Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mars 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

‘Úr útlondum koma árin/ sum broyta lívsvirðini nógv!’ sjangrar tað støðugt í Útvarpi Føroya. Sangurin man vera populerur. Kanska lýsir sangurin før- oysku fólkasálina: Vit búgva í Aldingarðinum, og eftir øllum at døma, so er hvørt hugskot, sum kemur uttaneftir spillandi ... Tað var í hvussu er sagt, tá ið fólkini í sínari tíð rýmdu av gørðunum, fyri at skapa sær eina sjálvstøðuga tilveru. Tað var sagt, tá ið arbeiðsfólk og fiskimenn tóku seg saman í fakfeløg, fyri at tryggja sær mann- sømilig kor. Tað var sagt, tá ið konufólkið kravdi at sleppa at ráa sær sjálvum og kroppi sínum, fyri at tryggja javnstøðuna millum kynini. Og tað verður eisini sagt nú, ið uppskot er frammi um, at revsirætturin skal takast frá foreldrunum! "Sosialistisk einsrættan!" "Uppalingin verður krimi- naliserað!" "Skal tað nú ikki bera til at verja seg?" "Vit fáa eitt meldara-sam- felag!" "Børn verða sett upp ímóti foreldrunum!" "Halgabók sigur, at man skal tukta tey man elskar!" Og nú vit nevna bøkur, so kundi verið stuttligt í kjakinum um barnaupp- aling og revsirætt at víst til ta bók Jørgen Landt skriv- aði um Føroyar í 1799. Landt skrivar soleiðis um føroysku skikkirnar á hes- um øki: Børne-Opdragelsen fortjener just ikke at roses; thi, formedelst Forældrenes lidt forvidt drevne Kjerlig- hed til deres Børn, opdrag- es disse til altformegen Egenraadighed; og man maae forundre sig over at Børnene ved denne efter- ladne og kjelne Opdragelse dog blive, naar de ere frem- voxne, til nogle ret flinke, raske ja endog maneerlige unge Mennesker. Tankavekjandi, ikki sann- heit? Hetta líkist tí, sum sagt er um gamla eskimoiska veiðusamfelagið uppi í Grønlandi. Har løgdu for- eldrini heldur ongantíð hond á børnini. Óvitarnir skuldu jú vaksa til at hava fullkomið álit á sær sjálvum á mangan vandamiklu veiðuferðunum. - Kanska tað eisini lá aftanfyri fornu føroysku barnauppalingina, tí hvør torir at hava ein neu- rotikara við sær í bjørgini? So um føroyingar eina- ferð í tíðini ikki kundu droymt um at sligið síni børn, skuldi tað ikki verið nakar trupulleiki at fáa hetta forboðið við lóg? Ella hvat? - Og at skjóta seg inn undir, at málið helst verður yvirtikið í nærmastu fram- tíð, sum onkur fólkafloks- maður gjørdi herfyri, er at renna undan ábyrgdini. - Málið snýr seg um at verja tey, sum ikki fáa vart seg sjálvan. - Eins og gjørt var, tá ið meistarin fekk forboð at sláa lærlingin. Ella tá ið maðurin fekk forboð at buka konu sína. Jútskalóg staðfesti á sinni, at ‘Við lóg skal land byggjast’, og tað er upp til tey, sum byggja landið at tryggja at hetta verður gjørt! Óansæð tey út- lendsku árin, vit hava tikið til okkum. Kanska eru tað tey árin, sum áður umrøddi sangur sipar til, ið hava skapt eitt samfelag, har summi av sosialari og økonomiskari strongd missa tamarhaldið á sær sjálvum og brúka tykt í uppaling sínari. Vit upp- livdu jú eina sanna koll- velting næst seinasta aldar- skiftið: Sluppfiskiskapurin tók seg upp, fríhandilin varð settur á stovn, tjóð- skaparkenslan vaknaði, fráhaldið kom og andaligu vekingarrørslurnar høvdu stórar dagar... At vit nú standa á einum vegamóti við hesari ment- anarligu barlastini og óttast, hvussu framtíðin fer at síggja út, eigur ikki at forða okkum at gera upp við hesa seinastu leivd av patri- arkalska samfelagnum, at lýdni skal bukast inn í knokkin á børnunum. - Faðir situr ikki longur í hásæti og dømir millum livandi og deyð! 2 Sosialurin Nr. 52 - 15. mars 2003 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Bergur Rasmussen skrivar Apropos revsirættin FYRI 25 ÁRUM SÍÐANI Eirikur Lindenskov » – Ikki bara kirkjubø- menn, men eisini argja- menn hava ein múr«. Soleiðis skrivaði Sosial- urin í teiginum, Hornið, ið