Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Í tíðindablaðið sostalurin — —— Allar sjey fóru frá Aðalfundurin hjá Føroya Heimahjálparafelag leyg- ardagin var rokfundur innanhysis ósemjur í "løgum eru ikki so at koma tl livs Tá heimahjålparafel- 1910 fyrr jól var i verk- alli, vóru tað tær, sum ikki vildu taka undir við verkfallinum. Tað ljóð- aði í hvussu er, at nakrar teirra ikki aktaðu nevnd- ina og fóru til arbeiðis, sjálvt um felagið hevði lýst verkfall. Summar hava eisini verið fyri, at heimahjálparafelagið tor burturúr Føroya Ar- beiðarafelag. Hesar tvistødurnar í felagnum komu til sjón- dar, tå Føroya Heima- hjålparafelag hevði að- alfund leygardagin. 110 møttu á fundinum. Undantikið at fundur- in vrakaði uppskotið hjá neyndini um at velja næstformannin í Føroya Arbeiðarafelag ul fund- arstjóra, byrjaði fund- urin sum vant. Formans- frágreiðingin og rokn- skapurin vórðu góð- kend. Men so skuldu for- maður veljast. Sunneva Tyril, sum seinastu árini hevur verið forkvinna, var ikki einasta valevni. Kristin Ryan varð eisini stillad upp, og hon varð vald við tveimum at- kvødum fleir enn hitt valevnið. 36 atkvødur vóru blankar. Mótmælt varð, at Kristin Ryang varð vald ul forkvinnu, ti sagt varð, at hon hevði virkað ímóti felagnum við at arbeiða undir verkfalli. Hetta noktaði hon. Upp- skotkom so um at steðga fundinum og kalla til nýggjan fund, tá viður- skiftini hjá Kristin Ryan vórðu kannað, men hetta varð afturvíst. Tá hinar í nevndini sóu úrsliuð av for- kvinnuvalinum, av- gjørdu tær allar seks at taka seg úr nevndini. Eingin teirra vildi stilla uppaftur. Sostatt komu sjey nýggjar í nevndina hjá Føroya Heimahjálpara- felag. Nevndin er nú henda: Kristin Ryan í Klaksvík, forkvinna, Anna Dals- gaard í Havn, Elsa Pet- ersen á Viðareiði, Inger á Argjagarði á Argjum, Martha Olsen í Sørvågi, Elspa Gerðalíð í Klaks- vík og Jofrid Borgardal í Sandvík. Arna Clementsen á Sandi og Lydia Hgjsted í Funningsfirði eru til- takslimir. Nevndin hevur ikki skipað seg enn. Kristin Ryan vil ikki upplýsa nakað frá fund- inum. Heldur ikki hevur hon hug at gera nakrar viðmerkingar til ákær- umar um, at hon skal hava arbeitt undir verk- falli. Tað ljóðar, at heima- hjálparar, sum vóru mis- nøgdar við úrslitið av fundinum, ætla at kalla inn til eykaaðalfund. randi Wlgruni um svik Í seinastu viku varð kæra reist, móti einum klakvsíkingi, fyri trygg- ingarsvik í sambandi við, at tveir bilar vórðu vrak. Løgreglan í Sudur- oynni arbeiðir viðeinum sama slag mál. Tað hendi fyrst í januar mánaði, at ein maður rendi á við bili sínum á Tveroyri. Ohappið varð meldað, og løgreglan skrivaði frágreiðing sum vant. Aftaná fekk løgreglan illgruna um, at maðurin hevði rent á vid vilja, og hann er nú skuldsettur. randi Nr. 70 — 16. apríl 1991 HB ætlar at byggja omanfyri nýggja B36 húsið. Eydnast hetta HB, og býráðið fær sitt hús, id skal standa ímillum tey bæði ítróttarhúsini, fer tað at líkjast einum veruligum stadionøki, heldur Kristian á Neystabø, formaður í B36 Nú gongur skjótt B36 væntar á ólavsóku at flyta inn í nýggja húsið í Gundadali Ferð er komin á byggingina hjá B36 í Gundadali. Ele- mentini eru komin upp, og í næstu viku er ætlanin at hava reisigildi. Um einar 14 dagar byrja teir at smíða. B36 húsið verður eitt stórt hús - umleið 800 fermetrar í tveimum hæddum. Í neðra verða skiftirúm, bað, venj- arahøli, goymsla