Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 75 — 23. apríl 1991 —— Síða 17 MB-GÍ, 1. deild menn, 1-2 (1-0 MB-GÍ 1-2 (0-0) 1-0 Birgir Jørgensen 1-1 Simun P. Justinussen 1-2 Per Dalheim Dysturin i fjør millum hesi bæði liðini mundi vera ein tann dysturin í 1. deild alt árið, sum fekk mest upp- merksemi. Tiverri fyri MB var mis- tak hent á dómaraseðl- inum, so GÍ — eftir at hava kært málið — fekk bæði stigini, hóast MB vann á vølli. Í so máta var dysturin einki at skriva heim um, tí hesaferð vann GI dystin á vøllinum, og nýggju regl- urnar viðvíkjandi dómara- seðlum fyribyrgja, at líkn- andi brølarar kunnu endur- taka seg. MB byrjaði best Fyrra partin av dystinum fekk MB beinanvegin betri tak á spælinum, og tá eitt einsmalt mál nú einaferð skuldi koma, var ikki burturvið, at tað var MB, ið fekk tað. Einir 20 minuttir vóru gingnir, tá Eyðfinn David- sen breyt seg fram gjøgn- um høgru síðu, smeyg sær framvid fyrrverandi lands- lidsbakkinum, og legdi ein lágan bólt innfyri, sum Birgir Jórgensen í leysari luft fekk toygt seg eftir og skalla í málið til 1-0. Eitt sera vakurt mál, ið gav áskoðarunum ta fatan, at MB mundi fara at verða dagsins lið í Miðvági. Gøtumenn knáir Men so varð ikki. Eins og so mangur annar man hava lagt sær tað til merk- is, løgdu miðvingar eisini til merkis, sum dystur leið, at gøtumenn kunnu vera sera knáir í dysti. Tá ikki so long tíð var farin av seinna hálvleiki, fekk GÍ eitt vælskipað ålop í gongd. Pauli Jarnskor spældi bóltin ul Rúna Justinussen í vinstru síðu, sum gjørdi skjótt av, og brátt var hann farin igjøgnum úti í síðuni, og endaði við at leggja bóltin eftir jør& inn til beiggjan Símun Petur, so kvitteraði við at planta hann í MB-málið, so stød- an nú var 1-1. GI hevði nú tikid seg nógv fram, og MB-spælið hevði hug at stívna. Tó hevði MB hesa komandi løtuna meira enn ta einu royndina at fáa bóltin í GÍ- málið og soleiðis sleppa framum aftur. Snittaði bóltin í málið Besta royndin var eitt skot, sum Rói Arting ser- veraði. Men Carl White- Hesaferð kærir GÍ ikki house hevði eina meistar- liga bjarging, ið forðaði hesum skotinum at geva MB leiðsluna aftur. Eisini gøtumenn royndu sítt besta, og tað vórðu teir, ið komu at fáa meira burturúr sínum royndum. Tá einir 20 minuttir vóru eftir av dystinum, fekk GÍ fríspark við hornið á brots- teiginum. Pauli Jarnskor varð settur at skjóta, og legði hann bóltin inn til Per Dalheim, sum snittaði hann víðari í MB-málið til 2-1. Hóast fleiri royndir aftrat frá báðum pørtum at skapa sær kjansir, varð ikki meira at heinta, og 2-1 til gestirnar úr Gøtu gjørdist sostatt endaliga úrslitið. hj. VB-B36, 1. deild menn, 1-2 (0-0) VB-B36 1-2 (0-0 1-0 Runi Nolsøe 1-1 Kåri Reynheim 1-2 Magnus Hentze Dysturin i Vågi sunnudag- in millum VB og B36 var rættiliga javnt spældur, og hóast tað var B36, ið vann hann, tå samanumkom, hevði eitt javnleiksúrslit helst givið bestu myndina av honum. I fyrra hálvleiki var spælið ikki nógv meira enn brúkiligt til tíðir, og tað var heldur ikki fyrrenn i seinna hálvleiki at málini komu. Og mál eru vælsaktans altíð undirhaldandi, tá tað er fótbóltur, talan er um. Nakað av vindi var, men tó ikki meira enn so, at væl var spælandi. Sum sagt hendi ikki tað stóra í teimum fyrstu 45 minuttunum. Liðini høvdu bæði sínar kjansir, men ikki nakað veruliga stórt. Mál beinanvegin Hinvegin var seinni hálvleikur ikki meira enn einar seks ella sjey minutt- ir gamal, tá Rúni Nolsge syrgdi fyri, at heimaliðið kom framum. Hann fór einsamallur frameftir uttarlaga í høgru síðu, og komin rættiliga langt inn, skjeyt hann bólt- in við einum skrúvandi skoti í málið dygst við nærmastu stong. Hesa løtuna hevði VB gott spæl, men tað tóktist, sum hetta málið hjá VB rættiliga skakaði B36, og skjótt var trýst sett á, og B36 kom meira fyri seg, hóast VB enn ikki hevði mist takið á spælinum. Men vónimar hjá B36- spæalrunum um at fáa eitt mál eisini, góvu úrslit, tá gott og væl eitt korter var eftir. B36 fekk hornaspark, og bólturin varð skotin inn í brotsteigin hjá VB. Ein VB-verjuspælari royndi at fáa skotið bóltin út úr brotsteiginum, men hetta miseydnaðist, so hann skjeyt bóltin aftur í VB- verjuna, har Kári Reyn- heim mitt í øllum trunk- anum fekk fatur á bólt- inum og sendi hann um målstrikuna ul 1-1 Málskjúttin off-side Nú kom av álvara gongd á havnarmenn, og eina løtu seinni, tá ikki so nógv tíð var eftir, fekk B36 aftur eitt mál. Tummas Eli Hansen slapp leysur eftir eina villu í VB-verjuni, og tá hann so fekk málmannin hjá VB móti sær, spældi hann bólt- in innum hann til Magnus Hentze, sum púra einsam- allur kundi seta hann í net- ið. Eingin ivi kundi vera um, at maðurin var fleiri Javnur dystur metrar off-side, men kort- ini dømdi dómarin mål, og so var 2-1 til B36. Nu var litil og eingin tid eftir, so VB fekk ikki nakr- r = an veruliga møguleika aftr- at í dystinum at betra um støðuna vid, so 2-1 gjørdist eisini endaliga úrslitið av einum sera jøvnum og til tíðir eisini rættiliga undir- haldandi dysu. hj. Tå B36 fekk seinna målid, id avgjørdi dyst- in, var málskjúttin fleiri metrar off-side, men domarin dømdi mål Mynd: Arni Johansen