Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mars 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 52 - 15. mars 2003 Nr. 52 - 15. mars 2003 7 15 ára gamla Berit Mohr hevur verið í starvsvenjing á Sosialinum í Klaksvík seinastu 14 dagarnar. Henni hevur dámt væl, men hon heldur ikki, at hon fer at verða blaðfólk STARVSVENJING Solby A. Eliasen Klaksvík: Berit hevur skrivað onkra greinina bæði til sjálvan Sosialin og so eisini til ungdómsblaðið <ph_1>. Eisini hevur hon tikið myndir og roynt at arbeitt við teimum. – Eg haldi ikki, at eg hevði kunnað verðið blað- fólk, tí eg eri ikki nóg fram- lig, sigur Berit, sum heldur, at tað hevur verið sera tor- ført at seta seg í samband við fólk og spyrja tey spurningar. Hon hevur fyri tað mesta arbeitt á redaktiónini í Klaksvík, men hon hevur eisini verið og vitjað hinar redaktiónirnar. Ein dagin var hon á Argj- um og arbeiddi har. Ein annan dagin vitjaði hon redaktiónirnar í Eystur- oynni og í Vágoynni. Og ein triðja dagin fór hon saman við Rúnu Siv- ertsen til Havnar, har hon fylgdi við í allari arbeiðs- gongdini frá tíðliga á morgni, og til blaðið varð prentað. Hon nýtti eisini høvi henda dagin til at taka nakrar myndir til tilfar, sum hon sjálv hevur skrivað. – Mær hevur dámt sera væl, og serliga tá eg eisini slapp at vitja hinar redaktiónirnar og ikki at gloyma at taka myndir, sigur Berit, sum heldur, at hon hevur fingið nógv burtur úr tíðini á Sosialin- um. Men hon sigur eisini, at tað er nógv bíðitíð innan hetta yrkið, og tað kundi til tíðir vera eitt sindur køvis- ligt. – Men tá so okkurt hend- ir, so er tað við ferð á, sigur Berit Mohr, sum mánadag- in aftur fer í skúla á Ziska- trøð saman við floksfeløg- unum í 9. b. Blaðfólk er ikki eg 15 ára gamal Berit Mohr hevur verið í starvsvenjing á Sosialinum í Klaksvík í tvær vikur. Hon er her avmyndað inni á redaktiónini í Klaksvík Nú er tíðin, har fólka- skúlarnir senda næmingar í starvs- venjing við at verða av í hesum skúla- árinum. Sosialurin hevur tosað við nøkur úr Klaksvík, sum hava verið í starvsvenjing seinastu tvær vikurnar STARVSVENJING Orð og Myndir: Berit Mohr Mariann Askham: Mariann er í starvsvenjing hjá salong Bronx í Havn. Við Sosialin sigur hon, at henni hevur dámt væl, og hon hevði upp á ein máta tímað at lært til frisør. Hon hevur vaskað hár, feiað og gingið til handa á ymiskan hátt í salongini. Hon valdi eisini danska verjuskipið Tetis, men bát- urin sigldi ikki undir Før- oyum í tí tíðarskeiðinum, starvsvenjingin var. – Tey, sum eg arbeiði hjá eru sera fitt at vera hjá, sigur Mariann, sum heldur at tað er sera spennandi at sleppa at royna seg í starvsvenjing. Hallgerð Næs Simonsen: Hallgerð hevur verið í starvsvenjing hjá Pau í Havn. Hon hevur fingið øgiliga nógv burturúr, og hon sigur, at hon hevði væl tímað at lært til sniðgeva, tí tað er sera læruríkt og áhugavert. Hon er eisini sera fegin um, at næmingar í fólkaskúlanum sleppa at royna seg á arbeiðsmarkn- aðinum. - Eg valdi eisini Guðrun & Guðrun, men tey tóku ikki í móti praktikantum. Eg eri sloppin at gera nógv sigur Hallgerð, sum dámdi avbera væl hjá Pau. Rasmus Jakobsen: Rasmus er í starvsvenjing í