týsdagur 23. apríl 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
siða 10
Nr. 75 — 23. apríl 1991
Sumba lamdi HB
Smáspæl eftir miðjuni við ongari ferð og eingi langskot eyðkendi
HB-spælið. Og tað var lætt hjá stríðsfýsnu Sumba-verjuni at
steðga, so teir sendu fóroyameistararnar í gólvið við eitrandi
kontraálopum
HB-Sumba 1-3 (1-1)
1-0: Gunnar Mohr
1-1: Erikur Joensen
1-2: sjålvmål
1-3: Trúgvi Nielsen
Føroyameistaramir úr HB
taptu 1-3 fyri sumbingum.
Og tað skulu teir vera
fegnir um. Var tað rætt, so
vunnu sumbingar 5- ella
6-1, tí í seinna hálvleiki
misnýttu teir ikki færri
enn tríggjar fullkomuliga
upplagdar målmøguleikar.
Teir kundu eisini havt
skapað nógv fleiri møgu-
leikar, høvdu teir eyga fyri
skrábóltum út í høvgru
síðu.
Ein vandamikil roynd
HB hinvegin hevði eitt
skot frá Bjarna Mikkelsen,
sum streyk framvið stong-
ini. Tað var alt. Annars
datt alt burtur í smáspæli,
sum var hyggjuráð, men
avleveringarnar fullu alt,
alt ov seint, við ti úrsliti,
at sumbingum hvørja ferð
eydnaðist at koma ímill-
um. Bert Gunnar Mohr -
besti maður á HB-liðnum
saman við Kaj Leo - hevði
fatan av, at tað átti at
gingið skjótari.
Ikki minst kontraálopini
gingu seint og góvu
sumbaverjuni stundir at
koma til hús og á pláss. Í
einstøkum fórum gekk HB
Sumba-málinum nær, men
Fróði Mortensen, ið hevði
ilt við at halda bóltinum,
kom ímillum, tá HB-
royndirnar vóru innan fyri
málkarmin.
Fult burturúr
Sumba-liðið brúkti bæði
evni og kreftir við skili og
fekk fulla nyttu burturúr.
Trúgvi Nielsen, Jan Poul-
sen Pól Magnar Kjærbo
góvu HB-verjuni ríkiligt
at hugsa um hvgrja ferð,
teir fóru í álop. Og valla
nakar í Gundadali gjørdist
kløkkur, tå Sumba trýsti
HB til eitt sjálvmál, og
sumbingar uttan- og inn-
anvalla dansaðu av frøi, tá
Trúgvi Nielsen streyk í-
gjøgnum og sektadi HB-
ósketni.
At so sjálv málini vóru í
so bílig, lat tað fara, tí
Sumba-sigurin var so ríki-
liga uppiborin. At HB
gjørdi sitt til hetta, gjørdi
ikki Sumba-gledina minni.
ówh
Stóðan, 1. deild menn
TB
B36
VB
MB
GÍ
Páll Magnar Kjærbo,
Sumba, og Gunnar
Mohr, HB, taldust báðir
millum teir bestu á vøll-
inum.
Sumba
Kl.
NSI
B68
TB-B68, 1. deild menn, 3-1 (0-0)
Dómarin gloymdi at flovta
— tá polski spælarin hjá B68 varð feldur inni í brotsteiginum
TB-B68 3-1 (0-0)
0-1 Stan Srozcynsky
3ent Albinus
OgI XX I
1-1 I
2-1 I hannesen
3-1 I
3ogi Johannesen
Hóast rættiliga fitt av vindi
var eftir vellinum á Sev-
mýri sunnudagin, var ong-
antíð nakað ivamål, um
dysturin skuldi spælast ella
avlýsast, sum onkur annar
vet r
lystur varð
tað sunnudag-
Í fyrra hálvleiki hevði
TB undanvind, og førdi
tað millum annað við sær,
at TB stórt sæð hevði
meira spæl, og at tað spæl,
sum var, mestapartin av
tíðini gekk fyri seg B68-
megin á vellinum.
