fríggjadagur 19. apríl 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 73 — 19. apríl 1991
Suni Vinther, stødleidari, um 000-skipanina
Vit kanna málið
Suðringar hava eftir eina
venjing sett stórt spurnar-
tekin viðvíkjandi, hvussu
effektiv fráboðanin um
000-skipanina er (sí grein
í blaðnum í gjár).
Tað er trupult at koma
til nakra greiða niðurstøðu
annað enn at tað er sera
Ógreitt, hvussu skipanin
riggar. Ur Suðuroynni
verður sagt, at brandmeist-
arin á Tvgroyri straks
hann fekk boðini frá 000
um eld umborð á Teistan-
um bað sentralin senda
boð eftir sløkkilidnum i
Vági; talan var um eina
venjing.
>21.45.. ikki 21.02!<
Ført verður eisini fram, at
000-sentralurin als ikki
royndi gjøgnum vanligu
telefonlinjuna, ti hann
helt, at telefonsambandið
til Vágs var slitið (hesum
hevði útvarpið boðað frå
fyrr um dagin); men sam-
bandið varð ikki slitið
fyrrenn dagin eftir orsakað
av venjingini.
Tað var klokkan 21.02,
at brandmeistarin á Tvør-
oyri fekk boð og bað 000
boðsenda vágbingum.
Suni Vinther sigur, at boð
ikki vóru eftir vágbingum
fyrrenn 21.45.
A bandi
Sosialurin: - Kann tað ikki
vera ein ótolin brand-
meistari, ið hevur ringt
aðru ferð fyri at vita, hvar
vágbingarnir blivu av?
Suni Vinther: - Vit eru í
holt við at kanna alt
hatta... gera tabellir og
kort og stabbamyndir...
000-sentralurin tekur
allar fráboðanir á band, so
tað skuldi verið lagamanni
at váttað ella avsannað,
um brandmeistarin á
Tvgroyri sendi boð eftir
vágbingum klokkan 21.02
og nær 000 gjørdi tað.
Men Suni Vinther er
ikki komin so langt í
kanningararbeiðnum. Tað
verður í fyrsta lagi kom-
andi mánadag. Hann sigur
eisini, at hevur brand-
meistarin á Tvgroyri ikki
ringt 000, men eitt annað
nummar á politistødini, so
er tað sjálvsagt ikki komið
á band!
Saman hver fyri seg
Í telefonsamrøduni við
Sosialin sigur Suni Vinth-
er fyrst, at brandmenninir
í Vági vistu um venjing-
ina, og tí sótu í bilunum
og bíðaðu eftir boðum.
Seinni í samrøduni sigur
hann, at tað tók ellivu
minuttir at fáa boð til allar
brandmenninar í Vági, og
tað heldur hann vera í so
leingi.
Sosialurin: - Hvussu ber
tað til, at tað tekur ellivu
minuttir at fáa boð til
brandmenn, sum sita og
bíða eftir boðum?
Tað dugir hann illa
svara uppá:
- Sum sagt: vit eru í holt
við at kanna alt í
sambandi við venjingina.
Effektiviserast
Suni Vinther upplýsir, at
tað var í 1976, at farið var
undir at skipa fráboðan-
inar á teimum einstøku
brandliðunum, og tað er
hetta sum skal effektiv-
iserast. Eisini innan lokalu
bjargingarliðini skulu vera
telefon-ketir, men Suni
Vinther nevnir, at á Tvør-
oyri riggaði hon als ikki
hendan dagin.
ówh
- Vit hava arbeitt síðani 1976 fyri at fáa lokalu fráboð-
anarskipaninar so effektivar sum gjørligt, sigur Suni
Vinther, sum i løtuni m.a. er í holt við at kanna fráboð-
anina í sambandi við venjing í Suðuroy herfyri
Nýggju grunnarnir hava
verið nýttir av íslend-
ingum og norðmonnum í
áravís
Bildekk ella rættari dump-
aradekk og líknandi er
grundarlagið fyri eini
tøkniligari kollvelting inn-
an trolveiduna! Talan er
um ein nyggjan trolgrunn,
sum alt fleiri trolarar eru
farnir at nýta; teir so-
nevndu bobbens'arnir og
gummihjólini eru burtur
og í staðin eru komnar
klingrur, skornar úr dekk-
um.
Høvudsmunurin
millum gomlu og nyggja
skipanina er, at nyggi
grunnurin ikki rullar eftir
botninum, men heldur
strýkur".
Brestir úr Havn er ein
teirra, ið nýtir nýggja slag-
ið av grunnum. Skiparin á
Bresti sigur, at talan er um
einki minni enn eina koll-
velting.
- Reiðskapsforbrúkið er
. Páll Poulsen, skipari, um nýggjan trolgrunn
Ein sonn kollve
minkað við 50-70% og
netaforbrúkið við 80%, tí
skræðingin er so gott sum
eingin, sigur Páll Poulsen.
Bøtingin er tí so gott sum
eingin og troltímarnir tí-
skil fleiri.
Skiparin á Bresti sigur,
at fiskaríið eisini er vorðið
betri, hóast hann ikki vil
vera so avgjørdur í hesum;
orsøkirnar kunnu vera
aðrar. Nýggi grunnurin
ting
ger, at trolid stendur nógv
meira stramt aftureftir, og
tískil fer nógv minni
fiskur undir trolið.
- Vit hava so ongantíð
havt betri fiskiskap enn
hesar seks túrarnar við
nýggja grunninum, sigur
Páll Poulsen.
Teir hava roynt eitt trol
í hvørjum borðinum, - eitt
við gamla grunninum og
eitt við nýggja. Við ti
gamla fingu teir 10-15
kassar og við tí nýggja 60-
70.
- Høvdu vit bara gamla
grunnin, so vóru vit langt
síðani rýmdir fyri fiska-
loysi, sigur Páll Poulsen,
ið veit um týskarar at siga,
sum eru rýmdir av somu
leið fyri fiskaloysi.
- Teir fingu 50-60 tons,
meðan vit fingu 165, upp-
lýsir Páll Poulsen, ið
heldur, at góða veiðan við
nýggju grunnunum eigur
at fáa fiskifrødingar og
onnur at endurskoða tølini
viðvíkjandi fiskastovnun-
um.
ówh