leygardagur 15. mars 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 52 - 15. mars 2003
Nr. 52 - 15. mars 2003
11
Málið um landsantikvarin er vorðið til eitt opið stríð mill-
um løgmann og varaløgmann. Løgmaður, ið hevur ábyrd-
ina av, at landsstýrismenn fyrisita sítt øki á skilagóðan og
fullgóðan hátt, kom til, at Annlis Bjarkhamar hevur ikki
gjørt tað, meðan varaløgmaður, ið eisini er løgmálaráð-
harri og mentanmálaráðharri nú hevur staðfest, at einki
skeivt er farið fram. Hann staðfestir avgerðina hjá fráfarna
mentamálaráðharranum, og tað merkir, at hann gongur
beint ímóti tí, sum løgmaður við landsins ovastu em-
bætisfólkum hevur kannað og komin til eina niðurstøðu í.
Hetta er ein óhaldbar støða. Her stendur orð móti orði
millum tvey av landsins hægstu fólkum. Almenningurin
hevur krav upp at vita, hvør hevur rætt í hesum málinum.
Tað er ikki nokk, at løgmaður bara tekur til eftirtektar tað
Høgni Hoydal nú hevur gjørt. Løgmaður má út og fortelja
Føroya fólki, hví løgmaður hevur rætt. Tað skyldar hann
løgmansembætinum og tess tign.
Løgmaður hevur viðgjørt hetta sum eina politiska sak, har
m.a. setanarpolitikkurin er brotin. Løgmaður ger hetta,
hevur hann sjálvur sagt, tí tað er altumráðandi at varðveita
álitið hjÁ almenninginum á fyrisitingina. Varaløgmaður
tosar um jura og sigur, at eingin lóg er brotin. Tað hevur
heldur eingin pástaðið eiheldur løgmaður. Løgmaður
hevur afturímóti kraftiga meldað út, at starvsfólka-
politikkurin skal haldast. Hesin er brotin. Høgni Hoydal
kemur aftur og sigur, at tað er hann ikki. Tosað verður um
at fáa umboðsmannin uppí, men hvat skal hann taka støðu
til, tá eingin lóg er brotin og hann neyvan fer inn í ta
politisku viðgerðina (tvs. brot á starvssetanarpolitikkin)
av málinum, sum er kjarnin.
Sambart ÚF í vikuni segði løgmaður, at hann roknaði við,
at Høgni Hoydal tók málið upp. Tað kundi so bara skiljast
sum, at hann ógildaði setanina, hvat man eisini má rokna
við, at løgmaður hevur sagt honum og ætlað, tá hann
góðtók áheitanina frá Høgna Hoydal um at taka ábyrgdina
av sessinum. Nú varaløgmaður ger beint tað øvugta ræður
fullkomin ruðuleiki.
Neyvan er nakar ivi um, at gerðin hjá varaløgmanni er
vend móti løgmanni, sum tí ikki kann sita hendur í favn
og lata hetta fara aftur við borðinum. At løgmaður ikki
letst um vón og tykist hava tjúkka húð er so eitt. Men hann
umsitur landsins mest tignarliga sess, og Føroya fólk kann
ikki liva við, at varaløgmaður, løgmálaráðharrin og
mentamálaráðharrin á henda hátt sáar iva og misálit á
henda sess. Vil løgmaður ikki taka avleiðingina av
støðutakanini hjá nýggja mentamálaráðharranum, fáa
hann til at broyta støðu og ógilda setanina ella siga hann
upp ella siga samstarvið upp, so má hann út at fortelja
Føroya fólki hví og samtíðis greina út, hví hann og
hansara umsiting hava rætt í síni niðurstøðu.
Løgmansembætið kann ikki liva við hesum. Tað er í roynd
og veru trúvirðið hjá løgmansembætinum,, sum stendur
uppá spæl. Næsti maður løgmans er farin út alment og
tileinkisgjørt eina ta mest prinsipiellu avgerð, sum
løgmaður hevur tikið, og sum nú bæði embæti og persónur
koma at líða undir og vera fyri varandi skaða, verður hetta
seinasta orðið í málinum. Fer hetta afturvið borðinum er
almenni setanarpolitikkurin ikki verdur tað pappír hann er
skrivaður á.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Virðing fyri løgmans-
embæti uppá spæl
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Finnleif Guttesen
Tvøroyri
Tað er undrunarvert, at
løgtingsmennirnir úr Suð-
uroy eru púra kúrrir, meðan
løgtingskvinnan úr Norð-
oyggjum Mamy Dahl Sør-
ensen ger vart við um-
støðurnar hjá hesum skúla.
