fríggjadagur 12. apríl 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sjålvstyrisflokkurin skýlur upp, at landsstýrið
fyrireikar eitt tingordaskifti um bankavirksemi
Bankarnir fjálga
um ávísar
útvaldar kundar
-Tað tykist sum um, at tær
burturleggingarnar, sum bank-
arnir hava havt skattatekniskar
fyrimunir av, verða brúktir til
at hjálpa ávísum útvaldum
kundum, sigur Sjálvstýrisflokk-
urin, sum hevur skotið upp, at
bankavirksemi verður umrótt á
tingi
Sjálvstýrisflokkurin vil
hava eitt tingordaskifti
um virksemi hjá bank-
unum.
Flokkurin hevur
skotið upp, at áleggja
landsstýrinum at sund-
urgreina burturleggin-
garnar hjá bankunum,
so at greiða fæst á,
hvussu stórar burtur-
leggingamar hava verið
frå ár til ár seinastu
tíggju árini. Flokkurin
vil eisini áleggja lands-
stýrinum at koma við
eini frágreiðing, sum
sýnir, hvussu stórar
skattafyrimunir, bank-
arnir hava- havt av
sínum burturleggingum
hesi árini og somuleiðis
hvussu stór tap bankar-
nir hava havt.
Sjálvstýrisflokkurin
sigur m.a. í sínum við-
merkiungum ul upp-
skotið, at bankarnir
vanliga eru ógvuliga
bersøgnir tá teir siga
sína hugsan um sam-
felagsviðurskifti. Tí
eiga teir eisini at tola, at
tingið sigur sína hugsan
um teir.
Flokkurin finst at
bankunum tí teir ikki
færri enn tvær ferður í
fjør settu rentuna upp.
Hetta gjørdu teir um
somu tíð tá alt fleiri
virki fóru á húsagang,
alivinnuni tørvadi pen-
ing, arbeidsloysi vaks
og skattaborgararnir
fingu ikki endarnar at
røkka saman.
Kapping vid
vinnulívið
Sjálvstýrisflokkurin
vísir á, at bankarnir í
fleiri fórum eru farnir í
beinleiðis kapping við
vinnulívið og hetta hev-
ur havt við sær ójavna
kapping á vinnulívs-
økinum. Hetta kann
fóra við sær, at fleiri
sokallaðar = sunnar
fyritøkur fåa
trupulleikar at halda
fram og ti mugu geva
skarvin uyvir.
Eisini vil Sjålvstyris-
flokkurin vera vid, at
tær burturleggingar,
sum bankarnir hava
havt skattatekniskar
fyrimunir av, verda
brúktar til at hjálpa
ávísum útvaldum kund-
um, og fremur hetta
ikki álit á virksemið hjá
bankanum.
tór.-
«|Hagstova heldur
enn Búskanarráð
Búskaparráðið skal takast av. Hagstova Føroya
setast á stovn. Landsbankastjórin, fíggjarstjórin
í Tinganesi og stjórin á hagdeildini skulu nú
“eva landsstýrinum góð ráð
Landsstýrið hevur gjørt av
at avtaka Búskaparráðið,
sum varð sett á stovn fyri
útvið 30 árum síðani. Bú-
skaparráðið hevur verið
ráðgevandi stovnur hjá
landsstýrinum. Ístaðin
Skulu nú triggir almennir
stjórar geva landsstýrinum
góð ráð. Hesir eru stjórin á
Hagdeildini, fíggjarstjórin
í Tinganesi og landsbanka-
Bjarni Olsem, stjóri á
Hagdeildini
stjórin.
Hagstova Føroya verður
høvudsmyndugleiki fyri
hagfrødisligum virksemi í
Føroyum. Umframt at
Hagstovan skal savna,
vidgera og almannakunn-
gera hagtøl, skal hon eisini
standa fyri og samskipa
hagfrødiliga virksemi i
Føroyum. Endamålid vid
hesum er, at minst møgul-
Sigurd Poulsen, lands-
bankastjóri
igt tvíarbeiði verður gjørt,
tå hagtøl verða útvegað, og
at minst møguligur ampi
stendst av, at hagtøl verða
talin stovninum.
Jógvan Sundstein, fíggj-
armálaráðharri legði upp-
skotið fyri ungið miku-
dagin, og kemur hetta helst
til viðgerðar í dag.
tór.-
|
og Kári Petersen, fíggjar-
stjóri
-skulu nú ráðgeva landsstýrið ístaðin fyri Búskaparráðið, sum nú verður avtikið
Fiskimannafelagið við landsstýrið:
Tit avhevda
linuveiðuna
Fiskimannafelagið hevur
sent løgtinginum skriv
viðvíkjandi uppskoti lands-
stýrisins um løgtingsl6g
um eyka rakstrar- og
manningarstudning.
Felagið sigur, at lands-
stýrið við hesum uppskoti
avhøvdar línuveiðuna und-
ir Føroyum. Orsøkin er, at
landsstyrid ikki hevur
viljað lurtað eftir vinnuni í
hesum máli.
Í brævinum til tingið
vísir Fiskimannafelagið
eisini á, at landsstýrið
miðvíst brýtur lógina um
fiskivinnuráð fyri at halda
vinnuna uttanfyri alla
ávirkan. Besta prógvið fyri
hesum er, at einki fiski-
vinnumál hevur enn fingið
ta viðgerð sum lógin um
fiskivinnuráð ásetir meðan
hetta landsstýrið hevur
Sitið.
Fiskimannafelagið metir
framferðina hjá landsstýri-
num sum sera álvarsama,
og Spurningurin er nú bert
um løgtingid finnur seg í,
at ein løgtingslóg miðvíst
verður brotin av teimum
sum skulu umsita lógina,
sigur Føroya Fiskimanna-
felag í skrivi til løgtingið.
tór.-
Avleiðingarnar av upp-
skoti landsstýrisins
verður avhøvding av
línuveiðuni, sigur
Fiskimannafelagið
Nr. 68 — 12. apríl 1991
Grenland
Ísland og
Føroyar
eiga at
samrådast
saman
Sjålvstyrisflokkurin
hevur skotið upp, at
landsstyrid tekur upp
samrådingar vid grøn-
lendska heimastyri og
íslendsku stjórnina
um felags stóðu í
samráðingunum við
EF.
-Hvør í sínum lagi
eru londini smá, men
saman kunnu vit, um
vit fáa loyvi til tess,
verða so mikið stór,
at tað ikki verður
neyðugt hjá okkum
bert at uga og lurta, tá
vit hava samráðingar
við tey stóru, heldur
Sjálvstýrisflokkurin.
Flokkurin vísir á, at
fiskivinnan stendur
fyri millum 90 og 95
prosentum av útflut-
ninginum hjá hesum
londum.
-Tær royndir, sum
føroyskir myndug-
leikar hava gjørt við
teimum samráðing-
unum, sum hava verið
við EF, hava eingi
úrslit givið, sigur
Sjálvstýrisflokkurin
og heldur, at tað
tykist vera neyðugt at
samskipa hesar
samráðingar við EF á
ein meiri miðvísan og
skilagóðan hátt fyri at
fáa enn stórri megi í
samráðingunum.
Flokkurin vísir á at
íslendski forsætisráð-
harrin hevur boðið
sær til at taka leiðslu-
na í hesum samráð-
ingum, og hendan
møguleika eiga vit
ikki at lata okkum av
hondum, sigur Sjálv-
stýrisflokkurin.
tór.-
>
FE sær, eru
londini små, men
standa vit saman í
samráðingunum
kunnu vit gera okkara
ávirkan galdandi,
sigur Sjálvstýris-
flokkurin