Tórshavnar Skipasmiðju. Honum dámar ógvuliga væl, tí hann hevur altíð havt áhuga í skipum - Hetta er júst tað, eg vil, sigur Rasmus, meðan hann arbeiðir upp á eina skrúvu. Og hann heldur fram, at hann hevði væl tímað at lært til skipasmið. Umframt skipasmiðjuna valdi hann eisini Christian í Grótinum og Føroya Bjór, og hann var sera fegin, at hann fekk sítt fyrsta ynski uppfylt. Susan Guðjónsson: Susan hevur verið í starvs- venjing hjá salong Tótu í Havn. Tá Sosialurin vitjaði hana, var hon í ferð við at seta hárið á eini dukku. Henni dámar sera væl ar- beiðið innan frisør. Tá ið vit spurdu, um hon hevði nak- rar framtíðarætlanir um at útbúgva seg sum hárskerða, segdi hon, at tað mátti tíðin koma at vísa. Men hon hevði eisini valt eina aðra frisørstovu at fara í starvs- venjing hjá, so ongin ivi tykist vera um, at henni dámar yrkið. Durita Ljósstein Johansen: Durita er í starvsvenjing hjá tannlæknastovuni hjá Sólvu Eystberg í Klaksvík. Henni dámar sera væl og hon hevði møguliga tímað at lært til tannlækna. Hon hevur vaska amboð, leita eftir journalum og verið við til at gera handilstenn, Hon møtir klokkan 8:30 hvønn morgun og arbeiðir inntil klokkan fýra ella fimm. Jóhann Edvin Hansen: Edvin er í starvsvenjing hjá grafikaravirkinum Vasti í Klaksvík. Honum dámar sera væl har, tí har er eitt sindur av hvørjum. Tá ið vit spurdu, um hann hevði tímað verðið grafikari, svaraði hann, at tað er væl møguligt. – Tað er stórur kjansur fyri tí, sigur hann. Hann hevur gjørt ymiskt, animerað nakrar myndir, verið við at gjørt onkran faldara, og tílíkt. Hann hev- ur sæð, hvussu tey arbeiða her, og hvussu alt gongur fyri seg. Hann møtir hvønn morgun klokkan 9:00 og er so liðugur klokkan uml. 16:00. Hann valdi Vasti, tí hon- um dámar væl at fáast við teldur og helt, at Vasti ljóð- aði áhugavert. Hann valdi Com-data og bakaríið hjá Símun sum nummar 2 og 3. Starvsvenjing liðug Jóhanna Reyðberg 15 ár: Jóhanna er í starvsvenjing í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík. Hon heldur, at tað er sera stuttligt, men strævið. Tá ið vit spurdu, um hon hevði tímað lært til lærara, segði hon ja, men ikki í 1. klassa. Hon hevur hjálpt teimum at rokna, skriva og lesa. Hon arbeiðir bara fyrra- partar. Hon valdi fólkaskúlan, tí tað vildi hon fegin royna. Hon arbeiðir mest saman við teimum báðum lærar- unum í fyrsta flokki, og hon letur sera væl at. Landssjúkrahúsið hevur gjørt avtalu við Roskild Amts Sygehus um fjarviðgerð av húðsjúkum umvegis internetið. Bæði á Landssjúkrahúsinum og í Roskilde eru tey væl nøgd við avaluna SJÚKRAVIÐGERÐ Edvard Joensen Føroyingar við húðsjúkum kunnu nú verða viðgjørdir eftir avtalu við serfrøðingar á Roskilde Amts Sygehus. Men sjúklingur og lækni sita hvør í sínum landi. Talan er um sonevnda tele-dermatologi, greiðir Anne Grete Mikkelsen, læknastjóri á Landssjúkra- húsinum frá. Tað gongur út uppá, at sjúklingurin verður avmyndaður í Føroyum. Síðan verður myndin send um internetið til Roskilde, har serlæknin hyggur at henni og staðfestir, hvørja viðgerð, sjúklingurin skal hava. Læknin sigur so Landssjúkrahúsinum frá, og kommunulæknin hjá viðkomandi sjúklingi fær so at