Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. apríl 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 71 — 17. apríl 1991 ( Av tingi = Marita Petersen, landsstýriskvinna í skúlamálum-: Tey ungu gjalda prisin -tá tað gongur niður á bakka í samfelagnum. Handverkara- útbúgvingin er ov nógv tengd at arbeiðsstýðuni í landinum. Er einki arbeiði, eru heldur eingi útbúgvingartilboð Eftir øllum at dóma fáa vit til heystar eitt orðaskifti á tingi um útbúgvingar- møguleikarnar hjá teimum 16 til 19 ára gomlu. Eitt tílkíkt orðaskifti hevði verið skilagott tí hesi ungu hava sum er ikki nóg rímilig og rættvís útbúgv- ingarkor, segði Marita Pet- ersen, landsstýriskvinna í undirvísingarmálum. Hon helt, at ein av stóru trupul- leikunum við eitt nú handverkaraútbúgvingini vera, at útbúgvingin er ov nógv tengd at arbeidsstød- uni í landinum. -Er einki arbeiði eru heldur eingi útbúgvingar- tilboð. Tað eru tey ungu, sum gjalda prísin, tá tað gongur niður á bakka í samfelagnum, segði lands- stýriskvinnan. Uppskot um stødisår Orðaskifti á tingi var í samband við eitt uppskot frá Tjóðveldisflokkinum. Flokkurin hevur skotið upp, at áleggja landsstýri- num at skipa so fyri, at teknisku skúlarnir í Klaks- vík og í Havn kunnu taka upp næmingar, ið ikki hava havt møguleika at fingið sáttmála við meist- Handverkaraútbúgvingin er ov nógv tengd at arbeidsstøduni í samfelagnum. Er einki arbeiði, eru heldur eingi útbúgvingartilboð. Hetta er ein hin størsti trupul- leikin við meistaralæruni, segði Marita Petersen, landsstýriskvinna På # ara, av ti at ov lítið arbeiði hevur verið. Tjóðveldis- flokkurin mælir til, at hetta árið verður at rokna sum stødisår. Marita Petersen segði seg ikki ivast í, at upp- skotið var væl meint, men kortini ikki nóg ítgkiligt. Hon spurdi hvgr útbúgv- ingin skuldi vera í hesum stødisåri. Hon helt eisini, at betur var at taka allan útbúgvingarspurningin viðvíkjandi teimum 16 til 19 ára gomlu upp, ístaðin fyri bert ein part, sum her var talan um. Útbúgving til føroyska samfelagið Tingmaður sjálvstýris- floksins í Norðuroyggjum, Asbjørn Joensen segði seg einki hava ímóti handils- ligum útbúgvingum, men hvat er samfelagið vert um vit ikki hava góða handliga arbeiðsmegi, spurdi han. Hann helt, at vit í stórri mun eiga at útbúgva fólk til framtíðar avbjóðing- arnar í føroyska samfelag- num og nevndi sum dómi oljuvinnuna. -Teknisku skúlarnir hava fingið alt ov vánaligar sømdir frá landsins myn- dugleikum. Vit kundu sak- tans t.d. havt útbúgvi nógvar góðar sveisarar, men hvat gera vit: Vit innflyta ístaðin polakkar, segði Asbjørn Joensen. Felagsstødisår Jéannes Dalsgaard helt, at skiftandi landsstyri hava vist alt ov litlan åhuga i samband við útbúgvingar- møguleikar fyri tey 16 til 19 åra gomlu. Hann mælti til eitt felags stødisår fyri øll hesi. Eilif Samuelsen ásann- aði, at teknisku skúlarnir fáa alt ov lítla tilgongd av næmingum. Hann helt, at hesir skúlar áttu at fingið nógv stórri ábyrgd til sjálvir at skipa fyri út- búgvingum. Signar Hansen, sum hevði tilevnað uppskotið fyri Tjóðveldisflokkin segði, at orsøkin til, at uppskotið varð sett fram var, at fleiri ung verða uttan arbeiði til heystar. Tí hevði tað verið beint, at brúkt nakað av pengum til útbúgving. tór.- Síða 9 3. stk tikin Tingmenn vístu til grein Eftir áheitan frá tingmanni kann fyribils at taka sæti á tingi. Avg og gæva varamanr uttan umreðu eftir munnligum til formanninum. > 23 i tingskipanini, sum sigur hvussu mannagongdin skal vera, tå eyka- menn skulu taka sæti å tingi Telefaxid bjargadi eykamanninum Sambandsflokkurin i Eysturoynni er vanliga um- boðaður á tingi av Edmundi Joensen og Jógvani I. Olsen, sum åvikavist eru fyrsti og næst valdu hjå flokkinum i valdøminum. Men hesir bådir eru burturstaddir. Tí skuldi tingid góðkenna, at næstu menn teirra koma á ting. Edmund og Jógvan I. høvdu lagt skriv eftir seg sum boðaði frá teirra fráveru, og tí var eingin trupulleiki hjá triðja og fjórða ungmanninum hjá sambandinum i Eysturoynni at taka Sæti á ungi. Men so lætt gekk tað kortini ikki. Tridji maðurin eitur Jákup Lamhauge, og honum stóðst eingin trupulleiki av, men Johs. M. Olsen, sum er fjórði valdi, er burturstaddur á veiðiferð á fjarskotnum høvum, varð upplýst. Og honum hevði ikki eydnast at fáa fatur á. Tí ynsku sambandsfelagið í Eysturoynni, at fimti maðurin tók sæti í hansara stað. Sambært tingskipanini skal tingmaður, sum ikki kann meta, og sum vil hava eykamann fyri seg, lata unginum skriv um hetta, men tílíkt skriv var einki frá Johs. Martini. Av hesum stóðst orðaskifti eina góða løtu meðan umtaladi fimu maður ótolin bíðaði í gongini. Men alt í einum varð málið loyst. Telefax kom frá Johs. Martini sum bar seg undan at meta, og so kundi tingformaðurin bjóða hesum fimta valda sam- bandsmanninum, Hilmari Jan Hansen, í Eystur- oynni vælkomnum á ting. Hesir báðir eru kortini ikki teir einastu nýggju sambandstingmenninir, sum umboða flokkin á ungi hesa vikuna. Bæði sambandsumboðini í Havn, Lisbeth L. Petersen og Finnbogi Arge eru eisini burturstødd, og í teirra stað sita Hedin Mortensen og Eilef Samuelsen á ungi. Fimti nýggi tngmadurin í løtuni er Eyðun Viderø úr Fólkaflokkinum, sum metir fyri John Petersen. Johs. Martin Olsen, fjórði valdur maður á Sambandslistanum í Eysturoynni, er á veiðiferð og kundi ti ikki mýta, men telefaxið kom í tókum tíma. tór.-