Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. apríl 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 72 — 18. apríl 1991 1 Síða 9 Drúgvt orðaskifti um eina politiska neyðsemju: samhaldsfastur, me er nú til at liva við -Eingin skal ivast í, at Fólkaflokkurin fer at atkvøda fyri Arbeiðsmarknaðargrunninum, segði Jógvan Sundstein, varaløg- maður. Nógv umtalaði Samhalds- fasti, sum ikki longur eitur samhaldsfastur, men er samhaldsfastur kortini, var til viðgerðar á tingi týs- kvgldið. Lítið er at ivast í, at uppskotið um arbeiðs- marknadareftirlønargrunn- in verdur samtykt, men har verdur neyvan nøkur at- kvøda til avlops. Tað ivast neyvan nakar í eftir drúgva rðaskiftið í unginum, har umboð fyri allar flokkar høvdu orðið. Upprunaliga æt hesin nógv umstríddi grunnur Samhaldsfasti Arbeiðs- marknadareftirlønargrunn- urin, og var hesin eitt av truplu målunum i lands- styrissamrådingunum mill- um Javnaðar- og Fólka- flokkin. Men semja fekst tó um eina millumleið sum báðir partar siga seg at kunnu liva við. Fyrsti parturin av navninum varð strokin og prosentið, sum gjaldast skuldi í grunnin varð lækkað. Ein hjálp Vilhelm Johannesen, sum tilevnaði upprunaliga uppskotið til Samhalds- fasta tá hann var lands- stýrismaður segði, at hann, hóast grunnurin nú var skerdur í mun til tað hann upprunaliga var, fegnaðist um, at grunnurin nú umsíður kundi fara at virka. Upprunaliga skuldu arbeiðsgevarar rinda 2% av øllum útgoldnum lønum f grunnin og allir løntarar sama prostupphædd av lønini. Nú er hetta sett Ul 1/2% istadin. Vilhelm Vilhelm Johannesen, og Jógvan Sundstein fingu nógvar ákoyringar fyri neyðsemjuna um samhaldsfasta Johannesen upplýsti, at hetta gevur grunninum 48 milliónir um árið. 1. januar verður byrjað at rinda í grunnin, sum annars verð- ur førur fyri at gjalda út um fimm ár. Tá fáa allir fólkapensionistar einar 1.000 krónur aftrat fólka- pensiónini. Samhaldsfastur kortini Jógvan Sundstein, lands- stýrismaður ásannaði, at hetta mál var eitt av høvudstrupulleikunum i samgongusamrådingunum, men endadi kortini vid eini semju, sum eisini Fólka- lokkurin kundi liva við. Hann ásannaði eisini, at hóast navnið samhalds- fastur er strokið úr sjálvum navninum er grunnurin at rokn: sum samhaldsfastur kortini. Men størstu vans- arnir við upprunaliga grunninum eru burtur. Íbúð til sølu á Berjabrekku 137 — stedd 46 fermetrar. Tif. 190 66 eftir kl. 18 Tlf. 210 36 Millum aðara stóra upp- hæddin, sum arbeiðstak- arar og løntararar skuldu gjalda, og haraftrat vandin fyri, at grunnurin verður ov máttmikil. Allir hinir ímóti Allir hinir flokkarnir søgdu seg vera ímóti at samtykkja landsstýrisupp- skotið. Tó av ymiskum orsøkum. Tordur Nicladsen segði, at Kristiligi Fólkaflokkurin ongantíð hevði verið fyri einum samhaldsføstum grunni. Hann helt, aí fólk, sum frammanundan hava eina eftirlønarskipan, áttu at sloppið undan. Helena Dam á Neystabø kallaði uppskotið ein form fyri eykaskatti, og helt ikki, at løtan var tann rætta at samtykkja ein tilikan grunn. Eilif Samuelsen kundi heldur ikki taka undir við uppskotinum. Hann kallaði uppskotið fyri ein úlv í roði og mælti heldur til, at fólk sjålvi gjørdu sína egnu eftirlønarskipan Neyðaregg Heini O. Heinesen vildi heldur ikki taka undir við uppskotinum, men hann hevði aðrar orsøkin enn umboðini fyri hinar andstøduflokkarnir. -Uppskotid er eitt neyðaregg, wegði Heini O. Heinesen, og segði seg dáma upprunaliga uppskot- ið um grunnin betri. Tað sama segði Jóannes Dalsgaard. Hann helt. at Jógvan Sundstein hevði alla orsgk at fegnast, men at partamaður hansara, Vilhelm Johannesen feg- naðist, skilti hann ikki. -Hetta var ein keðilig neyðloysn og stendur tað til mín, eigur Javnaðar- flokkurin ongantíð at sleppa sínum upprunaliga dreymi - hinum samhalds- fasta eftirlønargrunninum. Alvaratos - at lata fólki 1.000 krónur oman á fólkapensiónini - hvat er tað at fegnast um, spurdi javnaðartingmaðurin. tór.- Eg átaki mær at gera BÍLIGT ARBEIÐI so sum álegging av: linoleum — vinyli — korki og annars øllum tilfari til bæði »turr« sum »våt« rúm. Eisini verður flísa-, mosaik- og klinku-arbeiði gjørt væl og virðiliga. Ringið tlf. 13454 (best aftaná kl. 18) PO Vu eiga at byggja smærri sethús, halda nógvir løgtingsmenn Tingmenn eru i hóvuðsheit- um samdir um, at Húsa- lånsgrunnurin eigur serliga at stuðla teimum, sum byggja smærri hús Føroyingar eiga at byggja smærri sethús, og vit eiga at avmarka okkara iløgur í hesi hús. Hetta segði Vilhelm Johannsen, løgtingsmadur í samband við uppskotið frá landsstýrinum um at gera broytingar í lógini um Húsalánsgrunnin. Hann helt fyri, at útlendingar ógvast við tá teir koma higar og síggja hvussu stór okkara sethús eru. Vilhelm Johannesen helt uppskotið vera skilagott. Broytingin er í høvudsheitum tann, at Húsalánsgrunnurin skal lána mest til smæstu húsini. Tey, sum ikki eru stórri enn 105 fermetrar. At Húsalánsgrunnurin serlig stuðlar teimum sum byggja smærri hús vóru flestu tingmenn samdir í. Fleiri hildu, at grunnurin als ikki eigur at lata lán til hús stórri enn 120 fermetrar. Finbogi Ísakson mælti til, at tað kemur at standa beinleiðis í lógini, at setast skulu 30 miljónir av til Húsalánsgrunnin komandi fimm árini, og Tordur Niclasen mælti til, at veittur verður teimum, sum nyliga hava bygt og sum ti eru ringast fyri, avdráttarskáa. Uppskotið hjá landsstýrinum ber í sær, at til nýbygging og keyp av sethúsum og íbúðum kann grunnurin veita lán upp ul 80% av metingar- virðinum ul sethús og íbúðir upp til 105 fermetrar, 70% av meutingarvirðinum upp til 120 fermetrar, 60% upp til 135 fermetrar og 40% av metingar- virðinum til hús og íbúðir upp i 150 Ina. Størri hús fáa einki. Sum er, kann Húsalánsgrunnurin veita lán svarandi til 90% av metingarvirðinum til lán up í 120 fermetrar, men nú verður mælt til, at lækka prosenttalið. Hetta helt Anfinn Kalsberg vera óheppi og boðaði frá, at hann fór at koma við einum broytingaruppskoti tá málið kemur aftur úr nevnd. tór.- ås #