Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. apríl 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tidindabladid Sosialurin Nr. 68 — 12. apríl 1991 Fríggjadagin kl. 19.00: Magnum P.I. Fimm skúlagentur biðja Magnum hjálpa teimum at leita eftir lærarinnuni hjá teimum, miss Booton, sum er horvin. Magnum játtar, og hann og Higgins lata genturnar sleppa at búgva í húsunum hjá Robin Master, meðan leitingin fer fram. Skjótt finnur Magnum miss Booton, sum als ikki var horvin, men tað er haraftur- ímóti ein Gauginmálningur, sum Higgins skuldi ansa eftir Fríggjadagin kl. 21.00: In The Heat of The Night Carrol O'Connor spælir Bill Gillespie Margaret Hagen og dóttir hennara Liz- beth eru í heimbýnum Sparta og ferðast. Lizbeth skal vera við í eini vakurleika- kapping. Tann hon fyrst og fremst skal kappast ímóti, er vinkona hennara Dina taines. Hon fer í veitslu saman við henni til Clay Mason. Lizbeth fer tíðliga heim, meðan Dina verður verandi. Dagin eftir tykist Dina heldur løgin, og Lizbeth grunar, at okkurt er hent i veitsluni, aftan å at hon var farin. Seinni sama kveld tekur Dina lívið av sær, og kann- ingar hjá løgregluni v$sa, at sannleikin um Clay Mason og Margareth Hagen kemur fram Fríggjadagin kl. 23.00: Twilight Zone Brotsmaðurin Rocky verður dripin í sam- band við eitt rán. Hóast hetta, letur hann eyguni upp og sær ein mann, Pip, standa uppi yvir sær. Pip sigur, at hann er ferða- leiðari hjá Rocky og fer síðani við honum til eina fína íbúð, har alt hann ynskir fæst. Eftir at hava hugsað eina letu, heldur Rocky, at hann er komin í himmal- in, og so ræður um at fáa tað besta burt- urúr Leygardagin kl. 15.15: Lívið um tey 30 Allar kvinnurnar gera seg til reiðar at fara camping-túr, meðan menninir skulu vera eftir við hús og ansa børnunum. Á ferðini sigur Hope av óvart við Nancy, at hon veit um, hvussu Elliot fjasar. Heima er Michael um at verða óður í hevdinum, ti hann fær ikki arbeiit fyri børnunum. Men samstundis hugsar hann gjøllari um, hvat er rætt, skal arbeiðið takast fram um bernini? Leygardagin kl. 23.00: Alfred Hitchcock Vitnið ALFRED HITGHCOGK PRESENTS Tann framúr góði advokaturin, Arnold Shawn, verjur hin unga, ríka Kenneth Jerome Jr., sum er rýmdur frá einari ferðsluvanlukku, har hann hevði koyrt á eina kvinnu, sum doyði. Prógvini móti Kenneth eru góð, men Arnld heldur seg kortini kunna vinna sakina, tí hann veit okkurt um hevuðsvitnið. Og tá ið dómur- in fellur, hevur kona Arnold demt hann, tí hon var við í rættinum Sunnudagin kl. 16.20: En Sjøman i frack Adolf Jahr og Marianne Aminoff Svenskur filmur frå 1942. Sjónleikarin Allan Linde ger seg til reiðar til næsta filmin, samstundis sum stýrimaðurin Fritjof Karlsson fer í land, og tá verður alt ein fløkja. Teir líkjast ótrúliga nógv, og vinirnir hjá Allan halda Fritjof vera hann. Fritjof skilir einki, tá ið ein vekur genta, Madeleine Haller, bjóðar honum heim við sær. Sunnudagin kl. 19.00: Roses Are for the Rich Amerikanskur filmur í tveimum pertu, bygdur á skaldsegu hjá Jonell Lawson. Hetta er segan um ta fåtøku Autumn og hvussu hon, av hevndgirnd, kemur sær fram, men framgongdin kostar