hósdagur 18. apríl 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 72 — 18. apríl 1991
Skattahugleiðingar
Í longri tíð hava politikar-
ar ført fram, at neyðugt er
at broyta skattalógina.
Umsíðir er so eitt uppskot
komið fram. Slík uppskot
eru sjálvsagt altíð for-
vitnislig og ein roynir al-
tíð at meta um hvert hesi
- uppskot samsvara við tey
grundleggjandi krevini,
sum galda fyri skattalógir
yvirhevur.
Í roynd og veru verða
trý grundleggjandi krev
sett fram tá politikarar
smíða skattalógir. Lógin
skal vera:
1. Greið
2. Rættvís
3. Lett at umsita
Eingin lóg kann til fuln-
ar uppfylla øll hesi try
krevini ella ynskini, og
ofta eru tey í beinleiðis
stríð við hvert annað. T.d.
kann ein lógargrein gera
lógina meira rættvísa,
men samstundis meira
flokta.
Rættvísiskravið til eina
skattalog er torferast at
definera. Tað sum einum
kann tykjast rættvíst,
nýtist ikki at vera rætt-
víst í eygunum á einum
eðrum.
Higartil hava flestell
verið samd um, at ein há-
innteka ikki bert skal
gjalda lutfalsliga meira í
skatti enn ein láginnteka,
men eisini ein sterri pro-
sentpart. Hetta verður
rópt progressivur skatta-
stigi. T.v.s. at jú hægri
inntekan er, jú harðari
verður seinasta krónan
skattað. Men fleiri lond
eru farin yvir til ein nær-
um, ella heilt propor-
tionalan skattastiga. Tað
vil siga, at í % rindar tú
tað sama í skatti uttan
mun til inntøku. Hetta
meta mong í dag at vera
rættvíst. Definitiónin
uppá hvat rættvíst er,
kann sostatt skifta sum
tíðin fer.
Fleiri búskaparfreðing-
ar hava víst á, at ein ov
progressivur skattastigi
hevur fleiri vansar við
sær. Skattatrýstið minkar
um útboðið av arbeiðs-
megi (fólk tíma ikki at ar-
beiða meira enn eitt til eitt
åvist) og útboðið av
»svartari« arbeidsorku
veksur. Onnur meina hin-
vegin, at tad er asosialt at
krevja prosentvist tad
sama frå låginntøku sum
frå håinntøku.
Ein degressivur skatta-
stigi (skattatrystid mink-
ar vid hægri inntøku) er
óhugsandi, ti ein slíkur
stríðir rætt og slætt ímóti
sunnar fornuft. Kortini
kann skattastigin her á
landi gerast degressivur
og er hetta óivað eitt ein-
demi tá talan er um
skattalógir í síni heild.
Talan er um hitt sonevnda
50% skattahámarkið. Tá
orðaskifti var á tingi í
1989 um tvungna upp-
sparing, eykaskatt v.m.,
førdu fleiri politikarar
fram, at teir fram um alt
vildu varðveita 50% há-
markið og onkur vildi vera
við (og kanska fleiri
meintu) at teir hervið
skuldu verja Palleba. Eitt
orð sum marginalskattur
(skatturin av seinast
vunnari krónu) varð nær-
um ikki tikið uppá tung-
una, men 50% hámarkið
varð hin heilaga kúgvin í
politiska orðaskiftinum.
50% hámarkið er sum
kunnugt ein lækking í
skattinum, tá nettoskatt-
urin fer uppum 50% av
skattskyldugu inntekuni.
Um Palleba t.s. býr i
Havn, so skal hann for-
vinna omanfyri 350.000
krónur til tess at fáa gleði
av hesari skattalækking.
Í dagligum arbeiði er ein
ofta komin á tal við fólk,
sum meta seg at rinda ov
mikið í skatt, og spyrja
hvussu er við 50% há-
markinum. Tá ein so hev-
ur greitt teimum frá, at
hetta hámark rætt og
slætt er ein skattalækking
til háinntekurnar, hava
fleiri noktað at trúð tí.
Skattalógin Pg. 54, stk.
