hósdagur 11. apríl 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Av tingi
Tað skal ikki
loysa seg
at skylda
Landsstýrið skýtur upp, at
mororentan verður hækkað
Rentan av gjaldfalnari
skuld er ov lág í
Føroyum. Tað heldur
landsstýrið, sum hevur
skotið upp at hækka
rentuna úr 9,5%-um
upp í 14,5%
I viðmerkingunum til
uppskotid sigur lands-
stýrið, at lága mora-
rentan hevur ført við
sær, at tað sýnist sum
skuldarar nýta rentu-
fyrimunin til ikki at
rinda sina skuld, sum
kredittgrundarlag, i
staðin fyri at hava t.d.
ein kassakreditt.
Hetta hevur aftur ført
við sær, at borgarligu
rættarmálini i Føroyum
eru mong i tali. I 1989
Jéannes Dalsgaard
løgtingsmadur, heitti á
landsstýrið um at taka
allan rentuspurningin
upp til viðgerðar
vóru tey umleið 6.500,
sum er meira enn
dupult so négv sum i
einum tilsvarandi
rættardómi í Danmark.
Hetta hevur
sorinskrivarin víst á.
Hann heldur tað eisini
vera óheppið, at rættar-
eind ikki er á hesum
øki, tá tað í mongum
fórum er ivasamt, um
føroysk ella donsk
rentulógáva skal nýtast.
Málið var fyri á tingi í
gjár, og vóru tingmenn
eitt sindur ivasamir um
uppskotið.
Jógvan I. Olsen visti
á, at gjaldstreytir vóru
ógvuliga ymiskar. Ofta
stendur einki á rok-
ningini, men tá konto-
avritið kemur er eitt-
hvort tilskilað um rentu.
Ógvuliga ymiskt frá
handli til handil.
Jóannes Dalsgaard
ivadist stórliga í, um
beint var at hækka
rentuna í hesum døgum.
Hann vísti á, at tingid
seinastu tíggju árini
hevur havt hetta mál til,
viðgerðar tvær ferðir,
og í báðum fórum
avvíst tað. Tingmaður
Javnaðarfloksins helt, at
vit fara at hava anarki í
7 rentuspurninginum so-
7 leiðgi landsbankin ikki
7 virkar eftir ætlan. Hann
Í nýtti høvi til at heita á
landsstýrið um at fáa
landsbankan at virka.
Jóannes Dalsgaard
bað landsstýrið eisini
taka allan rentuspur-
ningin upp. Hann vísti
á, at mong, sum nýliga
hava bygt, eru illa fyri
orsaka av eini alt ov
høgari rentu.
Málið um at hækka
morarentuna varð beint
í Rættarnevndina.
tór.-
Nr. 67 — 11. apríl 1991
Trygdargrunnurin
hevur ongantíð
Verið so neyðugur
SUm nú
At virki fara á húsagang er næstan dagligur
kostur. Tí eru krøvini mótvegis Trygdargrunn-
inum fyri avreiðingar og lønir so stór sum
ongantíð fyrr, og tí er grunnurin tómur. Lands-
stýrið hevur skotið upp at broyta reglurnar fyri
grunnin
Í 1978 samtykti løgtingi at
seta á stovn Trygdargrunn
veiðumanna sum skuldi
tryggja fiskimonnum løn
fleiri virki og fyritøkur
farin á húsagang, og hevur
hetta aftur ført við sær, at
stórt trýst hevur verið á
tá fiskavirki fór av knóra- grunnin. Grunnurin skyld-
num. Reglugerðin fyri arum fimm miljónir krón-
grunnin er seinri broytt og — ur
virkisøkid víðkað.
