Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. apríl 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

RUNU Nr. 68 — 12. apríl 1991 mr. Sjónvarp Føroya Friggjadagin kl. 20.55: Perry Mason Framman fyri 40 milliónum hyggjarum skjýtur hin kendi sjónleikarin og leik- stjórin Robert McCay góða vin sin, Steve Carr, mitt i einari sjónvarpssending. Ro- bert gjørdi tad til stuttleika, men seinni doyr Carr á sjúkrahúsinum. Onkur hevur pilkað við skammbyrsuna hjá McCay og lagt eina veruliga patrón í ístaðin fyri ta, sum var 1. Hóast Perry Mason er gamal vinur hjá konu Carr, Alison, verður hann skjótt sannførdur um, at hann er ósekur, og lov- ar at verða verji. Hann sendir hjálpar- mann sín, Paul Drake, inn í filmsverðina at kanna ymiskt. Men er tað í veruleikan- um har, hann fer at finna drápsmannin? Raymond Burr sum Perry Mason og Alan Thicke sum Steve Carr. Leygardagin kl. 21.00: Twin Peaks FBI uppdagarin Cooper og trúgvi fylgi- sveinur hansara Harry S. Truman finna mannin við einum armi, sum kanska er lykilin til gátuna um morðið á Lauru. Samstundis lovar tann illavorðna Au- drey Horne at skikka sær betur. Hon fer eisini at royna at greiða málið. Sarah Palmer (Grace Zabriskje) . - Sr SO0Slalurin Leygardagin kl. 22.10: Leitanin eftir horvna skattinum Harrison Ford sum Indiana Jones Tveir Hollywood-dreingir, Steven Spiel- berg og George Lucas, føru i felag, vid iblåstri frå gomlum filmum um hetjur i livsvanda, at gera henda filmin, sum er frå 1981. Jagstranin eftir Arken Úrslitið varð væl umtókt millum manna. Og trý ár seinni kom Spielberg við >Indi- ana Jones og templets forbandelse<. Men hetjuna Indiana Jones síggja vit í >Leit- anini eftir horvna skattinum«, ein ævin- týrari og jarðfreðingur, sum í 1936 fær eina uppgávu frá amerikonsku stjórnini. Hann skal finna Arken, eitt skrín, sum sigst hava serliga megi, og tí ikki skal koma upp í hendurnar á leiðarunum í nazi-Týsklandi. Sunnudagin kl. 14.30: Otto er ein nashyrningur I einum lítlum byi í Danmark finnur ein smádrongur ein dagin ein gandablýant, og tá kemur ævintýrið til býin. Hann Kristjan Markersen og Erik Petersen teknar ein nashyrning — og beinanvegin verður hann livandi. Hesin filmurin er frá 1983, og leikararnir eru m.a. Axel Stre- bye, Kirsten Rolffes, Judy Gringer, Jo- hannes Czajkowski og mong onnur. Sunnudagin kl. 17.10: Carl Nielsen Carl Nielsen skrivaði seks symfoniur frá hann var 27 til hann var 69. Í sambandi við, at hann hevði fylt 125 ár, skulu vit hoyra nakrar av teimum við Radio- symfoniorkestrinum. Sunnudagin kl. 21.30: Hjørtu úr stáli 6:8 Nelson er avdúkaður sum svikari, men hann royndi kortini at vinna Helene aft ur. Men hann fekk hjúnaskilnað. Til hes- in er avgreiddur, verður hann verandi stjóri á stálverkinum. Nelson hevur burturgoymt fleiri milli- ónir úr fyritøkuni, tað kemur skjótt fram, og tá er ovboðið. Helene setir O'Neill sum stjóra. Stjóraskrivarin, Agnes, sum hevur út- vegað øll prógvini móti Nelson, hevur meira at siga Onnu. bróðirin, Alain, sum doyði av tyrluvanlukku, var í veruleik- anum hálvbeiggi hennara, tí Agnes átti hann. Men Nelson gevst ikki Týsdagin kl. 21.10: Íspegilin Um vit skulu trúgva filmunum, so var alt einfaldari tá. Menninir riðu og bardust, meðan kvinnurnar smiltust djarvar, meðan tær sótu og baldýraðu. »Ispegil- in< ger gjøldur burtur úr hesum ævintýr- fiimunum um Robin Hood, Ivanhoe, Danny Kay Sida 9 Lagt til rættis Ella Smith Clementsen Hittist á tif 15616 Teimum trimum Musketerunum og eðr um mannfólkum, sum ikki gjørdu annað enn hetjugerðir. Tað er skemtarin Danny Kay, sum spælir Ispegilin. Týsdagin kl. 22.50: Hevnd Allah Fleiri túsund ung arbeiðsleys í Algerin- um hava gjegnum moskeina fingið vón- ina aftur og kensluna av sjálvsvirði, men eru samstundis farin at hata tann nýmót- ans lívsstílin. Í hesi sendingini verður greitt frá útbreiðsluni av Íslam í Algeri- num. Hósdagin kl. 21.45: Vælkomin heim, Bobby Tony Lo Bianco og Timothy Williams Alt tykist at gangast væl hjá skúlanæm- inginum Bobby. Í skúlanum gongst hon- um væl, hann hevur funnið sær eina gentu, og hann hevur gott samband við familjuna. Men ein dagin verður hann handtikin í einum umhvervi í Chicago, har homoseksuellir halda til. Bobby er hevuðsleikarin í hesum amerikanska filminum, sum greiðir frá kreppum í samband við kynslívið hjá ein- um dreingi. Tað hoyrist, at Bobby í summarfrítíð- ini hevur gingið saman við einum til- komnum manni. Vinirnir eru skelkaðir og pápi hansara vendir honum bakið Bobby veit ikki síni livandi ráð, men at enda velur hann at tosa um tað, sum tað er. Tony Lo Bianco spælir pápi hansara o Herbert Wise hevur leikstjórnað eftir myndariti hjá Conrad Bromberg