2 sigur: Um samlaði inn-
tøkuskatturin til lands-
kassa og kommunukassa
fer upp um 50% av skatt-
skyldugu inntekuni, verð-
50%-markid í skatta-
stiganum er einki annað
enn ein skattalækking til
hægstu inntókurnar.
ur tann ov nógv álíknaði
inntekuskatturin lækkað-
ur lutfalsliga til lands-
kassa og kommunukassa.
Demi:
A er búsitandi í Skopun.
Skattskylduga inntekan
er kr. 110.000. Og A er
tímalentur arbeiðsmaður.
B er búsitandi í Havn.
Skattskylduga inntekan
er kr. 800.000. B er stjóri.
Nú fáa A og B boðið eitt
eykaarbeiði | uppá kr.
10.000.
Taka teir av hesum til-
boði, verður skatturin av
hesum eykaarbeiði:
A:
Skattur 5.100
Útgjald 4.900
B:
Skattur 5.000
Útgjald 5.000
Tann, ið forvinnur
minni, fær hægri skatt av
einari eykainnteku. Um
hetta er rættvíst kunnu
Palleba og Þpolitikarar
døma um.
Á sama hátt sum nógv
verður tosað um propor-
tionalskatt, verður eisini
tosað nógv um brutto-
skatt. Allir frádráttir
skulu burtur. Her á landi
hava vit longu tikið eitt
stig á leiðina. Rentufrá-
drátturin er avmarkaður
til kr. 60.000 fyri einstak-
lingar og kr. 120.000 fyri
hjun, og framyvir verdur
eingin skattafyrimunur
av nýtslulánum. Hetta
seinasta kann kanska
tykjast skilagott. Men
hvat við rentuloftinum
uppá 120.000?
Hugsa vit okkum eini
hjún, ið hava keypt eini
hús fyri 1,4 mill. uttan
eginpening og meðalrent-
an er 12%, so merkir
hetta, at samlaða rentan
er kr. 168.000. Meirskatt-
urin eftir broytingarnar í
skattalógini eru:
(168.000-120.000) X 42%
= 20.160. Er marginal-
skatturin 60% skal inn-
tøka økjast vid 50.400
krónum til tess at fáa ráð
til at gjalda henda meir-
skatt. Tað er sjálvsagt
ikki tað stóra fleirtalið, ið
hevur rentuútreiðslur om-
anfyri kr. 120.000 og tí
munar tað óivað lítið hjá
hesum »fåu« at rópa upp,
men ein kann kortini sláa
fast, at á sama hátt sum
tað bert eru háinntekur-
nar, sum njóta gott av
50% skattamarkinum, so
eru tað bert stórskuldar-
ar, ið fáa skert sínar
meguleikar til frádrátt í
skatti. Ímillum hesar stór-
skuldarar eru tað fleiri, ið
als ikki eru rentuspeku-
lantar, men sum bert hava
keypt sær eini hús tá kre-
ditmeguleikarnir og prís-
irnir vóru í hæddini, og
sum nú eru bóndafangað
av lágkonjunkturi og
broytingum í skattalógini.
Eingin yvirtekur slík hús
fyri skuldina. Tað er so-
statt í mongum føri tey, ið
hava rentufrádráttin mest
fyri neyðini, ið hava fingið
frádráttarmeguleikarnar
skerdar.
Peningur er sum einhver
onnur vera. Prísurin (rent-
an) á kapitali er eitt úrslit
av útboði og eftirspurn-
ingi. Skattskyldan av
rentuinnteku av peningi í
foroyskum peningastovn-
um er 2%. Frádrátturin í
skatti fyri rentuútreiðslur
er 42% av samlaðu rent-
unum. Sostatt eru skatt-
ligu fyrimunirnir av rentu-
útreiðslum sterri enn
skattskyldan av rentuinn-
tøku og harvið uppstend-
ur spekulatiónin. Tá javn-
vág ikki er ímillum tann
skatt, ið rindast skal av
rentuinnteku og tann frá-
dráttarmeguleika, ið
rentuútreiðslurnar geva,
so skapar skattalógin ólag
í fríu kreftirnar á kapital-
marknaðinum.
