leygardagur 15. mars 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 52 - 15. mars 2003
Nr. 52 - 15. mars 2003
9
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Mendelssohn um
vikuskiftið
Í dag og í morgin verður
eitt av tónleikasøgunnar
gitnasu verkum fyri kór,
solistar og orkestur, »Eli-
as«, hjá Mendelssohn at
hoyra í Fuglafirði og í
Havn. Konsert verður í
Fuglafjarðar kirkju í dag kl
17 og í Norðurlandahúsin-
um í Havn í morgin kl 16.
Her eitt sindur um solist-
arnar:
Steen Lindholm
er útbúgvin á Det Kgl.
Danske
Musikkonserva-
torium í Keypmannahavn
sum dirigentur og sum
organistur. 1969-81 undir-
vísti hann sum docentur á
Vestjysk Musikkonserva-
torium í Esbjerg. 1986-90
hevði hann við heitinum
Korsyngemester leiðsluna
av Det Kgl. Operakor á
kongaliga teatrinum.
Síðan 1992 afturvend-
andi gestadirigentur hjá
hollendska radiokórinum
Groot Omroepkoor í Hil-
versum. Free lance diri-
gentvirksemi við donskum
landspartaorkestrum
og
Radiounderholdningsorkes
tret,
Radiokammerkoret
umframt ORF-Chor, Wien,
Mitteldeutscher Rundfunk-
chor, Leipzig, ungverska
útvarpskórinum og á al-
tjóða kórstevnunum Eu-
ropa Cantat.
Síðan 1971 hevur Steen
Lindholm stjórnað Kon-
certforeningens Kor og frá
1992 hevur hann verið
fyrstileiðari hjá Det Danske
Drengekor. Hann hevur
stjórnað konsertum um
mesta partin av heiminum
og leitt verkskeið og semi-
nar t.d. í Canada, USA,
Kina og Korea; men Norð-
urlond
hava
altíð
átt
fremsta plássið í hansara
hjarta og í hansara virk-
semi. Soleiðis var Steen
Lindholm listarligur leiðari
á
Nordklang-stevnunum
1083-1998 og hevur stjórn-
að og spælt í øllum norðan-
londum, ikki minst í Før-
oyum og í Íslandi. Tvær
Grønlands-ferðir hava eis-
ini verið.
Seinastu 20 árini hevur
Steen Lindholm vitjað Før-
oyar einar 35 ferðir, hildið
skeið, verið høvudsleiðari á
kórstevnum og ferðast við
ymsum donskum ljómlið-
um, m.a. Koncertforening-
ens
Kor,
Det
Danske
Drengekor og tí professio-
nella manskórinum De
Kongelige Svende og Køb-
enhavns Kammerensemble.
Berghild Poulsen
hevur læraraprógv frá Før-
oya Læraraskúla við tón-
leiki sum linjugrein. Tíð-
liga gav hon til sjóndar
sínar sertsøku songgávur.
Hon hevur sungið nógv í
kóri og tey seinastu mongu
árini í Havnarkórinum. Í
hesum umhvørvi kom hon
í samband við úrvaldar
sanglærarar sum André
Orlowitz úr Póllandi og
gitnu íslendsku operusang-
arinnuna Ólöf Kolbrún
Harðardóttir.
Í
kórsins
framførslum av størri verk-
um sum t.d. Skapanini eftir
Haydn, Händels Messias og
Ein deutsches Requiem
eftir Johs. Brahms hevur
Berghild Poulsen við sínari
ljómandi,
kenslubornu
rødd ikki smæst burtur
undir liðini á úrvaldum
solistum uttan úr heimi.
Ofta eru boð eftir Berg-
hild til solouppgávur hjá
øðrum ljómliðum eisini, og
eitt serligt tilknýti hevur
hon havt til Tórshavnar
Kamartrio.
Í des. 2002 kom hennara
fyrsta fløga út.
Elsa Súsanna
Dalsgaard
tók diplomprógv í sangi á
Det kgl. danske Musikkon-
servatorium í Keypmanna-
havn. Sanglærarar hennara
vóru John Gutman og Anne
Nyborg.
Í Danmark starvaðist hon
sum professionellur sangari
í Radiokoret, Det kgl.
Operakor og í Jysk Opera-
kor. Síðan 2000 hevur hon
havt fast starv í Den norske
Operas Kor í Oslo.
