Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mars 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 52 - 15. mars 2003 Nr. 52 - 15. mars 2003 13 Tað gongur strálandi hjá TeleTech Samskiftisfyritøkan, TeleTech, hevði eina framgongd í fjør uppá heili 27% SAMSKIFTI Vilmund Jacobsen At tað gongur væl hjá sam- skiftisfyritøkuni, TeleTech, kann valla nakar ivi vera um. - Hóast roknskapúrslitið hjá felagnum enn ikki er uppgjørt, er greitt, at kundagrundarlagið øktist ár 2002 við útvið 30%. Hetta veit Birgir W. Høgnesen, sum starvast hjá fyritøkuni, at siga. Hóast TeleTech gjørdi stórar íløgur í útbygging í farna ári, vóru hesar við- virkandi til, at inntøkurnar hjá felagnum vuksu mun- andi. Birgir sigur, at kunda- grundarlagið hjá TeleTech til tráðleysa internetið røkkur í dag Tórshavn, Nólsoy, Toftir, Runavík, Saltangará, Strendur, Skála, Syðrugøtu, Norðragøtu, Gøtugjógv, Leirvík og Klaksvík. - Útbyggingin gongur skjótt, og TeleTech ætlar sær at røkka meginpartin av landinum við komandi út- byggingum av egnum neti. Tað, at felagið byggir sítt egna net, sigur Birgir, ger, at viðskiftafólk hjá Tele- Tech hava eitt sjálvstøðugt og trygt net. Hann vísir á, at TeleTech var ikki burtur, tá ið Cantat- kaðalin í 2002 var skaddur, tí felagið hevði eina góða avtalu um uttanlandslinju. Stór øking Birgir sigur, at ein útbygg- ing hevur tað við sær, at økini, har útbygt verður, fáa eina betri atgongd til tráð- leysa internetið hjá TeleTech. - Hesum gjørdu nógv sær dælt av, tí talið av viðskifta- fólki hjá TeleTech øktist við næstan 30% úr ár 2001 til 2002. Hann vísir á, at seint í ár 2002 gjørdi TeleTech avtalu við ein av mest seljandi telduhandlunum í Norð- oyggjum, Omega, um at selja internet hjá felagnum. - So, her vænta vit fram- gongd í 2003, leggur Birgir aftrat. Herfyri gjørdu TeleTech og Kall avtalu um, at Kall leigar seg inn í hús og mast- ur á Høganesi í Nes komm- unu. - Í løtuni eru vit eisini í samráðingum við nøkur øki í landinum um komandi útbyggingarnar hjá okkum, sigur hann. Stórir møguleikar Við veksandi talinum av viðskiftafólki, hevur Tele- Tech eisini gørt sær nakrar tankar um hvørja leið, fel- agið eigur at ganga í framtíðini. Birgir sigur, at nógvir møguleikar eru í loyvinum, ið TeleTech, sum tað fyrsta felagið, fekk frá táverandi landsstýrismanninum í fjarskiftismálum, Finnboga Arge í 1999 . - Eg vil ikki koma nærri inn á, hvat felagið hugsar um, sigur Birgir. Spurdur, um fartelefon ella fastnet eru í kvittanini, sigur hann, at tað vil hann ikki koma nærri inn á, fyrr enn kanningarnar, sum skulu gerast, eru lidnar. Birgir sigur tó, at Tele- Tech ætlar sær ikki inn í satelittinternet, tí tær royndirnar, felagið gjørdi uttanlands í fjør, vóru vit ikki nøktandi. Positiv gongd Í juli 2002 keypti TeleTech sítt høvuðssæti í J. C. Svabosgøtu, og í komandi tíðum er so ætlanin, at aðrar íløgur skulu gerast í tekniska útgerð. Felagið hevur eisini nýtt nakað av peningi til FarIce-kaðalin, sum væntandi verður klárur í desember í ár. Birgir roknar ikki við, at allar hesar íløgur fara at tyngja um raksturin, tí húsaognin hjá TeleTech er í stóran mun útleigað. - Hetta saman við vaks- andi talinum av viðskifta- fólki sigur okkum, at gongdin er ógvuliga posit- iv, sigur hann Spurdur, sigur Birgir, at hann metir tað vera náttúr- ligt, at kappingin er hørð millum Føroya Tele, Kall og TeleTech. - Men tað eru bara vit av okkum trimum, sum leggja dent á tað tráðleysa inter- netið í løtuni, og tí eru vón- irnar hjá okkum góðar, leggur hann aftrat. Bert 16 oyru Birgir W. Høgnesen sigur, at TeleTech er inni í eini positivari gongd, sum hann tekur til. - Prísurin hjá okkum á lokala netinum er bara 16 oyru. Viðskiftafólkini hugsa sjálvsagt eisini um prísin, men eg ivist ikki í, at tey hugsa mest um, at tey hava eitt internet, sum stendur opið allan dagin – eitt inter- net, sum ikki skal ringjast upp, tá ið farast skal á netið, sigur hann at enda. - Eg trúgvi, at viðskiftafólk okkara hugsa