Tingkvinnan úr Norð-
oyggjum spyr hvørjar ætl-
anir landstýrismaðurin hev-
ur við almanna- og heilsu-
skúlanum á Tvøroyri.
Hetta er ein viðkomandi
spurningur, sum hevur stór-
an áhuga og týdning fyri øll
sum skulu brúka skúlan
bæði næmingar og lærarar.
Skúlin hevur eisini stóran
týdning fyri eldraøkið, tí
tað er altíð ein fyrimunur,
at tey sum eru um tey eldru
hava so góða útbúgving
sum gjørligt.
Verandi hølisviðurskifti á
almanna-og heilsu-
skúlanum
Skúlin húsast í einum leig-
aðum húsum, sum Tvør-
oyrar
kommuna
gjørdi
brúkilig fyri eina millión
krónur. Skúlin leigar eisini
nøkur hølir í einum privat-
bygningi og til seinast leig-
ar skúlin nú eisini musik-
skúlastovuna í Tvøroyrar
skúla.
Hetta er sjálvsagt ikki ein
loysn sum kann góðtakast
og mugu nøktandi hølis-
viðurskifti tí koma uppá
pláss sum skjótast.
Líkjast óhugnaliga nógv
Hølisviðurskiftini á al-
manna-og heilsuskúlanum
líkjast óhugnaliga nógv
viðurskiftunum á fiski-
vinnuskúlanum
í Vest-
manna og øll vita hvussu
nógv ár hetta hevur staði
við. Báðir skúlanir hava
alstóran týdning fyri føroy-
ingar, fiskivinnuskúlin fyri
at vit kunnu fáa mest
møguligt burtur úr okkara
primervinnu og almanna-
og heilsuskúlin fyri at tey,
sum eru um okkara eldru
hava so góða útbúgving
sum gjørligt.
Ein landsuppgáva
Tvøroyrar kommuna hevur
gjørt hvat hon kann, bæði
fyri at skaffa hølir til
sjálvan skúlan og til næm-
ingarnar sum koma á skúl-
an.
Somuleiðis
kann
kommunan bjóða barna-
ansing eftir vanligum treyt-
um, til teir næmingar sum
hava børn við.
At syrgja fyri nøktandi
hølisviðurskiftum er ein
landsuppgáva,
ikki
ein
kommunal uppgáva, men
trupulleikin
hevur
alla
tíðina verið og er, at lands-
mynduleikarnir ikki vilja
geva skúlanum nøktandi
sømdir. Tí er tað alneyðugt,
at tingfólk vísa dirvi og
geva hesum skúlum góðar
umstøður.
Tingborg til 32 fólka-
valdar ella skúlar til
hundra tals næmingar
Teir fólkavaldu meta ikki,
at hølisviðurskiftini hjá
hesum skúlum hava tann
stóra týdning, tí teir vilja
heldur at brúka 100 milli-
ónir uppá egnu hølisviður-
skifti.
Havi nú dirvi fyri eina-
ferð skyld, takið eina støðu
sum er virðilig, steðga ør-
vitisprojektinum við ting-
húsinum og brúki peningin
til neyðugar skúlar og
eldraøkið.
TÍÐINDASKRIV
Ráðið fyri brekað sendir í
framtíðini út tíðindaskriv
eftir, at ráðið hevur hildið
fund. Hetta verður gjørt
fyri at kunna almenningin
um arbeiði og ætlanir hjá
ráðnum.
Seinasti ráðsfundur varð
hildin 27. februar í Klaks-
vík, har býráðsformaðurin
Steinbjørn Jacobsen, ið
eisini er ráðslimur, var
vertur.
Vitjað var á bústovninum
fyri børn og ung, sum eru
autistar. Her fingu ráðslim-
irnir innlit í tað miðvísa ar-
beiðið, sum verður gjørt
fyri at skapa eina góða til-
veru
við
persónligari
menning fyri búfólkið á
hesum bústovni.
Ráðið fyri brekað vitjaði
eisini teir nýggju og stási-
ligu bygningarnar við sam-
býli og íbúðum fyri eldri,
sum í næstum lata dyrnar
upp.
Norðoyingar kunnu sam-
an við landsmyndugleikun-
um vera stoltir av hesum
tiltaki. Í øðrum pørtum av
landinum kunnu tey óivað
fáa íblástur frá hesum
búmøguleikum fyri eldri.
Gott var at síggja, at at-
komumøguleikarnir til bý-
ráðshúsið, har fundurin
varð hildin, vóru góðir, og
at lyfta var til ovaru hædd-
irnar.