Elsa Súsanna hevur havt
solokonsertir ymsa staðni í
Danmark, og hennara ljóm-
andi rødd hevur eisini verið
at hoyra á solokonsertum í
Føroyum eitt nú í sambandi
við
Summartónar.
Tá
Havnarkórið til sínar ora-
toriiframførslur hevur havt
tørv á alt-sangara, hevur
tað verið sum ein sjálv-
fylgja at heita á Elsu Sú-
sonnu – soleiðis eisini til
framførsluna av Händels
Messias fyri seinastu jól.
Í ár er Elsa Súsanna
Dalsgaard solistur í oper-
unum Rigoletto og La
Traviata eftir Verdi á Den
norske Opera.
Garðar Þór Cortes
byrjaði sína sangútbúgving
á Sangskúlanum í Reykja-
vík í 1993, hevði Ólöf
Kolbrún Hardardóttir til
lærara og tók prógv eftir
fýra árum. Hann helt fram á
Hochschule für darstell-
ende Kunst und Musik í
Wien, og hevur seinni fing-
ið undirvísing hjá André
Orlowitz í Keypmanna-
havn. Hann hevur eisini
gingið fingið útbúgvig á
operudeildini á the Royal
Academy of Music í Lond-
on.
Garðar Þór Cortes hevur
havt leiklutir í musicals,
oratorium og operum og
luttikið sum solostur á kon-
sertum í Íslandi, Danmørk,
Ungarn, Italia og Onglandi.
Michael W.
Hansen
sum við stuttum skotbrá
syngur týðandi basspartin í
"Eliasi" í staðin fyri Trygve
Bjerkø, ið mátti geva avboð
vegna sjúku, hevur fast
starv sum sangari í fremsta
professionella sangbólkin-
um í Danmark Radio-
kammerkoret. Harumframt
hevur hann drúgva klass-
iska yrkisleið sum solistur í
verkum sum t.d. Händels
Messias, passiónum J.S.
Bachs, Requiem Mozarts
og mongum øðrum, eins og
hann mangan hevur havt
solistiskan leiklut á hós-
dagskonsertum danska út-
varpsins.
FØÐINGAR
8. februar fingu Helena Gaar dog Leif Bjarning, Keyp-
mannahavn, eina dóttur. Hon var 50 cm. og vigaði 3260
gr.
6. mars fingu
Lív Danielsen,
Strendur og
Vinjard Dam,
Streymnes,
eina dóttur.
Hon var 51
cm. og vigaði
3350 gr.
7. mars fingu Joan og Hans Chr. Øregaard, Klaksvík,
ein son. Hann var 40 cm. og vigaði 1220 gr.
7. mars fingu Annika Thorsvig og Eyðun Thorsvig,
Hoyvík, eina dóttur. Hon var 50 cm. og vigaði 3000 gr.
8. mars fingu Heidi Bjerregaard Jensen og Eyðun
Niclasen, Billund, eina dóttur. Hon var 52 cm. og vigaði
4350 gr.
8. mars fingu Óluva og Eyðbjartur Danielsen, Hoyvík,
ein son. Hann var 54 cm. og vigaði 4400 gr.
9. mars fingu Agata og Tom Sørensen, Streymnes, eina
dóttur. Hon var 52 cm. og vigaði 3250 gr.
9. mars fingu Súsanna Funding og Rúni Juul, Tórshavn,
ein son. Hann var 53 cm. og vigaði 3750 gr.
12. mars fingu Marianna Hoydal og Erlendur Joensen-
Næs, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm. og vigaði
3550 gr.
12. mars fingu Anita Johansen og Olivar Danielsen,
Signabøur, ein son. Hann var 54 cm. og vigaði 3660 gr.
13. mars fingu Heidi S. Haraldsen, Sandavágur og
Bjarni Prior, Miðvágur, eina dóttur. Hon var 55 cm.og
vigaði 3725 gr.
13. mars fingu Anja Hovgaard og Andrass Petersen,
Argir, ein son. Hann var 50 cm. og vigaði 3200 gr.
13. mars fingu Rannvá Troest og Kenneth Rasmussen,
Saltangará, ein son. Hann var 56 cm. og vigaði 4250 gr.