At rentuinntekur verða
lágt skattaðar varð av
summum mett at skapa
eitt lágt rentusteði í sam-
felagnum og harvið betri
útlit fyri vinnulívið. Men
sannleikin er júst tað mót-
satta
Símun
Absalonsen,
grannskodari,
skrivar
Dømi I:
Innlånsrenta 10%
Utlånsrenta 12%
Áðrenn skatt:
Útlán 12%
Innlán 10%
Munur =2%
Eftir skatt:
Útlán 6,96%
Innlán 9,50%
Munur #2,54%
Hóast rentumarginalur-
in er =2 áðrenn skatt, er
hann +2,54 eftir skatt.
Hækka vit nú rentusteðið
við t.d. 2% verður úrslitið
eftir skatt broytt.
Útlán 8,12%
Innlán 11,50%
Munur +3,38%
Sostatt sæst, at skatta-
fidusurin er størri, jú
hægri rentan er. Rentu-
skattaskipanin hevur har-
við verið við til at trýst
rentusteðið uppeftir. Tá
danska rentan fall fyri
nekrum árum síðani varð
foroyska rentusteðið ver-
andi óbroytt. So floymdi
kapitalur til landið. Vit
høvdu metstórt hall á
handilsjavnanum sam-
stundis sum javnin hjá
foroysku peningastovnun-
um vaks við einari milli-
ard árliga. Hetta róptu
summi fyri uppsparing.
Tá landsstýrið vil vera við
at rentuspekulatiónin
kostar tí almenna 35 mill.
árliga, so er bert talan um
mistar skattainntekur.
Rentuskattaskipanin
hevur fert við sær, at fer-
oyski kapitalmarknaðurin
hevur verið óstýriligur
sum aftur merkir, at tú
hevur ein yvirupphitaðan
búskap eina tíð fyri síðani
í næstu letu at hava stórt
arbeiðsloysi. Tað stersta
tapið fyri samfelagið er
ikki tær 35 mill., men har-
afturímóti tann óstýriligi
samfelagskonjunktururin.
Inntekuskattur, tollur og
statsstuðul eru stórt sæð
einastu inntekumeguleik-
arnir hjá tí almenna. Toll-
politikkin koma vit ikki at
stýra einsamallir nú tosað
verður um fríhandilsavtal-
ur o.s.fr. Tollsitrónin er
annars so mikið nógv
pressað í dag, at her hevur
landskassin troytt sínar
inntøkumøguleikar til tað
optimala.
Statsstuðulin ráða
heldur ikki yvir. og tá vit
um Kunnugt KF na
ognarskatt i Føroyum, er
bert inntøkuskatturin eft-
ir.
Men hevur tad almenna
møguleikar at økja sinar
skattainntøkur? Mangt
tykist at benda å, at her er
sitrónin eisini pressað til
tað optimala.
Í samfelagsfreði finna
vit fyribrigdið »Laffer-
kurvan<
Skattainntekur
% skattatryst /9?
Hyggja vit at myndini
omanfyri, so visir hon
skattainntøkurnar sum
eina funktion av skatta-
trýsti. Er skattaprosentið
0, er skattainntekan sjálv-
sagt eisini 0. Er skatta-
prosentið 100 er skatta-
inntekan eisini 0. Lentak-
arin tímir ikki at arbeiða,
tá einki liggur eftir.
Spurningurin er so:
Hvussu stórt er skatta-
trýstið, tá tað almenna
maksimerar sína skatta-
innteku. Her meina fleiri,
at ein skal ikki langt upp-
um 50% inntil arbeiðshug-
urin verður fyri bakkasti.
At hækka skattatrýstið
fyri at økja um skattainn-
tekurnar nýtist ikki at
vera logiskt. Tað almenna
skal hava krónur og ikki
prosentir. 20% er ikki al-
tíð sterri enn 15%. T.d. er
15% av 200.000 sterri enn
20% av 100.000. Politikar-
ar eiga at hava í huga, at
skattatrýst eisini ávirkar
álíkningargrundarlagið.
Tað er júst hetta, ið
Lafferkurvan vísir. Tað
eru eisini lond, ið hava økt
um sínar skattainntekur
við at lækka skattatrýst-
ið.
Almennu inntekurnar
eru munandi jækkaðar i
seinastuni ve lágkon-
junkturin. Uttan mun til
hver mannar Tinganes, so
kann tað sláast fast, at
tað verður bæði meðsamt
og ótakksamt arbeiði at
sita við politiskari ábyrgd
tey næstu arini
Simun Áhsalonson