var at síggja á baksíðuni á Sosialinum í sjeyti- og áttatiárunum. »Argjamúrurin«, ið sip- að varð til, var múrurin, sum í eitt mannaminni stóð í gerð á Argjavegi 26. Lagnunnar speisemi kunnu vit kanska siga tað vera, at blaðið júst fýra á seinni flutti inn í sama »múr« — ella ruin, ið tá varð sett í stand til blað- hús, prentsmiðju, matvøru- handil og bókavirki. Tað var tann 5. mars í 1982, at Sosialurin flutti inn í nýinnrættaðu blað- húsini á Argjum. Uppruna- liga var tað Jákup hjá Carl á Lag, sum bygdi húsini, ið stóðu í gerð í nógv ár. Men tá Sosialurin keypti bygningin, var hann klæddur, tektur og vind- eygu sett í. Tað var ein kolvelting hjá blaðnum at flyta úr trongu Funningsstovu í Sjúrðargøtu 9 í Havn — og á fyrsta sinni at húsast í hølum, ið vórðu innrættað til endamálið. Sosialurin kom um hetta mundið út tvær reisur um vikuna, men tá flutt varð út á Argjar, kom broyting í. Fyri tað fyrsta fekk blaðið aftur egna prentsmiðju, sum varð sett upp í kjall- aranum. Fyri tað næsta var útgávudagatalið vaksið til tríggjar ferðir um vikuna, og so vórðu fleiri skrivandi fólk sett í starv. Frá miðskeiðis í sjeytiár- unum og fram til 6. mars í 1982, varð Sosialurin prentaður á rotatiónspress- uni hjá Dimmalætting í Erling Jalsgøtu í Havn. Men við nýggju og fram- komnu Goss pressuni, sum varð keypt úr Amerika, kundi Sosialurin prenta egna blað sítt eins og onnur bløð við. Húsini á Argjum vóru stór — ja alt ov stór til Sosialin. Alt virksemi hjá blaðnum helt til á ovaru hæddini, meðan prent- smiðjan var í meginpartin- um av kjallaranum. Á mið- hæddini læt Smæran upp matvøruhandil, meðan Bókavirkið hjá Kára Olsen, seinni Vagni Olsen, sála, helt til í parti av mið- hæddini og parti av kjallar- anum. Í dag verður einki blað prentað á Argjum. Sosial- urin og Dimmalætting løgdu í juni 2000 prent- smiðjurnar saman í eitt felag, Prentmiðstøðin, sum í dag hevur einastu rota- tiónsprentsmiðju í land- inum, og er hon tí hin einasta, ið kann prenta bløð. Tann fyrsta dagin, Sosialurin varð prentaður á Argjum, vórðu prentað 5.300 bløð. Ein vanligur leygadagssosialur í dag verður prentaður í umleið 8.000 eintøkum, og er blaðið seinastu 14 árini komið út fimm ferðir um vikuna. Eitt leysligt skot er, at umleið 22 milliónir eintøk av Sosialinum eru prentað á Argjum — og nógv, nógv teir flestu teirra hevur Jarleivur Hilduberg prentað, hann var prentari á Sosialinum frá byrjan í 1982 til hann legði frá sær vegna aldur í 1998. Umframt blaðið hevur Sosialurin í dag fleiri aðrar tíðindakanalir, so sum InternetSosialin www.sosialurin.fo, www.olivant.fo og SkipsSosialin, ið er ein niðurpakkað teldufíla, ætl- að føroyskum sjófólki. Í gomlu prentsmiðjuhølun- um í kjallaranum er nú aftur eitt bókavirki — har húsast bókbindaríið hjá Hestprent. Høvuðsredaktiónin hjá Sosialinum er framvegis á Argjavegi 26 á Argjum, men Sosialurin hevur eisini deildir í Klaksvík, í Sandvík, í Saltangará og í Vágum. Blaðið hevur eis- ini skrivstovu á Christians- borg í Keypmannahavn, og í Esbjerg situr Árni Joen- sen, sum dagliga skrivar útlendskt tilfar í Sosial- inum. Ruinin ið gjørdist tíðindadepil Seinastu 21 árini hevur Sosialurin hildið til í tí, sum einaferð var ein ruin við Argjaveg 26 á Argjum. Her eru prentað umleið 22 milliónir eintøk av Sosialinum Soleiðis speirak Sosialurin júst fýra ár fyri, at Sosialurin sjálvur flutti inn í »múrin« … Soleiðis sær »Argjamúrurin« út — nú Sosialurin hevur hildið til her í 21 ár Mynd: Jens Kristian Vang Sosialurin Nr. 52 - 15. mars 2003 3 FÓLK Á FERÐ Rúna Sivertsen Mariu Hansen kenna tey flestu frá hennara tíð sum bygdarráðs- formaður og løgtingskvinna. Maria er gift Jákupi Hansen, og eiga tey 3 døtur og ein son. Í november í fjør fór hon sam- an við manni sínum til Zambia at vitja dótrina, sum í løtuni býr har saman