leygardagur 15. mars 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 52 - 15. mars 2003
5
4
Sosialurin Nr. 52 - 15. mars 2003
REPORTASJA
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Álvur Haraldsen
Klokkan nærkast hálvgum seks á
morgni, og Ringvegurin í Havn
er tómur. Ikki ein bilur er at
hóma, og bert í nøkrum einstøk-
um húsum her og har, er ljós.
Veðrið er illfýsið. Vindur og eitt
sindur av regni nú og tá og tað er
enn myrkt úti.
Í morgun gongur leiðin til
Velbastaðar. Út á Norðasta Horn
og so víðari eftir nýggja vegnum.
Tað eru bara einir seks kilo-
metrar til bygdina úr Havn, so
tað er ikki tað heilt langa strekk-
ið. Ongin ferðsla er heldur í
morgun, so tað gongur skjótt og
lætt at koma fram.
Ovarlaga í bygdini er ljós at
síggja í einum húsum. Tann reyði
jeepurin stendur uttanfyri, júst
sum Óli fortaldi í telefonini, at
hann fór at gera. Jú, hetta er
helst rætta staðið.
Útkomin úr bilinum koma
tríggir hundar stórleypandi ímóti
okkum. Teir goyggja eitt sindur,
men eru annars blíðir. Og lítla
løtu seinni stendur Anna í túnin-
um. Klár til dagsins fyrstu upp-
gávu.
Mjólking
Anna Rubeksen er bóndi á
Velbastað. Hon er gift við Óla,
og saman hava tey bóndagarðin á
Mýrini. Óli hevur tó seinastu
tíðina havt trupulleikar við rygg-
inum, og kann hann tí ikki vera
við í fjósarbeiðnum nú. Men fyri
Onnu er hetta ikki nakar stórur
trupulleiki. Tá klokkan er 5.30
um morgunin fer hon upp, og tá
gongur leiðin beint oman í
fjósið, sum liggur mitt í bygdini.
Túrurin oman tekur eini fimm
minuttir. Vindurin er kaldur í
morgun, men tað er ikki so at tað
bilar. Hundarnir, Joy, Fram og
Her renna og spæla á vegnum
omaneftir. Teir fara ongantíð
langt burtur og akta sera væl.
– Hesin túrurin er akkurát
passaligur um morgnarnar, sigur
Anna, meðan vit ganga oman.
Tað regnar ikki á Velbastað í
morgun. Sjálvt um tað er myrkt
og vindur enn, so ger tað bara
morgunin frískari.
Bóndagarðurin á Mýrini hevur
14 mjólkineyt. Tá kálvar og
ungneyt eru tald við, eru tey eini
30 tilsamans.
– Um morgnarnar, tá eg fari
oman, plagar tað at taka umleið
hálvan annan tíma at mjólka og
fóðra neytunum. Tá eg so fari
oman aftur um kvøldarnar tekur
tað eitt sindur longri tíð, greiðir
Anna frá.
Komin inn í fjósið, har tað er
heldur fjálgari enn uttanfyri,
síggja vit í endan á 14 neytum,
sum standa í eini røð. Tey siga
ikki nógv, eitt møøøh her og har
viðhvørt, men annars eru tey
stak friðarlig. Tey vita uttan iva,
hvat nú er á vási.
Tað fyrsta Anna ger er at sópa
undan neytunum. Síðani verður
mjólkingarmaskinan funnin
fram, og gjørt verður klárt at
mjólka.
Sum hetta man vera nógv
lættari í dag enn tað var í goml-
um døgum tá alt skuldi mjólkast
við hond. Ein kann heldur ikki
lata vera við at hugsa, at mjólk-
in, sum í dag kemur úr hesum
kúnum, um nakrar heilt fáar dag-
ar stendur í einum mjólkarpakka
heima á køksborðinum.
Trý neyt verða mjólkað í senn.
Fyrst verða júgrini turkað og so
verður maskinan sett á.
