Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mars 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 52 - 15. mars 2003 Nr. 52 - 15. mars 2003 21 56 tikin í Serbia Løgreglan í Serbia hevur tikið 56 fólk, sum verða sett í samband við mroðið á Zoran Djindjic, forsætisráð- harra. Millum tey tiknu eru átta limir í tí sokallaða Zemun- harkaliðnum, og ein teirra er fyrrverandi løgregluov- astin Milorad Ludovic. Sambært løgregluni hava trý av teimum tiknu játtað at vitna í einum rættarmáli treytað av, at tey fáa linari revsing, verða tey eisini dømd. Nebosja Covic, sum var fíggjarmálaráðharri hjá Zoran Djindjic, men sum hevur tikið við sum fyribils forsætisráðharri, sigur, at teir, sum skipaðu fyri morðinum, høvdu sum mál at órógva innanhýsis trygdina í Serbia og at taka beinini undan teimum pol- itisku myndugleikunum, so teir sjálvir kundu taka vald- ið. Men hetta fer ikki at eydnast teimum, sigur hann. Eggjarok í Avstralia Avstralski forsætisráðharrin, John Howard, mátti í gjár ásanna, at minni enn so allir landsmenn hansara taka undir við, at stjórnin hevur valt at stuðla USA í Irak- málinum. Tá John Howard var á veg út í bilin uttan fyri eitt mentanarhús í býnum Adelaide, stóðu umleið 70 fólk uttanfyri og mótmæltu Irak-politikkinum hjá stjórnini. Fleiri teirra tveittu egg og tomatir eftir forsætisráðharr- anum, sum tó ikki varð raktur. Stutt frammanundan hevði John Howard hildið røðu, har hann royndi at sannføra avstralska fólkið um, at tað er neyðugt at forða fyri, at yvirgangsmenn ikki fáa fatur á teimum iraksku hópoyðingarvápnunum. Forsæt- isráðharrin segði, at tað hevði verið ein vanlukka og ein álvarssom hóttan ímóti Avstralia og avstralska fólkin- um, fáa yvirgangsmenn slík vápn. Hungur í Georgia Fólk í pørtum av fyrrverandi sovjetska lýðveldinum Georgia eru so illa fyri nú, at talan er um rættiliga hungursneyð. ST-hjálparfólk siga, at nógvastaðni eru viðurskiftini verri enn í Kongo og øðrum afrikanskum londum. Sambært hjálparfólkunum er tað áhaldandi stríð við loysingarmenn í Suður-Ossetia og Abkhasia, sum er orsøkin til hungursneyðina. Hóast partarnir samdust um eina vápnahvíld fyri átta árum síðani, hava bardag- arnir hildið fram. Stríðið hevur havt við sær, at mat- vøruframleiðslan í Georgia er minkað nógv, og nú tátt- ar í av álvara. Altjóða Reyði Krossur metir, at tørvur er á matvøru- hjálp til umleið 50.000 fólk í Abkhasia og har vesturi í Georgia. Sambært Reyða Krossi eru tuberklar eisini farnir at gera um seg, og sjúkan hevur serliga rakt tey yvirfyltu fongslini. Meiri ferð í Danmark Danski løgmálaráðharrin, Lene Espersen, er nú til reið- ar at broyta ferðslulógina, so tað verður loyvt at koyra við 130 kilometra ferð á fleiri motorvegum, enn stjórn- in upprunaliga hevði ætlað. Sum er hámarksferðin á motorvegunum 110 kilometrar. Upprunaliga uppskotið hjá løgmálaráðharranum var at loyva 130 kilometra ferð á fimm prosentum av teim- um donsku motorvegunum. Samstundis skuldi há- marksferðin á helvtini av motorvegunum setast upp til 120 kilometrar um tíman. Men hetta helt stuðulsflokk- urin hjá stjórnini, Danski