Á fundinum varð m.a.
umrøtt, hvørji høvuðsmál
Ráðið fyri brekað skal ar-
beiða við í hesum árinum:
• Ráðið ger myndugleikar-
nar varar við spurningin
um fyritíðarpensjón. Her
verður serliga hugsað um
trupulleikarnar hjá teim-
um, sum fáa lægstu pen-
sjón
• Ráðið heitir á myndug-
leikarnar um at útvega
møguleikar fyri fígging
til ódyrar og góðar leigu-
og eigaraíbúðir til fólk
við breki. Hervið verður
møguleiki teirra at skapa
eina sjálvstøðuga tilveru
øktur
• Ráðið tekur upp spurn-
ingin um, hvørt tað er
rætt og gagnligt, at serlig
lóg ella serligar reglur
viðvíkjandi
brekaðum
umframt
Fyrimyndar-
reglur ST´s skulu gerast í
Føroyum. Við hesum
verður hugsað um, at atlit
til rættindi hjá fólki, ið
bera brek, verða viðgjørd
í grundlógarhøpi
Harumframt fer Ráðið at
fylgja tí framhaldandi ar-
beiðinum at leggja eldra-
økið til kommunurnar at
umsita, og arbeiðinum at
smíða lóg um barnavernd,
sum eisini hevur týdning
fyri fólk við breki.
Sum evni til umhugsanar
kann nevnast, at eisini
hesuferð mátti tann ráðs-
limur, sum situr í koyristóli,
sita eftir á bildekkinum, tá
ið farið varð til Klaksvíkar!
Tunnilin til Klaksvíkar
verður ein fyrimunur, eisini
fyri rørslutarnað.
Næsti fundurin hjá Ráð-
num fyri brekað verður
fríggjadagin 4. apríl í Vest-
manna, har vit eisini fara at
hyggja at, hvussu viður-
skiftini eru hjá fólki við
breki.
Tommy Petersen,
formaður í Ráðnum
fyri brekað
Almanna-og heilsuskúlin á Tvøroyri
Fundir hjá Ráðnum fyri brekað
Ivan Eginsson
Nú er tíðin komin hjá kom-
andi næmingum á Stu-
dentaskúlanum og HF-
skeiðunum í Hoydølum at
velja nøkur av teimum fak-
unum, ið teir fara at hava á
skúlanum. Hjá teimum
málsligu
næmingunum
stendur valið millum eitt av
trimum málumum, ið ikki
hoyra til tann heimliga ger-
manska málbólkin (før-
oyskt, hini norðurlendsku
málini, enskt, týskt).
Tað verður ofta sagt, at
føroyingar eru so fámentir.
Men hesin lítilleikin kann
vendast til nakað positivt:
hini duga ikki føroyskt, so
læra føroyingar bara málini
hjá hinum.
Tann føroyski studenta-
skúlin er so væl fyri, at
hann kann bjóða bæði
franskt, spanskt og russiskt
sum triðja heimsmál aftan á
enskt og týskt.
Tey seinastu árini hevur
gongdin verið tann, at trup-
ult er at fáa fleiri næmingar
til at velja russiskt. Sam-
stundis eru tey sera nógv, ið
heldur taka spanskt. Eftir
mínum tykki er tað eitt
sindur óheppið fyri tann
føroyska skúlan og sam-
felagið sum heild.
Í heimsparti okkara tosa
tey spanskt bara í einum
landi, Spania. Fólkatalið
har liggur um 40.000.000
fólk. Harav hava nógv
teirra onnur mál, enn
spanskt,
til
móðurmál
(baskiskt,
katalanskt).
Franskt tosa tey í Fraklandi
og pørtum av Belgia og
Sveis (umleið 80.000.000
fólk).
Tað er ikki ætlanin at nið-
urgera spanskt og franskt í
hesi greinini. Tvørturímóti.
Tað er frálíkt, at føroyingar
kunnu hava hesi bæði mál-
ini á studentastigi. Men
samstundis tykist russiskt,
ið 150.000.000 fólk bara í
Russlandi,
plus
200.000.000 fólk í øðrum
eysturevropeiskum londum
tosa, at vera dottið burtur-
ímillum á føroyskum stu-
dentaskúla.
Tað eru ivaleyst fleiri
orsøkir fyri tí. Politiska
fortíð Russlands og atskilj-
andi negativur tíðinda-
flutningur eystanifrá, eins
og luftfalsliga torføra mál-
læran, gera sítt til, at ein
komandi føroyskur stu-
dentaskúlanæmingur velur
ein "tryggari" veg við
sponskum ella fronskum.