o.a. Í erva verða umsitingarhøli, skriv- stovur, køkur, ein stær stova 0.2. Sum ein partur av hús- inum, verða gjørd áskoð- arasessir ul umleið 500 fólk. Sjálvt um sessirnir ikki eru lidnir enn, vórðu teir kortini longu royndir, tá landsliðið spældi í Gundadali sunnu- dagin. B36 húsið er mett at kosta 8,5 mió. krónur, og tað torir B36 væl at seta seg fyri, sigur Kristian á Neystabø. B36 er størsta itréttarfelag í landinum við 32 liðum, og felagið hevur dugað væl at lagt pengar til viks í teimum góðu árunum, m.a. við at skipað fyri últókum, sum hava givið pengar. Væl av fólki hevur eisini verið til dystirnar, sigur hann. B36 eigur framvegis tað gamla húsið, og ongar ætl- anir eru beint nú um at selja. Tann mittasta partin leigar býráðið ul Miðstovn. Hin- um báður hevur B36 ikki brúk fyri, tá nýggja húsið verður ukið í nýtslu. Tað gamla húsið er ótíð- arhóskandi, og tað er eisini alt ov lítið. Tí hevur B36 verið noytt til at leiga seg inn í húsið hjá Fram. Men liðini eru so nógv, at tey fáa ikki verið har øll. Tað eru yvir 300 fólk, sum eru og spæla hvort vikuskifti. Nýggja B36 húsið fer at geva felagnum fleiri nýggj- ar møguleikar. T.d. er neyð- ugt nú at hittast heima, um venjararnir skulu tosa sam- an. Nýggja húsið fer eisini at geva B36 nýggjar inntøkumøguleikar, ti sal- urin er so stórur, at hann kann leigast út. Ikki minst fær nýggja húsið týdning fyri felags- lívið og -arbeiðið. Tað fer at bera úl at samla limirnir, ikki bar til venjingar, men eisini til at pråta og vera saman. Hugskotini um nýggj tltøk eru nógv, sigur Kristian á Neystabø. Tey hava m.a. tosað um at halda fyrilestarar og at geva ung- dóminum fleiri tilboð, m.a. við innandura spølum. B36 ætlar at flyta inn i nýggja húsið á ólavsgku, men væntandi kunnu skifti- rúmini og venjingarhølini takast í nýtslu nakað fyri Olavsøku, sigur Kristian á Neystabø. randi Tveir dreingir í Skúvoy sluppu útrúliga væl, tå teir í gáloysni settu eld á eina tunnu, sum bensin hevdi verið í Spæl kann ver vandamikið. Tað fingu tveir 11 og 14 ára gamlir skúvoyardreing- ir at sanna fríggjakvgldið. Teir spældu aftanfyri nýggja brimgarðin og funnu har eina bensintunnu. Eitt sindur av bensini var í, og tað stoyttu teir í ein tóman mjólkarpakka. Tá tunnan var tóm, funnu teir uppá at seta eld á hana. Við tendrara festu teir í spunslið, og so minnist hvørgin av dreingjunum meira. Annar raknaði við, tá hann varð slongdur ein ella tveir metrar út á sjógv. Tað var hansara bjarging, tí eld- ur var komin í hann. Tað vildi tíbetur eisini so væl til, at hann var í ullintari troyggju - og ikki nøkrum kunstigum. Troyggjan kol- aðist upp í aðrari síðuni. Hesin drongurin slapp við einum minni brunasári á hondini. Hin drongurin slongdist sudureftir frá garðinum. Hann meltaði sær beinið, sveið aðra eygnabrúgvina og fekk hol á vørrina. Hann kom ikki til sín sjálvs, fyrr hann saman við hinum var á veg niðan ul húsini. Dreingirnir vóru so mikið skilagóðir, at teir fóru beina leið niðan til sjúkrasystrina, sum reinsaði sárini og bant um tey. Tann hvølli bresturin av, attunnan sprongdist, hoyrd- ist um alla bygdina. Trýstið í tunnuni hevur verið stórt, tí botnurin er farin langa leið til havs. Skúvoyingar eru skelkað- ir av hendingini og sam- stundis ovfarnir av, at dreingirnir sluppu so at siga snikkaleysir frå spreing- ingini. Og dreingirnir fingu eina læru fyri lívið. randi