Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. apríl 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 71 — 17. april 1991 Framvegis - Lønardeildin hjá Landsstyrinum brúkar vána- liga undanførslu fyri ikki at skriva undir sáttmála við okkm, sigur Henning Christensen, formaður í Fóroya Pleygarafelag Síðan fyrst í januar mánaði hava lønardeildin hjá lands- styrinum og Føroya Pleyg- arafelag togast um såttmåla- viðurskiftini hjá røktarun- um. Samráðingarnar um sáttmálan vóru í fjør, men framvegis er eingin sáttmáli undirskrivaður. Tað nýggjasta á málinum er, at lønardeildin krevur greiðu á viðurskiftunum hjá sjey pleygarum, sum eru danskir tænastumenn, áð- renn nakar sáttmáli verður undirskirvaður. Taðeru teir, sum hava verið longst pleygarar. - Tað er vánalig undan- førsla, og hetta kann lønar- deildin ikki loyva sær, held- ur Henning Christiensen, formaður í Føroya Pleyg- arafelag. Føroyska felagið hevur ikki samráðingarrætt vegna pleygararnar, sum eru tæn- astumenn. Teir eru limir í sínum danska felag. Tað veit lønardeildin, og tað verður ikki gðrvísi, sigur Henning Christensen. Hetta er blivið til eitt stríðsmál, tí lønardeildin vildi ikki góðtaka, at teir sjey pleygararnir skulu fylgja donskum reglum um, atarbeiðstíðin er farin niður um 40 tímar um vikuna. Nú er hon 38 tímar um vikuna. Arbeiða menninir 40 tímar, skulu teir hava yvirtíð fyri tveir tímar, sigur pleygara- felagið. Og á tann hátt er komin ein upphædd uppá 150.000 krónur, sum felagið sigur landsstýrið skylda monnunum. Henning Christensen heldur tað vera nógv fyri, at hetta skal forða fyri, at sáttmáli kann gerast. Felagið hevur nú vent sær til danska felagið og til búskaparmálaráðið og sagt, at kunnu tey ikki tryggja teimum sjey pleygarunum síni rættindi, mugu pleyg- ararnir bara fáa eftirløn ella annað tænastumannaar- beiði. Henning Christensen heldur tað vera løgid, at lønardeildin = ikki vil boyggja seg fyri kravinum. Tí sama lønardeild mót- mælti ikki, tá fimm pleyg- arar fóru úr pleygarafel- agnum fyri at lima seg inn í sjúkrahjálparafelagið. Tað felagið hevur ikki samráð- ingarrætt fyri pleygararnar, men landstýrið góðtók tað kortini. Hetta hevði við sær, at pleygararnir fóru umleið 1500 krónur upp i løn. Tá segði lønardeildin einki, sigur Henning Christensen. randi Stóran skaða Ein ungur klaksvíkingur fekk mánadagin álvars- ligan løst, tå hann varð ákoyrur av bili, ið koyrdi skilaleyst Óhappið hendi beint eftir klokkan fýra mánadagin. Ein 26 ára gamal maður kom á prutli eftir Biskups- støgøtu og skuldi tvørtur um Klaksvíksvegin, tá ein bilur við nógvari ferð kom suður efur Klaksvíksvegnum og rendi beint á prutlið. Maðurin á prutlinum varð slongdur langt og varð tveittur ímóti gamla kirkju- garðinum. Til alla lukku hevði hann fallhjálm, tí høvdid brast í. Fallhjálm- urin kundi tó ikki verja høvdid fullkomiliga. Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið við skaða í høvdinum og við lærbroti. Hann liggur í resperatori, upplýsir Landssjúkrahúsið. Karsten Hansen, sýslu- maður í Klaksvík, sigur, at alt bendir á, at bilurin koyrdi viðskilaleysari ferð. Bremi- sporini eftir bilin eru sera long. Bilurin koyrdi eisini eitt langt petti eftir at hava rent á - vid prutlinum hang- andi á. Hetta er ikki fyrstu ferð, at sami bilførari hevur rent á við nógvari ferð. randi Yvonna Haase, forkvinna í Stuðulsfelagnum hjá ÍSB. Mynd: Kalmar ÍSB fekk rimmar kekk Stuðulsfelagið hjá ÍSB, ítróttarsambandi teirra brekaðu, er eitt virkið felag. Seinasta sunnudag hevði felagið aðalfund, og á fundinum handaði forkvinnan, Yvonna Peter- sen, Jón á Steig umboð HÚSAGLUGGIN Gluggin til ta foroysku fa- miljuna. Sera smidligur og lættur at handfara. Ramma karmur og beslag 100 mm breitt. Stødd eftir ynski Tilboð givið óbindandi. Biligari og betri. vindeygu | - uthurðar r - sitanhurðar 370 MiQvagur - Tif. 32411 . Teletax 33073 fyri ÍSB, ein kekk uppá Í nevndini fyri Stuðuls- 70.000 krónur. felagnum stóðu Yvonna Hetta er peningur sumer Petersen, forkvinna fyri innkomin við bingospæli, vali, hon varð afturvald, og hann kemur á eitt turt = somuleiðis Elisabeth Haa- stað, nú eisini ISB er rakt. se av fíggjarligu kreppuni í jústinus landinum. V4-tølini i dråtti nr. 887 13. april 1991 Tølini: 93 — 33 — 37 — 92 — 43 — 97 — 16 — 1 65 — 81 0 — 94 76 — 25 73 Vinningur: 55.265,- kr. 19. Vinnarar: Ein i Vestmanna. Eykavinningin vann Nyggjavegi 12, Klaksvik. | Kvinnuhúsfelagið | Limafundur í KFUM 1. og 3. hóskveld í mánaði- | num kl. 20.00 | Andreas Sundskarð., Fundur um: Rusdrekkamålid Í kveld skipar Suður- streymoyar Javnaðarfelag fyri fundi um nógv um- talaða rúsdrekkauppskot- ið,- ella sum málið eitur á tingi: Løgtingslég um inn- tlutning og sølu av rús- drekka. Fundurin verður í felags- hølunum á Argjum - Argjavegur 26 - kl. 19.30. Tað var Marita Petersen, løgtingskvinna, sum vegna landsstýrið legði uppskotið á ting, og verður hon eisini við á fundinum og greiðir frá uppskotinum og hví hon er komin við tí. Undir framløguni á tingi segði landsstýriskvinnan, at málið var ikki at rokna sum flokspolitiskt. Hetta vísti seg eisini tá málið var til viðgerðar á tingi í gjár. Sum í ødrum flokkum, er ungmanningin hjá Javnað- arflokkinum ikki á einum máli í rúsdrekkaspurning- inum. Ein teirra, sum ikki er serliga fegin um upp- skotið hjá partakvinnuni er Jørgen Thomsen. Jørgen verdur eisini vid å fund- inum, og fer at siga sina meining um tað. Annars er øll ting- og landsstýrismanning Jav- naðarfloksins boðin til fundin. tór.- Jørgen Thomsen, løgtings- maður, er meira ivasamur um broytingina Marita Petersen, lands- stýriskvinna, legði upp- skotið fram.