Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. apríl 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 | Rumblar I Vaktargarði Nr. 67 — 11. apríl 1991 Alfred Joensen og An- dreas Joensen eru iveir teirra, sum hava fingið boð um ikki at móta aft- ur á Vaktargarði, har teir hava arbeitt sidan seinasta summar. Tveir av hinum byrjaðu somuleiðis seinasta summar. Hin fmiti byrjaði á nýggjárini. Tað skilst, at vaktar- menninir stødast ikki leingi á Vaktargarði Tveir vaktarmenn eru uppsagdir, og hinir bíða eftir uppsøgn Teir vóru fimm vaktarmenn umframt Bjarna Thomsen sjálvan, sum eigur Vakt- argarð. Hvussu nógvir teir nú er, og hvørjir teir eru, er ÓVISL Men tað er í hvussu er greitt, at eingin av teimum fimm í løtuni arbeiðir sum vaktarmaður á Vaktargarði. Bjarni Thomsen segði við Sosialin týsdagin, at eingin var uppsagdur. Hann segði, at tveir teirra, sum løgdu arbeiðið niður í vikuskift- inum, sjálvir høvdu brotið såttmålan við ikki at meta á vakt. UPPSØGN KOMIN Nú hava teir báðir fingið bræv frá Vaktargarði, ið boðar frá, at teir ikki kunnu koma aftur í starvið, og at nýggir vaktarmenn verða settir fyri teir. Ein annar vaktarmaður, sum skuldi havt verið til arbeiðis mánadagin og týs- dagin fylgdi boðunum frá Havnar Arbeiðsmannafelag um ikki at fara til arbeiðis, og hann væntaði í gjár at fáa somu heilsu sum hinir frá Vaktargarði. Fjórði vaktarmaðurin skuldi møta í gjårkvøldid, men sum limur í Havnar Arbeiðsmannafelag ætlaði hann ikki at møta. Fimti vaktarmaðurin, sum er dani, er burturstadd- ur í løtuni. Sostatt kann Bjarni Thomsen ikki rokna við nøkrum av teimum, sum seinastu tíðina hava arbeitt fast hjá honum. Vaktargarður fekk ein avloysara fyri danan. Hesin skuldi arbeiða í fýra dagar, men hann gavst fyrr orsakað av arbeiðsósemjuni. Tveir nýggir mans eru síðan settir í arbeiði, skilir Sosialurin. Vaktarmenninir, sum hava fingið bræv um, at teir ikki skulu koma aftur á Vaktargarð, hava sína frá- greiðing um, hví tað kom til skarpskeringar við Bjarna Thomsen. Tað er ein onnur søga, enn Bjarni Thomsen gav Sosialinum týsdagin. Teir gera annars vart við, at teir allir fimm standa saman og vóru samdir um at fáa skil á arbeiðsviðurskiftini í Vaktargarði. IKKI RØKT SINAR SKYLDUR - Bjami Thomsen hevur i fleiri førum ikki røkt skyld- ur sinar sum arbeidsgevari, siga teir. Tað byrjaði við, at teir fimm vaktarmenninir settu seg saman at gera ymisk uppskot fyri at bóta um ar- beidsumstødur og arbeiðs- hátt. M.a. gjørdu teir eina ætlan fyri feriu. Eftir hesi ætlan skuldi tann fyrsti maðurin í feriu í juni mán- aði, tann næsti í juli, tann tdi fyrst í august, tann fjórði seinast í august. Fimti maðurin skuldi gevast í juli mánaði. Eingin skuldi í feriu í senn. - Ein sakførari var til staðar, tå feriuætlanin varð løgd fyri BjarnaThomsen. Tad er sostatt ósatt, tá Bjarni Thomsen sigur, at allir vaktarmenninir ynsktu at fara i feriu samstundis, siga vaktarmenninir. HOTTIR VID UPPSØGN - Vit spurdu Bjarna, hvi hann ikki kundi eftirlika okkara feriuynskjum, og hann segði tað ikki vera uppgávuna hjá vaktar- monnunum at koma við feriuynskjum. Bjarni segði seg veraarbeiðsgevara, og ti skuldi bara hann gera feriu ætlanina. Samstundis vísti hann okkum eitt upsagnar- bræv, sum vit fóru at fáa, um vit ikki aktaðu boð hansara, siga vaktarmenninir. Teir bóðu Bjarna Thom- sen um at fáa lønarsedlar, sum arbeiðsgevarar sam- bært lóg eiga at gera. Men tað vildi Bjarni ikki. - Vit vildu