Eg fari ikki her at um-
røða
tað
bókmentaliga
ríkidømið, ið tað russiska
málið eigur. Tað eru heldur
spennandi
arbeiðsmøgu-
leikar, sum kunnleikin til
russiskt hevur við sær.
Russland
hevur
meira
handilssamstarv við Føroy-
ar, t.d. á fiskiveiðuøkinum,
enn Frakland ella Spania,
og hetta samstarvið bara fer
at økjast við einum møgu-
ligum
fríhandilssáttmala
Føroya og Russlands ímill-
um.
Mær vitandi eru bara
tríggir núlivandi persónar
av føroyskum uppruna, ið
nakrantíð hava lokið cand.
mag. prógv. í russiskum.
Ein er komin í eftirlønar-
aldurin. Ein er sera væl
umtøktur lærari í týskum
og russiskum í Hoydølum,
men hann fellur tíverri fyri
aldurmarkinum í 2005.
Yngstur av teimum verður
62 í ár og er búsetandi
uttanlands. Hvussu er so
við teimum yngri ættarlið-
unum?
Um nøkur ár fer tað ikki
at gagna tí føroyska sam-
felagnum, at eiga tjúgu ella
fleiri virkandi "akademik-
arar"
í
sponskum
og
fronskum, og ongan í russ-
iskum. Russland, umframt
av vera eitt risastórt land, er
ein av grannunum og góðu
samstarvsfeløgunum
hjá
Føroyum. Tí átti hugburð-
urin viðvíkjandi russiskum
at verið broyttur á føroysk-
um studentaskúla. Meira
javnvág eigur at koma í
talið á teimum, ið velja
triðja heimsmál - spanskt,
franskt ella russiskt. Tað er
yvirhøvur ikki møguligt at
velja russiskt á Kambsdali
ella í Vági. Hoydalar er
einasta staðið, har undirvíst
verður í hesum vakra, ríka
og, ikki minst, týdningar-
mikla máli. Tað hevði tað
verið stórt spell, um russ-
iskundirvísingin í Føroyum
fór fyri skeytið, orsakað av
manglandi áhuga millum
tey ungu.
VIÐMERKINGAR
At velja heimsmál
Hans J. M.
Garðalíð
Nakað er nú fráliðið,
síðani tað stóð at lesa í
bløðunum, at um Café
Blákross ikki fekk meira
pening, ja, so mátti
lukka.
Hetta bleiv so fingið
upp á pláss. Tórshavnar
býráð tók sær av hesum.
Hettar tykir mongum
sum undarligt, tí café'in
skuldi kunna forrenta
seg sjálva, um hon varð
betri umsitin, og av
kvalifiseraðum fólki.
Nakað seinni er at lesa
í einum Blákrossblað,
har leiðarin á café'ini
sáðar illgras, og kastar
grugg og svans eftir ó-
nevndum
frívilligum
felagsskapi (øll vita vit,
hvør hann er).
Dári tín, sær flísina í
eyga bróðir tíns, og ikki
bjálkan í tínum egna.
Dekan settur, um ikki
leiðarin fyri Café Blá-
kross ikki aftur nú var at
síggja í sjónvarpinum,
sá ógvuliga forvirraður
út, ósikkur, leitaði eftir
orðinum, ópresentabul
ílatin, men aftur nú
prøvar hann at sáa ill-
gras um áðurnevnda ó-
nevnda felagsskap.
Tað má nú vera upp á
tíðina, at hesin lúsagtigi
framferðarháttur av leið-
aranum verður átalaður.
Lat tað verða gjørt
púra greitt, at leiðari +
aðalstjóri + skrivari +
prestur er ikki nokk til at
koma upp á knøini á
leiðaranum á tí ónevnda
felagsskapi,
sum
tit
kasta/sáa iva og grugg
um. Nei, tit eru ikki
verdir, enn minni tit tora
at stíga í inniskógvar
hansara.
Café Blákross átti
heldur at tikið við læru
frá hesum manni, og
heldur biðið hann um
hjálp og ráð, táið á stóð.
Vónandi sá Heilsu-
frøðiliga Starvsstovan
útsendilsið, hvar leiðarin
við handalag sum krabbi
og elegansu sum kúgv
tilbereiddi og serveraði
eina pizza, vásaklæddur
og við tvivlsamari hygi-
einu. Hetta er so langt
úti og óforsvarligt, at
leiðarin átti at verið
uppsagdur upp á stand-
andi fót.
