Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. apríl 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 70 — 16. apríl 1991 Skulu duga at koyra í myrkri Efur nýggju reglunum fyri koyriskúlar, skulu æmingarnir fáa venjing í at koyra í myrkri. Og að er av góðum grundum ikki gjørligt um summarið. Ti hevur landsstýrið skotið upp, at teir næming- ar, sum fáa upplæring um summarið, skulu fáa eitt tyribils koyrikort, sum skal umbýtast við eitt varandi kort, tá teir, tá veturin kemur, hava fingið ta neyðugu venjingina í myrkakoyring Bygdamenning Kristiligi Fólkaflokkurin hevur á tingi skotið upp, at veittur verður serligur stuðul til flakavirki í út- jaðaragkinum. Flokkurin mælir til, at lata flutningsstudning og landingarstudning. Í viðmerkingunum til uppskotið sigur flokkurin m.a. at flakavirkini í útjaðaragkinum hava serligar trupulleikar at dragast við. Higartil hevur studningur verið givin til tær eykaútreiðslur, sum standast av at flyta fiskin til útflutningshavn. Hugsandi fer ein miðsavnan í flaka- og fiskavirkisidnadinum í stórri mun at gera seg galdandi soleiðis, at meir av råvøruni endar á teimum størru flakavirkjunum. Flokkurin heldur ti, at tað av bygdarmenn- ingarpolitiskum orsøkum verður neyðugt at gera stórri mun á útjaðaraflakavirkjum og ødrum virkjum, enn higartil hevur verið gjørt í samband við studningsskipan. Sambandsflokkurin á tingi: Privatiserið tryggingina Tryggingarsamtakið skal fyrst verða býtt upp i tveir javnstórar partar og síðani privatiserast Sambandsflokkurin er 6- nøgdur við verandi trygg- ingarskipan, og hevur enn einaferð tikið hetta mål fram á tingborð. Fríggjadagin legði Finn- bogi Arge vegna Sam- bandsflokkin uppskot á ting sum miðar ímóti at privatisera Tryggingarsam- bandið Føroyar. Uppskotið snýr seg um at áleggja landsstýrinum at leggja uppskot fyri tingið um nýggja tryggingar- lóggávu, sum avtekur einkarrættin soleiðis, at frí kapping verður á føroyska tryggingarmarknaðinum. Tó skal treytin verða hon, at peningur, vunnin av tryggingarvirksemi í Føroyum, verdur verandi i landinum. Sambandsflokkurin held- ur, at samstundis sum einkarrætturin verður av- tíkin, verður Tryggingar- sambandið við gllum sín- um deildum umskipað soleiðis, at tvey javnstór feløg, sum verða tillutað hvør sína helvt av egin- kapitalinum, koma at kappast hvør í móti gðrum á gllum tryggingargkjum uttan at fáa loyvi til at gera kartelkendar avtalur og uttan at fáa loyvi til at leggja saman. Tá hetta er gjørt, skulu hesi bæði tryggingareløg- ini komandi 20 árini stigvist privatiserast so- leiðis, at 5% av parta- peninginum verdur bodin út til sólu á hvørjum ári. Einki einstakt felag ella feløg við sama eigara kunnu ongna sær meira enn 10% av samlaða parta- peninginum. Sambandsflokkurin held- ur, at tænastustødid er ov vánaligt, og hesum hevur tørvandi kappingin skyld- ina av. tór.- Fleiri verur longri opid Uppskotið um afturlatingartíðir fyri handlar liggur nakað miðskeiðis millum verandi lóg og praksis Fyri landsstyrid hevur Tummas Arabo, lagt upp- skot á ting um at broyta afturlatingartíðirnar fyri handlar. Uppskotið liberal- iserar afturlatingarlógina og loyvir gllum handlum at hava opið eitt ávíst tímatal út um tær upp- latingartíðir, vit hava í dag. Við hesum ber eisini til hjá sølubúðum, bakaríum og bensinstóðum at hava stórri úrval, enn loyvt er til í dag. Vanligu handlarnir fáa eftir uppskotinum hjá landsstýrinum loyvi til at hava opið gerandisdagar frá kl. 7 ul 17.30 og leyg- ardag til kl. 14. Harum- framt hava teir loyvi til at hava opið 6 1/2 tíma um vikuna. Hin einstaki handilin ger sjálvur av, nær hesir tímar verða lagdir. Tó kunnu teir ikki leggjast sunnu- og halgi- dagar, mánadag til fríggjadag eftir kl. 20 ella leygardag eftir kl. 14. Kioskir sum vanligir handlar Tað hevur leingi verið greitt, at handlandi eru farin langt út um mark hvat kunngerðin um aftur- latingartíðir sigur. Hetta fekk Keypmannafelagið til at leggja málið fyri fútan, sum saman við lands- stýrinum gjørdi eitt upp- skot til broytingar. Upp- skotið, sum landsstýrið nú er komið við, er tó víð- gongdari. Eisini løgreglan hevur kannað spurningin. Frá- greidingin frá løgregluni visir, at næstan akkar kioskir og bensinstødir hava selt vanligar vørur. Haraftrat hava fleiri handlar selt vørur sinar uttan fyri afturlatingartíð við at kalla ein part av handlinum kiosk. Landsstýrið sigur seg vóna, at uppskotið er ein rímilig og rættvís loysn mótvegis øllum handlum. Utbygging av lands- sjúkrahúsinum Jóannes Dalsgaard, løgtingsmadur hevur Jóannesi Eides- gard, landsstýris- manni í heilsu- og almannamálum fyri- spurning á tingi um hverjar ætlanir lands- stýrið hevur í sam- band við útbygging og nútímansgerð av landssjúkrahúsinum. Tingmaðurin sigur, at landsstýrismaðurin hevur á almennum fundi upplýst, at landsstýrið hevur steðgað projektering- ini av útbyggingini av landssjúkrahúsinum. Av ti, at hesi tíðindi kunnu skapa Otrygg- leika um ta útbygging av landssjúkrahús- inum, sum løgtingid hevur samtykt, verður spurningurin settur landsstýrinum, sigur Jóanes Dalsgaard í fyrispurningi sínum. Vil avtaka ítróttar- veddingina Sambandsflokkurin hevur skotið upp, at avtaka lógina um føroyska ítróttarvedd- ing. Løgtngid samtykti í 1983 lóg um føroyska ítróttarvedding hendan hevði ikki langt lív lagað. Hon er dottin burtur fyri mongum árum síðani. Hetta vísti Jógvan I. Olsen, løgtingsmadur á og legði aftrat, at áðrenn lógin um føroyska ítróttarvedd- ing kom at galda, kundu føroyingar søkja um stuðul frå danska veddingar- grunninum. Men við føroysku veddingini stedgadi hesin danski studul, sum ikki var so litil. I 1984 véru 35.000 krénur til- lutadar føroyingum til vælgerandi endamál. Stjórin á Dansk Tipstjeneste hevur áður sagt, at føroy- ingar aftur kunnu fáa stuðul úr danska grunninum um lógin um føroysku vedd- ingina verður avtikin. Tí heldur Sam- bandsflokkurin, at hetta eigur at verða gjørt, so vit aftur kunnu fáa okkara lut í danska veddingar- grunninum. sett men