Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mars 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 52 - 15. mars 2003 Nr. 52 - 15. mars 2003 19 Aðalfundur í Føroya Arbeiðarafelag Áki Bertholdsen Nú fáa limirnir hjá Føroya Arbeiðarafelag eisini eina eftirlønarskipan. Tað upplýsti Ingeborg Vinther, formaður í fel- agnum í ársfrágreiðingini, sum varð løgd fyri aðal- fundin í gjáramorgunin. Hon segði, at arbeiðið at fáa eina eftirlønarskipan fyri limirnar í Føroya Ar- beiðarafelag er komið so væl áleiðis, at nú er bara eftir at loyvi til skipanina. – Arbeiðið við at fáa hana til veruleika hevur tikið drúgva tíð, men nú er kom- ið undir lang og Føroya Ar- beiðarafelag fer helst sjálvt at umsita alla skipanina, segði Ingeborg Vinther. Orsøkin til, at Føroya Arbeiðarafelag nú fer undir sína egnu eftirløn, er, at onki røkist fyri, at nøkur al- menn skipan kemur, soleið- is, sum landsstýrið hevur lovað í fleiri ár. – Samgongan hevurnú í áravís,tosað um eina lóg, ið skal tryggja øllum føroy- ingum rímiliga eftirløn. Men har er hvørki eitt ella annað hent, so hetta hevur bert verið tómt tos, sigur formaðurin í Føroya Ar- beiðarafelag. Hon vísti á, at lívstrygg- ingin, ið Føroya Arbeiðara- felag gjørdi við Alka, hevur virkað væl,og samtykt varð á aðalfundi felagsins í fjør at víðka hesa trygging, so at hon eisini skuldi fevna um álvarsliga sjúk børn. Somuleiðis skuldi ein upphædd verða útgoldin í einum, tá ið fólk fylla 67 ár. – Fleiri limir, ið hava lok- ið treytirnar fyri at fáa út- gjald, tá ið tey fylla 67 ár, hava fingið hetta, eins og álvarsliga sjúkir limir,og tað er komið væl við hjá teimum. Ingeborg Vinther fegnað- ist um, at felagið hevur hes- ar tryggingar fyri limir sínar, men hon helt, at tað kundi verið vert at um- hugsa at hækka lívstrygg- ingarútgjaldið. Men tað kostar sjálvandi, legði hon afturat. Eftir skattlættanum, sum ætlanin er at seta í verk, verða tað fram- vegis lág- og miðal- inntøkurnar, sum skulu bera tær tyngstu byrðarnar, segði Ingeborg Vinth- er á aðalfundinum í Føroya Arbeiðara- felag í gjár AÐALFUNDUR Í FØROYA ARBEIÐARA- FELAG Áki Bertholdsen – Lat tey, ið orka best, bera tær tyngstu byrðarnar. Hetta var ein boðskapur frá Ingeborg Vinther til Landsstýrið á aðalfundin- um í Føroya Arbeiðarafelag í gjár og í dag. Í ársfrágreiðingini, sum hon legði fyri fundin fyrra- partin í gjár, fýltist hon á skattalættan, sum sam- gongan ætlaði at seta í verk. Hon vísti á, at skattalætt- in ger ongan mun tí sam- stundis verða fleiri og fleiri brúkaragjøld løgd á fólk. – Sostatt er skattalættin longu etin upp av øktum brúkaragjøldum. Og sostatt verða tað framvegis lág -og miðalinntøkurnar, sum koma at bera tær tyngstu byrðararnar, segði Ingeborg Vinther. Ger ikki krøvini linari Ingeborg Vinther leggur dent á, at skattalættin, sum samgongan ætlar at seta í gildið, fer ikki at ávirka lønarkrøvini, sum fara at verða sett, nú samráðingar- nar byrja um ein góðan mánað. Í hvussu so er fer skatta- lættin ikki at gera krøvini linari. Í ársfrágreiðingini segði hon at tvørturímóti fer tann førdi politikkurin at føra við sær, at tað verður enn meiri neyðugt at hækka lønirnar. Hon vísti á, at politiska rákið gongur alt meira tann vegin,at almennar tænastur skulu einskiljast. – Hetta verður gjørt í smáum fyri at brúkarin kanska ikki skal leggja tað so væl til merkis, men veruleikin er, at land okk- ara er við at gerast eitt sam- felag við alsamt fleiri brúk- aragjøldum. Hon segði, at soleiðis er rákið eisini í grannalondum okkara. – Men hendan gongdin kann als ikki brúkast í okk- ara samfelagi.Tvørturímóti skulu vit halda fast við eitt samhaldsfast samfelag,og tænasturnar, sum borgarar okkara skulu hava fyri at liva eitt gott lív, skulu vit øll gjalda. Heldur hetta rák- ið, sum nú hevur tikið seg upp, fram, syndrast tað samhaldsfasta samfelagið, ella