Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 70 — 16. apríl 1991 Iummas Arabo: Okkara uppgåva er at skapa fortreytir, og tað vilja vit gera VØRUMENNING Tosað hevur verið um góðsking í mong ár. Nú má gongd fáast á og hesum vil landsstýrið stuðla. Hetta segði Tummas Arabo, landsstýrismaður í samband við uppskotini um stuðul til vørumenning og keyp av fiski uttanlands til virkingar i Føroyum. Æi Uppskotini fingu annars misjavna undirtóku á tingi Uppskotið hjá landsstýri- num um at stuðla vøru- menning av nýggjum vør- um og at marknadarføra hesar, og uppskotið um at stuðla keyp av fiski uttan- lands til tilvirkingar i Før- oyum hava fingið fyrstu viðgerð á tingi. Jógvan A. Johannesen, úr Javnaðarflokkinum helt tað vera skilagott at lata eingangsstuðul til føroysk flakavirki i samband vid vørumenning, men hann ávaraði ímóti, at stuðul verður latin gllum flaka- virkjum um so er, at talan Landsstýrið um uppskotið um stuðul til vøru- menning á føroyskum fiskavirkjum: Vørumenning gevur tænir bæði flakafólki, virki og samfelagnum sum heild. einans er um at framleiða somu góðskaðu vørurnar. Hann legði dent á, at umráðandi er, at úrvalið av góðskaðu vørunum verður so fjølbroytt sum gjørligt. Javnadartingmadurin tók undir vid, at vit keypa fisk uttanlands til tilvirkingar í Føroyum um hetta kann geva eitt ikast til okkara búskap. -Og sjálvt um keyp og sóla av hesum fiski einans javnvigar, so er tað kortini ein vinningur, tí hetta gevur í øllum fórum meira arbeiði til tey, sum virka á flakavirkjunum, segði Jóg- van A. Johannesen. Ov stór heimild Finnbogi Ísakson úr Tjóðveldisflokkinum helt ikki tað vera beint at geva landsstýrnum so stórar heimildir, sum uppskotið loyvdi. At gera eina roynd til at fáa okkurt í gongd er bera gott, men ansið eftir ikki at brúka pengar uppá hvams vís, ávaraði formað- ur Tjóðveldisflokins. Birgir Danielsen úr Fólkaflokinum legði dent á, at skal talan vera um vørumenning má hon eisini vera meirvirðisskap- andi. Hann mælti til, at studningur bert verður latin í samband við at byggja eina framleiðslu upp. Um keyp av fiski uttan- lands segði Birgir Dani- elsen, at her eiga vit at vera varin og gera eina roynd í avmarkaðum líki. Alment og privat Sambandstingmaðurin Jógvan I. Olsen dámdi einki, at peningurin til hesi endamál skuld: takast av tí sum annars var avsettur sum stuðul ul fiskivinn- una. At landsstýrið skuldi gera av, hver skuldi stuðlast líkaði honum heldur ikki, tí tað kundi føra til vina- og kenningar- politikk. Jógvan I. Olsen helt, at uppskotið um stuðul til vørumenning var at blanda alment og privat Ov nógv saman. Tummas Arabo upplýsti, at sambært uppskotini, kundi landsstýrið játtað tilsamans 40 miljónir til hesi endamál. tór.- Landsstýrið um uppskotið um stuðul til keyp av fiski uttanlands til virkingar í Føroyum: Núverandi landsstyri hevur sama målseting sum hitt fyrra, men metir, at ådurnevnda lóg skundar ov lítið undir eina slíka menning. Mett verður, at tað er ikki nokk bert at geva kilostudning til lidna voru. Harafturímóti verður mett, at stuðul eigur at kunna latast til marknaðarkanningar, vørumenning, ílógur í amboð til góðsking og tíðaravmarkaðan stuðul til vóruútflutning. Tí er neyðugt at gera eina lóg, ið heimilar landsstýrinum at arbeiða út frá hesum stevnumiði, soleiðis at menningarstuðul kann latast í øllum liðum. Ætlanin er, at studulin skal veitast eftir umsókn, og at landsstýrið saman við fiskivinnunevndini í hvørjum einstøkum fyri avger, hvussu stórur stuðul skal veitast. Grundsjónarmiðið er, at menningin skal geva samfelagsligt íkast, og at stuðulin verður eingangs og í øllum fórum tíðaravmarkaður. Semja er um, at veiðutrýstið undir Føroyum er ov stórt, og at fiskastovnarnir eru niðurundirkomnir, soleiðis at veiðumongdin á okkara grunnum nú eina tíð verður munandi minni enn vit eru vanir við. Hetta førir so aftur við sær, at minni arbeiði verður á fiskavirkjum á landi, og umleggingin til at meirgóðska fiskin ikki gongur so skjótt, at økt arbeiðstímatal av hesum ávum kann viga upp ímóti tí minni fiskamongdini, ið kemur upp á land. Tí er neyðugt í eini yvirgangstíð at fáa meiri råvøru til landið aðrastaðni frá. Grundsjónarmið landsstýri- sins er, at innflutt råvøra skal geva eitt sam- felagsligt ikast, og tilføra samfelagnum meirvirði. Tað langsiktaða í, um vit framhaldandi skulu innflyta råvøru til ein føroyskan fiskivinnuídnað kann verða tikin stóða til seinri, men ein slík stuðulsskipan, vil geva eina ábending um, um hetta framyvir kann vera ein gongd leið. Fyribils fer landsstýrið at keypa sjey bussar Landsstýrið vil keyna sjey hussar Føroya Landsstýri verður heimilað landskassans vegna at keypa bussarnar frá teimum busseigarum, sum íkki fáa endurnýggjað sáttmálan við Bygdaleiðir. Soleiðis ljóðar fyrsta grein av lógaruppskot- inum, sum Svend Aage Ellefsen, landsstýrismaður hevur lagt fyri tingið. Í uppskotinum verður m.a. sagt, at landsstýrið avráddi, at koyringin hjá Bygdaleiðum skuldi bjóðast út. Við teimum skerjingunum, sum eru á játtanini til Bygdaleiðir í hesum árinum, er neyðugt at sjey bussar fara úr skipanini nú. Landsstýrið vil eisini hava møguleika til, at siga fleiri upp seinn, um tað verður neyðugt. Landsstýrið ásannar, at tað fyri einstakar buss- eigarar kann gerast ein fíggjarligur smeitur, um sáttmálin ikki verður endurnýggjaður, og tí verður skotið upp, at landsstýrið rindar ein keypsprís, sum er nóg høgur til at hjálpa um hesi fíggjar- viðurskifti. Leingja atløgu- bryggjuna Landsstýrið hevur skotið upp, at lata studning í samband við leingjan av atløgusiduni á Sandi. Undir 8-åra ætlanini eru jåttadar 30 milliónir. Í gerð er víðkan av havnarhyli, leingjan av brim- verju og 75 metrar atløgusida. Hetta arbeiði er metta at kosta 38 milliónir. Hildið verður rimiligt, at 75 metrar verða gjørdir aftrat av atløgusidu, sum er mett at kosta fimm milliónir.