vita, hvussu viðgerðin skal fara fram. Landssjúkrahúsið hevur gjørt eina samstarvsavtalu við Roskilde Amts Syge- hus, sigur Anne Grete Mikkelsen. Avtalan er gjørd, tí eingin húðlækni er i Føroyum, og útlini fyri at fáa nakran eru heldur ikki góð, sigur hon. Men hend- an avtalan, sum gjørd er, er so mikið góð, at hon kann nøkta tann tørv, sum er. Avtalað er, at ein húð- lækni á Roskilde Amts Sygehus kemur til Føroya átta feðrir um árið at hava viðtalu. Umframt verða so fotomyndirnar av føroysku sjúklingunum sendar sjúkrahúsinum í Roskildi, haðani so verður ráðgivið um, hvussu farast skal fram í Føroyum. Tann parturin gongur fyri seg á tann hátt, at komm- unulæknin skrivar eina ávísing til Landssjúkrahús- ið, har sjúklingurin síðan verður avmyndaður, og myndin send til Roskilde. Innan fyri tveir dagar, verður so svar sent aftur til Føroya við leiðbeining um viðgerð. Avtalan kostar Lands- sjúkrahúsinum 600.000.- krónur árliga. Men tað er ikki meira enn tað hevði kostað at havt ein lækna knýttan fast at Landssjúkr- ahúsinum, sigur Anne Grete Mikkelsen. Hinvegin ger hendan av- talan, at í Roskilde verður brúk fyri meira fólki, sum so aftur ger, at Roskilde Amts Sygehus kann gera líkandni avtalur við onnur øki, og tað halda politikar- arnir í Roskilde vera óført sambært Dagbladet í Ros- kilde. Anne Grete Mikkelsen, læknastjóri á Landssjúkra- húsinum, sigur, at avtalan kemur í gildi tann fyrsta apríl. Nú verður so tekniska útgerðin sett upp, og fólk fara at læra seg at brúka hana. – Hetta verður væntandi framtíðar viðgerð, heldur Anne Grete Mikkelsen. So- leiðis at skilja, at komm- unulæknarnir sjálvir fara at taka myndirnar og senda beinleiðis til eitt nú Ros- kilde. Tað hevur eina tíð verið gjørt í Føroyum kortini. Kommunulæknin á Eiði hevur slíka útgerð og hevur brúkt hana nøkur í ár. Alt fer kortini gjøgnum servar- an hjá Landssjúkrahúsin- um, soleiðis at tað verður lagt í kartotekið hjá Lands- sjúkrahúsinum, sigur Anne Grete Mikkelsen. – Men tað riggar væl á Eiði, og eg vænti fyri vist, at tað verður soleiðis aðra- staðni eisini í framtíðini, sigur hon. Flestu handlarnir í Vágum hava opið til langt út á seinnapartin í dag HANDILSVINNA Vágar: Mestsum allir handlarnir í Vágum hava opið til klokkan 17.00 seinnapartin. Alir mat- vøruhandlarnir í oynni eru við í tiltakinum. Terji Nielsen, kunn- ingarleiðari hjá Felag- num Vágar, sigur, at hugskotið kom við stutt- um skotbrái, og tí varð ikki møguligt at skipa fyri nøkrum serligum annars í samband vi til- takið, sum ynskiligt kundi verið. Tað fara Vágafók so at eiga til góðar til næstu ferð, sig- ur hann. Handlarnir í Vágum eru allir - utta ein - limir í felagnum Vágar, sigur kunningarleiðarin. Men ikki allir fara t hava opið seinnapartin kortini. Tó fara í hvussu er allir matvøruhandlarnir og nógvir afturat at hava opið leingi. Hugskotið er sprottið av kappingini, summir handlar kenna seg hava frá handlum og fyritøk- um, sum brúka Vága- tunnilin sum agn. Tí vilja vágahandlarnir nú byrgja upp fyri og seta í verk tiltøk, sum skulu standa í móti hesi inn- rásini. ej Skipaeftirlitið er líkasum eitt sindur í milluhond, tá skip sum Jógvan S skulu