Fólkaflokkurin, vera alt ov lítið. Flokkurin hevur kravt, at hámarksferðin verður 130 kilometrar á teimum flestu motorvegunum. Donsku vegamyndugleikarnir skulu nú kannað, hvørji trygdartiltøk eru neyðug, skal hámarksferðin á motorvegunum setast til 130 kilometrar um tíman. Higartil hevur veriið mett, at hesi tiltøk fara at kosta einar 100 milliónir krónur. UTTAN ÚR HEIMI Christer Pettersson skjeyt Olof Palme. Men tað var eitt mis- tak, tí hann skuldi skjóta ein annan mann. PALME-MORÐIÐ Árni Joensen: Fyrrverandi ovastin í loyni- ligu svensku løgregluni Sæpo, Tore Forsberg, skriv- ar í nýggjari bók, at tað var Christer Pettersson, sum myrdi svenska forsætisráð- harran Olof Palme tann 28. februar í 1986. Men Fors- berg skrivar eisini, at Christer Pettersson ætlaði sær ikki at myrða Palme, men ein annan mann. Van- lukkan var, at hann helt Palme vera mannin, sum hann skuldi skjóta. Tore Forsberg skrivar í bókini, at hann hevur hesar upplýsingar frá einum manni, sum hann kallar "Marcus", og hann sigur seg vera sannførdan um, at maðurin sigur sannleikan. Sambært "Marcus" var Christer Pettersson komin at skylda einum manni, sum æt Sigge Cedergren, nógvar pengar fyri rúsevni, og Pettersson hevði eisini brotið inn í íbúðina hjá Cedergren, har hann hevði stolið rúsevni, pengar og eina skammbyrsu. Aftan á innbrotið kendi Sigge Cedergren seg hótt- an, og hann bað ein av sín- um vinmonnum beina fyri Christer Pettersson. Vin- maðurin játtaði, men háls- aði seinni um og fór óistað- in til Christer Pettersson og greiddi honum frá ætlanini hjá Cedergren. Christer Pettersson gjørdist frá sær sjálvum, og tá hann tann 28. februar í 1986 fekk at vita, at Sigge Cedergren og vinkona hansara vóru í biograf í Stockholm, gjørdi hann av at bíða uttanfyri. Hjá sær hevði hann eina skammbyrsu. Sigge Cedergren og vin- konan vóru í biografinum. Tað vóru Olof Palme og konan, Lisbet, eisini. Tá forsætisráðharrin og konan komu út, helt Christer Pett- ersson tey vera Sigge Ced- ergren og vinkonu hansara. Tí varð svenski forsætis- ráðharrin myrdur, skrivar Tore Forsberg. Skuldi ikki skjóta Olof Palme Teir tøttu og fóðraðu búnarnir skulu verja amerikansku og bretsku hermenninar ímóti møguligum irakskum evnafrøði- ligum ella lívfrøðilig- um vápnum, men bæði amerikanarar og bretar vænta, at fleiri hermenn kunnu doyggja av hitaslagi. IRAK-KREPPAN Árni Joensen: Hitin í kuwaitisku og ir- aksku oyðimørkini veksur dag frá degi, og tann ógvus- ligi summarhitin, sum á hesum leiðum kann fara upp um 50 stig, nærkast, sum dagarnir ganga. Hóast hitastigini ikki eru vorðin so mong enn, hevur tað víst seg, at nógvir her- menn hava trupulleikar av at vera í teimum tøttu og fóðraðu búnunum, og bæði amerikanarar og bretar siga, at teir vænta at missa hermenn, tí teir kunnu doyggja av hitaslagi. Teir sonevndu ABC-bún- arnir eru púra tættir, og har- afturat hava hermenninir gassmasku. Teir kunnu fáa vatn ígjøgnum eitt súgvirør uttan at taka gassmaskuna av høvdinum, men tað hev- ur víst seg, at tað er trupult at fáa nóg mikið av vætu. Tí er vandin fyri hitaslagi stór- ur, og tað kann hava við