Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mars 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 52 - 15. mars 2003 15 14 Nr. 52 - 15. mars 2003 verið dramatiskar. Tann 9. januar varð Rosalie heintað á Bládýpinum og tikin á løgreglustøðina í Havn, har hon varð avhoyrd í tríggjar tímar av løgregluni. Heini slapp ikki at vera til staðar undir avhoyringunum. Løgreglan sigur seg hava roynt at sett seg í samband við tey fleiri ferðir uttan úrslit og hevur greitt teim- um frá, at konan skal hava skrivligt uppihaldsloyvi í Føroyum. – Ein juristur á fútaskriv- stovuni segði mær, at tað var skeivt, at kona mín var í Føroyum, og at vit máttu hava eitt skrivligt loyvi. So setti eg meg at skriva eitt bræv til Politimeistaran í Føroyum, sum eg havi fingið kvittan fyri, men eg fái onki svar. Eg haldi hetta vera so skeivt, sigur Heini Thomsen umaftur og vísir okkum brævið, sum hann hevur sent fútanum, sum hevur kvitaað tann 13. des. Sær svart út Tey bæði hava ikki heilt givið upp enn. Hóast út- litini eru vánalig, so ætla tey at royna, hvat tey kunnu, so Rosalie ikki verður útvíst. Men tað sær svart út. – Konan er útskrivað, og vit royna at gera sum frægast. Mær dámar Før- oyar so mikið væl. Eg haldi ikki, at tað er rætt, sum útlendingastýrið ger ímóti okkum. Eg havi ikki verið í Føroyum í 10 ár, men eg síggi, at her eru nógvir útlendingar, sum bara eru her fyri at tjena pengar. Men tá eg sum føroyingur komi við konu mínari, so fara tey illa við henni. Hvar eru okkara mannarættindi? spyr Heini Thomsen. Hann sigur, at tey sjálv- andi onki hava ímóti at søkja um arbeiðs- og uppi- haldsloyvi. Nú hevur hann sett seg í samband við rætt- arhjálpina í Keypmanna- havn, og hann hevur eisini tosað við ein sakførara í Havn. Men hann skilir bara ikki, hví tað skal vera so- leiðis. – Hetta er ov nógv fyri meg at skilja. Hetta er ógvuliga keðiligt fyri okk- um. Serliga fyri okkara son, sum nú noyðist aftur til Danmarkar. Vit hava flutt tað mesta av okkara tingum úr Keypmannahavn og hava brúkt nógva orku at flyta. Nú standa vit her, og vita ikki, hvat vit skulu gera, sigur Heini Thomsen. ÚTVÍST Ingi Rasmussen Heini Thomsen stríðist fyri, at filipinska kona hansara kann sleppa at vera í Føroyum. Hon er víst av landinum, og í sínari grundgeving sigur útlendingastýrið, at Rosalie ikki hevur søkt um arbeiðs- og uppi-haldsloyvi í Føroyum. Tey bæði koma til Føroya í september í fjør. Trupulleikarnir stinga seg upp, tá Rosalie fær arbeiði í Havn og skal hava p- tal. Heini vendir sær til løgregluna 11. desember í fjør og fær upplýst, at tað er neyðugt, at Rosalie Thomsen innan eina viku søkir um uppi- halds- og arbeiðsloyvi. – Eg havi skrivað til politimeistaran tann 13. desember, men eg fái onki svar. Eg havi bíðað, men vit hoyra onki aftur. Og nú vera vit bara víst av landinum, sigur Heini Thomsen. Sosialurin hevur sæð brævið, sum hann hevur skrivað, og líkt er til,at partarnir tosa hvør sítt mál. Heini Thomsen skrivar soleiðis í brævinum til fútan: »Da Rosalie og He- rold er flyttet til Færø- erne, er de blevet meldt til Sørvágs kommune. Dette er foregået helt og aldeles korrekt, efter anvisning fra udlænd- ingedirektoratet«, skrivar Heini m.a. í brævinum, sum endar við orðunum: »Skulle De have kommentar til dette, skal de sendes til Heine Thomsen«. Og so verður bústaðurin nevndur. Heini sigur, at hann fær onki svar, meðan løgreglan sigur, at hon áhaldandi roynir at seta seg í samband við parið uttan úrslit. Undir øllum umstøðum er greitt, at ongin umsókn kemur eftir uppihalds- og ar- beiðsloyvi. Og tí verður Rosalie nú víst av landinum. Far av landinum inn- an 10. apríl. Annars kanst tú fáa hálvt árs fongsul. Hetta vóru hørðu boðini, sum filipinska Rosalie Thomsen fekk, beint sum hon hevði fingið eitt barn saman við føroyinginum Heina Thomsen. Rosalie, sum er gift Heina, hevur varandi uppi- haldsloyvi í Dan- mark, og hon helt seg hava fingið loyvi at fara til Føroya við manninum. Men so var ikki ÚTVÍST Ingi Rasmussen »Udlændingestyrelsen ud- viser Rosalie Thomsen med indrejseforbud i 1 år.