hósdagur 18. apríl 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
I
Síða 6
Nr. 72 — 18. apríl 1991
Hjalti í Jákupstovu, stjóri á F ískirannsóknarstovuni
Toskastovnurin
ongantíð fyrr
so illa fyri
-At toskaveiðan á Norðhav-
inum er so vánalig hevur neyv-
an bert við skeljaveiðuna hjá
Fame at gera. Her er talan um
ovurfisking
samanbundið við
sera vánaliga tilgongd, sigur
gunin handaði
Olsen, formadurin í
cksvikar Utróðrarfel-
g. løgtingsformanninum,
i 1 Kallsberg, fólka-
flokkurin, 1800 undir-
skriftir, sum mótmæla
ætlaðu skeljaveiðuni á
Norðhavinum. Talan er
um undirskriftir frá út-
róðrarmonnum úr gllum
landinum.
Vit hava spurt stjóran
fyri Fiskirannsóknarstov-
uni, hvørja ávirkan skelja-
veiðan hevur á fiskalívið á
havbotninum?
— -Tað vita vit ikki enn.
Og vit hava heldur ikki
orku til at fara at kanna
Frits Olsen, handar her
løgtingsformanninum
eitt hvast mótmæli móti
ætlaðu skeljaveiðuni á
Norðhavinum. Ikki
færri enn 1800
útróðrarmenn hava
skrivað undir. Mynd
Kalmar
hvørjar avleiðingar ein
møgulig skeljaveida hevur
á fiskin á Norðhavinum,
sigur hann.
--Skulu vit fáa eitt
nágreiniligt svar uppá
hetta, so krevst ein stór og
neyv vistfrødilig kanning
av havbotninum á Norð-
havinum, og tað hevur
Fiskirannsóknarstovan
ikki fíggjarliga orku til í
løtuni, sigur Hjalti í
Jákupstovu.
Toskurin niðurfiskaður
--Hóast skeljaveiða verð-
ur loyvd, so ivist eg í at alt
lív á havbotninum á
Norðhavinum doyr. Vit
hava havt skeljaveiðu
eystanfyri, serliga á
Húsagrynnuni í mong ár.
Og har fáa útróðrarmenn
enn fisk, sigur hann.
--Men eg skilji útróðrar-
mennirnar. Minni fiskur er
at fáa á Norðhavinum. Tó
ivist eg stórliga í, at
skeljaveiðan hjá Fame er
orsøkin til hetta. Eg haldi
at hetta skal síggjast
saman við støduna hjá, eitt
nú toskastovninum undir
Føroyum, sum heild, sigur
hann.
--Eitt kann eg siga fyri
vist. Toskastovnurin undir
Føroyum hevur ongantíð
fyrr verið so illa fyri. Hetta
kemst av ov stórari veiðu,
samanbundið við sera
ringum tilgangi til
stovnin, sigur hann.
—Vit vita, at toskur livur
eitt nú av krabba, men
hansara høvudfødi er ikki
av botni, men ovari í
f—
sjónum, sigur Hjalti í
Jákupstovu.
jústinus
14 sleppa á landleid
--Hetta eru tveir trolbátar færri enn í fjór og
hesir báðir hava havt náttúrliga pm: Ongi
nýggj loyvi verða givin til til at trola á land-
leiðini. Vit roknað við at millum 1000-1500 tons
av flatfiski kunnu veiðast hvørt summar inn-
anfyri 12 fjórðingamarkið. sigur Kaj Mortensen,
Fiskivinnustovan
Nakrir trolbátar liggja
kring landið og rigga til
trolingina á landleiðini.
Tó ikki allir. Summir hava
trolað alt árið, meðan aðrir
hava verið á snellu ella
línuveiðu. Í komandi
mánað verður grønt ljós
givið fyri at fiska
innanfyri 12 fjórðinga
markið.
--Hgvuðsendamálið við
hesi veiðu er at fáa hendur
á millum 1000-1500 tons-
um av flatfiski, sum ikki
verða fingin á annan hátt
enn við troling, sigur Kaj
Mortensen, Fiskivinnu-
stovan.
--Umsitingin hevur gjørt
eitt tilmæli, men enn er
hetta ikki avgjørt politiskt.
Fundur hevur skula verið í
løgtings fiskivinnunevnd
alla vikuna, men mær
vitandi hevur hesin fundur
verid enn, segdi Kaj Mort-
ensen vid Sosialin miku-
dagin å middegi.
Sjey økir
--Eftir okkara tilmæli
verður loyvt at trola á sjey
økjum kring Føroyar. Her
kann roynast í ymiskum
tíðarskeiðum og vit hava
lagt okkum eftir, at ikki
ov longi verður roynt í
hvørjum øki. Flatfiskur
flyggjar, tå tråroynt verdur
og tå gerst hjåveidan ov
stór. Ti verður flutt kring
Føroyar alt summarið,
sigur Kaj Mortensen.
--Eisini er vert at leggja
afturat, at talan er um
smáar bátar og tá ættin
ikki er til vildar á einum
øki, so skulu bátarnir hava
møguleikan at flyta har
ættin roynist betri, sigur
hann.
--Hjáveiðan er eftir okk-
ara tilmæli sett frá 45 %
niður í 35 prosent. Og bert
skal roynast við flat-
fiskatroli, sum eru eyð-
kend við at yvirnetið er
longri enn undirnetið.
Men enn er politiska
stødutakanin til hvussu
trolingin á landleiðini ikki
tikin, Sigur Kaj
Mortensen.
Stóran týdning
Trolingin á landleiðini
hevur stóran týdning fyri
teir 14 bátarnir, sum hava
fingið loyvi. Hjá teimum
flestu bátunum er sum-
martrolingin álitið. Og tí
bíða manningarnar spentar
eftir hvussu politiska við-
gerðina av trolingini
verður í ár. Í fjør var
tilmæli frá fiskivinnu-
umsitingini ikki at kenna
aftur, tá endaligu økini
vórðu avgjørd politiskt.
jústinus
Sjey økir innan 12
fjórðingar. Her fara 14
trolbåtar at royna i
høvudsheitinum eftir
flatfiski í summar.