týsdagur 23. apríl 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 75 — 23. apríl 1991
Danska blaðið Politiken í gjár:
Feroysk
bankalån
Føroysk bankalán til tey lesandi eru tey biligastu
Síða 7
í tí danska
kongaríkinum, og tað einki til hindurs fyri, at danir undir
útbúgving og fyri tað eisini grønlendingar flyta síni lán til
Føroysku sparikassarnir lægstu rentuna i kongarikinum
Hetta skrivar danska
blaðið Politiken í gjár —
og lyklaorðið í hesum mál-
inum er Feroya Spari-
kassi, sum einans tekur
9,25% í rentu ella umleið
2% minni enn tey bílig-
astu lestrarlánini í suður-
donskum peningastovn-
um, skrivar blaðið.
Spurningurin um rent-
una á lestrarlånum hevur
verið nógv frammi í
donsku fjølmidlunum í
seinastuni og er hann eis-
ini tikin upp bæði í stjórn-
ini og í fólkatinginum.
Orsøkin er stutt henda:
Herfyri kom fram, at tað
er bíligari at læna pengar
at keypa sær ein bil fyri,
enn tað er at læna sær til
eina útbúgving. Sjálvt um
danski staturin gevur
bankunum fulla trygd við
at veðhalda fyri lánunum,
so er tað kortini dýrari at
læna til útbúgving enn til
ein bil. Og tað var hetta,
sum fekk eði í danskar
politikarar, sum hava bið-
ið avvarðandi myndug-
leikar kanna málið til
botns og syrgja fyri, at
her hendir ein broyting.
Nú eru donsk bleð so
farin at hyggja at, hvussu
til stendur í restini av
kongaríkinum. Í stórari
grein skrivar tíðindamað-
urin hjá Politiken, Hans
Kronberg, at bíligastu
lánini eru at finna í Fer-
oyum.
Meðan lestrarlán í t.d.
Den Danske Bank og Uni-
bank kosta í minsta lagi
12,5% í rentu um árið —
hóast tey hava statsveð-
hald, og tí eru uttan vanda
— liggja hesi somu lán
niðri á eini rentu uppá ein-
ans 9,25% í Feroya Spari-
kassa.
Tað almenna veðhaldið
fevnir um allar peninga-
stovnar í ríkisfelagsskap-
inum — men ikki fyri út-
lendskar peningastovnar
— og teoretiskt er einki til
hindurs fyri, at lesandi í
Danmark kunnu flyta síni
lán til Feroya, skrivar
Politiken, sum hevur vent
sær til Feroya Sparikassa
viðvíkjandi hesum spurn-
inginum.
Bjørg í Dali sigur við
blaðið, at likviditeturin í
letuni er so vánaligur, at
tað fyrst og fremst eru
fólk, sum eru búsitandi í
Feroyum ella lesandi í
Feroyum, sum kunnu fáa
gleði av teimum biligu
lánunum.
Politiken vísir síðani við
nekrum demum, hvat tað
kostar at læna i Føroyum
og í Danmark.
Sambært hesum dem-
um verður afturgjalds-
tíðin uppá eitt lán uppá
t.d. 160.000 kr. munandi
stytri í Feroyum. Í Dan-
mark skal tú við eini rentu
uppá 12,5% gjalda tilsam-
ans 255.900 kr. fyri lánið
eftir 15 árum. Hevur tú
harafturímóti eitt líkandi
lán í Feroya Sparikassa
við eini rentu uppá 9,25%,
verður samlaða nettoút-
reiðslan hjá lántakaranum
207.500 ella 48.400 kr.
minni enn hjá tí dýra
bankanum í Danmark.
Lánið verður tá eisini
goldið aftur eftir 11 árum,
t.v.s. at lántakarin í Fer-
oyum er liðugur at aftur-
rinda sítt lán fýra ár fyrr
enn felagið hansara í Dan-
mark.
Í letuni kannar Brúk-
araráðið í Danmark rentu-
politikkin hjá teimum
donsku peningastovnun-
um í hesum málinum.
Sjey nýggir bilsmiðir
Fríggjadagin stóðu hesir sjey menninir sveinaroyndina á Tekniska skúla í Havn. Teir eru frá vinstru: Tormóður
Dalsgaard, Niels Pauli Djurhuus, Sámal M. Hansen, John á Horni, Gunnar Justinussen. Jákup Midjord og Reidar
Midjord.
