Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. apríl 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SKR Má A 3 spindeDladg Abyrgdarbladstjéri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Randi Jacobsen - Térfinn Smith - Utgevari: — P/f Sosialurin Bustadur Argjavegur 26 Postadressa: a 76 Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen Uppseting: P/f Sosiaturin F Argir Teller 472 vn Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard Prent P/t Pressan 1981 Telefon: 11820 eletax: Handaligu útbúgvingarnar ENDALIGA sær nú út til at okkurt fer at verða gjørt til at fjølga um út- bugvingarmøguleikar okkara ungu. SERLIGA verður hugsað um tey 16- 19 ára gomlu, sum kanska ikki fara á HF-, studenta- ella handilsskúla og sum sostatt higartil nærum bert hava havt tilvildarligt arbeiði at fella á, hava tey ikki fingið eitthvort meira handaligt lærupláss. HESI seinastu, so týdningarmikil tey annars eru fyri víðari fram- leiðslufgri okkara, hava ikki verið ov mong, og mongu virkishurðar- nar, sum tíverri hava verið aftur- negldar í seinastuni, hava ikki júst bøtt um møguleikarnar hjá hesum læruleitandi ungu. EISINI er tað tíverri so, at fleiri, sum bert eru komin ávegis við læruni, nú ikki fáa gjørt seg lidnan. Hver tíð man hava sítt at bera sínum ung- dómi, og í so máta man okkara dómur yvir okkara ungu ikki vera so nógv ødrvisi, men hóttarfoll í læru hjá hesum, sum mangan eftir bit og slit hava sett sær nakað skila gott fyri, kemur teimum sjálvsagt illa við. AT tjóðveldisflokkurin hevði hesi í huga við uppskoti sínum, eiga teir tøkk fyri, men ivi er heldur ikki um at neyðugt er at taka til álvarsliga viðgerð øll skúla- og læruvidur skifti, einamest fyri nevnda aldurs- bólk. VIT hava annars havt alla orsek til at fegnast um stóru framstigini, hend eru innan føroyska skúlaverk- ið, serstakliga at útbúgvingar okk- ara mestsum allar nú eru viður- kendar og mettar javnbj6dis likn- andi útbúgvingum í grannalondum okkara. ANNAÐ er so tað, at vit enn íkki eru rokkin á mál við handaligu útbúgv- ingunum, sum, um tilbodini her vóru fleiri og tryggari, ivaleyst høvdu minkað um tilgongdina til aðrar útbúgvingar — einamest HF-, students- og tær umsitingarligu og handilsligu. Alt gott um hesar út- búgvingar, men so neyðugar tær annars eru, kunnu tær í sjálvum sær ikki longur rættvísgerast sum tær, ið mest skal fjálgast um, um fram- leiðsla okkara ikki kann starvsseta hetta væl útbúna handils- og umsit ingarfólk STØRSTI eftirbátur okkara útbúgv ingarliga er uttan iva tann handaliga og tekniska annars. Ikki tí teknisku skúlarnar hava vit so góðar sum ongantíð, men ikki á nøkrum økjum er neyðugari alla tíðina at hava skip aðar eftirútbúgvingar, so tekniski seg fram í dag. Annað vandamál er sum skjótt framburðurin hevur nevnt samantengjanin av meistara læru — so góð henda annars er við møguleikarnar fyri yvirhøvur at fáa eina handverksliga/tekniska út- búgving. SKAL talan vera um »yvirfram- leiðslur av útbúnum ungdómum, so er frægari at javnvåg í so máta fæst millum hesar og tær handils- ligu og umsitingarligu. VÓNANDI koma vit ongantíð í hes- um landi hartil, at vit ikki longur me- ta góðan skúlaskap — fyri oll — sum eina av bestu iløgum okkara, men tess minni vit gáa eftir veruliga tørvinum, tess skjótari kunnu tær afturhaldsmaktir, sum so íðiliga tala fyri ødrum og »privatari skulalag«, fåa vidhald til teirra samfelags- syndrandi ætlanir. TIDIRNAR eru ikki tær bjartastu, men just ti er alneyðugt, at tann av okkara ungdómi, ið ikki veit sær nøkur livandi råd útbúgvingarliga, nu veruliga fær tatan