Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

7 Saddam Hu * Nr. 75 — 23. apríl 1991 ssein lovar kurdunum sjálvstýri — um ST gevst við sanktiónunum móti Irak Um somu tíð sum ameri- kanskir og bretskir her- menn eru við at rigga til at seta upp legur til teir mongu flýggjandi kurdar- nar, samráðingar í Bagdad millum stýrið hjá Saddam Hussein og fleiri kurdiskar leiðarar. Sambært tíðindastov- unum skal Saddam Huss- ein hava givið kurdisku leiðarunum lyfti um sjálv- stýri fyri kurdar í norðara parti av Irak. Tann stóri oljubýurin Kirkuk skal sambært tíðindunum eis- ini vera við í hesi ætlan at geva kurdunum sítt land. Saddam Hussein skal tó hava sett ta treyt, at ST- sanktiónirnar móti Irak verða settar úr gildi, so- leiðis at landið aftur kann fara undir útflutningin av olju. Tað er misjavnt, hvussu hesi tíðindi verða móttik- in. Kurdar hava sera ring- ar royndir av lyftunum hjá Saddam Hussein, tí ell lyfti hann higartil hevur givið teimum, hevur hann svikið og ístaðin gjørt av við kurdar, tá hann hevur havt meguleikan fyri tí. Tað er tí greitt, at kurd- ar fara ikki uttan víðari at eru góðtaka eitt tílíkt tilboð frá Saddam Hussein. Ein treyt vil vera, at ST verð- ur sett til at tryggja, at ein tílík ætlan verður hild- m. Tað ljóðar annars rætti- liga legið í oyrunum á flestu kurdum, at Saddam Hussein nú brádliga skal vilja ganga við til at geva teimum sítt egna land, tí tað er júst hetta, hann hevur barst ímóti hesi seinastu 20 árini. Steðan hjá teimum mongu kurdunum í fjøll- unum í Norðurirak og í Iran og Turkalandi er framvegis sera álvarslig. Meira enn 1000 kurdar, flestu teirra bern, doyggja um dagin av sjúkum og svongd. Umboð fyri altjóða hjálparfelagsskapirnar, sum eru á staðnum, siga seg ongantíð hava sæð slíkt og vísa á, at tað er neyðugt við nógv sterri hjálp, skulu hesi menn- iskjuni bjargast. Herfyri gjørdi ameri- kanski forsetin av at fylgja fólkakravinum um at hjálpa kurdunum. Hann sendi hermenn til norðurirak at finna hósk- andi pláss at seta legur upp til teir mongu flýggj- andi kurdarnar, sum vórðu bidnir at venda aft- ur til Irak og koma oman úr teimum høgu fjøllunum á markinum millum Irak, Turkaland og Íran, har mong teirra eru rend fest. Eisini bretskir hermenn eru við í hesum tiltakinum og ætlanin er at eisini franskir hermenn skulu vera við. Tey trý londini avgjerdu í farnu viku at taka málið í egnar hendur og senda hermenn til norð- urirak fyri at bjarga teim- um milla fyrikomnu kurd- unum. Hóast stýrið í Bagdad mótmælir hesum og kall- aði tað fyri innanhýsis uppílegging, so siga bæði Bush, Mitterand og Major, at nú má alt gerast fyri at hjálpa kurdunum. Annars hava umboð fyri ST og stýrið í Bagdad gjørt avtalu um at ST skal fáa loyvi at seta upp legur til kurdarnar í norðara parti av Irak. Herfyri segði ST-aðal- skrivarin, at tiltekini hjá USA, Bretlandi og Frak- landi í Norðurirak vóru móti reglunum hjá ST, men seinni hevur hann so tikið orðini í seg aftur og sagt, at vónandi kunnu til- tekini hjá ST og teimum trimum londunum skjótt fáast at koma undir eina og somu skipan undir ST- eftirliti. Um somu tíð sum roynt verður at finna eina loysn fyri teir mongu kurdarnar fyri norðan, eru shia-mus- limar fyri sunnan farnir at biðja umheimin um hjálp, tí teir bera ótta fyri, hvat fer at henda teimum, nú USA tekur sínar hermenn úr syðra parti av Irak. Ymsa staðni í heiminum eru shia-muslimar sera uppestir og krevja Sadd- am Hussein frá. Víst verð- ur á, at hann hevur gjert av við fleiri av teimum fremstu shia-muslimsku leiðarunum í teirra heilaga býi í Irak fyri stuttum. — stjórnarsamgongan varðveitti tó meirilutan — Valið í Íslandi gjørdist sum roknað við ein stór- sigur hjá Sjálvstæðis- flokkinum við nýggja for- manninum, fyrrverandi borgarstjóranum í Reykjavík, David Odds- syni, á odda. Hóast tað ikki gekk so væl í hond, sum veljarakanningarnar hevdu spátt, so fekk flokkurin kortini 38,6% av atkveðunum móti 18% í 1987. Hetta gevur 26 ting- menn av teimum tilsam- ans 63 plássunum í Al- tinginum. Stóri taparin var stjórn- arflokkurin, Framsóknar- flokkurin, sum fekk 18,9% av atkveðunum móti um- leið 26% við seinasta val. Hóast stóru aftur- gongdina fyri stjórnar- flokkin so megnaði stjórn- arsamgongan at varðveita sín meiriluta tó við bert einum tingmanni. Teir tríggir stjórnarflokkarnir ivasamt um hon heldur fram David Oddsson fingu 32 av teimum 63 tingmonnunum. Tað er tó ógvuliga óvist, um stjórnin fer at halda fram. Formaðurin í ís- lendska javnaðarflokkin- um segði longu valkvøld- ið, at ósemjan í samgong- uni var so mikið stór, at tað var ivasamt, um flokk- ur hansara fór at halda fram í hesum samarbeiðin- um. Við hesum sipadi hann til, at ein samgongu- stjórn millum Sjálv- stæðisflokkin og javn- aðarflokkin var ein megu- leiki. Roknað verður við, at tað fer at ganga drúgv tíð at fáa nýggja stjórn í Ís- landi.