við familju síni. Zambia er eitt slætt og vakurt land, men har er lítið dyrkað, og nærum alt er oyðið. Ein rúgva av djórum liva har og alt gongur leyst, uttan leyvur og hýenur. Tó ganga djórini ikki millum húsini. Fólkið er ógvuliga fátækt, løn- irnar eru lágar og arbeiðsloysið stórt. Størsti handilsmidepilin í høv- uðstaðnum, Luzaka, har 1 milj. fólk búgva, er á stødd við SMS. Tó keypir vanligi afrikanarin ikki har, men á marknaðum. Har er eisini vanligt, at fólk býta um vørur sínamillum. Doyggja blaðung Í Zambia doyggja nógv ung fólk av AIDS, miðal livialdurin er bert 39 ár. Í Luzaka er spildur- nýtt hospis til ung foreldur, ið liggja at doyggja. Tað eru nunn- ur, ið standa fyri hesum hospis. Tað verður gjørt nógv fyri at upplýsa fólk um smittuvandan, eitt nú við at framføra drama á fríøkjum. Fólk í Zambia eru friðarlig, vinsæl og sera hjartalig. Har nýtist tær ikki at óttast harðskap, men tjóvar og biddarar eru sum flugur allastaðni. Tey, sum eiga pening, hava tað gott og liva væl í stórum húsum. Tey hava húshjálp, sum gera alt arbeiði, bæði inni í húsinum og uttanum. Hjá teimum, ið eftir teirra málistokki eru vælhavandi, er neyðugt at hava høgar gyrð- ingar og portur uttanum húsini fyri at halda tjóvum burtur. Fert tú har, sum fátæki zambi- arin ferðast, er ikki ráðiligt at hava ur ella prýði uppi á sær, tí so verður ikki friður fyri biddar- um. Stórt máttloysi Tað er at undrast á, at fátækra- dømið er so stórt, tí landið er fruktagott. Men fólk eru máttleys og uttan áræði. Hóast tey fáa tilboð um jarðarstykki, sum tey sjálvi skulu eiga grøðina av, so taka tey ikki av. Møguliga er orsøkin tann, at tey, sum royna at tjena pening, ongan kjans hava at savna nakað til sín sjálvs. Tey verða noydd fyrst at syrgja fyri familjuni, bæði systkjum og foreldrum. Lønirnar hjá afrikanarum í Zambia eru ógvuliga lágar. Ein lækni tjenar ikki meiri enn 3000 og ein lærari um 700 krónur um mánaðin. Ein vællønt arbeiðs- genta fær bara 500 krónur í mán- aðarløn. Orsakað av lágu lønun- um, trívast tey, sum fáa sær út- búgvingar, ikki í landinum, men leita uttanlands at arbeiða. Sjálvt um fátækradømið er stórt í Zambia, er samanhaldið í familjuni og umsorganin fyri hvørjum øðrum stór. Tað bæði sæst og hoyrist, hvussu góð tey eru við síni. Maria hevur fyrr verið og vitj- að í Suðurafrika og Chile, har døtur hennara eisini hava búð eitt skifti. Hon sigur, at náttúran var nakað heilt serstakt í Zambia. At koyra ígjøgnum landið og síggja bygdirnar og strámátturnar á stóru víddunum, var heilt eina- standandi. At vera áskoðari til náttúruna og djóralívið har, var sum at síggja ein stórfingnan film. Maria er hugtikin av Zambia og sigur, at hon ikki er rættiliga heimafturkomin enn, so sterka ávirkan hevði landið og fólkið á hana. Fyri hana var túrurin ein einastandandi uppliving, sum hon avgjørt ætlar at endurtaka eina aðru ferð. Á ferð í Zambia Eitt, sum eyðkennir flestu fólk í Zambia, er, at tey eru serstakliga vinsæl. Men tey eru máttleys og hava einki áræði at vinna sær pening, ella at bøta um egnar liviumstøður. Orsøkin er, at har verður tikið sum givið at tjenar tú pening, hjálpir tú allari familjuni Hetta er almenna toylettið í býnum, Makuni Village, nær Livingstone, har kendu Victoria-fossarnir eru. Fólkið í Zambia er fátækt, og nógvir biddarar eru at síggja, fert tú har, sum vanligi afrikanarin ferðast Mynd: Maria Hansen Nógv verður gjørt fyri at upplýsa um AIDS og smittuvandan. Her framføra tey drama, nær við heilsumiðstøðina Mynd: Maria Hansen Hetta er heilsumiðstøðin í Makuni Village, har 8000 fólk búgva Mynd: Maria Hansen Maria í stovuni í hugnaliga heimi sínum í Vestmanna Mynd: Jens Kristian Vang Lítla Maria undir fremmandum himmalhválvi. Hon vil als ikki avmyndast og hevur drigið reyðprikkuta hattin langt niðurum nøsuna C M Y K 25 24