Kortini var ikki serliga
stórur munur á spæli í hes-
um fyrra hálvleiki.
Men hóast mótvind, so
eydnaðist toftamonnum
tríggjar minuttir fyri hålv-
leik at fáa sett hol á og fáa
tyrsta málið í dy
sunum.
Toftamenn å odda
Hetta hendi, eftir at Jåk-
up Eli Olsen nakað aftar-
laga í vinstru síðu hevði
fingið fatur á bóltinum, og
fór rekandi frameftir við
honum.
Komin nakað langt fram-
eftir skjeyt hann bóltin inn-
fyri, har polski spælarin
hjá B68, Stan Scrozynsky,
setti høvdid undir bóltin,
so hann endaði í TB-mál-
inum.
I seinna hálvleiki gjørdi
TB sera skjótt av, og tað
vóru ikki gingnir meira
enn 30 sekund, so lá bólt-
urin í B68-målinum.
Eftir gott uppspæl av
Gullok Svalbard, eydnað-
ist Bent Albinus at javna
út til 1-1.
»Sjokk-byrjan«
Hendan >sjokk-byrjan-
in< varð bert fáar minuttir
seinni fylgd upp við enn
einum máli. Hesaferð var
tað Bogi Johannesen, ið
setti bóltin í kassan til 2-1,
meðan B68-verjan stiv og
stirvin stóð og hugdi at.
Hesa fyrstu løtuna av
seinna hálvleiki hevði TB
havt alt spælið, og ikki
fyrrenn hetta seinna málið
kom, byrjaðu toftamenn so
spakuliga at koma fyri seg,
og so við og við fingu teir
elsini sin part í spælinum
Úlli
Mistu brotsspark
Tá okkurt um eitt korter
var efur, hevði B68 eit
sera gott álop, og endaði
tað við, at Stan Srozcyn-
sky einsamallur fór igjøgn-
um TB-verjuna, dribladi
einar triggjar verjuspælarar
av og hevði opna kós móti
málinum, tá hann varð
feldur aftanífrá langt inni í
brotsteiginum.
Men ikki kom eitt ljóð
DO OD je je DO NOD ID 6 ID AD
S DDD je NN
HB
frå dómarafloytuni, hóast
hetta var eitt upplagt brots-
spark. Toftamenn fingu
ikki so frægt sum óbein-
leiðis fríspark burturúr.
Verri var vorðið við pol-
lendinginum, sum varð
borin út um vøllin til við-
gerðar, áðrenn hann seinni
aftur kundi spæla restina
av dystinum.
Eitt brotsspark til B68, tå
stødan 2-1 til IB,
kundi sjálvsagt havt broytt
var
mundina munandi, men so
varð ikki.
Eitt mál aftrat
Tá nú B68 var aftanfyri,
t nt t
pskent hesa seinastu lør
mn ; ry tað
und, Og VA LO CISINI
hendan broyting. ið tørdi
vid sær, at TB uppå
kontraålop fekk eitt mål
altrat, og var tað enn eina-
ferð Bogi Johannesen, ið
gjørdi bart, so endaliga úr-
slitið av dystinum varð 3-1
ul TB.
Ikki nakar óuppiborin
sigur til TB, sum í ár sær
a
0
0
1
]
I
1
0
0
Í
2
ON ON UN
> jet jk jet SINI SIN
út til at hava eitt rættiliga
gott lið, sum óivað verður
eitt gott boð uppá ovastu
plássini. Umframt fleiri av
góðu ungu spælarunum, ið
høvdu ein rímiliga góðan
dag, er vert at nevna vete-
ranin Henrik Thomsen,
sum allan dystin igjøgnum
skapti óró í verju tofta-
manna.
Hinvegin munnu
toftamenn alla hesa vikuna
harmast um, at dómarin
gloymdi at floyta hasa einu
ferðina.
hj.