hósdagur 11. apríl 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 67 — 11. apríl 1991
ÍTRÓTTUR
Lovandi fótbóltsbyrjan:
Undirhald
fyri allar
pengarnar
Sera nógv mål vórðu skotin í
fyrsta umfarinum í 1. og 2.
deild í fótbólti um vikuskiftið
Farna vikuskiftið, ið
var fyrsta umfar í fót-
bóltslandskappingini í
ár, boðaði frá nógvum
undirhaldi í summar.
Undirhaldsliga eru
tað fyrst og fremst
málini, ið telja, og
teimum var í hvussu er
nógv av í fyrsta
umfarinum.
I 1. deild var gjøgn-
umgangandi talan um
javnar dystir, har mun-
urin f mesta lagi var eitt
mål —
eina dystinum, ið end-
aði 3-0.
17 mál í 5 dystum
Samanlagt vórðu 17
mál skotin í teimum
fimm dystunum, og
gevur tað 3,4 mál í
meðal fyri hvgnn dyst.
Hetta er sera nógv
fyri ein 1. deildardyst.
Nevnast kann til stutt-
leika, at meðal í 1.
deild i fjór fyri hvønn
dyst var 2,8 mål.
Og var 1. deild hetta
vikuskiftið målrik, so
burtursæð frá tí
var 2. deild tað íkki
minni.
Har vórðu ikki færri
enn 23 mál skotin, og
gevur tað eitt meðaltal,
ið gevur 4,6 mál fyri
hvønn dyst.
23 mål i 2. deild
Eisini tað var nógv
betri enn meðalúrslitið í
2. deild í fjør, sum var
3,5 mál.
Í 2. deild hetta viku-
skiftið vóru tað serliga
stórsigramir 7-1 og 5-0,
ið góvu útslagið, men
so eisini aðrir málríkir
dystir sum 3-2 og 2-2.
So alt í alt sær gott út
undirhaldsliga við fót-
bóltinum í summar.
Verða øll vikuskiftini
eins målrik og hetta
fyrsta, verdur met sett,
ti årid i fjør var i
hvussu er í 2. deild eitt
tað málríkasta
nakrantíð.
hj.
á staðnum
Jógvan Norðbúð, venjari hjá HB:
Vit plaga ikki at
verða eftirspurdir
>Tað, at kappingin verður
spjødd sundur soleiðis, ger
tað nógv verri hjá okkum
at arbeiða,< sigur Jógvan
Norðbúð, sum er venjari
hjá HB, ið vann FM-heitið
í fjør. >Tað verður verri at
halda spælarunum til, og
tað má eg sum venjari fíl-
ast å.«
Jógvan heldur tó, at
einki er at gera við tað nú,
tí avgerðin er tíkin, og ikki
vendist aftur:
>Vit eru íkki vanir at
verða eftirspurdir, og eru
tað heldur ikki í hesum
førinum, so tað undrar
ikki, at allir dystirnir hetta
komandi vikuskiftid nú
brádliga verða fluttir,<
sigur hann. >Men tað er
rættiliga irriterandi, at so
er.«
Hann sigur, at tað nú
bert er at vóna, at Fótbólts-
sambandið lærir av
hesum, so tað ikki
endurtekur seg eina aðra
ferð.
>Verður kappingin oftari
spjødd soleiðis, eiga vit
skjótt ongar góðar lands-
liðsspælarar eftir, ti tað er
jú úr landskappingini, teir
koma,< sigur Jógvan
Norðbúð.
Hann væntar tó ikki, at
Jógvan Norðbúð, HB-
venjari: >Um lands-
kappingin verður
spjødd soleiðis oftari,
eru skjótt ongir góðir
landsliðsspælarar eft-
ir, tí tað er jú úr kapp-
ingini, at teir koma.«
Mynd: Arni Johansen
altíð vera har, um allir
dystirnir ikki eru so sam-
anhangandi. ;
hj.
hesir stedgirnir koma at
ganga útyvir spenningin í
kappingini, tí hann vil
Bobby Bolton, venjari h
á NSÍ:
Ikki serliga
professionelt
At fótbóltslandskappingin
nú verður enn meira sund-
urbýtt, av tí at íslendska
U21-landslidid kemur á
vitjan um vikuskiftid, er
nakað, flestu spælarar og
venjarar tykjast rættiliga
ónggdir við.
„Hatta fyrikemur mær
ikki serliga professionelt,
hóast eg væl veit av, at
landsliðið eisini skal hava
sítt, nú tit eru við í einari
so stórari kapping sum
EM-kappingini,« sigur
Bobby Bolton, sum er
venjari hjá NSI. >Tað,
sum nú hendir, er at moti-
vatiónin verður tíkin frá
hinum spælarunum.<
Ov nógvir steðgir
Hann vísir á, at ov nógv-
ir steðgir í kappingini bert
elva til, at spælihugurin
minkar og at teir ikki vera
nærtil so uppsettir undan
dystunum, tå teir nú eina-
ferð eru.
>Tað mátti latið seg
gjørt at spælt dystirnar
mitt í viku, mikukvøld ella
okkurt líknandi, tá
landsliðið fer avstað við
vikuskiftinum,< sigur NSI-
venjarin.
Alt annað er betri
Hann sigur við Sosialin,
at tað millum annað mátti
borið til at latið eini tvey
suðuroyarlið spælt móti
hvørjumødrum, og so ann-
ars yvirhøvur latið granna-
lið spælt móti hvgrjum-
ødrum ella okkurt so-
vorðið.
»Eg haldi, at næstan alt
»Alla aðrastaðni ber til at flyta dystir, so teir verða
spældir mitt í viku, so tað mátti eisini borið til her,«
heldur Bobby Bolton, venjari í NSÍ. Mynd: Hilmar Jan
annað er betri enn hetta,
sum nú er,« sigur hann. ggiliga langt, so tað mátti
>Alla aðrastaðni ber í borið til her eisini.«
hvussu er til at flyta dystir, hj.
uttan at skula flyta teir so
Jákup Simonsen: >Vit
royndu at fáa íslendingar
hendanvegin mitt í viku,
men tað var til fånytis.«
Jákup Simonsen, liðleiðari landsliðsins:
Vit eru keddir av tí
Fótbóltssambandið royndi
av øllum alvi at fáa íslend-
ingar at koma
hendanvegin mitt í viku,
men hetta eydnaðist ikki.
>Ég veit væl, at vit lov-
aðu feløgunum, at nú
skuldu ikki fleiri broyting-
ar verða, men at spæla
dystir móti íslendingum
varð mett sum so týðandi
partur í EM-fyrireikingun-
um, at vit ikki kundu vera
hesa venjing fyriuttan,<
sigur liðleiðari landslið-
sins, Jákup Simonsen.
vegin, valdi Fótbóltssam-
bandið at taka av.
»Eg eri púra samdur í, at
tað er sera óheppið at
Hann sigur við Sosialin,
at dystirnir móti finnum
og norðmonnum í Portugal
vístu, at neyðugt er við
veruligari mótstøðu, skal
sum frægast fáast burturúr.
Tá so íslendingar bjóð-
aðu seg at koma hendan-
bróta kappingina av, men
vónandi slepst undan at
gera hetta aftur,< sigur
Jákup Simonsen. >Vit eru
keddir av, at tað skuldi
verða soleiðis hesaferð.<
hj.