fríggjadagur 12. apríl 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 68 — 12. apríl 1991 2
Tønner Dalsgaard
--Ævintýrið hjá føroyskum fiskimonnum i Hirtshals er av, vit
hava ongi rættindi longur og føroyskir skiparar ganga á odda til
at útnytta manningarnar, sigur hann.
Herfyri fekk Tønner
Dalsgaard bræv frá danska
reiðaríðnum, sum hann
hevur verið í seinastu átta
árini. Hann er uppsagdur
og skipið fer helst á
húsagang áðrenn árið er
av. Tønner er 58 ára gamal
og hevur seinastu 10 árini
verið við skipum úr Hirts-
hals, hann er tó ongantíð
fluttur úr Føroyum.
-Stødan hjá føroyingum
í Hirtshals er ikki góð i
dag. Fleiri av teimum, sum
ikki hava vilja flutt til
Danmarkar eru uppsagdir.
Og danir eru ikki glaðir
fyri at síggja, at føroyingar
manna skipini, meðan teir
sjálvir ganga arbeiðsleysir,
sigur Tønner Dalsgaard.
STØDAN VERSNAD
--Seinasta árið er stødan
hjá nótamonnunum í
Hirtshals versnað mun-
andi. Vit hava fingið lítið
og einki burturúr og vit eru
snýttir, sigur Tønner
Dalsgaard.
-Eg veit um, at við
nótabátum, har vanliga
manningin hevur talt 14
mans, eru tveir mans
koyrdir í land. Men tá
avrokningin kemur, eru
framvegis 14 partar.
--Eg veit um ein dana,
sum fór fyrst til skiparan
og Kklagaði um hetta.
Skiparin segði, at reiðarin
átti hesar báðar partarnar.
Síðan fór hann til fiski-
mannafelagið og klagaði.
Fiskimannafelagið lovaði
at kanna málið, men einki
hendi. Tann sum hevði
klagað fekk sekkin, sigur
Tønner Dalsgaard.
--Hetta er ikki nakað
eindømi. Og tað er beiskt
at vita, at føroyskir skip-
arar ganga á odda at kúga
fiskimannin, enntá egnar
landsmenn. Tí sjálvt um
kvoturnar eru minkaðar
niður í einki, so er ein
rúgva at gera umborð með-
an skipið liggur í havn.
--Fiskitíðin er stytt niður
í einki. Fyrr kundu vit
veiða 8000 kassar um
vikuna, nú kunnu vit bert
gera tveir túrar um
mánaðin uppá 5000 kassar.
Og meðan manningarnar
stríðast við at halda
reiðsskapin í lagi, kunnu
tær ikki liva av úrtókuni,
sigur hann.
GOÐ AR
--Stóra broytingin kom í
fjør, tá mistu vit næstan
allar kvoturnar. Og tað
kunnu vit takka danska
fiskimálaráðharranum,
Kent Kirk fyri. Hann
hevur svorið, at ikki ein
einasti nótabátur skal
verða eftir í danska
fiskiflotanum, og tað fer
helst eisini at eydnast
honum, sigur Tønner
Dalsgaard.
--Men eg skal ikki klaga.
Eg havi havt átta góð ár
við Herdis, fyrrverandi
Gøtunes. Eg havi havt
góða inntøku, men nú er
hetta liðugt. Og tað er ikki
so lætt nú at fara umborð á
føroysk skip í mínum
aldri, sigur Tgnner
Dalsgaard.
KÚÐAÐIR
--Tað er ógvuliga hug-
stoytt, at fiskimadurin í
Hirtshals hevur so vánaligt
fakfelag aftanfyri seg.
Danskir fiskmenn undrast,
tá eg havið sagt teimum,
hvussu sterkt føroyska
fiskimannafelagið er. Og
eg má enn einaferð leggja
afturat, at tað er beiskt at
síggja hvussu reiðararnir,
skiparar, enntá mínir egnu
landsmenn útnytta, at
fiskimennirnir ikki hava
duga at skipað seg í eiu
sterkt fakfelag. Tí tað
burtur av allari leið,
hvussu teir verða kúgaðir,
sígur Tønner Dalsgaard.
-Eg veit um 10 før-
oyingar, sum eru fluttir ul
Hirtshals fyri at halda
kjansin seinastu tidina.
Familjurnar eru tó eftir í
Føroyum. Fluttu teir ikki,
so fingu teir sekkin. Og tað
er sjálvandi eisini skilligt.
Føroyingar høvdu heldur
ikki funnid seg i at
útlendingar mannadu
okkara skip, medan vit
sjålvir ganga arbeidsleysir.
Tó eigur fiskimadurin rætt-
indi, bert spell, at teir ikki
hava mót at krevja tey,
sigur hann.
Upp til 80 føroyingar
hava verið við nótabátum í
Tønnes Dalsgaard hevur seinastu átta árini siglt við
Herdis, fyrrverandi Gøtunes.
Hirtshals
tidunum.
i
teim
Feroyskir skiparar
ganga á odda at
kúga landsmenn
góðu
jústinus
bíligari, skjótari,
minni stev, meiri vitan
Síða 7