leygardagur 15. mars 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 52 - 15. mars 2003
Nr. 52 - 15. mars 2003
5
FAMILJUDAGUR
2. a í Hoydølum
Sunnudagin
16.
mars
skipar 2. a í Hoydølum fyri
familjudegi. Tiltakið hevur
áður verið skipað av øðrum
flokkum, og undirtøkan
hevur verið sera góð.
Fólki dámar væl at koma
ein túr oman í Hoydalar at
síggja og royna tey ymsu
tiltøkini, ið skipa verða
fyri, og serliga um ein
sjálvur hevur gingið í
skúlanum í Hoydølum, sum
ungur, er tað stuttligt at
uppliva skúlan aftur og á
ein øðrvísi hátt.
Tiltakið verður sum sagt í
Hoydølum sunnudagin 16.
mars klokkan 14.30-19.00,
og høvi verður at: fáa bilin
vaskaðan, keypa kaka og
bollar, ríða á rossabaki,
kasta bóltar eftir málskivu,
spæla sær í vælumtóktu
hoppiborgini,
berjast
í
stórum sumo-draktum, eins
og teir veruligi sumo-
wrestlarirnir, ið vit síggja í
sjónvarpsrásini,
Euro
Sport, keypa góðar og bí-
ligar lutir á loppumarknaði,
fiska í fiskibrunni, eins og
á Ólavsøku og so vitjar ein
sera fittur klovnur, sum ger
balón-djór til øll børnini, ið
eru áhugaði.
Um veðrið er til vildar,
verða flestu av tiltøkunum
uttandura, men um ikki,
verða tey inni.
Ágóðin fer til námsferð
hjá 2.A í Hoydølum, sum
skal til Lissabon í apríl í ár.
Um tit hava hug at royna
eitt av niðanfyri nevndu
ella bert hava hug á einum
góðum familjudegi, so er
bara at koma oman í Hoy-
dalar sunnudagin 16 mars
millum klokkan 14.30-
19.00.
Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Familjudagur
í Hoydølum
Hjørdis Johansen ársins herðaklapp
Kunningarstovurnar
kring landið hava
sent út tíðindaskriv,
har heitt verður á fólk
úr øllum landinum,
ið hava møguleika
fyri at hava Ból og
Bita ella leiga eitt
summarhús út, um at
venda sær til kunn-
ingarstovuna í teirra
øki og bjóða seg fram
FERÐAVINNAN
Solby A. Eliasen
Tað hevur víst seg at vera
sera trupult hjá ferðavinn-
uni í Føroyum at finna fólk,
sum eru áhugaði í at hava
Ból og Biti ella Bed &
Breakfast, sum tað er betur
kent. Og nú tíðin aftur
nærkast, har einstaklingar
og ferðavinnuskrivstovur
seta seg í samband við
ymsu kunningarstovurnar
kring landið, er greitt, at
tað er ógvuliga torført at
finna fólk, sum eru áhugað
í at hava Ból & Bita.
Í tíðindaskrivinum frá
Kunningarstovunum verður
sagt, at hetta annars er ein
tann best umtókti gistingar-
hátturin millum ferðafólk,
tí tey tá av álvara fáa eitt
lítið innlit í tann vanliga
føroyingin.
Somuleiðis er tørvur á
summarhúsum, ið eitt nú
útlendskar og føroyskar
familjur kunna leiga í eitt
stytri ella longri tíðarskeið.
– Havandi í huga at fleiri
hús standa tóm kring alt
landið, tó serligani í útjað-
araøkinum, átti tað at verið
møguligt at bøtt um hetta,
so at vit hava nakað at
bjóða ferðafólkunum og
ferðaskrivstovunum, tá hesi
venda sær til okkara, verð-
ur sagt í skrivinum.
Hesin trupulleikin kemur
serliga til sjóndar í summar,
tá Føroyar og Týskland
skulu leika EM-undandyst í
fótbólti 11. juni. Henda
hendingin verður skýrd at
verða ein tann størsta í
ferðavinnuárinum 2003. Í
sambandi við dystin er tørv-
urin á gistingarmøguleikum
ovurhonds stórur, soleiðis at
tað í løtuni er ógjørligt at
finna eina tøka song í land-
inum um tað mundið.