– Tær nýkálvaðu verða mjólk-
aðar fyrst. Hetta kemst av, at tær
eru mest ímóttakiligar fyri sjúk-
um, og tí kunnu tær lætt fáa
júgurbruna. So um onkur gomul
er, sum hevur verið sjúk, so er
tað skjótt at flyta smittuna yvir á
tær nýkálvaðu.
Hugnaligt
Anna hevur bóndast í fleiri ár.
Sìðani hon var heilt ung hjálpti
hon til á garðinum, og nú hevur
hon sjálv yvirtikið garðin eftir
pápa sín.
– Her er altíð nóg mikið at
gera. Ein noyðist tíðliga upp
allar dagar, eisini jólaaftan og á
ólavsøku, fortelur Anna meðan
hon setur mjólkimaskinuna á
eina kúgv.
Kúnnar síggja so nøgdar út, og
um eina løtu kemur morgunmat-
urin. Tær standa langt burtur frá
øllum krígshóttanum í Irak og
oljudálking í Spania – langt
burtur frá øllum heimsins gangi.
Í tveimum básum eru tveir
lítlir kálvar. Teir eru ikki nakað
serliga gamlir – annar er reyður
og hin er svartur.
Tá liðugt er at mjólka verður
Langt burtur frá heimsins gangi
Anna Rubeksen er bóndi á
Velbastað. Hvønn morgun
klokkan 5.30 fer hon oman í fjósið
at mjólka og fóðra neytunum.
Hóast hetta arbeiðið er strævið,
dámar Onnu væl
farið upp á loftið. Nú skal
hoyggið niður, tí nú skulu neytini
hava at eta. Ein balla, sum tað
eitur, vigar eini 6-700 kilo og er
tað nóg mikið til eini tveir dagar.
– Nógv lættari er nú vit hava
fingið maskinuna, sum ger ball-
ur. Tað er nógv skjótari og lætt-
ari. Áðrenn hevði tú sama stráðið
á hondini fleiri ferðir. Nú gongur
alt nógv betri, sigur Anna, sum
leggur afturat, at tey hoyggja
eisini fyri onnur, tí ein slík
maskina er ógvuliga kostnaðar-
mikil, og garðurin hjá teimum er
so lítil, at tað loysir seg ikki at
hava eina slíka maskinu bert til
ein garð.
Roykurin frá fjósinum og
fjálga luftin inni gera tað hugna-
ligt inni, sjálvt um hetta kanska
ljóðar so tiltalandi fyri øll.
Kúgvin var jú radiatorurin í
húsunum í gomlum døgum, so
tað er ikki uttan grund, at hon
hevði so nógv at siga fyrr í
tíðini.
Meðan Anna fær hoyggið til
hølvdar greiðir hon frá:
– Tað er ógvuliga týdningar-
mikið, at neytini fáa góðan og
væl samansettan kost. Tí um tey
verða forsømd, so sæst tað aftur
á mjólkingini. Vit plaga at fáa
um 500 litrar hvørja ferð.
Mjólkin verður koyrd í ein
tanga, sum tekur umleið 1200
litrar. Mjólkavirkið kemur eftir
mjólkini tríggjar ferðir um vik-
una. Hvør garður kann ikki
framleiða meira enn 87.000 litrar
um árið.
Strævið
– Viðhvørt kann tað tykjast eitt
sindur stríggið í mun til úrtøkuna
tú fært burturúr. Vit hava ikki
nóg mikið av neytum til, at vit
bara kunnu liva av tí, og vit hava
ongan møguleika at byggja út, tí
fjósið liggur mitt í bygdini. Tað
er jú eisini avmarkað, hvussu
nógva mjólk vit sleppa av við,
sigur Anna.
– Hetta er spennandi. Mær
dámar tað væl hóast alt. Onkun-
tíð kann eg suffa og ikki tíma so
væl oman í fjósið, men tá man so
er komin oman, so er tað eitt
spæl.
Børnini hjálpa eisini til við-
hvørt. Sum í dag, tá Anna skal til
arbeiðis á sjúkrahúsinum, har
hon starvast sum sjúkrarøktar-
frøðingur, skal átta ára gamli
sonurin geva neytunum kraft-
fóður um middagsleitið.
