mikudagur 17. apríl 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jógvan Sundstein, varaløgmadur, vil hvørki hava
landsstýrið ella Almannastovuna at umsita ar-
beiðsloysistryggingina
Tit hava drigið
Fólkaflokkin
eftir oyrunum
- Í spurninginum um ar-
beiðsloysisstuðul, segði
Niels Pauli Danieslen og
ynskti Javnaðarflokkinum
tillukku við tí.
-Rætt er tað, at landsstýrið hevur sett nevnd at
kanna spurningin um arbeiðsloysistrygging.
Nevndin er eisini farin til arbeiðis, men fyri mítt „ |
viðkomandi kann eg bert siga, at tað verða hvorki
Almannastovan ella landsstýrið, sum fara at
umsita eina tílíka skipan, men partarnir á
arbeiðsmarknaðinum.
Hetta var svarið Jógvan Sundstein, fíggjarmála-
ráðharri gav Niels Paula Danielsen til lukkuynski
hesin gav javnaðarflokkinum.
Orðaskiftið fór fram í samband við uppskot
Sjálvstýrisfloksins um at umskipa stuðulsveiting-
ina tl arbeiðsleys frá Almannastovuni til
kommunurnar at fyrisita.
Um spurningin um arbeiðsloysisstuðul segði
Vilhelm Johannesen, at Javnaðarflokkurin var fyri
arbeiðsloysistrygging, men hann helt ikki, at vit í
tí sambandi áttu at hava alt ov neyv faklig mørk.
“ Um uppskot sjálvstýrisfloksins segði javnadarting-
maðurin, at vit eiga at hava í huga, at vit hava eins
nógvar kommunur í Føroyum sum statir eru í
USA. Nógvar av kommununum eru so smáar at
tær hava als ongan møguleika at umsita eina tílíka
skipan.
Ræðandi tgl
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í arbeiðs-
marknaðarmálum helt fyri, at tølini á arbeiðsleys-
um vóru ræðandi.
-Sjálvandi áttu vit at fyrireika eina arbeiðsloysis-
skipan í teimum góðu árunum, men tá hugsaðu vit
helst, at arbeiðsloysið var nakað bert onnur høvdu.
Landsstýrismaðurin vónaði, at nevndin,
landsstýrið hevur sett at kanna spurningin, verður
liðug skjótt, so uppskot kann leggjast fyri tingid á
Olavsøku.
tór.-
Nr. 71 — 17. apríl 1991
Eftir øllum at dýma verður
rætturin at sjónvarpa demo-
kratiseraður. Hetta merkir, at
einstaklingar og feløg fáa loyvi
til nærvarp
Sjónvarp Føroya fekk ikki
bert føgur orð undir orða-
skiftinum á tingi um
fylgissveinasjónvarp.
Sjálvstýrisflokkurin hev-
ur skotið upp, at Sjónvarp
Føroya eisini fer undir at
senda fylgisveinasjónvarp,
og um hetta stóðst mikið
orðaskifti av.
-Føroysk mentan í sjón-
varpinum? Hendan er á
sera lágum stødi. Eg
skammist yvir týðingarnar.
Hví skulu vit týða danskt
til føroyskt, tá hvørt mans-
barn skilur danskt?
Hetta segdi Sverri Mid-
jord og legði aftrat, at
mangar sokallaðar før-
oyskar sendingar vóru ikki
annað enn donsk kopi.
Hann mælti til, at sjón-
varpið stytti senditíðina og
gjørdi innihaldið betri
heldur enn nakað annað.
Jógvan A. Johannesen
tók undir við fylgisveina-
sjónvarpi, og helt tað vera
spell, at munur eisini á
hesum øki, var gjørdur
millum føroyingar. Havna-
fólk síggja parabolsjón-
varp, onnur ikki. Sandoy-
artingmaðurin hjá javnað-
arflokkinum helt ikki tann
altvaksandi parabolskógin
vera nakað pryoi, men
minti samstundis á, at
talan var eisini um ein
fíggjarligan spurning.
-Um tað almenna skal
skipa so fyri, at allar
Føroyar síggja parabol-
sjónvarp verður rokningin
send yvir skattin, segði
Tordur Niclasen og tað
ivadist hann í, at øll høvdu
åhuga fyri. Latid okkum
øll fyrst siggja føroyska
sjónvarpið og fái meira av
føroyskum tilfari ul vega,
sum kann fjålga um okkara
egnu mentan segði Tordur
Niclasen.
Eigur at keypa
útlendskt tilfar
Finnbogi Ísakson helt
onga orsøk vera at fella
nakran dóm yvir Sjónvarp
/
Føroya. Vit fåa ta dygd i
mun til hvussu mikið vit
rinda.
Hann helt tað vera fræg-
astu loysn, at sjónvarpið
keypt útlendskar sending-
ar, sum vóru hildnar at
vera viðkomandi fyri før-
oyingar, heldur enn at taka
nakað tilvildarligt niður úr
luftini.
Helena Dam å Neystabø,
sum vegna Sjålvstyris-
flokkin var komin við
uppskotinum segði, at før-
oyski sjónvarpshyggjarin
uttan fyri Havnina fekk ov
lítið fyri pengarnar -her
hugsaði hon um sjón-
varpsgjaldið og tað eitt
sjónvarp kostar - og tí helt
hon tað ikki vera meira
enn rímiligt, at eisini fólk
uttan fyri Havnina fingu
tað fjarskotnasta higar so
lagaligt sum gjørligt.
Hvør kommuna sin
parabol
Tingmenn vóru annars
ójavnir á málið um upp-
skot sjálvstýrisfloksins.
Birgir Danielsen segði
seg taka undir við tanka-
num um at allir føroyingar
eiga rættin til at síggja
parabolsjónvarp, men hann
helt tað vera best um fyrst
varð kannað hvat hetta
kostaði.
Hilmar Jan Hansen, úr
Sambandsflokkinum helt
ikki, at uppskotið hoyrdi
heima í únginum, men hjá
hvørji einstóku kommunu
at taka støðu til.
Hesum var Jógvan Sund-
stein, landsstýrismaður
ikki samdur í. Hann helt
tað vera órímiligt at hvor
kommuna skuldu gera
tilika iløgu.
-Sjålvandi åttu vit frå
fyrstu tíð at havt sett upp
eina sentrala stød sum
síðani kundi veitt sjón-
varpsmyndina í hvønn
krók í landinum. Kanska á
privatum grundarlagi,
segði varaløgmaður.
Privat sleppa at
enda sjónvarp
-Føroysk mentan í
sjónvarpinum? Hon má
sigast at vera á lágum
stóði. Fleiri sokallaðar
føroyskar sendingar eru
beinleiðis kopi av
donskum, segði Sverre
Midjord.
Loyvi til nærvarp
Marita Petersem, lands-
stýriskvinna greiddi frá, at
fleiri umsóknir um loyvi at
senda nærvarp liggja í
Tinganesi.
Ein arbeiðsbólkur, sum
hevur kannað tílík viður-
Skifti, er um at vera
liðugur við arbeiði, og líkt
er til, at nidurstødan verð-
ur, at skotid verdur upp at
demokratisera rættin at
senda sjónvarp, segði
landsstýriskvinnan.
tór.-