« Hetta vóru hørðu boðini, sum 37 ára gamla filipinska konan, Rosalie Thomsen, fekk frá føroysku løgregl- uni herfyri. Boðini komu illa við. Rosalie hevði akkurát átt eina gentu á føðideildini, og tí fekk hon longda freist at stinga í sekkin. Men seinast 10. apríl skal hon vera av landinum, hevur løgreglan boðað henni frá. Og hon skal halda seg burtur í eitt ár. Annars kann hon fáa hálvt árs fongsuls- revsing. Varandi loyvi Rosalie Thomsen, sum er filipinskur statsborgari, hevur varandi uppihalds- loyvi í Danmark. Hon er gift Heina Thomsen, ið er føddur í Føroyum og hevur føroyska mammu. Heini og Rosalie hava verið gift í átta ár, og tey hava øll árini búð í Danmark. Umframt nýføddu gentuna, hava tey ein seks ára gamlan son, Herold Ken Thomsen, sum eisini er í Føroyum. – Eg haldi hetta vera so skeivt. Vit hava fingið at vita frá Útlendingastýrin- um, at vit kundu sleppa til Føroya uttan visum, men nú vera vit hótt við fongsli, um hon ikki fer av land- inum beinanvegin. Vit føla okkum illa viðfarin, sigur Heini Thomsen. Ætlaðu at flyta Tey bæði høvdu hug at royna at flyta til Føroya, tí Heini vildi gjarna hava, at sonurin vaks upp her. Tey komu til Føroya í sep- tember 2002. Upprunaliga ætlaðu tey at keypa eitt vallaraheim í Klaksvík, men tá tað gjørdist ov dýrt, valdu tey at royna okkurt annað. Tað vísti seg, at Rosalie treivst. Hon flutti fyrst til Sørvágs, men seinni fluttu tey til Havnar, har tey hava búð í Bládýpinum síðan. Rosalie fekk bjóðað ar- beiði í Nantong, men tá hon í hesum sambandi bað um p-tal varð galið. Tað kom fram, at hon onki arbeiðs- og uppihaldsloyvi hevði í Føroyum. Tað krevst, hóast tú hevur varandi uppihalds- loyvi í Danmark, tí Føroyar eru sjálvstøðugt rættarøki. Bert munnligt loyvi Trupulleikin er bara, at Út- lendingastýrið hevði givið henni munnligt loyvi. Og tað váttar útlendingastýrið eisini í teimum skjølum, sum liggja í málinum. »Styrelsen oplyste dig ... fejlagtigt om, at du godt kunne rejse til Færøerne på dit opholdskort uden fær- øsk visumtilladelse«, sigur útlendingastýrið í brævin- um, har Rosalie verður víst úr Føroyum. Men stýrið leggur samstundis afturat, at tað visti ikki, at hon ætlaði sær at búseta seg í Føroyum. »Styrelsen har således ikke vejledt dig om, at en opholds- og arbejds- tilladelse på Færøerne var fornøden«. Heini Thomsen vil vera við, at útlendingastýrið visti um teirra ætlanir við at fara til Føroya. Og harafturat sig- ur hann, at fleiri feilir eru í 5 síðu langa skrivinum frá útlendingastýrinum. Eitt nú stendur, at løgreglan hevur ringt fleiri ferðir, men at tað bara verður lagt á. Heini sigur hinvegin, at løgreglan hevur ringt til mynttelefon- ina í Bládýpinum, og tí hev- ur hon ikki fingið samband. Avboyrd í 7. mánaði Umstøðurnar hava annars Rosalie í leysari luft Rosalie Thomsen, sum hevur fili- pinskt pass, er útvíst úr Føroy- um. Orsøkin er, at Danmark, Føroy- ar og Grønland eru trý ymisk rættarøki ÚTVÍST Ingi Rasmussen Hóast Danmark, Grøn- land og Føroyar eru í ríkisfelagsskapi er ikki talan um sama ríki sæð við útlendskum eyg- um. Eitt uppihalds- loyvi í Danmark er ikki av sær sjálvum galdandi í Føroyum. Og øvugt. Tú mást søkja hvørja ferð. Hóast Rosalie Thomsen hevur fingið varandi uppihaldsloyvi í Danmark, tí hon er gift føroyinginum Heina Thomsen, kann hon ikki koma til Føroya, uttan at fáa loyvi fyrst. Og tá tú ikki hevur uppihalds- loyvi í Føroym, kanst tú ikki meldast til fólkayvirlitið. Rosalie Thomsen kann ikki skrásetast í Føroyum, fyrr enn útlendingastýrið hevur givið grønt ljós. Tað helt Rosalie seg hava fingið, tí útlendinga- stýrið gav henni munn- ligt loyvi at fara. Tað nyttar bara onki, nú hon er útvíst. Tí út- lendingastýrið ráðgav henni eftir øllum at døma skeivt. Útlend- ingastýrið er ein sivilur stovnur. Sigur útlend- ingastýrið nakað skeivt, kann tað bara siga aftaná, at tað tók feil. Rosalie Thomsen hongur nú í leysari luft. Hon er ikki meldað til í Føroyum. Men hon er samstundis meldað úr Danmark, tí hon flutti til Føroya í góðari trúgv og fráboðaði bústað- arbroyting. Hon missir tó neyvan sítt varandi uppihaldsloyvi í Dan- mark, tí tað traðkar til aftur. Í øllum hesum meldrinum er danska ú t l e n d i n g a s t ý r i ð myndugleikin. Løg- reglan í Føroyum hev- ur uppgávuna at bera kunning víðari og at tryggja, at upplýsingar eru rættar. Tosa hvør sítt mál Mamma útvíst úr Føroyum Familjan Thomsen er komin í trupulleikar. Rosalie Thomsen, sum júst hevur átt eina dóttir á føðideildini, er víst av landinum, tí hennara varandi uppihaldsloyvi bert er galdandi í Danmark Mynd: Jens K. Vang C M Y K 14