Seinasta broytingin er trý
ára gomul. Tá varð mett, at
við einum arbeiðsgevara-
gjaldið uppá 1 0/00 av
útgoldnari A-inntøku hvørt
år kundi grunnurin klåra
sínar skyldur. Gjaldið til
grunnin hevur ligið um 4,5
miljónir hvørt árið, men
hesi seinastu árini hava alt
hevur landsstýrið nú eisini
skotið upp, at avmarka
veitingarnar úr grunninum
til einans at umfata upp til
50% av avreiðingunum, og
haraftrat lønarkrøv og krøv
um fritidarløn. Tey, ið
hava peningakrøv í sam-
band við uppsagnarløn og í
samband við slit av
arbeiðsavtalu fáa onki úr
grunninum. Harnæst vil
landsstýrið hava myndug-
leika at hækka arbeiðs-
: gevaragjalid upp i í mesta
Broyta grunnin lagi 2 0/00
Fyri at geva grunninum tor.-
betri gjaldføri framyvir
Spruttkoyrarar
skulu rinda tå
koyrikortið verður
tíkið av nýggjum
Landsstýrið hevur skotið
upp, at tað fær loyvi at
áseta gjald fyri leiðbein-
andi koyriroynd, eins og
landsstýrið annars hevur
heimild til at áseta gjald
fyri koyriroyndir.
Leiðbeinandi koyriroynd
verður kravd, t.d. tá per-
sónur hevur mist koyri-
kortið í samband við rús-
drekkakoyring, og tað
verður hildið at vera
órímiligt, at hesir persónar
ikki skulu gjalda eins og
onnur, ið eru til koyriroynd
hjá Bileftirlitinum. Sagt
verður, at tað kemur meira
enn so fyri, at sami per-
sónur, má til koyriroynd
fleiri ferðir.
Landsstýrið viðmerkir
eisini, at Bileftirlitið í
Fyri at greiða hesa
akuttu stóðu hevur lands-
stýrið skotið upp, at
landsstýrið veðheldur fyri
einum 3,5 miljóna stórum
láni, so grunnurin kann
klára sínar skyldur.
hesum sparitidum, har
færri og færri bilar verða
seldir, og alt færri persónar
taka koyrikort, væntandi
við hesum fær eina
inntøku uppá millum 60 og
70.000 krónur um árið.
Ætlanin er, at gjaldið fyri
leiðbeinandi koyriroynd
verður tað sama sum fyri
vanliga koyriroynd.
Ferðslutrygdin
Málið var fyri á ting-
fundi í gjár. Jóannes Dals-
gaard heitti á landsstýrið
um at taka sær av spur-
ninginum um ferðslutrygd
yvirhøvur. Tingmaðurin
helt fyri, at roynt hevur
verið at bøta um ferðslu-
trygdina við at gera lógina
strangari, men hann
ásannaði, at ferðsluóhapp-
ini eru bert vorðin fleiri.
Hann helt, at bøtast átti um
koyrifrálæruna soleiðis at
hon kom á hædd við hana í
eitt nú grannalondunum.
tór.-
Ferðslulógin er vorðin
strangari, og 6happini
= fleiri
Mintust
fyrrverandi
tingmenn
Tá tingfundurin í gjár
varð settur, bað
lýgtingsformaðurin
tingmenn reisast i
tøgn og minnast tveir
fyrrverandi tingmenn,
sum nå eru farnir. Ola
Jåkup Jensen og Dån-
jal Paula Danielsen.
óla Jákup Jensen
var skipari, føddur í
Kvívík og kom á ting
fyri Fólkaflokkin í
Norðstreymoy í 1943.
Sum tingmaður sat
hann til 1945. Hann
varð valdur lands-
stýrismaður í 1957 til
1959 fyri Hákun
Djurhuus, tá hann fór
í fólkatingið. Óla
Jákup Jensen var 93
ára gamal nú hann
doyði.
Dánjal Pauli Dani-
elsen, var sakførari,
føddur í Miðvági.
Hann varð valdur á
ting fyri Tjóðveldis-
flokkin í Vágum í
1950, og sat sum
tingmadur til 1958.
D. P. Danielsen var
78 ára gamal nú hann
doyði.