Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 70 — 16. apríl 1991 Trolingin innanfyri 12 fjórðingar Hendrik Old, løgtings- maður Broytingarnar benda frægara vegin, men ikki nóg langt fyri at bøta um summarútróðurin sum heild. Í tilmælinum til trolingina á landleiðini í ár vísir Fiskirannsóknarstovan á somu leiðir sum í fjer. Harumframt vísa teir á tervin fyri at loyva undan- tøkum í meskavidd um flatfiskurin, serliga tung- an, skal fáast til heldar og um trupulleikar, sum kunnu standast av ov nógvari hjáveiði av rund- um fiski, skulu vera sum minstir. Fiskirannsóknarstovan mælir til hámark fyri hjá- veiðuni og at veiðast skal við serligum flatfiskatroli. Orðaskifti í fjør um til- mæli frá Fiskirannsóknar- stovuni var drúgt millum feløgini i fjør. Meginfelag Útróðrarmanna hevur aftur í ár latið frætta, at felagið er ímóti allari trol- ing innan fyri 12 og mælir til at nakrir útróðrarbátar fáa snelluloyvi undir Is- landi fyri soleiðis at fáa teir burtur úr trolingini. Fiskivinnuumsitingin miðar eftir at veidd verða tey 1000 til 1500 tonsini av hesum virðismikla flat- fiskinum, sum hon metir verða eitt munagott í- skoyti hjá einum avmark- aðum tali av útróðrarbát- um, men vísir á, við grundarlagi á økini, Fiski- rannsóknarstovan hevur tilmælt, at allar hesar leið- ir ikki verða royndar hvert ár, men at javnvág fæst í royndina millum eystaru, vestaru, norðaru / . pe Átak LL hII% * Í broytta uppskoti landsstýrisins eru loyvdu troltíðirnar hesar: Oki K og Az frá 21.5.- 10.6. og 1.7.-1.8., oki B frá 1.5.-31.5., oki C frá 1.6.-30.6., oki DI frá 1.5.-14.5. og 10.6.- | INT? ER / - 2/5 et: % + (UT K + 2 1945 - "%% [i - 3} H } £ Z - — A2| Ki | | | r / 30.6., oki E og F frá 10.6.-1.7. og 14.7.-1.8., oki G1 frá 20.5.-10.6. og 1.7.-15.7. og sunnaru leiðirnar. Fiskivinnuumsitingin sigur eisini í tilmælinum, at flatfiskurin tó ikki er so javnt býttur millum hesar leiðir, og at veiðan á ymsu økjunum farnu ár eins og ampin av hesi veiðu fyri annan reiðskap, er tikið við í metingunum. Hugsandi er eisini, at neyðugu avmarkingarnar eins væl og økisavmark- ingar sum so, kundu verið framdar við strangari styring av nær økini vóru opin, ásetingum um trolið, lægri hjáveiðuprosenti og færri troltímum yvirhev- ur. Fiskivinnuumsitingin vil loyva 120 mm mesk- aðum troli, at reglur verða ásettar fyri skap og nýtslu og at hjáveiðan ikki má fara upp um 30 prosent. Annars heldur fiski- vinnuumsitingin, at teir bátar, sum í fjer ikki hildu hjáveiðureglurnar, kanska skuldu mist loyvið og at loyvi fyri bátar, sum í ár ikki eru í flotanum, verða inndrigin, og at strembað eigur at verða eftir at fáa loyvini niður á 14 ár og niður á 10 komandi ár — og so heldur royna at út- vega onkrum av hesum bátum ávíst snelluloyvi undir Íslandi. Politiski myndugleikin hevur havt uppskotið fyri, og sum skilst verða onkr- ar smærri broytingar til- mæltar, einamest stytt- ingar av royndartíðini á ymsu ekjunum umframt at innasti geirin av trolek- inum vestanfyri sunnaru helvt av Suðuroynni verð- ur friðaður, somuleiðis partur av innasta geiran- um, eysturúr Fugloynni og Svínoynni eins og inn- asti partur av økinum beint norðan fyri Norð- oyggjum og útnyrðings- hornið av hesum sama eki og lítla H-ekið í útnyrðing úr oyggjunum. Onki er at ivast i, at hesi loyvi hava verið hampu- ligt ískoyti hjá hesum fáu bátum, men um hetta hava eisini aðrir útróðrar- menn sína hugsan og vaksandi talið á smærri útróðrarferum fer neyvan í ár at gera neyðuga býtið lættari. Ein teirra, ið hevur vent sær til blaðið við eini við- merking um trolingina innanfyri 12 fjórðingar í summar, er Henrik Old, tingmaður, sum heldur, at ávísur bati fyri vanliga út- róðurin er í teimum broyt- ingum, landsstýrið