– Vit vilja ikki noyða børnini
at koma oman, um tey ikki tíma.
Tey skulu koma tá tey hava hug
til tess. Um vikuskiftið vóru vit
til dømis til eitt skeið, og tá tók
systir mín saman við 16 ára
gomlu dóttrini hjá okkum sær av
mjólkingini, og tað gekk fínt,
greiðir bóndakonan á Velbastað
frá.
Tá hoyggið er komið niður
verður tað býtt út til neytini. Tey
jótra væl nøgd, og eta í tøgn.
Síðani fáa tey kraftfóður, sum
tey skulu hava tríggjar ferðir um
dagin, og eisini vitaminir. Annar
av kálvunum fær mjólk, og nú er
hetta fjósið liðugt.
Nú gongur leiðin oman til
fjósið niðanfyri vegin. Har
standa ungneytini og kálvarnir,
sum eru eldri enn fimm mánaðir.
Tey fáa eisini kraftfóður og
hoyggj. Tann eini hundurin hevur
hug at arga neytini eitt sindur.
Hann stendur aftanfyri og hevur
hug at bíta tey í halan. Men
neytini eru nú heldur ikki fyri
einki. Kemur hundurin ov nær,
so fær hann eitt spark.
Klokkan er nú júst sjey, og ljós
er nú í fleiri vindeygum í bygd-
ini. Nú byrja øll so smátt at
vakna. Tað er eisini longu nógv
ljósari enn tað var fyri hálvum
øðrum tíma síðani. Og nú er
hetta arbeiðið liðugt.
– Mær dámar so væl tað, at
við hesum arbeiðnum og túrun-
um oman og niðan í fjósið, so
sansar tú árstíðirnar nógv betur
enn tú gert um tú hevur eitt
inniarbeiði. Tað er ein fragd at
ganga oman ein vakran summ-
armorgun, og tað allarbesta er
drekkamunnurin, tá eg komi
heim.
Hundarnir, sum allir tríggir eru
Border Collies, spæla á veg
niðan. Anna sigur, at teir hava
eitt ávíst mynstur, meðan teir
spæla. Tann eini rennur nakrar
metrar fram um og leggur seg at
bíða eina løtu. Og so renna og
beistast teir víðari.
Tá vit koma niðan aftur í
húsini stendur kaffiroykurin
oman í gongina. Óli er nú uppi
við børnunum, sum gera seg til
reiðar at fara í skúla. Munandi
heitari er inni, og morgunmaturin
stendur á borðinum. Ikki kann
gerast nógv annað enn at geva
Onnu rætt. Kaffimunnurin aftaná
túrin í fjósinum er ein av teimum
bestu, vit hava fingið. Prátað
verður eitt sindur aftur og fram,
meðan børnini so smátt byrja at
vera klár. Teir yngstu hava gingið
grýlu kvøldið fyri, so teir eru eitt
sindur troyttir. Nú er heilt ljóst
úti, og morgunlesturin ljómar í
Útvarpinum.
Vit takka fyri okkum og fara
útaftur í bilin. Regnið dýkir
niður á rútin, tá vit koma úr
bygdini. Ja, nú er lív komið í
Havnina aftur. Allir bilarnir fara
stunandi eftir Ringvegnum,
óvitandi um, at hvønn morgun
klokkan 5.30 verður mjólkað á
Mýrini á Velbastað.
Anna Rubeksen av Velbastað mjólkar neytunum hvønn morgun klokkan 5.30. Tey verða síðani mjólkað aftur
umleið klokkan 17.30 um kvøldið
Eisini fáa neytini at eta. Tey fáa hoyggj og kraftfóður. Kraftfóður fáa tey tríggjar ferðir um dagin, og tá Anna arbeiðir um dagin, so fer 8 ára gamli sonurin
oman í fjósið á middegi at geva teimum
Tveir kálvar standa í ovara fjósinum saman við mjólkineytunum. Annar er reyður og hin er svartur
C
M
Y
K
27
26