Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 70 — 16. apríl 1991 Mótmæli móti Dounreay -Hvørji tiltøk hevur landsstýrið framt til tess at seta í verk samtykt løgtingsins: Føroyskt mótmæli móti bygging av verki til endurvinnan av kjarnorkubrennievni í Dounreay i Skotlandi? Hendan fyrispur- ning hevur tingmað- urin Jóannes Dals- gaard sett Jógvani Sundstein, varaløg- manni. Jóannes Dalsgaard visir å samtyktirnar frå umhvørvisnevnd- ini, sum løgtingid samtyku í 1988. AT áleggja lands- stýrinum at virka ímóti ætlanunum í Dounreay, eitt nú við at landsstýrið tekur upp aftur hetta mál í Norðurlanda Ráðnum eins og yvirfyri donsku og bretsku stjórnini. AT landsstýrið tek- ur upp samband við hini norðuratlantisku samfelggini til tess at samskipa hetta mót- mæli AT sjóngvurin kring Føroyar og luftin javnan verða kannað fyri geislavirkni AT gjørd verður ein tilbigvingar- og bjargingarætlan, at seta i verk, um so er, at kjarnorkuvanlukka skuldi hent, og AT tryggja Føroy- um åvaringarskipan, um so er at ein kjarn- orkuvanlukka skuldi hent vid vanda fyri føroyska samfelagið. Tingmadurin vísir á, at nú eru tvey år liðin síðani hetta var samtykt í tinginum og síðani er tað hent, at bretsku myndugleik- arnir hava kunngjørt nýggja og meira vítt- fevnandi ætlanir um goymslur til geisla- virkið burturkast í havbotninum. Jóannes Dlasgaard leggur dent á, at tað er sera umráðandi fyri okkara trygd, at løgtingssamtyktin verdur sett i verk. Sall Allir pensionistar kunnu nú fáa bjálvingarstuðul Verður uppskot lands- styrisins, sum Jóannes Ei- desgaard, landsstýrismað- ur, legði fyri tingið fríggjadagin samtykt, hava allir pensionistar møgu- rå leika til at fåa bjålving- arstudul. Fyrr var tað so, at ogn og inntøka vóru avgerandi fyri um pensionistur fekk hendan stuðul ella íkki, Bilarnir verða biligari Landsstyrid vil seta gongd å aftur bilasøluna. Fyri landsstýrið hevur Jógvan Sundstein, lands- stýrismaður lagt uppskot á ting um at broyta skráset- ingargjaldið. Sagt verður, at síðani bilasglan í 1987 var í hæddini, er hon minkað í tílíkan mun, at landsstýrið heldur, at talið av nýskrásetingum er í minna lagi. I 1985 vóru skrásettir 1761 bilar, í 1986: 2417, í 1987: 2710, í 1988: 2505, í 1989: 1359 og í 1990: 509. Einki bendir á, at talið verður hægri í ár enn tað- var í fjør. Í viðmerkingunum til uppskotið sigur landsstýrið m.a., at tað kunnu vera nógvar orsgkir til, at talið á skrásetingum er fallið so nógv tey seinastu árini. Ein orsøk, sum hevur verið nevnd er, at skrásetingar- gjaldið hevur verið ov høgt sammett við londini uttan um okkum. Men tað heldur landsstýrið ikki vera beint. Broytingina, sum lands- stýrið skýtur upp er, at framyvir skal skráseting- argjaldið roknast í mun til eginvektina á bilinum og ikki sum nú í mun til totalvektina. Við hesi broyting verður skráset- ingargjaldið umleið 7.000 krónur lægri. Sum nakað nýtt í lógini verður skotið upp, at bilar við stongsulsfríum brem- sum, sleppa 2.000 krónur bíligari í avgjaldi. Brúkt motorakfør, sum verða innflutt, sleppa eisini nakað bíligari enn nú, og sokallaðu veteranbilarnir - t.v.s. bilar, sum eru eldri enn 30 ár, sleppa heilt undan skrásetingargjaldi. tor.- men nú er einasta treyt, at vidkomandi er pensionist- ur. Hin broytingin er, at eftir uppskotinum kemur Húsa- lánsgrunnurin at umsita KRISTILIGI FÓLKAFLOKKURIN? FØROYA FRAMBURDS- OG FISKIVINNUFLOKKUR At brotið hevur í bæði borð hjá Kristiliga Fólkaflokkinum F F F, hevur ikki verið nakað dulsmál. Onkur hevur ti gitt, um ein bókstavur fór at koma aftrat tí annars prúða navni floksins, ella um onkur kanska datt burtur ímillum. Men hetta er í løtuni eitt ivamål, sum skilst. Tá flokkurin kom í tin fríggjadagin vóru allir bókstavar har teir skuldu vera, men eitt s flokkurin er. Sig so... lógina og ikki Almanna- stovan. Í dag hava umleið 3.500 húski møguleika at fáa bjálvingarstuðul, men eftir uppskotinum fáa um 5.000 húski hendan møguleika. Umleið 80 søkja um bjálvingarstuðul árliga. Í fjør fekk grunnurin 83 umsóknir harav helming- urin vóru játtaðar. Árliga hava verið stív- liga tvær milliónir latnar úr grunninum. Tilsamans eru um 15 miljonir í bjálving- argrunninum. tór.- stýrið vil nú seta gongd aftur á bilasøluna gið við einum uppskoti purnartekin var sett við hvussu kristiligur Fleiri myllur? Hverjar itøkiligar æt- lanir hevur landsstýrið viðvíkjandi vind- mylluorku í Føroyum, og kann roknast við, at farið verður av álvara í gongd at troyta hesa orku- keldu? Hendan fyrispurning hevur Tordur Niclasen, løgtingsmadur sett Svend Aage Ellefsen, orkumálaráðharra. Tordur Niclasen vísir á, at SEV hevur einkarrætt til elframl- eiðslu, og hevur gjørt stórar iløgur til út- bygging av nátúrligu orkukeldu, sum vatn- orkan er. Hendan út- bygging er enn ikki liðugt og haldast skal fram í Eysturoynni. -Elprisurin i Føroy- um er sera høgur, og tí átti landsstýrið at hugsa um at so bílig orka sum gjørligt í stórri mun kom at verða tók, heldur ting- maðurin. Nærvarp í Føroyum? Løgtingsmadurin Tor- dur Niclasen hevur sett Maritu Petersen, landsstyriskvinnu fyrispurning um hvør- jar ætlanir landsstýrið hevur við nærvarpi og nær væntast kann, at loyvi av tílíkum verð- ur givið. Hann vísir á, at í grannalondunum fer ein ávís demokrat- isering fram á hesum øki, og alt fleiri sokallað nærvarp eru farin at virka. Tingmaðurin sigur, at fleri einstaklingar og feløg hava í fleiri ár havt ætlanir um lokal- og nærvarp, og hesir bíða enn í tolni.