hevur mælt til, men at aðrar av- markingar avgjert eru neyðugar, um talan skal verða um munagóðar ábetur fyri summarútróð- urin sum heild. Ólavur W. Høgnesen >Arbeiðsloysið gkist vid 75 fólkum um månadin« skrivaði Dagblaðið á forsiduni mikudagin. Blaðið hevur eisini víst á, at Alma verður sprongd við hetta lag. Og blaðið hevur grein í síni grein. Ikki bert tí blað- ið kann vísa á turr tól, men ti fleiri kjøtilig dómi eru úr bløðunum hesa vikuna. Meinast raktur er sum kunnugt Jóhannes Berg, neyðardýrið, sum varð arb- eiðsleysur í seks stóðum í senn herfyri! Tíbetur hava vit forsorgarlógina. 14. September skrivar leygardagin: >20 ára gamli Jóan Petur Hansen hevur tíkið avleiðingarnar av arbeidsloysinum i Føroyum. Hann fer í næstum til Finnlands at arbeiða<. Men her hevur tann ungi argjamaðurin kanska verið í so fortur. Dimmalætting visti nevniliga leygardagin um ein handil at siga, ið hevði úr at gera við at selja bæði persónbilar og lastbilar. Kanska Jóan Petur skuldi ringt til Jóhannes Berg ... ella heldur stokkið inn á gólvið, tí telefonin hjá Berg er helst slitin. Hósdagin boðaði partafelagsskrásetingin frá í Dimmalætting, at Olaf Olsen var farin frá sum stjóri á P/f Vónini. Men honum nýtist kortini ikki at ganga arbeiðsleysur leingi. Sama dag eru fleiri lýsingar í Dimmalætting: »Dugnalig húshjálp søkist at ansa eftir 5 mør. gomlum barni 6 tímar um dagin< (Klaks- vík) og > Vit sóknast eftir sproytumålara at byrja sum skjótast< (Havn). Eitt sindur óhggligt kanska, men Oddfríður Greger- sen og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava sagt, at fólk skulu taka arbeiði, har tað er at fáa. Tíbetur er >Arb- eiðið til allar hendur«-politikkurin samskipaður. Fyrst ger Svend Aage eina ferðaætlan, ið ger tað so gott sum Ógjørligt at taka arbeiði heimanifrå, og so boðar Ejdesgaard frá, at talan kann verða um viðbót til tey, sum noyðast at flyta fyri at fáa lønararbeidi. Lukkutíð hevur vanligi løntakarin onkran góðan i tinginum eisini. Finnbogi Arge hevur meginpartin av vikuni gjørt lítið annað enn at tala smámansins sak. >Trygdin hjá lønmåttakarunum« var eitt evnið hann hevði frammi og sum Dimmalætting bar víðari hós- dagin. Eg kann lítið ætla, hvussu illir og forargadir handilsmenn og aðrir eru inn á hann! Landsstýrið, ið setti sær fyri at fáa hjólini aftur at mala, hevur nú sett seks bussar. >Merkiligt<, segði drongurin, >tit tosa bara um fólk, sum verða koyrd<. Hvat verður av bussunum er óvist, annað enn at teir fáa upphøgg-ingarstudul úr landskassanum, verða teir seldir fyri minni enn skuldina, sum er í teimum. Kanska Fiskasølan keypir bussarnar og sendir buss- førarar og onnur arbeiðsleys oman gjøgnum Europa sum lid í eini umskúling. 'Marknadarkunning' er sum kunnugt vorðið vorðið eitt gandaorð. So mikið er greitt: bussarnir kunnu ikki standa fyri vág og vind og ongan góðan hava, tí farnu viku varð so gott sum alt fólkið hjá Vaktargarðinum arbeiðs- leyst. Bjarni Thomsen á Vaktargarðinum vildi-ikki vita av fakfelagslimum! Vátt kom eisini í reiðrið millum Thomsen og eigindómsmeklaran Skovsen; hvørjum fakfelag Skovsen var i, er Óvist, men eisini hann varð arbeiðsleysur. Her eru kanska arbeiðsskap- andi møguleikar: ein vaktargarð at verja tey, sum eru í fakfelag. Landsstýrið legði í vikuni fram eitt uppskot, sum kanska fer at vísa seg beinleiðis arbeiðsloysisskap- andi: lóg um ábyrgd landsstýrismanna. Hvussu ar- beiðsskapandi politikkurin annars fer at eydnast, fer tíðin at vísa. Sum er veksur arbeiðsloysið. Eru pol- itisku myndugleikarnir konsekventir, so samtykkja teir bæði fylgisveinasjónvarp og fría nisdrekkasølu. Tordur er ímóti, gamaní. Men hvat skulu tey arb- eiðsleysu gera annað enn at drekka øl og síggja porno, Tordur?