Nú
hevur
leiðarin
eisini, sum rosinan í
pylsuendanum, tveitt á
gøtuna eina 70 ára
gamla kvinnu. Grund-
gevingin
er
1
tóm
fløska, havi eg fingið
fortalt, sum skuldi nýt-
ast til lampu.
Hvussu visti leiðarin
um hesa tómu fløsku, jú
hann hevði læst seg inn
á kamarið hjá kvinnuni,
ímeðan hon var burtur-
stødd á aðrari oyggj.
Er hetta ikki ein
kriminell handling, har
politiið skuldi tikið sær
av hesum? Leiðarin hev-
ur framt hetta brot meira
enn einaferð.
Samanumtikið kann
eg bara konstatera, at eg
ónatúrliga illani – fyri
ikki at siga slett og al-
deilis ikki – vil vera við
til at fíggja nakað sum
helst, har ein inhabilur
ørvitisknokkur gongur
runt í øðini og brølar »at
so leingi, sum eg eri
skipari, skal eg ráða fyri
borgum«.
Og bara slett ikki tá ið
viðkomandi er so peru-
fullur í sjálvsrættvísi, at
hann uttan fyrilit læsir
seg inn á kømurni hjá
íbúgvunum.
Vónandi fer Tórs-
havnar Kommuna at
kanna viðurskiftini á
Café Blákross og finna
útav, um stuðulin, sum
latin verður, er til gagns
ella »um hann eins væl
kundi verið brendur ella
bert tveittur burtur«. Eitt
slíkt Sodoma má ikki
stuðlast við almennum
midlum, fyrr enn øll/
allir, sum í dag hava
nakað sum helst við
leiðslu og rakstur at
gera,
eru
uppsagdir
permanent, og ongantíð
koma
aftur,
eisini
nevndin aftanfyri, tí hon
hevur góðtikið direkta
ella indirekta tað sum er
farið fram.
Hjartasuff
– á Torginum í SMS
leygardagin
TOMBOLA
Tíðindaskriv
Fríggjadagin og leygardag-
in – í dag - fer Vestmanna
Kirkjukór at hava stórt
tombola á Torginum í SMS.
Millum
mongu
vinningarnar verða m.a.
laksur, ræstur fiskur, kaffi,
kips,
sodavatn,
bollar,
køkur, 100 páskaregg og
mangt annað.
Leygardagin kl. 13 fer
kórið at hava eina meksi-
kanska
uppboðsølu
á
Torginum,
har
er
ein
ferðaseðil til Skot-lands frá
Atlantic Airways verður
burturlutaður.
Meksikanska
uppboð-
sølan gongur fyri seg
soleiðis, at tey vitjandi í
SMS leygardagin kunnu
bjóða uppá ferðaseðilin.
Hvørt
boð
kostar
20
krónur, sum verður latið
uppboðshaldaranum. Bjóða
uppá ferðina inntil ikki
fleiri boð koma. Tann ið
eigur síðsta boðið, vinnur
skotlandsferðina
við
Atlantic Airways.
Vestmanna Kirkjukór er
eitt
sera
virkið
kór.
Umframt at syngja, und-
irhalda tey eisini við sjón-
leiki. Kórið, sum telur 45
gentur og kvinnur, syngja
til ymisk høvi, eitt nú til
høgtíðir, so sum jól, til
páskar, og eisini til tiltøk
eftir
áheitan.
-Seinasta
tiltakið kórið luttók í, var
ísambandi
við
eitt
hugnakvøld fyri bindi-
klubbar í Vestmanna. Har
undirhelt kórið við sangi og
undirhaldi. Tann 19. mars
skulu tey aftur á pallin,
hesaferð ísambandi við
hugnaløtu
hjá
pensiónistunum í Vest-
manna.
Endamálið við tiltakinum
á Torginum í SMS er fyri at
savna pening til ein túr til
Álands í døgunum 1. til 14.
juli í ár. Á Álandi skulu tey
m.a. syngja í Jomala kirkj-
uni, St.Gøran kirkjuni, og á
Fugloynni,
sum
ljóðar
ógvuliga
føroykst.
Á
heimferðini gongur leiðin
til Keypmannahavnar, har
kórið
m.a.
syngur
í
Sámuelskirkjuni.
Eru tað vestmenningar, í
bygd og í bý, sum vilja lata
ein vinning til tiltakið, so
kann ringast á telefon
221577,
424192
ella
424614.
Skotlandstúrur fyri 20 kr
C
M
Y
K
11
10