hava lønar- seðlar fyri at kunna síggja, hvat vit fingu í feriulgn. Tað er løgtingslóg, at feriulønin Skal gjaldast inn í feriu- grunn. Hetta hevur Bjarni ikki gjørt, siga teir. Vaktarmenninir, = sum allir vóru limir í Havnar Arbeiðsmannafelag, vendu sær síðan til Karl Johansen, formann í Havnar Arbeiðs- mannafelag fyri at biðja um hjálp. IKKI VIÐ FELAGIÐ Fríggjadagin bað Havnar Arbeiðsmannafelag Bjarna Thomsen um at gera ser- sáttmála við felagið, líkn- andi tí sáttmála, býarbuss- førararnir hava, fyri at fáa skipað viðurskifti á Vaktar- garðinum. Men sum áður nevnt, vildi Bjarni Thomsen ikki gera slíkan sáttmála. Hann vildi, og vil fram- Ætlað leingi - Eg eri komin eftir, at vakt- armenninir hava ætlað ar- beiðssteðgin leingi, sigur Bjarni Thomsen, sum eig- ur Vaktargarð fr yeinnapartin í gjár vænt- aði Bjarni Thomsen ikki rgja nakran aftur av oc teimum fimm monn- inum, Sum Ssétnastu 5 Í art ni vegis hevur Bjarni Thomsen frætt frå hon- um, at hann ikki ætlaði at koma aftur til Føroya. - Ti haldi eg, at teir mugu hava ætlad hetta leingi, sigur Bjarni. Hann heldur fast við, at hann ikki hevur sagt nakran upp. Teir eru sjálvir farnir við ikki at vegis, bara gera sersáttmála við hvønn einstakan vakt- armann fyri at tryggja sær, at vaktarmenninir ikki skuldu kunna leggja ar- beiðið niður. Vaktarmenninir = halda ikki, at Bjarni Thomsen nakrantíð hevur havt slíka trygd, ti hann hevði bara sersáttmála við tveir av monnunum. ARBEIÐS- STEÐGUR Leygardagin varð Bjarni Thomsen enn einaferð biðin um samráðingar við Havnar Arbeiðsmannafelag, men Bjarni noktadi framvegis. Hetta hildu menninir vera brot á sersáttmálan, tveir teirra høvdu undirskrivað, og í samráð við Karl Jo- hannesen løgdu teir arbeið- ið niður í 24 tímar. Tað kveldið arbeiddi Bjarni Thomsen einsamall- ur saman við einum ødrum uttanfyristandandi. Vanliga eru teir triggir í senn, so hetta kvøldid varð arbeiðið ikki røkt til fulnar, siga vaktarmenninir. Kvøldid eftir møttu teir føstu vaktarmenninir sum vant til arbeiðis. Teir fingu at vita, ateinki arbeiði var til teirra = longur. Uppsegn fingu teir onga tá, ti hana skuldi Bjarni sendu teimum vid postinum. Ta uppsøgn- koma til arbeiðis, sigur hann. | Teir av monnunum | hava fingið bræv, ið var einstaðiestingav,avteir | rýmdu úr starvi, men | eisini við boðum um, at | skulu koma r háðir Dav 1,at menn Í gjørt uppskot im summarteriuætlan Hann kundi bara góðtaka tað uppskotið. - Tað er mín uppgáva sum arbeiðsgevari at ge- ra ætlanina, sigur hann. Fyribils eru triggir nýggir vaktarmenn komnir í arbeiði. Tveir aftrat vóru í gjár klárir at byrja, um hinir báðir ikki komu til arbeiðis. il k: IKK] randi ina fingu tveir teirra tys- dagin sendandi. Vaktarmenninir gera annars vart við, at teir arbeiddu 180 og ikki 160 tímar um mánaðin, sum Bjarni Thomsen hevur sagt. Frítímin, ið Bjarni nevndi, atteir høvdu um náttina, var ikki nakar frítím, tí henda tíman skuldu teir sita á vakt. Ofta noyddust teir eisini at arbeiða henda tíman fyri at kláraalt, so nógv var at gera. Arbeiðsætlanin segði, at teir skuldu arbeiða fýradagar og hava frí í tveir, men ofta hava teir verið noyddir at arbeitt fleiri dagar - ella nætur - út í eitt, tí avloysari var eingin. Teir fingu 16.150 krónur um mánaðin. Einki eyka fyri sunnu- og halgidagar. randi BILRØKT Plåtu- og Sproytuverkstadur Ger bil fyri folk ur bygd og i by Pf. BILRØKT ví Simin i Dali Akranesgøta 11 - Tlf. 15556 OKKARA GÓÐSKA - TIN TRYGD