mest um, at tey hava eitt internet, sum stendur opið allan dagin – eitt internet, sum ikki skal ringjast upp, tá ið farast skal á netið, sigur Birgir W. Høgnesen, sum starvast hjá samskiftisfyritøkuni, TeleTech Í juli 2002 keypti TeleTech sítt høvuðssæti í J. C. Svabosgøtu. Ein stórur partur av bygninginum verður leigaður út. - Kappingin millum okkum, Føroya Tele og Kall er hørð, men tað eru bara vit, sum leggja dent á tað tráðleysa internetið, sigur Birgir W. Høgnesen Tombola og eydnuhjól í Stranda skúla TILTØK Vilmund Jacobsen Strendur: Í dag, leygar- dagin, 15. mars, skipar Stranda Ítróttarfelag fyri tombola og eydnuhjóli í Stranda skúla. Tombola byrjar klokk- an 19, og eydnuhjólið fer at "snurra" hálvan tíma seinni, klokkan 19.30. Hetta er eitt afturvend- andi tiltak, sum St.Í.F. skipar fyri um hesa tíðina á hvørjum ári. Tiltakið plagar at eydn- ast væl, og soleiðis vóna stigtakararnir eisini, at tað verður í dag. Tað eru í fyrsta lagi íðkandi og hvílandi limir, sum lata gávur til eydnu- hjólið, og onkur fyritøka plagar eisini at vera bein- asom og lata onkran lutin. Nógv fólk plaga at leita sær í Stranda skúla eitt slíkt kvøld, og úrtøkan hjá felagnum hevur hini árini verið góð, einar 50.000- 60.000 krónur hvørja ferð. Allur peningurin, sum kemur inn, fer til rakstur- in av St.Í.F, og er eitt kær- komið íkast. Í hesum kappingarárin- um fylti St.Í.F. seksti ár, og tí vónar felagið, at undirtøkan í ár ikki verið minni, men kanska upp- aftur størri, enn undan- farin ár. Eitt væl stuðlað kvøld í kvøld hevði verið ein góð føðingardagsgáva, nú fel- agið er farið um tey seksti. Høvuðsvinningarnir hesaferð eru 1. X–box við 2 joystickum+1 spæl og 2. fartelefonir. Stranda Ítróttarfelag ynskir at takka øllum hjartaliga, sum vilja stuðla felagnum í Stranda skúla í kvøld. Annlis Bjarkhamar og Petur Petersen vóru í flest allar mátar ósamd í sambandi við setanina av nýggjum landsantikvari FYRISITING Heri á Rógvi Tað er kanska ikki so galið hjá teimum báðum Annlis Bjarkhamar og Peturi Petersen ikki at skulu hitt- ast til arbeiðis hvønn morgun. Í málinum viðvíkjandi setanini av nýggjum lands- antikvari vóru tey bæði so rúkandi ósamd. So mikið ósamd, at Petur Petersen kendi seg noyddan til at gera Anfinn Kallsberg vart við hetta. Sosialurin hevur fingið innlit í skjølini í sambandi við viðgerðina hjá løg- manni av nógv umrødda málinum um landsantikvar setanina. Sum heild er lítið nýtt at finna í skjølunum, tí alt tað, ið ikki hevur verið væl og virðiliga frammi í fjølmiðl- unum. Men skjølini siga eina søgu um, hvussu ósamd Annlis Bjarkhamar, fyrr- verandi landsstýrismaður, og Petur Petersen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, hava verið. Òsemjan sæst fyrst, tá Annlis Bjarkhamar boðar frá, at hon ikki ætlar at fylgja báðum tilmælunum frá setanarnevndini – at seta Símun V. Arge í starv sum landsantikvar – men heldur fer at seta Steffen Stummann Hansen í starv. Tað framgongur av skjøl- unum, vit hava fingið innlit í, at aðalstjórin mælir Ann- lis Bjarkhamar frá at taka hesa avgerð, men hon tví- heldur um sína støðu – og Steffen Stummann Hansen verður settur í starv. Tá løgmaður so seinni biðjur um eina frágreiðing, so fer Annlis Bjarkhamar nakað illa við Peturi Peter- sen og hinum – í øllum før- um eftir teirra tykki – og Petur Petersen sendir løg- manni sína egnu frágreið- ing, har hann vísur á, at hann er púra ósamdur við Annlis Bjarkhamar. Petur Petersen metir, at tað er skeivt, tá Annlis Bjarkhamar rør framundir, at setanarnevndin ikki hev- ur gjørt eitt nóg gott og ósakligt arbeiði. Eisini vil hann vera við, at Annlis Bjarkhamar hevur hótt við at siga hann úr starvi, skrivaði hann ikki undir brævið til Magistara- felagið, ið Annlis Bjark- hamar sendi, eftir at málið var komið alment fram. Hesum noktar Annlis Bjarkhamar í einum nýggj- um skrivi til løgmann fyri. Tað er ógvuliga ilt hjá okkum at skriva greitt um ósemjurnar, tí tað nógva í skjølunum er strikað út, soleiðis at