leygardagur 15. mars 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 52 - 15. mars 2003
Tørvurin á ansingar-
plássi er stórur í
høvuðsstaðnum og í
ár eru tað yvir 200
børn, sum ikki sleppa
inn á stovn. Tó verður
upplýst av Snarskiv-
uni, at tølini vænt-
andi fara at broytast,
og fleiri verða tikin
inn, av tí at nøkur
taka ikki altíð av
BARNAANSING
Ingrid Bjarnastein
Nú eru brøvini komin.
Nøkur hava fingið játtandi
svar, og nøkur hava fingið
noktandi svar. Talan er um
brøvini frá Tórshavnar Bý-
ráð, har foreldur at børnum,
sum hava søkt um barnaans-
ing, fáa at vita, hvør teirra
barn fær eitt pláss eftir
summarfrítíðina ella ikki.
– Yvir 400 børn eru tikin
inn í barnagarð, vøggu-
stovu og dagrøkt, verður
upplýst av Snarskivuni.
Men enn eru tað fleri,
sum standa á bíðilista. 176
børnum vantar vøggustovu-
pláss og 45 børn eru ikki
sloppin í barnagarð.
– Hesi tølini fara tó vænt-
andi at broytast. Tað eru altíð
fleiri, sum takka nei, so vit
vænta, at tey 45 børnini,
sum ikki eru sloppin í barna-
garð sleppa inn hóast alt.
197 børn koma úr dag-
røktarskipanini í ár. Men
bert 105 eru tikin inn fyri-
bils. Hetta kemst av, at dag-
røktarbørn nú eisini kunnu
standa á vøggustovulista,
og tí má eitt glopp verða, so
ov nógv børn ikki verða tik-
in inn, tí annars kann verða,
at pláss verður lovað uttan
at tað er nakað.
Til útibarnagarðar var
ongin bíðitíð í fjør. Børnini
sluppu beinleiðis inn, og
soleiðis vænta tey á Snar-
skivuni verður aftur í ár.
– Áhugin fyri útibarna-
garðum er ikki so stórur.
Tað er helst tí, at nakrir av
teimum liggja so avsíðis, so
ein má hava bil fyri at
sleppa framat. Eisini skulu
børnini vera fimm ár fyri at
sleppa í útibarnagarð, sigur
Snarskvian.
Frá Snarskivuni siga tey
annars, at ein kann vænta
umleið eitt ára bíðitíð til
vøggustovupláss. Gingið
verður eftir uppskrivingar-
degi, so tað er tann, sum
stendur fremstur á listan-
um, sum sleppur framat.
Eitt ára bíðitíð er als ikki
óvanligt til eitt vøggustovu-
pláss.
Yvir 200 avsløg uppá ansingarpláss
Yvir 200 børn í Tórshavnar
Kommunu sleppa ikki í
barnagarð ella í vøggustovu
aftaná summarfrítíðina. 176
børnum vantar enn vøggu-
stovupláss og 45 børn standa
enn á bíðilista til barna-
garðspláss
Tilvildarlig mynd
Heðin í nevndina
Havnar Framburðs-
felag hevði aðalfund á
Grækarismessu
Tíðindaskriv
Havnar
Framburðsfelag,
valfelag Fólkafloksins í
Suðurstreymi, hevði, sum
føst siðvenja er, havt árs-
aðalfund sín á Grækaris-
messu.
Í ár stóðu tríggir av teim-
um fimm nevndarlimunum
fyri vali. Tey vóru Jan
Christiansen, Aage Arnold-
son og Katrin D. Johansen.
Katrin D. Johansen, ið
hevur verði nevndarlimur
tey seinastu nógvu árini,
bar seg undan avftur vali.
Í hennara stað var Heðin
D. Poulsen einmælt valdur,
meðan Jan Christiansen og
Aage Arnoldson somu-
leiðis einmælt vóru aftur
valdir.
Nevndin er nú mannað
soleiðis:
Aage Arnoldson, for-
maður, Petur Olsen, skriv-
ari, Øssur Dam Jacobsen,
kassameistari, Jan Christi-
ansen og Heðin D. Poulsen.