sær, at menn doyggja. Vandin fyri, at irakar kunnu fara at nýta evna- frøðilig ella lívfrøðilig vápn ímóti amerikansku og bretsku hermonnunum, ger, at hermenninir noyðast at vera í búna og gassmasku. - Eg vænti, at vit noyðast at vera í búnanum megin- partin av tíðini. Brestur ein iraksk granat nærhendis okkum, noyðast vit at halda, at hon er lødd við lívfrøðiligum ella evna- frøðiligum evnum. Innan fyri búnan hava vit bara eina tunna skjúrtu, men kortini er hitin ræðuligur, tí búnin er púra tættur, sigur Joseph Plenzler, sum er kapteynur í amerikanska herflotanum, og sum er millum hermenninar í Kuwait. - Menn okkara eru út- gjørdir til eitt evnafrøðiligt ella lívfrøðiligt álop, men tað er greitt, at útgerðin fer at darva monnunum, sigur Myron Sapp, sum er trygd- arserfrøðingur hjá amerik- ansku hermegini við Persa- flógvan við Reuters- tíðindastovuna. Hermenninir kunnu doyggja av hitaslagi Tann nógva trygdarútgerðin, sum skal verja amerikansku og bretsku hermenninar, kann eisini kosta teimum lívið í tí nógva hitanum í oyðimørkini. Dúgvan tikin úr sigling Fyrst í apríl mánaði verður Dúgvan eftir ætlan tikin úr sigling um Leirvíksfjørð. Ternan og Sam koma framyvir at røkja hesa sigling. Orsøkin til hetta eru sparingar STRANDFERÐSLA Ingrid Bjarnastein Dúgvan, sum fyri stuttum kom aftur í sigling um Leir- víksfjørð, verður nú aftur tikin úr sigling. Hesuferð er orsøkin tó ikki nakar skaði ella umvælingar. Strand- faraskipið verður tikið úr sigling fyri at spara, og skulu Ternan og Sam tí framyvir røkja siglingina hjá farleið 50. – Vit eru vís í, at norðoy- ingar eru glaðari fyri Dúgv- una, men við fíggjarligu av- markingum hjá Strandfara- skipum Landsins, gevur henda skipanin størsta títt- leikan og flutningskapasit- et, sigur Poul Jákup Thom- sen, fólkaflutningsleiðari hjá Strandferðsluni. Frá fyrst í apríl mánaði kunnu norðoyingar og hini, sum brúka hesa farleið, væntandi veittra farvæl til Dúgvuna og bjóða Ternuni vælkomnari ístaðin. Eisini øking – Vit eru sannførd um, at Dúgvan er tað betra skipið, men vit hava bara ongar pengar til tað. Men um vit tosa um bilakapasistet, so tekur Ternan fleiri bilar enn Dúgvan, so hetta minkar ikki, sigur Poul Jákup Thomsen. Dúgvan gav seinasta ár tvær milliónir í rakstrar- halli, og við hesum broyt- ingunum væntar Strand- ferðslan at spara umleið 1,8 milliónir krónur í ár. Tó verða norðoyingar ikki heilt við sviðusoð. Umframt Ternuna fer Sam at halda áfram at gera sítt ískoyti til Leirvíksfjarða- siglingina, og fer Sam tí at sigla 14 tímar um døgnið við tveimum manningum eftir broytingarnar. Poul Jákup Thomsen metir, at við nýggju skipan- ini, so fær Strandferðslan betri nøktað flutningstørvin hjá vinnulívinum í Klaks- vík, og hetta serliga tí bæði skipini koma at sigla 14 tímar um døgnið. Broytingarnar koma eis- ini at hava við sær, at fólk verða søgd úr starvi, og í kunningarskrivi sigur Strandferðslustjórin, Kristi- an Davidsen, at hetta harm- ast tey um. Seks fólk kunnu vænta at missa arbeiðið, tá broytingarnar verða framdar. – Strandferðslan skilir, at góðskan á sambandinum um Leirvíksfjørð