leygardagur 15. mars 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 52 - 15. mars 2003
Nr. 52 - 15. mars 2003
17
So hvørt sum sam-
ferðslukervið verður
útbygt, verður alt
meira av frakt flutt
við flutningsbilum
kring landið. Vit
fylgdu bilinum hjá
Farmaleiðum í
Sandoynni seinasta
hósdag.
FARMALEIÐIR
Magnus Gunnarsson
Flutningsbilarnir hjá tí
almenna, Postverkinum og
Farmaleiðum, hava ofta
verið orsøk til orðaskifti,
bæði á tingi og í fjølmiðl-
unum. Onkur heldur at
hesir bilar koyra hálvtómir
aftaná hvørjum øðrum, og
at ruturnar kundu verið
samanlagdar. Onnur halda
tað mótsatta, at hesar rutur-
nar als ikki kunnu sam-
einast. Vit fylgdu bilinum
hjá Farmaleiðum í Sand-
oynni seinasta hósdag. Bil-
førari var Sunleiv Djur-
huus.
Arbeiðsdagurin hjá Sun-
leivi Djurhuus, sum býr í
Skálavík, byrjar við at hann
fer upp klokkan 5.00 um
morgunin. Hann má fara
tíðliga frá húsum, um hann
skal náa at heinta fisk frá
flakavirkjunum á Sandi ella
í Skopun, áðrenn Teistin fer
av Skopun kl. 6.30. Hann er
á Gomlurætt kl 7.15 og
koyrir beinleiðis til Skipa-
felagið Føroyar á Eystaru
Bryggju við fiskinum. Um
hann hevur koyrt saltfisk,
má hann vaska og turka
lastina, áðrenn hann kann
lessa bilin aftur á pakk-
húsinum hjá Farmaleiðum í
Havn.
Fleiri ferðir í Havn
Tá bilurin er lessaður og
klárur til næsta túr, gongur
leiðin aftur til Gomlurætt
við fráferð úr Havn kl. 9.00
og Teistin siglir kl 9.45.
Komin í land byrjar hann
við at koyra vørur út til við-
skiftafólk og handlar í
Skopun. Síðan verður koyrt
til Sands, Húsavíkar, Skála-
víkar og til Dals. Kl.14. fer
bilurin aftur úr Skopun,
antin við fiski úr Sand-
oynni ella eftir fiski til
flakavirkini. Ofta er so
nógvur fiskur, at hann má
hava ein anhangara afturat
bilinum. Sunleiv er heima
aftur í Skálavík millum
klokkan sjey og átta um
kvøldið. Tað sum bilurin
koyrir við, er fiskur fyri
flakvirkini, vørur til handl-
arnar í oynni og ymiskar
aðrar vørur til privatfólk og
fyritøkur. Fólk kunnu altíð
ringja til Sunleiv og gera
avtalur við hann um flutn-
ing. Sum nú er hava Farma-
leiðir 25 flutningsakfør,
sum koyra kring alt landið.
Teir tillaga seg alla tíðina
eftir, hvussu flutnings-
mynstrið broytist í landin-
um.
Grønland
skal spara
Ein
nýggj
búskapar-
frágreiðing, sum grøn-
lendska heimastýrið legði
fram í fyrradagin, vísir, at
heimastýrið noyðist at
skerja almennu útreiðsl-
urnar.
Í frágreiðingini sæst, at
inntøkurnar hjá lands-
kassanum fara at minka
einar 200 milliónir krón-
ur næstu árini. Lands-
stýrissamgongan sigur, at
við hesum útliti er neyð-
ugt at skerja rakstrarút-
reiðslurnar hjá heima-
stýrinum eins og rakstrar-
útreiðslurnar hjá komm-
ununum.
Per Skaaning úr demo-
kratiska flokkinum sigur
við útvarið í Nuuk, at
landsstýrið eigur at geva
kommununum boð um at
spara. Vilja tær ikki tað,
eiga tær at verða lagdar
saman, heldur hann.
Per Skaaning sigur við
grønlendska útvarpið, at
við
hesari
búskapar-
gongdini verður eisini
neyðugt at skerja al-
menna stuðulin til vinnu-
lívið, sum er um 600
milliónir krónur um árið.
Per Skaaning sigur, at
meginparturin av stuðlin-
um til vinnulívið fer til at
halda lív í nøkrum vinnu-
greinum, meðan einki
verður brúkt til at menna
vinnuna. Tí heldur hann,
at stuðulin eigur at verða
skerdur.
Í vikuni legði formans-
skapurin í Landstinginum
eitt uppskot fram um at
hækka lønirnar hjá lands-
tingsmonnum og lands-
stýrismonnum. Eftir upp-
skotinum skulu tinglim-
irnir fáa 350.000 krónur í
løn um árið, meðan lønin
hjá landsstýrismonnun-
um
verður
næstan
800.000 krónur um árið.
