fríggjadagur 19. apríl 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 73 — 19. apríl 1991
Fyrireikingar
til summarid
Í værrundkoyringar verða nú gjórdar á vegnum
niðan frá Eystaru bryggju í Havn
JÁ
Á Í 7
; N
/Soleidis verður ferðslu-
myndin á vegnum niðan
frá eystaru bryggju
| Sida 3
Arbeiðið er so smátt
byrjað á Jónas Broncks-
gotu. Alt skal verða lið-
ugt 1. juní
Fyri tveimum vikum síðan
byrjaði vegarbeiði á Jónas
Broncksgótu, við Skansan.
Tað er býráðið sjálvt, ið
stendur fyri hesum arbeiði.
Har skal gerast ein rund-
koyring, eins og ein onnur
skal gerast longur niðri, har
vegurin fer út á bryggjuna.
Býráðið hevði ymisk upp-
skot til at skipa ferðsluna,
og saman við Landsverk-
frødinginum varð avrátt at
royna hesa skipanina við
rundkoyrningum heldur
enn at seta ferðsluljós upp.
Vísir tað seg um eitt ár, at
rundkoyringarnar ikki eru
tað rætta, kunnu ljós setast
upp tá, sigur Vøgg Gutte-
sen, byarverkfrødingur.
Hetta er ikki nakað stórt
arbeiði. Rundkoyringarnar
verða gjørdar á tann hátt at
kantsteinar verða lagdir
omaná asfaltið, ið liggur á
vegnum. Men uttanum skal
snøggast eitt sindur, og eitt
petti verður tikid av horni-
num móti Skansanum. Tað
hevur Fornminnisnevndin
givið loyvi til.
Arbeiðið er mett at kosta
4-5.000 túsunn krónur, og
tað hevur samband við ring-
vegagerðina yvir við
Strond. Ringvegurin er
gjørdur út til Tórgarðsgetu,
og allur vegurin verður lið-
ugur um eitt ár ella so. Tá
summarið kemur, verður
vegurin liðugur út ul
kampingplássið.
Arbeiðið við at gera
rundkoyringarnar skal eftir
ætlanin verða lidigt 1. juni,
tá ferðslan á bryggjuni
verður uppaftur meira í
sambandi við, at ferðafólka-
skipini byrja at sigla.
randi
Bjóðar fram
vindmyllur
A fundi tyskvøldid samtyku
bygarráðið í Fuglafirði at
geva donsku fyritøkuni
Vestas loyvi at seta upp
nakrar vindmyllur í Fugla-
firði. Bygdarráðið ivaðist
ikki í hesum tilbodi, ti
myllurnar skulu ikki kosta
kommununi eitt oyra, og
kommunan skal heldur ikki
hava ábyrgd av teimum.
Hetta loyvi umfatar tó ikki
byggiloyvi, sum vendast má
aftur ul, um Vestas fær
onnur neydug loyvi.
Fuglafjardar kommuna er
bara ein av fleiri komm-
unum i Føroyum, sum hevur
fingið hetta tilboði. Fleiri
aðrar hava eisini tikid av,
sigur Óli Gordon Bech, sum
umboðar Vestas í Føroyum.
Men loyvi at binda í netið
hjá SEV er ikki fingið, og
tað fara samráðingar um nú.
Oli Gordon Bech sigur
seg vænta, at landsstýrið fer
at geva loyvið. Tað hevði
verið logið annað, tí tilboðið
frá Vestas skuldi verið gott.
Taðkrevuronga iløgu, einki
veðhald, og streymprísurin
verður helvtina ella minni
enn helvtina av prísinum,
SEV selur streymin yri,
sigur hann. Harnæst kann
nógv av vindmylluarbeið-
Óli Gordon Bech, umboðsmaður hjá Vestas, heldur tað
| vera upp á tíðina, at myllurnar fara at mala
mum gerast í Føroyum
sigur Oli Gordon Bech.
Tá Vestas í fjør vendi sær
ul SEV við tilboðum um
vindmyllur, var svarið, at
SEV sjálvt fór at kanna
móguleikarnar fyri at seta
vindmyllur upp.
MA LOYSA SEG
Tað skuldi eisini loyst seg
bæði fyri SEV og sam
felagið, at tað komu pp
vindmyllur. Minni olju-
nýtsla, og SEV fær eisini
íbindingargjald fyri hverja
vindmyllu, ið verður sett til
netið.
- Í Føroyum er neyðugt at
søkja um loyvi at binda í
netið. Í Danmark er lóg, sum
sigur, at el-verkini skulu
binda millurnarnar í netið,
sigur Óli Gordon Bech.
Hann ivast ikki i, at
Vestas fær tað at rigga i
Føroyum ið vindmyllum.
Teir hava sett upp myllur í
fleiri londum, eisini í
oyggjalondum. So serlig eru
viðurskiftini í Feroyum
ikki, heldur Óli Gordon
Bech.
Óli Gordon Bech væntar
fyrsta dagin at frætta aftur úr
landsstýrinum um íbinding-
arloyvið. randi