Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. apríl 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Eivind Akraberg H an Sungid seinastu 60 årin --Og hóast eg eri 78 år so dámar mær enn lika væl at luttaka í mannskóri. Tónleikarlívið í Føroyum er nógv broytt til tað betra í dag. Fyrr vórðu vit so fámentir. Allir vóru "Tordenskjolds soldater”. Somu menn vórðu álitið innan tónleik, sjónleik, ítrótt 0.s.v. sigur hann Í stovuni í Jónas Broncsgøtu 16. situr Eivind Akraberg Hansen og kona hansara Amanda. Hetta er ein hugnalig avlong stova, við minnum frá einum longum lívi. Eitt klaver hoyrir til innbúgvið og málningar á vegginum siga eisini eitt sindur um teirra livssøgu. Uttan fyri stovuna er rokan í fjørdinum, ti málarar eru við at fríðka køkin, men tað seinkar okkum ikki í at práta um føroyskan kórsagn sein- astu seksti árini. Orsøkin til, at Sosialurin vitjar Eivind Akraberg Hansen er, at mannskórið skal halda eina konsert leygardagin og Eivind er ein av veteranunum innan kórsagn í Havnini. Hann hevur verið annar bassur í mongum kórum og sangur hevur verið hansara frí- tíðarítriv seinastu seksti árini. Kosakkar --Tað eru knappliga 60 ár síðan eg byrjaði at syngja í kóri, og tað var ein ávís hending, sum gjørdi hetta, sigur hann. --Í 1931 steðgaðu kuban- Mannskórið skal syngja leygardagin. Mynd: Kalmar kosakkarnir í Havnini á veg úr Noreg til Ísland fyri at syngja. Vit vildu hava teir, at syngja fyri havnafólki. Men hetta vildu teir ikki uttan at eitt kór bjóðaði teimum, sigur Eivind Akraberg Hansen. -So varð Thorshavns Musikkforening stovnað og Jógvan Waagstein var kórleiðari. Konsertin varð hildin í Sjónleikarhúsinum og var sera væl eydnað, sigur Eivind Akraberg Hansen. Um veturin --Frá 1932 fóru vit at syngja regluliga , t6 høvdu vit ymiskar diregentar. Tað var sjáldan vit høvdu nakrar tónleikarar við, men av og á var klaver á skránni sum fylgispæl. Í triatiårunum varð kórið eisini víðkað við bland- aðum kóri. Vit hildu á fram til 1939. Kór- leiðarirnir vóru Jákup Waagstein, Hans Olaf Hansen úr Fútastovu og Óla Jákup í Horni, men so doyði kórið burtur, sigur Eivind Akraberg Hansen. "Gunnar Mik“ —-I 1943 varð kórið nn endurstovnað við Gunnar Mikklesen sum kórleiðara. Her var talan um manns- kór og blandað kór. Men uppmøtingin var ikki av ti besta og kórið doyði burturaftur eftir ikki so langa tíð, eitt ár ella so. sigur hann. --Seinast í fimtiárunum gjørdist Hans Jacob Høj- gård leidari fyri Havnar Sangfelag. Men hann hevði ikki so stóran áhuga fyri mannskórið, vildi vera við, at føroyingar ikki åttu tilfar til eitt tilikt kór , sigur hann. Whiskey-kórið --Eisini tóku límir í klubbanum seg saman at stovna eitt kór, Klubba- kórið, ella whiskey kórið, sum Dagblaðið skemtiliga skýrdi tað. Men hetta kórið hevði heldur ikki langa livitíð, sigur Eivind Akraberg Hansen. Ríkari tónleikarlív --Tónleikarlívið er er munandi ríkari í dag enn tað var tá eg var ungur. Seinastu árini hava vit havt eitt mannskór uttan slit. Og eg havið roynt at verið við til venjingarnar . Sen. Nr. 72 — 18. april 1991 EN Eivind Akraberg Hansen hevur seinastu 60 árini luttikið i føroyskum kórsangi. Mynd: Kalmar Tað hevur altíð verið ein sera góð orsgk, um tað skuldi hent, at eg íkki møtti, sigur Eivind Akra- berg Hansen. --Fyrr var tað grvísi. Allir vóru Tordenskjolds soldater. Teir sum sungu, blástu eisini horn, teir íð- kaðu ítrótt. Í dag er úrvalið av fólki nógv stórri. Og mær dámar enn líka væl vanligan mannskórsang, sigur hann. Føddur á Akrabergi Eivind Akraberg Hansen er føddur á Akrabergi. Pápin, sum var dani, var vitameistari har og mam- man var kenda Maria Skylv Hansen ættað úr Nólsoy. Hon var ikki fødd Skylv, men nýtti hetta navn í bókunum seinni. --Tá eg var 14 ára gamal fluttu foreldrini til Myki- nes har pápi fekk starv. Eg fór at ganga í skúla í Havn og kom sostatt ongantíð at búgva fast í Mikinesi. men so mikið var eg har úti, at eg hitti konuna, Amandu har. Foreldrini vórðu 16 ár í Mikinesi. Síðan fóru tey á Borðuna og tey endaðu sínar dagar í Havn, sigur Eivind Akraberg Hansen. --Sjálvur fekk eg útbúgv- ing sum telegrafistur og arbeiddi 50 ár á tele- grafstødini. Nú eru 12 ár ligin síðan eg gavst har, sigur hann. jústinus Hús í Sørvågi til sólu Til støddar góðar 40 fermetrar innan- veggja í tveimum hæddum á 838 fer- metra stórum grundøki í fridarligum um- hvørvi og við góðum útsýni. Í kjallara er køkur, gangur, stova, fýr- rúm/vaskirúm og í erva er gangur, baði- rúm og 3 komur. Tlf. 04280 5952 % (eftir kl. 16.00) - Lýsið i sosialinum