tað ikki er lesil- igt fyri at fjala útyvir allar persónligar upplýsingar og upplýsingar í trúnaði. Løgmaður hevur ongar ætlanir um at loysa Høgna Hoydal úr starvi ella gera meira við setanina av Steffen Stummann Hansen, hóast hann er rúkandi ósamdur. Ì samgonguni má støðan nú gerast upp, og løgmaður ótolnast eftir svari frá Tjóðveldisflokkinum POLITIKKUR Heri á Rógvi Løgmaður er farin at ótolnast. Hann er farin at ótolnast eftir einari útmelding frá Tjóðveldisflokkinum um støðuna í samgonguni. Men eisini løgmaður vil hava eina greiða støðu. – Føroya fólk hevur ikki uppiborið framhaldandi at vera vitni til, at vit ikki finna útav tí. Tí haldi eg, at vit mugu gera støðuna upp og finna útav, um vit kunnu fáa annað lag á ella ikki, sigur Anfinn Kallsberg. Tjóðveldisflokkurin er farin undir gjølla at um- hugsa støðuna í samgong- uni, eftir at Annlis Bjark- hamar varð søgd úr starvi sum landsstýrismaður. Fo- rmaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, sigur, at málið um Annlis og setan- ina av landsantikvari er bert tað seinasta málið av nógv- um, sum gera, at flokkurin hevur brúk fyri gjølla at umhugsa støðuna. Løgmaður koyrdi Annlis Bjarkhamar úr starvi fyri at staðfesta setanina av Stef- fen Stummann Hansen sum landsantikvari, men nú Høgni Hoydal hevur stað- fest, at rætt er farið fram, so ætlar løgmaður einki meira at gera við málið, hóast hann er rúkandi ósamdur. Høgni Hoydal skal ikki vænta sær at verða koyrdur úr starvi sum mentamála- ráðharri. – Tað er ein stórur munur á støðuni hjá Annlis og Høgna. Annlis handlaði allatíðina beint ímóti tí, sum eg helt vera skilagott. Hon staðfesti eisini eina setan dagin áðrenn, at eg hevði fingið skjølini í mál- inum og langt aftaná, at eg boðaði frá, at eg fór at kanna málið. Hon hevur so tikið eina fyrisitingarliga avgerð, sum hon hevði rætt til at taka, og nú er málið heilt øðrvísi við einum triðja persóni – nevnliga tann nýggja lands- antikvarin, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Hann sigur, at tað fer at kosta millum 2,5 og 3 milli- ónir ella meira at broyta fyrisitingarligu avgerðina og siga Steffen Stummann Hansen úr starvi, tá hann hevur fingið ein sáttmála fyri fimm ár, har eingin royndartíð er ásett. Og løgmaður ætlar ikki at gera meira við sjálva setanina. Hann leggur dent á, at hann er púra ósamdur við niðurstøðuna hjá Høgna Hoydal um, at alt er farið rætt fram. – Eg havi viðgjørt málið, og eg eri sannførdur um, at málið ikki er avgreitt á fullgóðan hátt. Men tann støðan er nú farin, og fyri- sitingarligi myndugleikin er nú hjá sitandi landsstýr- ismanni, og løgmaður fær ikki gjørt meira við tann fyrisitingarliga partin, sigur Anfinn Kallsberg. Løgmaður hevur altíð møguleikan at loysa lands- stýrismenn úr starvi, men tað er ógvuliga lítið sann- líkt, at løgmaður fer at taka hetta stigið móti sitandi mentamálaráðharranum. Spurdur, um hetta ikki er eitt misálit á løgmann, tá Høgni Hoydal kemur til øvugtu niðurstøðuna enn løgmaður, sigur løgmaður, at hetta er ein meting, sum Høgni Hoydal má gera. – Eg meti, at avgerðin hjá Høgna Hoydal er tikin útfrá einum politiskum atliti meira enn fyrisitingarligum atliti, sigur Anfinn Kallsberg. Støðan gerast upp Løgmaður ger eisini greitt, at hann ikki ynskir, at hetta stevið í samgonguni heldur fram. – Tað er nú komið hartil, at fáa vit ikki annað lag á, so er hesari samgonguni ikki lív lagað, sigur Anfinn Kallsberg. Hann er farin at ótolnast eftir svari frá frá Tjóð- veldisflokkinum, sum nú hevur umhugsað støðuna í longri tíð. Men løgmaður ynskir eisini, at partarnir seta seg niður og finna eina loysn á trupulleikanum. Hetta hevur løgmaður frá- boðað Høgna Hoydal. – Nú mugu vit fara at fáast við politikk aftur, sig- ur løgmaður at enda. Petur og Annlis púra ósamd Støðan skal gerast upp Aðalstjórin og landsstýrismaðurin vóru púra ósamd um avgerðina at seta landsantikvar. Samskifti teirra millum í hesum málinum fór til síðst fram umvegis teldupost. C M Y K 13 12