Dagny Joensen
Blaðkvinna
skrivar: #7
Í farnu viku var tað
einamest rúsdrekkaupp-
skotið, sum setti dám á
kjakið, tá tað varð lagt
fram á Tingi.
Uttanlands komu tíð-
indini um kurðar, sum
bardust fyri lívinum,
tey eru heimleys, svglta
og liva á berajóli í kul-
da og regni, og kunnu
at enda lata lív í
bardaga um tann
seinasta breyðmolan.
- Soleidis er so
mangt, og ymiskt er,
hvat menniskjuni hava
at berjast við -
annadhvørt til dagliga
dagdvølju ella tá tað
snýr seg um at liva -
hóast lívið er svart
vónloysi.
Tað er ein innbygd
frumkensla í menniskj-
um, at vilja lívið, hóast
vit, sum sita heitt og
fjålgt innandura í Før-
oyum kanska kundu
hugsa: - Nei, um hatta
er liviumstødur at bjóða
menniskjum, so heldur
doyggja! Og kortini
vilja øll liva.
I Føroyum vilja vit
liva sum fólk i granna-
londum okkara - eisini
politikarar vilja liva
sum seinastu dagarnar
hava umrøtt rúsdrekka-
lógaruppskotið.
Nú dregur samanum,
og lógin skal viðgerast,
tað er lívið um at gera.
Sjálvt tey argastu
mótstóðufólkini á Tingi
noyðast at ásanna, at
núverandi rúsdrekkalóg
krevur åbøtur, og vón-
andi sleppa teir ikki at
lata dupultmoralin yvir-
liva, hóast hesin sýnist
at vera ein sannur fólka-
síður í Føroyum.
Eg helt meg hoyra
skeivt, tá Tordur Nic-
lasen helt fyri, at rús-
drekkamálið var ópolit-
iskt, men tá eg hoyrdi
Lassa Klein endurtaka
hetta, hugsaði eg, hvort
hesir menn hava mis-
skilt sína uppgávu sum
tingfólk.
Málið er ikki ópolitiskt,
tað er einki, sum verður
vidgjørt á Tingi. Rús-
drekkamálið er tvorpol-
itiskt, ti tingfélk hava
loyvi at atkvgða eftir
persónligu sannføring.
Við hvørt haldi eg at
atkvødutalid, saman við
Iq-talinum hjá einstaka
politikarunum skuldi
verið treyt fyri at fólk
sluppu inn á Løgting.
Iq(intelligenskvotient)
er talið fyri, hvussu vit-
ugur ein persónur er.
Í vikuskiftinum var
60'ara dansur í Ítróttar-
høllini á Nabb í Havn,
og tað sýntist sum fólk
úr øllum Føroyum vóru
komin til Havnar at
dansa og hugna sær
eina løtu. Hugaligt var
at hitta gamlar
kenningar og hýrurin
var éførur í stóru
høllini, har meir enn
1000 tilkomin og
ungfólk vóru inni.
lógligu fløskurnar
vóru nógvar í tali. Fólk
stoyttu í seg og rundan
um seg, og tað var ein-
gin dansihøll-hugni, so
sum vit flest gil kenna
tað, sum hava ferðast
uttanlanda.
Høvdu umstødurnar
verið sum aðrastaðni,
við hugnaligum dansi-
umhvørvi, tænarum
sum skonktu løg og
ruddaðu borðini, og
koyrdu tey fólk út, sum
ikki dugdu sær hógv í
veitslulag - ja, so hevdi
tað verið hugnaligari.
Er hetta alt vit vilja
bjóða uppvaksandi
ættarliðinum?
I SvF segði Jógvan Is-
aksen rithøvundur
v.m., sina hjartans
meinging um blødini og
mentunartilfarið, sum
uttan undantak ikki
vildu vita av.
Eg rokni ikki við, at
hann lesur føroysk
blød, ella heldur ikki at
mentunaruilfar, sum blø-
Oini taka upp, er av slí-
kari góðsku, sum Jóg
van Isaksen góðtekur?
Og kortini vilja blødini
halda fram at skriva um
mentamál, og higartil er
eingin deyður av tí!