er av al- stórum týdningi fyri vinnu- lívið og Norðoyingar sum heild. Tað vísir seg tíverri ikki at verða møguleiki fyri at finna loysnir, sum nøkta um metta tørvin hjá vinnu- lívinum í Norðoyggjum við verðandi fíggjarkarmi, sig- ur strandferðslustjórin mill- um annað eisini í skrivin- um. Dúgvan verður nú tikin úr sigling í Leirvíksfjarðaleiðini, og Ternan verður sett inn ístaðin fyri. Sam fer at halda áfram at sigla, og verður túratalið eisini økt, so Sam kemur at sigla 14 tímar um døgnið eins og Ternan Í skrivi frá Kunning- arstovunum kring landið verður heitt á fólk at bjóða eina song fram í juni mán- aði, tá týska innrásin væntandi fer at gera seg galdandi. Í Eyst- uroynni hava tey eis- ini merkt nógv til stóra tørvin, hóast øll plássini ikki eru tikin enn GISTING Ingrid Bjarnastein Nógvir týskarar koma væntandi til Føroya, tá landsdysturin millum Før- oyar og Týskland skal spæl- ast á Tórsvølli tann 11. juni. Í høvuðsstaðnum er so at siga onki pláss eftir á hot- ellum at gista í, og tí verður eisini leitað útum høvuðs- staðarøkið eftir tøkum seingjarplássum. Av Kunningarstovuni í Runavík, sum umboðar alla Eysturoynna, verður sagt, at eisini har er áhugin fyri at leiga sær eitthvørt at búgva í um hetta mundið sera stórur. – Vit hava 12 summar- hús, sum vit leiga út. Bara fýra av teimum eru tikin enn, men fyrispurningar hava verið um fleiri av hin- um, verður sagt av Kunn- ingarstovuni. Ból og biti ella Bed & Breakfast, sum tað eitur á enskum eru tað bara fýra av í allari Eysturoynni, og tað er alt ov lítið. – Vit vilja fegin koma í samband við fólk, so vit kunnu leiga út fyri tey, og hesin dysturin millum Før- oyar og Týskland verður jú so eisini brúktur sum høvi fyri at koma í samaband við áhugað. Sum sagt, so er stórur tørvur á Ból og Biti í Eyst- uroynni. Tað, sum krevst er, at ein tøk song er at bjóða fram, og at leigarin gevur gestunum morgunmat. – Fleiri vilja fegin bjóða eitt ból, men tað eru ikki øll, sum tíma at gera ein bita eisini. Fýra støð er alt ov lítið í Eysturoynni. Vit kunnu tó ikki veita trygd fyri, at tað verður leigað út, men vit royna at eggja fólki til tess, sigur Kunningar- stovan. Tá talan er um Ból og Biti, so er tað tann einstaki leigarin, sum sjálvur ræður yvir nær leigað verður út. Hann hevur virksemið fyri seg sjálvan, og kann Kunn- ingarstovan eisini bjóða hetta út. Um onkur so skuldi verið áhugaður í at leigað, verður ringt til leigaran, og um songin er tøk, so kann hann siga ja, og um hon ikki er tøk, so ber sjálvsagt eisini til at siga nei. – At fólk fáa sær Ból og Biti vil ikki siga, at vit skulu ráða yvir húsunum hjá teimum. Tað ber framvegis til hjá teimum at leggja tær ætlanir sum tey vilja. Í Eysturoynni eru 12 summarhús, seks íbúðir og fýra Ból og Biti støð, sum Kunningarstovan umsitur. Tøkar sengur vanta Tað eru ikki teimum føroysku áskoðarunum sum vantar seingjarpláss til dystin móti Týsklandi og Føroyum, men teimum týsku. Kunningar- stovurnar kring landið hava úr at gera fyri at hýsa øllum teimum, sum leita sær til Føroya til landsdystin mill- um Føroyar og Týskland í juni C M Y K 21 20