av, at bruk sanniliga er fyri honum — ikki minst i teirri vinnu, sum antin so ella so skal fáa samfelagið á beint aftur. - Í ME spsigaley 6 > [ Q R > > Á 9 (62 N Ss > Ein byrjan A I Sama gerð vid uttanlands- skuldini Dagblaðið fegnast um, at bilarnir nå verda biligari: Endamál landsstýrisins við lógaruppskotinum er, at fáa eina ávísa gongd á aftur bilasøluna, sum er fullkomiliga uppsteðgað, og at gera bilarnar nakað bíligari. Eisini er komandi lógin munandi rættvísari enn tann gamla. Tey fyrstu góðu tidindini í lógaruppskotinum eru, at í framtíðini verður vekt- gjaldið á bilum ikki roknað av totalvektini, men av eginvektini. Tey ringu tíðindini í hesum sambandi eru, at vektgjaldið verður hækkað. Men kortini merk- ir hetta, at meðalbilar verða um 7.000 krónur bíligari. Fyri hann ella hana, sum evur í hyggja at keypa sær nýggjan bil eru hetta tvaleyst sera góð tíðindi. Fagnaðarrómurin í Dag- blaðnum samsvarar tó ógvuliga illa við tað hetta blað og flokkur tess hava júkað í nærum try ár um uttanlandsskuld og hall á gjaldsjavnanum. Men, sum skilst, so kunnu flokkar eisini broyta stóðu. Kemur ikki gongd á samfelagshjólini, kemur kanska gongd á bilhjólini um ikki annað. Ov góðtrúgvin mótvegis banknunum Dimmalætting endurgevur í gjár danska sosialdemo- kratiska fólkatingslimin Ole Espersen: , Tad er alt ov lætt hjå peningastovnunum at vaska svartar pengar hvít- ar, og vanliga eru pen- ingastovnarnir alt ov duldarfullir, tá samanum kemur. Hetta sigur Ole Esper- sen, fólkatingslimur við EF-avísina hjá Børsen. M.a. sigur hann, at Danmark átti at tikið við læru úr Frankaríki, har bæði starvsfólk og nevnd kunnu verða revsað, um tey eru vitandi um inn- komnan pening, ið stavar frá kriminellum virksemi. Serliga verpður hugsað um pening, ið stavar frá sólu av narko. Ole Espersen heldur, at allur tann trúnaður, sum áliggur peningastovnun- um, er alt ov yvirsdrivin. Myndugleikarnir bæði í Danmark og í Norðan- londum sum heild verja peningasterkar fyritókur alt ov nógv, bara ti teir hava hesar sum við skifta fólk. Tad er nevniliga ikki líka mikið, hvar innsetti pen- ingurin stavar frá heldur hann. Hóast pengar ikki lukta, so skal rættvísi galda, heldur Ole Esper- sen. Ivaleyst vert at tikið til umhugsunnar eisini í Føroyum hóast vit neyvan hava tað stóra av norko- pengum standandi inni í føroyskum peningastovn- um. Men hvor hevur ikki hoyrt um allar miljónirnar í "eginpeningi" sum verða fluttar á eina konto fyri ein dag - bert fyri at lumpa landsstýrið? Dagin eftir eru tær horvnar sum dogg fyri sól. Og man rentu- spekulatiónin hava verið so lítil sum peningastovn- arnir hava vilja verið við? Landsstýrið hevur lag! Heirt uppskot á ting Seimastu dagarnar. Nøkur av hesum up; skotum miða beinleiðis ímóti, at skapa meira arbeiði í landinum. O tað er hart tiltrongt. Vit kunnu nevna m.o. uppskouð um stuðul til íløgur í samband við vørumenning á fiska- virkjum, stuðul til at keypa fisk at tilvirka í Føroyum, såumålaved- haldsgrunn í samband við føroyskt skipasmíð, stuðul ul at umbyggja larmaskip og at gera amboð til eitt nú alivinnuna o.s.fr. Við hesum vónar landsstýrið at fáa sam- felagshjólini aftur at mala. Sum Tummas Arabo, ídnaðarmálaráðharri eisini segði, má tað vera landsstýrisins uppgáva at skapa fortreytir fyri vinnulívinum, og so er bert eftir at vóna, at vinnulívið sjálvt er búgvi at taka upp- gávuna á seg. Vit hava tosað um góðsking av fiskavørum í mong ár. Nakað áleiðis eru vit komin, men ógvuliga stutt. Nú er tosað nóg mikið, nú má farast í gongd. Uppskotini frá lands- stýrinum eru í hvussu er ein positiv byrjan.