tað sum er eftir av tí. Vita ikki hvat teir gera Hon spurdi um politikarar- nir ikki vistu, hvat teir gjørdu, tá ið teir halda fast um, at skattalættin er so munagóður, at fakfeløgini skuldu halda aftur ella sleppa øllum lønarkrøvum. – Fyrst á leggja teir okk- um brúkaragjøld, sum frammanundan hava etið allan skattalætta upp og so verður afturhald kravt í lønarkrøvunum. So spurn- ingurin er um teir vita, hvat teir gera. Hon segði, at endamálið hjá politikarunum er fyrst og fremst at býta skatta- byrðuna rættvíst so a tey ið orka best, bera tær tyngstu byrðarnar. Hon veit væl, at skulu vit hava eitt samhaldsfast sam- felag, er tað neyðugt at krevja skatt, – Men tað nyttar lítið við skattalættum, tá ið skatta- borgarin situr eftir við brúkaragjøldum í hópatali. – Tá er lítið vunnið. Og eitt mugu bæði politikarar og arbeiðsgevarar gera sær greitt,og tað er, at ein skattalætti í staðin fyri eina lítla lønarhækking, ið verð- ur tikin inn aftur við brúkaragjøldum, fer ikki at gera lønarkrøvini linari. – Kanska fer tann førdi politikkurin tvørturímóti at herða lønarkrøvini, tí so hvørt, sum brúkaragjøld verða løgd á, verður neyð- ugt at hækka lønirnar. Tað er eyðsæð,og tað áttu lands- ins myndugleikar at skilt, sigur Ingeborg Vinther. Lønarsamráðingar- nar hjá arbeiðara- feløgunum hesaferð, verða søguligar, tí øll feløgini hava gjørt av at samráðast í felag LØNARSAMRÁÐ- INGAR Áki Bertholdsen Nú er aftur tann stundin komin til handa, at arbeið- arafeløg og arbeiðsgevarar fara at samráðast um nýggj- ar sáttmálar. Allir sáttmálar eru sagdir upp og til at fara úr gildi 30 apríl á midnátt, so tað verð- ur um ein góðan mánað, at samráðingarnar byrja av álvara. Men í ár verða samráð- ingarnar søguligar, tí hesa- ferð hava øll tey fimm ar- beiðarafeløgini í landinum gjørt av at samráðast í felag. Føroya Arbeiðarafelag, arbeiðsmanna- og arbeiðs- kvinnufelagið í Havn og somuleiðis tey bæði feløg- ini í Klaksvík, hava havt fund um málið og har varð samtykt at samráðast í felag. Annars hava Føroya Ar- beiðarafelag og Havnar Ar- beiðskvinnufelag verið saman ì teimum seinastu samráðingunum og Havnar Arbeiðsmannafelag og fel- øgini í Klaksvík hava sam- ráðst fyri seg. Ingeborg Vinther, for- maður í Føroya Arbeiðara- felag, sigur, at tað var Havnar Arbeiðsmannafelag sum tók stig til fundin ímillum arbeiðarafeløgini, sum var herfyri og tað var full semja í feløgunum um, at fóru tey saman til sam- ráðingar, komu tey eisini at standa munandi sterkari, enn tey gera, tá ið tey sam- ráðast í fleiri pørtum. Feløgini fara at hava fund aftur seinni í hesum mánað- inum at gera upp, hvørji krøvini til tann nýggja sátt- málan skulu vera. Avgerandi spurningur ikki avgreiddur Eitt, sum fleiri ferðir hevur forkomið møguleikunum hjá øllum arbeiðarafeløg- unum at samráðast saman, er ósemja um, hvussu at- kvøðurnar hjá hvørjum fel- ag skulu vektast, tá ið støða skal takast til ein nýggjan sáttmála. Føroya Arbeið- arafelag hevur ikki viljað, at tey smáu feløgini skulu hava avgerðarrættin, tí so er vandi fyri, at tey kunnu koma at smoyggja ein sátt- mála niðuryvir høvdið á Føroya Arbeiðarafelag, sum tað ikki vil góðtaka. Og hinvegin hava tey smærri feløgini ikki vilja givið Føroya Arbeiðarafel- ag ov stórt vald í felags samráðingarnevndini, tí so kann tað enda við, at tað í roynd og veru verður Før- oya Arbeiðarafelag, sum avgerð, hvønn sáttmála, fakfeløgini skulu góðtaka ella ikki. – Tann spurningin hava feløgini als ikki tosað um enn, sigur Ingeborg Vinth- er. Men hon leggur afturat, at ný feløgini hava gjørt av at samráðast í felag, kann hon ikki hugsa sær, at spurningurin um avgerðar- rættin hjá hvørjum einstøk- um felag skal forkoma ætlanini. – Eg vóni at arbeiðara- fjøldin fer at standa spjødd aftur hesaferð, soleiðis sum tey gjørdu undir seinastu samráðingum, tá ið feløg mótarbeiddu