ANDLÁT
07. mars
Gudrun Lave, í Froðba, 90 ár
Brynjolf Joensen á Oyrabakka, 71 ár
08. mars
Óli Ellingsgaard av Eiði, 88 ár
Sofía Helena Bærentsen, vanliga nevnd Fíelena, í
Vestmanna, 70 ár
Óli Ellingsgaard av Eiði, 88 ár
09. mars
Anna Simonsen, fyrr Follend, Havn, 84 ár
10. mars
Annefía Frederiksen, á Dalbø í Miðvági, 91 ár
Her situr Sára,
sum er 4 ár, við
lítlabeiggjanum,
sum bleiv føddur
1. mars 2003.
Hann var 52 cm.
og vigaði 3820 gr.
Foreldur teirra eita
Elsbeth Joensen
og Jóannes Jacob-
sen og tey búgva á
Amager
GÓÐGERÐ
Lions Club
3. árið á rað skipar Lions
Club Tórshavn fyri tulipan-
tiltakinum.
Endamálið við tiltakinum
er umframt at savna inn
pening til góðgerandi enda-
mál, eisini tað at seta fokus
á vandamálið við ovur-
nýtslu av rúsandi evnum.
Í hesum døgum seta limir
felagsins seg í samband við
stovnar og fyritøkur í
Havnini við áheitan á tey
um at keypa tulipantyssi.
Eitt slíkt tyssi kostar kr.
250,-, og í viku 15 verða
tulipanirnar
so
bornar
keyparunum saman við
einum skelti við áskriftini
"Nei til narko". Ætlanin er,
at tulipanirnar saman við
skeltinum skulu standa á
einum sjónligum stað alla
ta vikuna.
Narko er eisini eitt
vandamál í Føroyum, og
Lions Club metir tað tí vera
neyðugt regluliga at venda
eygunum
móti
hesum
sníkjandi vandanum í sam-
felagnum!
3. Tulipantiltakið
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Maja í Túni 85 ár
Mánadagin 17. mars verður
Maren Elisabeth ella Maja í
Túni 85 ár. Hon er ættað úr
Havnini, og nú býr hon
aftur í Havnini. Men størsta
partin av lívinum hevur
Maja búð á Toftum.
Maja er dóttir Jóhonnu
og Jens Christian Guttesen
á Tinghúsvegnum í Havn.
Hon var ættað úr Skálavík,
og hann var havnarmaður.
Maja og tey vóru ellivu
systkin: Jens, Maja, Óli
Jógvan, Gunhild, Kirsten,
Petur, Leivur, Brynhild,
Erling, Ingrid og Gunnar.
Jens, Óli Jógvan, Gun-
hild og Leivur eru farin.
Erling býr í Albertslund, og
hini búgva í Havnini.
Maja giftist 9. januar í
1943 við Júst í Túni á
Toftum. Tey giftust inn hjá
Pidda Skaale. Hann hevði
verið giftur við Betty, systir
Júst. Men hann var nýliga
vorðin einkjumaður og sat
eftir við tveimum smágent-
um. Maja og Júst búðu hjá
Pidda í níggju ár. So fluttu
tey í síni egnu hús í Tofta-
túni, og har búðu tey, inntil
tey á heysti í 1987 fluttu í
kjallaran hjá dóttrini og
versoninum í Krosslíð í
Havnini at búgva. Júst, ið
var kendur skipari og
vinnuligur
undangongu-
maður, doyði 5. august í
1995.
Maja og Júst eiga átta
børn:
Andrias,
Alma,
Hanna, Kristian, Petur,
Sanna, Símin og Marjun.
Alma og Hanna búgva í
Havnini, og hini seks eru á
Toftum.
Sum ung genta tænti
Maja m. a. hjá Heinesen og
Christiani Holm. Eftir at
hon var gift, var hon, sum
nógv tær flestu húsmøður-
nar miðskeiðis í hini øldini
vóru tað, heimaarbeiðandi,
og tað var nóg mikið at
takast við. Børnini vóru
tøtt, og heimið var eyðkent
av stórum gestablídni og
nógvum vitjanum.
Tá ið øll børnini vóru
undankomin, var Maja á
Nyki í nøkur ár, og har
dámdi henni væl at vera
saman við øðrum toftakon-
um.
Guttesen fólkini duga
væl at syngja og spæla
uppá. Øll systkini hava í
síni tíð sungið í sangkórin-
um í Ebenezer, og eftir at
hon var komin til Toftir, var
Maja hollur sangstuðul í
salinum, har hennara anda-
liga heim var, og har hon
altíð møtti, tá ið nakað var á
skránni.
