Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 70 — 16. apríl 1991 Pengar fyri at híða Lasse Klein, løgtings- madur, hevur å tingi sett Atla Dam, løg- manni fyrispurning um sokalladu bidi- pengarnar. Tingmaðurin vísir á tað uppskot, Sjálv- stýrisflokkurin legði fram fyri góðum ári síðani um avtøku av bíðipengunum til landsstýris- og ting- menn. Ein samd figgjarnevnd gjørdi greitt, at hesir bíðipengar í ein á- vísan mun vóru rimiligir og at nevndin og lands- stýrið arbeiddu við at broyta lógina. Klein vísir eisini á, at tingið samtykti, at málið skuldi koma aftur á ting í seinastu ólav- søkutingsetu, men enn er eimki uppskot komið. Nú tímir Lasse ikki at bíða longur eftir tí, og vil hava svar. Lasse Eitrandi rusk i ovnin Sosialurin hevur áður skrivað, at stórur partur av tí eitrandi burturkastinum, sum fer niðan á brenni- støðina á Sandvikar- hjalla, fer beinleiðis í ovnin. Hetta átti annars at verið skilt frå. Jéannes Dalsgaard, ungmadur hevur ti spurt landsstyris- manninum i um- hvørvismålum, Svend Aage Ellefsen hvat landsstyrid ætlar at gera fyri at forda hesum. Jéannes Dalsgaard visir å, at henda mannagongd kann hava sera vandamiklar avleidingar vid sær fyri fólk um um- hvørvi. Gongd á aftur skipasmiðjurnar Sáttmálaveðhaldsgrunnur skal setast á stovn fyri at fáa fleiri nýbyggingar Landsstýrið ger nú eina roynd at fáa gongd aftur á føroysku skipasmiðjurnar. Fríggjadagin legði Tummas Arabo, lands- stýrismaður nøkur uppskot á ting sum miða ímóti, at skipasmiðjurnar fáa meira at gera. Eitt av uppskotunum er, at settur verður á stovn ein sáttmálaveðhaldsgrunnur. Tá málið varð lagt fram segði Tummas Arabo, at torført hevur verið at fingið nýbyggingarsáttmál- ar til føroyskar skipa- smiðjur. Ein av vansunum hevur verið, at keyparar ofta krevja trygd fyri, at skipasmiðjan er før fyri at lúka ein sáttmála. Fyrr var tað landskassin, sum gav slík veðhald, men í samgonguskjalinum er avtalað, at landsstýrið saman við fíggjarstovnum skal skipa fyri eini veð- haldsskipan. Ein nevnd skal stýra grunninum og tað verður hon, sum í hvørjum ein- stókum føri ger av, um veðhald verður latið. I viðmerkingurm til uppskotið sigur landsstýrið m.a., at nevndin skal regluliga verða kunnað um gongdina í teim ymsu byggimálunum. Ætlanin er at seta grunn- BNT VANSI í SORT TAKE RE R SSFáRNRA 5 in á stovn nú í summar. Umbyggja farmaskip Eitt annað uppskot við- víkjandi skipasmiðjunum er at veita stuðul til um- bygging av farmaskipum. Sum er, kann stuðul bert verða latin til nýbygging. Landsstýrið sigur, at fyrispurningar eru komnir til føroysku skipasmiðjur- nar um umbygging av fremmandum farmaskipum og um umbygging av fiskiskipum til "supply"- Skip. Somuleiðis hevur lands- stýrið nú skotið upp, at lata stuðul til at umbyggja føroysk fiskiskip til út- flutnings ella útlendsk fiskiskip. Hetta verður gjørt sum ein roynd til 31. desember 1992. Eins væl fyri og aðrar skipasmiðjur Nú áhugin at byggja skip er minkaður er umráðandi hjá føroysku skipasmiðju- num at vera kappingarførar eisini tá tað snýr seg um annað enn skip. Tað heldur landsstýrið og hugsar m.a. um útgerð til alivinnuna. Tí hevur landsstýrið skotið upp, at lata føroysku virkjunum lætta í innflut- ningsgjøldunum av tilfari til alivinnuna. Millum annað tilfar til aliringar, alibúr, flotbrýr og alibátar. tór.- Tummas Arabo, lands- stýrismaður við eini hjálpandi hond til fór- oysku skipasmiðjurnar Ein sáttmálaveðhalds- grunnur hjálpir skipa- smiðjnum til at fáa fleiri nýbyggingarsáttmálar, heldur landsstýrið Á PI: Tif. 19890 GOLVSLIPING bíligari, Skjótari, minni stev, meiri vitan GÓLVTÆNASTAN ríska Lisbeth L. Petersem, løgtingskvinna hevur sett Jógvani Sund- stein, varaløgmanni fyrispurning um P- talið. Løgtingskvinnan spyr hvat hent er vid P-talinum, og um landsstyrid framvegis ikki ætlar at halda légina um almennar skråir. Lisbeth L. Petersen vísir á, at lógin um almennar skráir, og harundir nýtsla av P- talinum, varð sett í gildi í 1983 í samband við samtíðarskattin. I 1987 vóru broyt- ingar gjørdar i skattalógini eins og i lógini um almennar skráir. Tá varð álagt peningastovnunum at nýta P-talið í samband við upplýsingar til skattamyndugleikarna r um bankakonti. Politisk ósemja stóðst av málinum, og landsstýrið gjørdi tí av, at útseta nýtsluna av P-talinum til januar í ár, men síðani tá er einki hent, Sigur løg- tingskvinnan. Hon leggur aftrat, at pen- ingastovnarnir hava nú í fleiri mánaðir hava havt skyldu til at nýta P-talið, men hava kortini ikki gjørt tað.