At
formansskapurin
ætlar at hækka lønirnar,
samstundis sum búskap-
arfrágreiðingin
vísir
minkandi inntøku, er
fallið
mongum
fyri
bróstið. Lønarhækkingin
hjá ting- og landsstýris-
monnum fer at kosta
landskassanum
sjey
milliónir krónur árliga.
Svika við
toski
Svensku myndugleikarnir
hava leingi verið greiðir
yvir, at fiskimenn og
fiskakeyparar snýta við
toski, soleiðis at toskur,
sum er veiddur í Eystra-
salti, verður uppgivin,
sum er hann veiddur í
Norðsjónum.
Nú vísir tað seg, at
hetta svikið er nógv meiri
umfatandi, enn myndug-
leikarnir hava hildið. Í
einari sjónvarpssending í
gjár varð avdúkað, at av
39 pakkum við toska-
flaki, sum vórðu tiknir í
kølidiskum
í
ymsum
handlum, stavaðu 18 úr
Norðsjónum,
hóast
upplýsingarnar á pakk-
unum søgdu, at fiskurin
var úr Eystrasalti. Hetta
varð staðfest við at
DNA-kanna flakið.
Tað er ikki bert sviar,
sum fiska tosk ólógliga í
Eystrasalti. Í vikuni tók
svenska sjóverjan tvey
skip úr Letlandi, sum
fiskaðu tosk nakað eystan
fyri Bornholm.
Skotar
høggja upp
Skotskir reiðarar, sum
hava skip, ið fiska hvítan
fisk, kunnu nú søkja um
upphøggingarstuðul.
ES-londini
samdust
fyri trimum mánaðum
síðani
um
at
skerja
veiðitrýstið
munandi.
Talan er serliga um toska-
stovnin í Norðsjónum, og
skotsku myndugleikarnir
hava sett sær fyri at skerja
veiðitrýstið har millum
15 og 20 prosent.
Í 2001 varð umleið 15
prosent av skotska fiski-
flotanum, sum fiskar
hvítan fisk, høgdur upp.
Umleið 100 størri og
smærri før vórðu høgd
upp, og hetta kostaði tí al-
menna
einar
280
milliónir krónur í upp-
høggingarstuðuli.
Hesaferð eru einar 450
milliónir krónur settar av
til upphøggingarstuðul,
og skotsku reiðararnir
hava fingið freist til tann
14. august at søkja um
stuðul, skrivar The Shet-
land News.
Kappaðu
fiskin av
Norska fiskiveiðieftirlitið
hevur meldað ein verk-
smiðjutrolara úr Aale-
sund fyri brot á veiðiregl-
urnar.
Tá menn frá eftir-
litinum komu umborð á
trolaran, vísti tað seg, at
menninir høvdu kappað
nógvan fisk av, og kann-
ingarnar vístu, at tann
aftari helmingurin varð
nýttur til flak, meðan tann
fremri helmingurin varð
tveittur útaftur. Á tann
hátt gjørdist kvotan hjá
trolaranum drúgvari. Tað
vísti
seg
eisini,
at
uppgerðin í dagbókini hjá
skipinum
var
ikki
í
samsvari við ta veruligu
veiðina.
Veiðieftirlitið hevur nú
meldað trolaran til løg-
regluna. Í ákæruritinum
stendur, at trolarin hevði
tveitt 24 tons av toski og
240 tons av upsa aftur í
havið. Virðið er uppgjørt
til umleið hálva aðru
millión krónur.
Løgreglan í Aalesund
kannar nú málið.
Einki
mótvalevni
Nú er greitt, at danska
fiskimannafelagið
fær
nýggjan formann á aðal-
fundinum í næsta mánað.
Verandi
formaðurin,
Bent Rulle, hevur boðað
frá, at hann stillar ikki
uppaftur. Ta avgerðina
hevur hann tikið, eftir at
fleiri lokalfeløg hóttu við
at taka seg úr landsfelag-
num, varð bent Rulle
afturvaldur. Fiskimennin-
ir eru sera misnøgdir við
Bent Rulle, tí teir halda,
at hann er alt ov skjótur at
góðtaka boð frá donsku
og ES-myndugleikunum.
Bara eitt formansevni
er til aðalfundin. Tað er
Thorkild Førby úr Hanst-
holm.
Við Farmaleiðum í Sandoynni
Her er Sunleiv inni í
matvøruhandlinum Eldhús á
Sandi. Teir eru sera væl
nøgdir við tænastuna hjá
Farmaleiðum. Á myndini er
eisini Carl Johan Petersen
stjóri í Eldhús
Her kemur bilurin hjá
Farmaleiðum í land av
Teistanum í Skopun. Bilurin
koyrir fleiri túrar millum
Havnina og Sandoynna um
dagin
Her verður tann seinasta vøran á hesum
túrinum latin til handilin Mølina í
Skálavík. So er klárt at byrja nýggjan túr
C
M
Y
K
17
16