Eitt stórt ár eftir at Maja
og Júst vóru flutt til Havnar
at búgva, fekk hon eitt
strik, sum hevði við sær, at
hon gjørdist lamin í aðrari
síðuni. Hóast tað síðani
ikki hevur verið so lætt at
ferðast og vitjað, sum tað
var
frammanundan,
so
hevur Maja ikki ligið á løtu
síðuni. Við góðari hjálp frá
teimum næstu er hon við í
eldratiltøkum í Ebenezer,
hon er í august á hvørjum
ári á eldralegu í Zarepta, og
so vitjar hon børnini og
barnabørnini, sum eru 29 í
tali. Maja er langomma at
átta børnum.
85 ára føðingardagin
heldur Maja á Toftum, har
tað í morgin frá kl. 17
verður opið hús í ítróttar-
húsinum á Svangaskarði.
Jørgen Ladefoged
deyður
Hósdagin 6. mars andaðist
danski nýralæknin Jørgen
Ladefoged, 69 ára gamal.
Jørgen hevur síðan 1969
arbeitt á Ríkissjúkrahúsin-
um í Keypmannahavn. Í
1971 bleiv hann serlækni í
nýrasjúkum og hevur verið
yvirlækni
síðan
1973.
Hann er kendur av øllum
nýrasjúklingum í Føroyum.
Í staðin fyri at nýrasjúk-
lingar vórðu sendir til Dan-
markar til viðgerðar, hevur
Jørgen síðan 1994 ferðast
hendan vegin 2-3 ferðir
árliga.
Eli Smith í
Ribarhúsi
Í morgin, sunnudagin 16.
mars kl. 15.30, letur Eli
Smith listamaður upp lista-
framsýning í Ribarhús í
Fuglafirði. Tá framsýning-
in
letur
upp,
kemur
dreingjakórið Undir Brúnni
í Havn at syngja. Kórið er
m.a.samansett av dreingj-
um sum búgva í granna-
lagnum hjá Britu og Eli
Smith í Havn. Við á fram-
sýningini hevur Eli vatn-
litsmyndir og oljumáln-
ingar. Framsýningin verður
opin til fyrst í apríl. Opið
verður vanligar dagar, tá
handilin í Ribarhúsi er
opin. Leygardag og sunnu-
dag verður opið millum kl.
15.30 og 17.30. Eli er
útbúgvnin radiomekanik-
ari. Hann undirvísir í
máling og tekning á Føroya
Fólkaháskúla.
Brúdleyp
Í dag, kl. 16.30 giftast í Christianskirkjuni
Margretha Torleifsdóttir Sigurðsson, Klaksvík og
Eyðstein Sørensen, av Viðareiði. Brúdleypsadr.:
Skálin.
Í dag giftast í Christianskirkjuni Kára Guðjónsson
og Páll Olsen, bæði úr Klaksvík. Døgurði verður
fyri innbodnum. Vælkomst verður á Tekniska skúla
kl. 20.00.
Navnið á degnum
15. mars. Sakarias, deyður í 752. Grikki valdur til
páva í 741. Hebráiskt navn, ið merkir:
Gud hevur minst til mín. Dagarnir 15. til 21. mars
vórðu nevndir gandadagarnir. Teir vóru sera óálít-
andi til veður.
16. mars. Gudmundur, deyður í 1237. Biskupur á
Hólum í Íslandi. Fyri undirgerðir, sum hendu við
grøv hansara, varð hann skírdur halgimenni.
Norrønt navn, ið merkir Gud og verndari.
17. mars. Geirtrúð, deyð í 659. Dóttir Pippin eldra
og abbasystir Karlamagnus. Fór ung í kleystrið
Nivelles í Belgiu og gjørdist eisini abbadissa har.
Millum annað var hon verndari hjá ferðandi fólki,
og við vegirnar nógvastaðni í Evropa vórðu bygd
sanktugeirtrúðtilhald, har tey ferðandi og tey fátæku
kundu fáa hjálp. Við hesi tilhald vórðu sett upp
vakurt málaðar træmyndir av Sanktu Geirtrúð við
gyltari krúnu. Av veðri og vindi fóru málingin og
gyllingin av hesum myndum, og av tí kemur tiltakið,
at ljómin er farin av Sankta Geirtrúð. Undir hesum
býr kanska eisini tað, at teir gomlu søgdu, at var
regn geirtrúðardag, fór at vera regnsummar. Navnið
er týskt, samansett av orðunum spjót og styrki.
C
M
Y
K
9
8