Aftaná tey formligu við-
urskiftini vóru avgreidd var
politiska støðan á skránni.
Løgtings- og landsstýris-
menn okkara greiddu frá
politisku
gongdini
og
støðuni og svaraðu spurn-
ingum og viðmerkingum
frá fundarfólkinum.
Jacob Vestergaard, lands-
stýrismaður í Fiskivinnu-
málum, var eisini á fund-
inum og greiddi frá gongd-
ini í fiskivinnumálum.
At enda greiddi Jan
Christiansen, borgarstjóri í
Tórshavn, frá gongdini í
kommununi seinastu árini.
Eisini greiddi hann frá
teimum ætlanum komm-
unan arbeiðir við í ár og
komandi árini.
Heðin D. Poulsen er nýggjur nevndarlimur í Havnar Framburðsfelag, sum hevði aðalfund á
Grækarismessu.
Tolið hjá Sjálvstýris-
flokkinum er eisini
um at vera uppi
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
–
Hvørki
Sjálvstýris-
flokkurin sum samgongu-
flokkur ella Føroya fólk,
kann liva við tí óvissu
sum valda hevur í longri
tíð, og ferð Sjálvstýris-
flokkurin tí á samgongu-
fundi í komandi viku at
fáa greiðu á politiska
samstarvinum, og mæla
til fastar mannagongdir tá
ógreið ivamál stinga seg
upp í samstarvinum, so at
sleppast
kann
undan
ógreiða
og
møðsama
“samarbeiðinum”
sum
hevur
valda
millum
Fólka- og Tjóðveldis-
flokkin.
Soleiðis skrivar Sjálv-
stýrisflokkurin í tíðinda-
skriv, sum er skrivað hós-
dagin.
– Sum ein av teimum
fýra flokkunum, sum eru
parlamentariska grundar-
lagi undir sitandi sam-
gongu, hava vit gjørt okk-
ara samgongufeløgunum
greitt, at støðan, sum hev-
ur valda seinastu mánað-
irnir, ikki kann halda
fram.
Sagt verður:
–Landsnevnd Sjálvstýr-
isfloksins hevur á fundi í
Eysturoynni í dag við-
gjørt álvarsomu trupul-
leikarnir, sum samgongan
er í, og sum hevur skaða
álitið á alla ta politisku
skipanina.
Uppgerðin
millum
Fólka- og Tjóðveldis-
flokkin sum byrjaði tá
tingi var sett á Ólavsøku
herðist í hvørjum, og varð
hetta byrjanin til eitt inn-
anhýsis stríð, sum letur
upp fyri, at ósemjur koma
undan kavi og vaksa seg
stórar. Álvarsomu upp-
gerðirnar millum báðar
flokkarnar gágnar á ong-
an hátt menningini av
fólkastýrinum, men máð-
ar tvørturímóti støði und-
an vanligari mannahugs-
an um politikk og politisk
viðurskiftir, og seinasta
nosið hevur viðført, at
Tjóðveldisflokkurin tók
“timeout” í vikuskift-
inum.
Tíðindaskrivið er undir-
skrivað av Lasse Klein,
landsnevndarformanni
Sjálvstýrisfloksins.
Sjálvstýrið vil
hava greiðu á
støðuni
Nr. 52 • leygardagur • 15. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Útoyggjahurlivasi
Rakul Guðjónsson hugleiðir um, hvussu tað er
at búgva í útoyggj
Lesið síðu 6 & 7
SJÓNLEIKALÍV
Ingrid Bjarnastein
27 ára gamla Katrin Bonde úr
Havn hevur fingið eina stóra
uppgávu um hendi. Hon hevur
seinastu vikurnar gingið og
malið niðri á Gamla Meiarínum,
har Leikhúsið Gríma heldur til.
Uppgávan hjá Katrin hevur
nevniliga verið at seyma búnar
til stórsjónleikin, sum Gríma
frumframførir í dag, Per Gúnt.
- Eg eri glað fyri, at eg havi
kastað meg út í eina so stóra
uppgávu, sigur Katrin Bonde,
sum seinasta heyst varð útbúgvin
teaturskræddari.