Frá Kunningarstovunum
verður sagt, at tey vita, at
føroyingum dámar væl at
hava gestir, og tískil vóna
tey, at so mong sum gjørligt
fara at seta seg í samband
við Kunningarstovuna í
teirra øki. At enda verður
sagt í tíðindaskrivinum, at
tað verður eitt lítið ískoyti
til tann privata búskapin hjá
teimum áhugaðu.
Ársins herðaklapp,
sum Leikpallur
Føroya letur, varð í ár
latin Hjørdis Johan-
sen fyri hennara
pedagogiska og leik-
listarliga avrik, sum
kveikjandi íbirtari
fyri børn og ung –
leiklistini í Føroyum
at frama
HERÐAKLAPP
Solby A. Eliasen
Hjørdis Johansen fekk árs-
ins herðaklapp handað á
Grækarismessu.
Laura
Joensen, formaður í Leik-
palli
Føroya
handaði
Hjørdis herðaklappið.
Í sínum grundgevingum
sigur nevndin fyri Leikpalli
Føroya millum annað, at
Hjørdis hevur við Drama-
verkstaðnum ósjálvsøkin
og áhaldandi arbeitt fyri at
veita næmingunum frálæru
og innlit í alt tað kreativa og
vitanarliga, sum hevur við
leiklist at gera. Hon hevur
givið næmingunum møgu-
leika til at royna seg út frá
sjónarmiðinum, at øll leik-
listaáhugað skulu hava ein
kjans, tá tey eru til reiðar til
tess.
– Hjørdis Johansen hevur
lært næmingarnar at taka
sjónleik í álvara bæði í
framførslu á palli og sum
góðir áskoðarar, eins og
lært tey at duga at taka í
móti atfinningum frá øðr-
um, verður eisini sagt í
grundgevingunum.
Hjørdis
Johansen
er
pedagogur og dramalærari.
Hon undirvísir einsamøll á
Dramaverkstaðnum, sum
hon sjálv stovnaði í 1997.
Hon er 52 ára gomul og
umframt at hava starvast
sum pedagogur á stovnum,
so hevur hon virkað sum
sjónleikari gjøgnum nógv
ár. Og harvið hevur hon
ognað sær holla vitan um
leiklist og leikstjórn, ser-
liga í Íslandi, men eisini í
Noreg og Danmark.
Ætlanin við Dramaverk-
staðnum er at undirvísa í
sjónleiki, men ikki bert at
seta leikir upp og læra
næmingarnar at framføra.
Tað er meira at taka saman
um alt, sum hevur við sjón-
leik at gera. Eini 70 – 80
næmingar ganga á Drama-
verkstaðnum.
Annað forvitnisligt ar-
beiði á Dramaverkstaðnum
er millum annað at tilevna
sjónleikir, sum verða tiknir
úr nútíðar gerandisdegnum
ella gomlum sagnum.
Í fjør varð ársins herða-
klapp latið Hans Tórgarð.
Hjørdis Johansen fekk sjón-
leikavirðislønina Herða-
klappið, sum Leikpallur
Føroya letur, í ár
Mynd: Jens K. Vang
Ból og Biti til ferðafólk
Grækarismessuhald verður í Klaksvík leygardagin kl. 14:30
Grækarismessuhald
verður í Klaksvík
leygardagin kl. 14:30
GRÆKARISMESSA
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Um viðrar fer skrúðgonga
frá Býráðshúsinum og
heim í skúlagarðin í skúl-
anum við Ósánna, har
Jóna Olsen, leiðari í Varda
Verkstaðnum fer at flyta
fram røðu. Um veðrið
ikki verður til vildar, so
verður haldið inni í auluni
í skúlanum.
Tað
er
Klaksvíkar
Hornorkestur, sum skipar
fyri Grækarismessuhald-
inum í Klaksvík, og við tí
í huga, at 2003 er ár teirra
brekaðu hava tey heitt á
Jónu Olsen um at halda
røðuna. Hornorkestrið fer
sum vanligt at spæla nøk-
ur løg, tá norðoyingar fara
at bjóða tjóðfuglinum
vælkomnum heim.
Grækarismessu
hald í Klaksvík
C
M
Y
K
5
4