Maður Autumn, Douglas Osborne, er júst deyður, og ell familjan hjá honum og vinir hansara, illtonkja Autumn at hava dripið hann. Illgrunin verður staðfestur, tá ið testamentið hjá Douglas verður lisið upp, tí tá verður Autumn handtikin. Vik- Lisa Hartmann, Morgan Stevens, Jim Youngs og Joe Penny urnar, meðan hon stendur sum ákærd, lítur Autumn aftur um bak. Hon hugsar um alt, sum hevur gjert sítt til, at hon nú er komin í hesa steðu. Hon er komin frá einari fátækari kolgravarafamilju, og 12 ára gomul hevði hon mist bæði foreldrini. Blaðung giftist hon við Lonie Norton, sum stutt eftir doyði av vanlukku í ein- um námi, júst á sama hátt sum pápi hennara doyði. Autumn ger av at hevna seg. Douglas Osborne átti námið Mánadagin kl. 18.00: Hvør ræður? $ Tony Danza og Judith Light Amerikonsk sendirød um ein ungan, frå- skildan pápa, sum saman við lítlu dóttir síni flytur úr stórbýnum og fær sær ar- beiði sum arbeiðskona hjá einari ungari kvinnu, sum eigur ein son. Mándagin kl. 21.48: Callan Callan og Cross elta leigudrápsmannin Palanka, men missa hann burtur á eini jarnbreytasteð. Í øllum ruðuleikanum verður ein maður skumpaður út av og dettur niður á sporini, júst tá eitt tok kemur, og hann doyr. Løgreglan kemur, og Callan skal verða vitnið. Fyri at verja Cross, sigur hann, at maðurin gjørdi sjálvmorð. Men trýr legreglan honum? Týsdagin kl. 19.03: Western: Legend of the Lone Ranger Amerikanskur western frá 1981 um „Svarta skort<. John Reid var við í teim- um kendu Texas Rangers, sum royndu at fáa øll at halda lógina í bynum, og tann einasti, sum livir eftir, aftan á at teir vórðu álopnir av Cavendish-bandanum. John sær út at vera deyður, men indi- ánarin Tonto finnur hann og tekur sær av honum. John setir sær fyri at fáa fatur í teimum seku og fer aftur til býin. Hann hevur skort fyri andlitið, so eingin skal kenna hann, og skjótt verður hann kend- ur í ollum »Villa Westen< sum Svarti skortur. Týsdagin kl. 23.00: Newhart Vakra systkinabarnið hjá Leslie, Step- hanie, kemur at vitja. Hon skal skjótt giftast. Men hon gloymir alt um drongin hjá sær, tá ið hon hittir Kirk Mikudagin kl. 17.00: Airwolf Tann besti Hawke og Caitlin fáa Santini at seta hin unga Kevin Hansen í starv hjá Airwolf. Men teir vita ikki, at Kevin hevur sínar egnu ætlanir, hví hann vil sleppa at ar- beiða har. Pápabeiggi Kevin, Chester, sum lærdi hann alt um flúgving, varð myrdur av starvsfelagum sínum, tá ið hann noktaði at hjálpa teimum at smugla, og nú ætlar Kevin at hevna seg Mikudagin kl. 20.03: vr í fo! == Beint áðrenn Clifford Paris skal giftast við Lisu Chambers, doyr hann av hjarta- tilburði — tað sær í hvussu so er soleiðis út. Columbo fær illgruna um morð, og fer at spyrja øll, sum Clifford kendi. Øll tykj- ast hava alibi Hósdagin kl. 19.00: Murder She Wrote A eini flogferð til Onglands verður Jessica vitni til eitt morð. Offurið er Leon, lívverji hjá Sonny Greer, sum eis- ini er við flogfarinum. Samstundis sum Leon verður myrdur, hvervur eitt háls- band, sum hann ansaði eftir. Errol Pog- son frá Scotland Yard er eisini umborð, og saman við Jessicu, fara tey at leita eft- ir drápsmanninum