sýnast, sigur leið- arin á Skipaeftir- litinum SKIPAEFTIRLIT Edvard Joensen Miðvági: Krøvini til Skipaeftirlitið eru greið. Skipið, sum sýnast skal, skal vera í tí standi, sum reglurnar fyriskriva. Hvørki meira ella minni. – Men kortini eru vit í einum gráum øki, tá vit tosa um júst Jógvan S, sigur Óli Hans Hammer Olsen, leiðari á Skipa- eftirlinum. Grundin er, at tað kann tykjast torskilt at siga, um skipið er før- oyskt, útlendskt, innflutt ella hvat? Tí talan er um skip, sum ikki er skrásett í føroyska flotanum. Men tað er heldur ikki innflutt. So tað kann ikki koma undir somu krøv, sum innflutt ella nýggj skip. Í svari upp á fyri- spurning um innflutn- ingsloyvið hjá Jógvani S, sum varð keyptur frá norskum felag, sigur Fiskimálaráðið, at har finst einki innflutnings- loyvi. Tí hóast skipið er strikað úr føroysku skrá- setingini og hevur norskan eigara, er tað ongantíð fysiskt farið úr Føroyum. – Vit vita ikki rætti- liga, hvørji krøv vit skulu seta til eitt slíkt skip, sigur Óli Hans Hammer Olsen. Men hann væntar, at talan verður um somu krøv sum til eitt innflutt skip. – Men eitt er púra vist, leggur hann dent á. Vit skulu syrgja fyri at trygdin á skipinum er í lagi, og at tey teknisku krøvini verða fylgd. Skipið skal lúka øll altjóða krøv eins og tær fyriskriftir, ES setir, sigur hann. – Vit mugu so døma eftir besta førimuni. Men vit hava altíð verið konsekventir, og soleiðis verður eisini her, sigur Óli Hans Hammer Olsen, leiðari á Skipa- eftirlitinum. Leingi opið í Vágum Landssjúkrahúsið og Roskilde Amts Sygehus samstarva um húðrøkt Jógvan S í gráum øki SAMKOMA Fólk, sum vórðu kon- firmerað í Havnar Kirkju fyri 50 árum síðan, ætla at savna konfirmantarnar aftur. Fólk, sum fyri eini hálvari øld síðan vórðu konfirmerað í Havnar Kirkju, ætla at hittast aftur í samband við 50 ára dagin. Men tað er ikki líka lætt at finna allar konfirmantanar aftur, í tí verður farið í bløðini við eini áheitan. Ein teirra, sum varð kon- firmerað í Havnar Kirkju tann 12. apríl 1953, er Nicolina Jacobsen á Kam- arinum. Hon er eisini ein teirra, sum nú tekur stig til at savna konfirmantarnar aftur. Hon sigur, at tey eru nøk- ur, sum hava tikið seg sam- an, men at ilt er at finna fram til øll, sum tey fegin vilja hitta. Onkur, vita tey, er ikki okkara millum meira. Onnur eru flutt ymsastaðni. Og serliga eru tað genturnar, sum tykjast truplar at finna, tí tær eru giftar ymsastaðni og hava fingið onnur eftir nøvn, enn tær høvdu tá. Men tey, sum síggja áheitanina og halda seg líkasum hoyra til liðið ella kenna onkran av gomlu konfirmantunum., kunnu siga frá til niðanfyri stand- andi Albert Hansen tlf. 44 85 10 - 21 49 30 Dagny Johansen tlf. 44 70 66 ella Nicolinu jacobsen tlf. 42 20 89 ej Vit vita ikki rætiliga, hvørji krøv skulu setast til etitt skip, sum hvørki er føroyskt ella útlendskt, sigur leiðarin á Skipa- eftirlitinum Landssjúkrahúsið og Roskilde Amts Sygehus hava gjørt avtalu umtele-dermatologi. Tað er sjúkraviðgerð yvir inernetið Leita eftir konfirmantum Nicolina Jacobsen á Kamarinum var ein teirra, sum varð konfirmerað í havnar Kirkju tann 12. apríl 1953. Nú vilja tey fegin hittast aftur C M Y K 7 6