hvørjum øðrum. – Í Føroya Arbeiðarafelag skulu vit so gera alt, ið stendur í okkara makt fyri at feløgini kunnu vera felags um samráðingarnar, sigur Ingeborg Vinther. Kann ikki góðtakast Ingeborg Vinther sigur, at fyrrenn feløgini hava tosað saman, er ógjørligt at siga nakað um, hvørji krøvini verða. Men hon ivast ikki í, at málið um karendsdagarnar fer at ávirka samráðingarnar – Uppskot skal nú leggast fyri tingið um at løntakarin ikki skal hava sjúkradagpening teir báðar fyrstu sjúkradagarnar. –Tað sigst at hetta uppskotið er galdandi fyri allar løntakarar. Men eftir starvsmannalógini hava at kalla øll tey fastløntu hjá tí almenna, rætt til løn frá arbeiðsgevaranum undir sjúku. – Sostatt kemur ætlaða lógarbroytingin í veruleikanum bert at raka tey tímaløntu, sigur Ingeborg Vinther. – Í lógaruppskotinum verður hon lagt upp til, at arbeiðsgevararnir skulu gjalda lønina fyri teir báðar fyrstu sjúkradagarnar. – Alt gott at siga um tað. Men í samráðingunum, sum standa fyri durum, fara arbeiðsgevararnir sjálvandi at brúka hesa øktu lønarút- reiðslu í eini roynd at av- marka lønarvøksturin hjá teimum tímaløntu. – Hesin trupulleikin rak- ar ikki tey fakfeløg, sum umboða tey alment løntu,tí her verður eingin økt lønar- útreiðsla. – Lógin fer sostatt at gera, at samráðingarstøðan hjá feløgunum hjá teimum tímaløntu verður verri enn hon verður hjá feløgunum á almenna arbeiðsmarknað- inum. – Og tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur Ingeborg Vinther. Nú manglar bara loyvið Fara at standa sum ein maður hesaferð Førdi politikkurin fer at føra til harðari lønarkrøv Nú fær eisini Føroya Arbeiðarafelag eina eftirlønarskipan fyri limir sínar, upplýsti Ingeborg Vinther á aðalfundinum í gjár Skattalættin er longu etin upp at brúkaragjøldum og tað fer ikki at føra til linari lønarkrøv, heldur tvørtur- ímóti, segði Ingeborg Vinther á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag, sum er hetta vikuskiftið. Myndin er frá aðalfundinum í gjár Sáttmálasamráðingar byrja í komandi mánað. Men samgongan ger samráðingarstøðuna hjá arbeiðarafeløgunum nógv verri enn hjá feløgunum á almenna ar- beiðsmarknaðinum og tað kann ikki góðtakast, sigur Ingeborg Vinther. Myndin er frá aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag í gjár AÐALFUNDUR Í FØROYA ARBEIÐARAFELAG Áki Bertholdsen Verkafólk, sum liggja sjúk undir verkfalli, og sum tí ikki fáa stuðul frá úr verk- falskassunum hjá fakfeløg- unum, hava rætt til sjúkra- dagpening. Tað hevur Føroya rættur staðfest. Í ársfrágreiðingini, sum varð løgd fyri aðalfundin hjá Føroya Arbeiðarafelag í gjár, vísti Ingeborg Vinth- er, formaður í Føroya Ar- beiðarafelag á, at felagið hevði vunnið eitt sakarmál um sjúkradagpening í sam- bandi við seinasta verkfall. Talan var um tveir løn- takarar, sum løgdust sjúkir beint undan verkfallinum í 2001 og tí ikki kundi vera við í teimum tiltøkum, sum Føroya Arbeiðarafelag skipaði fyri. Men Almannastovan vildi ikki lata teir fáa sjúkradagpening, tí hon helt ikki, at teir høvdu rætt til tað. Fyri at fáa sjúkradagpen- ing, skal talan vera um mista inntøku. Og tá ið løntakari er raktur av verk- falli, hevur hann ikki nakr- an inntøkumiss og sostatt kann hann heldur ikki fáa sjúkradagpening, segði Al- mannastovan Avgerðin varð kærd til kærunevndina í almanna- málum, men hon staðfesti avgerðina hjá Almanna- stovuni. Men Føroya Arbeiðara- felag gavst ikki so og legði tí málið fyri Føroya Rætt og rætturin gav Føroya Ar- beiðarafelag fult viðhald. – Rætturin legði dent á,at tá ið løntakari vegna sjúku ikki fær tikið lut í teimum tiltøkum,sum fakfelagið skipar fyri undir verkfalli, og sostatt ikki kann fáa verkfalsstuðul, so er hetta at meta sum inntøkumissur. Og tí skal løntakarin eisini hava sjúkradagpening. Sjúka undir verkfalli gevur eisini rætt til sjúkradagpening C M Y K 19 18