Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mars 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 52 - 15. mars 2003 Nr. 52 - 15. mars 2003 3 ÁRSINS SONGRØDD Tíðindaskriv Nú nærkast tíðin til at »Ársins Songrødd 2003« byrjar, og leygarkvøldið tann 29.mars kl.23:00 í Badmintonhøllini í Havn, verður fyrsta innleiðandi umfar. Flestu støðini eru longu fullteknað, men pláss er eftir í Suðuri, Klaksvík og í Vágunum. Tey sum vilja luttaka, kunnu tekna seg til inni á heimasíðuni www.songroddin.com Eins og undanfarin ár verður gjørt nógv burturúr, og í ár verða tað tey bæði Ragnhild Ellingsgaard og Jákup Jacobsen, sum vera frásøgufólk. Higartil hevur bert nr.1 fingið vinning, men í ár fáa nr. 2 og 3 eisini vinning. Føroya Banki sum er høvisstuðil letur kr.5.000,- til nr.2. og Nr.3 fær kr. 2.000,- Vinnarin av kapp- ingini »Ársins Songrødd 2003« fær umframt heið- urin, kr.10.000,-. Í ár eru tað 66 løg at velja ímillum sum øll hava verið "HIT" í 2002/2003, og tann sum teknar seg til, fær fløgu við postinum, sí heimasíðu. Fyri at luttakarar skulu hava so gott pallljóð sum gjørligt verður eitt sera stórt monitor-anlegg sett upp, sum er keypt heim til endamálið og eisini hevur luttakararnir møguleika at nýta sokallaðu "Inn-ear monitor" um ein eisini vil tað. Aftaná kappingina verður DJ-show og er tað sjálvur Mr. DJ-COOL alias Martin Kjærbo sum verður DJ. Í sambandi við tiltak- inum, verður eisini eitt rimmar stórt lasara-show. Tiltakið byrjar sum nevnt kl.23:00 og dyrnar latað aftur kl.04:00. Tøkk Hjartans tøkk øll tit, sum sýndu samkenslu tá góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Karolina Simonsen á Høgabóli Saltangará doyði og varð jarðað. Tøkk til kirkjutænarar og sangarar og fyri blómur, kransar og gávur til Eysturoyar Røktar- og Ellisheim. Ein hjartans tøkk til heimahjálparar og starvsfólkið á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimið sum vóru so væl um hana. Tøkk tit øll sum fylgdu. Familjunnar vegna børnini Kjósa Ársins Songrødd um tvær vikur Ferðafram sýning í Húsavík Jarðfrøðisavnið og Náttúrugripasavnið hava sett eina framsýning upp í ungmannafelagshúsin- um Sólarris í Húsavík. Hetta er fyrstu ferð, at hesi søvn hava eina framsýning uttan fyri Havnina. Framsýningin hevur verið í Havn síðan juni í fjør. FRAMSÝNING Magnus Gunnarsson Framsýningin Oljuleiting við Føroyar byrjaði á Náttúrugripasavninum í Havn í juni 2002, og endar sýningin við vitjanum í Húsavík, á Tvøroyri og í Klaksvík. Leygardagin 15. mars letur framsýningin upp í ungmannafelagshús- inum Sólarris í Húsavík, har hon verður opin dagliga til 30. mars. Tað eru Jarð- frøðisavnið og Núttúru- gripasavnið, ið saman skipa fyri hesi framsýning. Hetta er fyrstu ferð, at hesi søvn hava eina framsýning uttan fyri Havnina. Endamálið við framsýningini er at kunna fólk kring landið um føroysku undirgrundina, oljuleiting kring Føroyar og oljuvinnu sum heild. Á framsýningini hava børnini møguleika fyri at tekna og gera onkrar uppgávur. Áðrenn framsýningin letur upp, eru allir lærararnir í Sandoynni bodnir at síggja framsýningina og seta seg inn í, hvat hon snýr seg um, og hvørjar uppgávur børn- ini fáa, tá tey koma at vitja framsýningina. Opið er fyri almenninginum gerandis- dagar frá kl. 16 til 19 og í vikuskiftinum frá frá kl. 15 til 19. Atgongdin er ókeyp- is, og fólk kunnu eisini ringja á telefon 361279 og avtala tíð. Her verður framsýningin sett upp í ungmannafelagshúsinum Sólarris í Húsavík. f.v. Anette Jægerup savnsvørður, John í Sjúrða- garði og Ronica Øster savnsteknikarar. Lis Mortensen frá Jarðfrøðisavninum var eisini við til at seta framsýningina upp C M Y K 3 2