- Hetta er jú ein stórur sjón-
leikur í Føroyum, og havi eg lært
so nógv. Ikki bara um meg sjálva,
men eisini um sjálvt fakið.
Útbúgvingin
Katrin Bonde hevur nomið sær
útbúgving á Semenariet for
formgivning í Nykøbing Falster.
Hon býr á Amager í Keypmanna-
havn, og meðan hon hevur ging-
ið í skúla, hevur hon ferðast
ímillum
- Eg var við í fyrsta flokkinum,
sum lærdi til teaturskræddarar á
hesum skúlanum. Skúlin hevði
áðrenn sett seg í samband við
sjónleikafeløg í Danmark og
spurt, um tørvur var á teatur-
skræddarum, og tað vóru fleiri
sum søgdu ja, og tí gjørdu tey
eitt royndarár, har eg so var við,
greiðir Katrin frá.
Hon heldur, at skúlin var ein
góður skúli. Tilfarið tú arbeiðir
við á einum slíkum skúla er jú
heilt øðrvísi enn um tú gekk á
einum vanligum skræddarskúla.
- Úttrykkið í einum búna skal
vera nógv størri enn á vanligum
klæðum. Vit hava lært um upp-
setan, ljós, palluppsetan og so
víðari. Tú lærir, hvussu tú fært
ein búna at síggja út sum ein
millión, men so bara er ein
kloddi tá tú kemur nærri, fortelur
teaturskræddarin.
- Tú lærir, hvussu tú saman-
setir tingini praktiskt. Ein kjóli
skal bæði kunna verða stuttur og
langur, og ein vestur skal kunna
vendast. Á einum palli gongur
alt so skjótt fyri seg, so hetta
skal vera praktiskt gjørt.
Katrin sigur annars, at Per
Gúnt, sum hon nú hevur gjørt
búnar til er ein blandaður sjón-
leikur. Har eru búnar, sum eru
seymaðir upp á sjónleikarar, og
so eisini aðrir búnar, sum meira
fylgja »sjónleika-look’inum«.
Avbjóðing
Hetta er ikki fyrsta ferðin Katrin
arbeiðir hjá Grímu. Hon var
eisini við til at gera búnar, tá
Móðir Sjeystjørna varð spæld
fyri nøkrum árum síðani.
- Men Per Gúnt er avgjørt tann
størsta avbjóðingin, eg havi fing-
ið. Og tað er eisini deiligt at fáa
mínar fyrstu royndir her heima í
Føroyum. Eg haldi tað er gott at
byrja í heimliga umhvørvinum,
sigur Katrin.
Hon sigur annars eisini, at
arbeiðið sum teaturskræddari er
rættiliga merkt av árstíðini.
Fleiri, sum arbeiða innan hetta
yrkið í Danmark, arbeiða dagliga
við onkrum ørðum, sum hevur
við yrkið at gera, og so hava
ymsar verkætlanir koyrandi við
síðuna av. Og Katrin væntar, at
soleiðis verður tað eisini fyri
hana.
- Eg vænti, at ein kemur at
arbeiða rættiliga nógv sum free-
lance. Men enn veit eg ikki rætti-
liga, hvat eg vil. Møguleikarnir
eru nógvir í Danmark, men eg
vil ikki rættiliga binda meg til
nakað enn.
Per Gúnt er annars størsti sjón-
leikurin, sum Leikhúsið Gríma
hevur sett upp niðri á Gamla
Meiaríi. Heili 10 leikarar eru við
og tilsamans hava teir einar 40
leiklutir. Per Gúnt verður frum-
framsýndur um eina viku.
Størsta avbjóðingin higartil
Katrin Bonde varð í heyst útbúgvin teaturskræddari. Hon er í løtuni heima í
Føroyum, har hon hevur seymað búnar til stórsjónleikin hjá Grímu, Per
Gúnt, sum hevur frumframførslu um eina viku. Katrin sigur, at tað at seyma
búnar til Per Gúnt er størsta avbjóðingin hon hevur fingið higartil
Katrin Bonde, sum júst er útbúgvin teaturskræddari, hevur seymað búnarnar til Per Gúnt, sum Gríma frumframførir um eina viku
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
23
22