Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. apríl 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 68 — 12. apríl 1991 Yvirstyring av vinnulivinum og nýggj promillulog? So kom hestahógvurin fram aftur. Hesu ferð var tað nyggi fiskimálaráðharri okkara — stýrdur av fyrrverandi fiskaselustjóranum? — ið setir bann fyri at selja laks á uppboðsselu! Grundgeving? Jú, Feroyar kunnu missa hundraðtals mió. krónur, um Heri Hjelm selir laksin hjá sær á uppboðsselu. Fiskivinnumálaráðharrin vísti á at við at selja til fastar keyparar í staðin fyri, so fingu vit (minnist meg rætt) einar 5-6 kr. meira fyri kiloið! Eingin trýr, at fiski- málaráðharrin segði ósatt við vilja — helst hevði hann fingið skeivar upp- lýsingar — sama ger — í dag vita vit at Heri Hjelm seldi laksin fyri ein prís væl omanfyri tað, sum okkara fiskasølur megna at selja sama laksin fyri. Nýggja bannið hevur sostatt við sær, at Feroy- ar fáa eitt óneyðugt millióntap. Við eðrum orð- um: Beinleiðis tvertur í móti tí, ið fiskimálaráð- harrin førdi fram í sjón- varpinum. Nú skuldi tú trúð, at sami maður kom aftur í fjølmidlarnar og greiddi Feroya fólki frá at hann hevði mistikið seg — bað um umbering. Hann hevði vunnið nógv við tað. Men nei — feroyskir ráðharrar biðja ikki um umbering — teir eru ikki fólksins tæn- arar — tað er fólkið, ið skal tæna teimum! Á uppboðsseluni 8. apríl varð feroyskur laksur seldur fyri hesar meðal- prísir (6.535 kg 1. flokk og 829 kg 2. flokk): Kr. pr kg Stedd kg í meðal 6-7 38,48 5-6 36,78 4-5 35,88 3-4 39,79 2-3 36,12 1-2 27,61 2. flokk 3-5 32,85 1-3 25,00 Áhugavert hevði verið at fingið upplýst hvenn prís t.d. Fiskaselan bjóðar sínum limum fyri somu laksasteddir somu viku. Nú var eisini hótt við at um allir alarar seldu sín laks á uppboðsselu, so fóru prísirnir heilt í botn ja, tú sást fyri tær hvussu allur laksamarkn- aðurin í Europa fór í spen- iaks mieiðs! in um okkara leiðir liggu um 250.000 tons. Við eðr- um oråum veråur sagt, at um føroyska framleiðslan, t.v.s. 9.000 tons — 3,6% — varð seld á uppboðsselu, so fall laksamarknaðurin saman og vit fingu bæði norðmenn, skotar og írar á nakkan! Jú, so segði verden frem, min sen, sá buk og ti til tingen du finner slem — og buk att- er om og om igen!“ Heri Hjelm kom kanska at selja 1.000 tons av laksi á uppboðsselu tað eftir er av árinum — tvs. 4 pro- millur av samlaðu árligu laksaframleiðsluni um okkara leiðir. Fiskasølan sigst selja uml. 2/3 av fer- oysku framleiðsluni til »fastar« keyparar og Marr og Mortan meginpartin av tí, ið eftir er at selja — somuleiðis til „fastar“ keyparar. Hver er nú tann stóri vandin? — Eru tað promillurnar hjá Hera Hjelm? Gomlu grikkarnir segdu at menniskjan hevði 12 »Sansir« — ein teirra var »proportiénssansurin«, ein annar »javnvågssans- urin« (gonguvit). Hesar bådar tykjast vit at hava mist fullkomuliga i hesum måli! — Vénandi ikki med alla. Nú frættist, at norð- menn hava ikki loyvi at geva heilivág til laks, ið er sterri enn 2 kg. Hvat merkir hetta? — Jú, marknaðarprísirnir fyri laks yvir uml. 3 kg koma at hækka munandi sum frá líður, tí av ringum royndum tora norðmenn ikki at lata laksin vaksa uttan meguleikar at kunna sjúkraviðgera hann. Enn eru vit í tí hepnu steðu, at okkara heilivág- tørvur liggur væl niðan- fyri hann í Noreg, so hjá okkum kunnu vit um neyðugt heilivág-viðgera laksin til hann er 3-4 kg. uttan vanda fyri, at hann ikki skal lúka ásettu dygdarkrevini, tá vit selja hann (t.d. % ár aftaná seinastu viðgerð). Hevdi tað ikki verið skilabetri og meira posi- tivur landspolitikkur at upplýst alarar um slíkt, heldur enn at seta navn- givnan persón í gapu- stokkin, bert tí hann royn- VIN ir leidir, sum onkrir al- måttugir Stóribeiggjar ikki hava hugsad um sjålvir. Vit sigast búgva í ein- um demokratiskum sam- felag, og í mínum huga- heimi vil tað í hesum feri siga, at um menn hildu tað vera so út av lagi skeivt at selja laks á uppboðsselu, so hevði rætta demokrat- iska mannagongdin verið at heitt á viðkomandi »syndara« um at komið á fund at viðgera spurning- in. Kanska kundu menn komið til sættis, og hver veit — kanska kundi sjálvt Heri Hjelm, sum jú hevur drúgvar royndir innan ekið, lært teir, ið settu bannið í verk (og sum ongar aliroyndir hava) eitt og annað áhuga- vert um at ala og selja laks.. Í útvarpinum 10. apríl endurtók okkara varaløg- maður, Jógvan Sundstein, at prísurin fyri tann laks- in, ið Heri Hjelm seldi á uppboðsseluni, lá niðan- fyri tað, ið aðrir keyparar (hverjir eru teir?) bjóðaðu. Hetta er antin beinleiðis ósatt! ella má talan vera Síða 15 merkingar um at Fiskasølan roknar sær okur-vinning fyri tann laksin, hn selir, tí teirra prísir til feroysku alararnar liggur í hvussu so er niðanfyri uppboðs- seluprísin (hetta er próv- fast!). Varalegmaður upp- lýsti eisini, at USA hevði ákært norðmenn fyri at selja laks til dumpingprís, og nýtti hann hetta sum eitt demi um at eitt land við lógini í hondini kundi revsa ein framleiðara. Hetta er heldur ikki kor- rekt. Tað USA ákærir, er at veitti almenni studningur- in til norsku alivinnuna svarar til í meðal 26% av laksa-framleiðslukostnað- inum, og at kappingin við aðrar alarar, ið ongan studning fáa (t.d. føroysk- ar alarar) tí ikki verður framd javnbjóðis. Hetta er eisini orsekin til at USA nú hevur lagt 28% toll á allan norskan laks, ið verður innfluttur. Skuldu vit her gingið í fotaførum USA's, so átti tvertur ímóti Heri Hjelm at ákært landsstýrið fyri at forða honum at kappast á jevnum feti við aðrar. Í roynd og veru hava vit nú fingið eitt nýtt pro- millubann, men, sum vit skilja, hevur landsstýrið enn ikki tikið steðu til, hvat skal gerast við »syndaran«. Rætti spurn- ingurin her átti at verið: Hvør er veruligi syndar- in? Er tað landsstýrið, sum nú er byrjað at yvir- stýra vinnulívið til ógagns fyri land og fólk, ella er tað Heri Hjelm, ið roynir at selja sína framleiðslu til hægsta marknaðarprís? Hvat sigur t.d. EF-fiski- vinnan til bannið? Hetta kann koma okk- um aftur um brekku so tað svíður harðari enn hart! Tormóður Dahl