaksvík, so tað var tor-
ført hjá henni at venja seg
við.
– Ta fyrstu tíðina tosaði
eg ikki um annað, enn at
sleppa heimaftur til Sri
Lanka.
Heima
var
mamman
einsamøll við børnunum, tí
pápin var deyður. Pengar
vóru ikki nógvir av, og til
dømis hevði hon onga tele-
fon, so um Kamala vildi
tosa við mammu sína, so
noyddist hon at ringja til
onnur fólk og fáa tey at seta
seg í samband við mamm-
una, og so mátti hon ringja
uppaftur. Men í dag hevur
mamman telefon, so nú
tosar Kamala ofta heim. Á
Sri Lanka tosa tey egið
mál: Sinhalesiskt. Tað er
ógjørligt fyri ein, sum ikki
kennir tað bara at lesa tað,
tí tað eru heilt øðrvísi bók-
stavir enn okkara.
Tað gingu tríggir mánað-
ir, áðrenn hon fekk arbeiðs-
loyvið, og tað var tískil ein
drúgv tíð hjá henni, tí tá
kom hon ikki nógv út og
ikki í samband við nógv
fólk.
– Á Sri Lanka fer ein
kvinna ikki einsamøll út
eftir klokkan seks á kvøldi,
tí tað er nógvur kriminalit-
etur og tískil vandamikið.
Og tá ein ikki er von við
nakað annað, so tordi eg
ikki út einsamøll her. Eg
kendi jú ongan, greiðir hon
frá.
Men tað bleiv alt betur, tá
hon fekk arbeiði. Maðurin
saman við fleiri áttu eitt
matvøruvirki, og har byrj-
aði hon at arbeiða í 1988.
Livir sum føroyingur
Kamala hevur allatíðina
roynt at liva seg inn í
føroysk viðurskifti. Og tað
hevur eydnast henni til
fulnar. Hon trívist væl her
og hevur funnið seg sjálva í
Føroyum. Hon sigur, at hon
hevði ikki kunnað hugsað
sær at flutt aftur til Sri
Lanka at búð.
– Tað hevði eg ikki kunn-
að, sjálvandi í eina tíð
møguliga, men ikki restina
av lívinum. Tí nú havi eg
vant meg við at liva sum
føroyingur, og so hevði tað
verið ómetaliga torført hjá
mær at flutt aftur, sigur
Kamala, sum flutti aftur til
Klaksvíkar fyri tveimum
árum síðani eftir at hava
búð í Kunoy í nærum tíggju
ár.
Hon heldur eisini, at
nógv er broytt á Sri Lanka,
síðani hon flutti. Har hevur
verið sera ófriðarligt, men
beint nú er so nøkulunda
friðarligt.
– Kvinnur arbeiða, til tær
giftast, so ganga tær heima
fyri rest, og tað hevði eg
óivað eisini gjørt, um eg
ikki flutti, sigur Kamala,
sum tó ongantíð hevði nak-
að ynski um at sleppa burt-
ur, áðrenn hon hitti Óla.
Kamala greiðir frá, at tað
í dag er munandi lættari at
sleppa inn til Føroyar enn
tað var, tá hon flutti. Hóast
hon og Óli vóru gift, so var
tað ikki bara sum at siga
tað. Kamala hevur seks
systkin, og tey hava ofta
roynt at fingið onkran av
teimum heim til Føroyar at
vitja. Einaferð skuldi ein
systur koma, men ikki fyrr
enn myndugleikarnir í Dan-
mark høvdu fingið eina
váttan úr Dubai, at hon fór
at verða aftur til arbeiðis í
Dubai ein mánaða seinni,
slapp hon inn. Og tað var
bert til at ferðast.
Í dag er tað munandi lætt-
ari. Beiggi Kamalu kom til
Føroyar fyri hálvum øðrum
mánaði síðani, og hann
hevur fingið arbeiðsloyvi í
eitt ár.
Beiggi hennara hevur
havt eitt sindur ilt við at
venja seg við, hvussu frítt
tað er í Føroyum. Hann er
framvegis eitt sindur ør-
kymlaður, tá Kamala fer út
um kvøldið, tí hann er ikki
vanur við, at kvinnur fara
einsamallar út. Men so
roynir Kamala at greiða
honum frá, at tað er púra
vanligt í Føroyum.
– Hann hevur ikki verið
her so longi enn, og hann
má fáa tíð til at venja seg
við alt, sigur hon og smílist.
Hóast hon livir sum ein
annar føroyingur millum
føroyingar, so hevur hon
eitt ynski um at kunnað
farið við dóttrini og øðrum
ungum eisini til Sri Lanka
eftir fólkaskúlan, so tey
møguliga kundi roynt at ar-
beitt har í einar tríggjar
mánaðir.
– So høvdu tey kunnað
sæð, hvussu fátækrasligt
tað er í støðum á Sri Lanka,
og hvussu gott vit hava tað
her
í
Føroyum,
sigur
Kamala.
Til tíðir kann tað tykjast
sum Kamalu longist aftur
til Sri Lanka, men tað er
ongin ivi um, at hon er
komin til Føroya fyri at
verða.
– Her búgvi eg, eg havi
mítt lív og mína familju
her.
Vit hava tað gott í Føroyum
Kamala Langgaard flutti til
Føroyar frá Sri Lanka fyri 16
árum síðani. – Tað er gott at
búgva í Føroyum, og eg
trívist væl, sigur hon
C
M
Y
K
19
18