týsdagur 23. apríl 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 75 — 23. apríl 1991
Er
|
Lærarastørv
|
i fólkaskúlanum
skúlaverkinum í niðanfyri nevndu
kommunum og skúladgmum eru hesi
jærarastørv leys at søkja:
Fuglafjarðar kommunu:
2 størv sum timalærari. Umsøkjarar,
= rå <=
Yvirlýsing
Landsfundurin hjá Kristiliga Fólka-
flokkkinum, Føroya Framburðs- og
Fiskivinnuflokki, å Hotel Borg hin
20. april, har 21 fólk og 4 av 5 góð-
kendum vældømisfeløgum tóku lut,
sum eru førir fyri at undirvisa i alis-
/evnafrødi, hava fyrimun.
Klaksvikar kommunu:
Skúlin á Ziskatrød:
2 størv sum tímalærari. Umsøkjarar,
sum eru førir fyri at undirvisa i
sangi/tónleiki og ítrótti, hava fyri-
mun.
Skúlin við Osånna:
1 starv sum lærari og 1 starv sum
timalærari. Umsøkjarar, sum eru
førir fyri at undirvísa í alis-/evna-
frødi og dreingjaítrótti, hava fyri-
mun.
Kunoyar kommunu:
1 starv sum tímalærari.
Stýrið fyri Sandoyar Meginskúla:
1 starv sum lærari og 1 starv sum
tímalærari.
Størvini eru i løtuni lønt í 13./21./23./
24./25. ella 19./24./28. lønarflokki sam-
bært avtalur millum Føroya Lærarafelag
og Føroya Landsstyri.
Tad skylduga undirvisingartimatalid er
fest sambært avtalu millum Føroya Lær-
arafelag og Føroya Landsstyri. Vikutima-
talið hjá tímalærarum verður sett eftir
tørvi í hvørjum einstøkum føri.
Teir lærarar, ið settir verða, hava
skyldu til annaðhvort heilt ella lutvist at
starvast í teim skúlum, har børn frá við-
komandi kommunu/kommunum
sambært galdandi skúlaætlan ganga í
skúla.
Umsóknir til tey leysu størvini verða at
senda Landsskúlafyrisitingini skjótast til
ber og soleiðis, at tær eru Landsskúla-
fyrisitingini í hendi í seinasta lagi 14.
mai 1991 kl. 16.00. Umsóknir, sum eru
Landsskúlafyrisitingini í hendi aftan á
nevndu tíðarfreist, verða ikki tiknar við.
Við umsóknini eiga at verða løgd avrit av
próvbrævi og møgulig viðmæli.
Læraraskúlanæmingar, ið hava vón
um at standa lærarapróvtgku í summar,
kunnu søkja størvini. Saman við um-
sóknini hjá læraraskúlanæmingum eigur
at verða løgd fråsøgn frá rektara lærara-
skúlans um higartil fingin úrslit og um
næmingsins dugnaskap og føri annars.
Umsóknin verður skrivað á útfyllingar-
blað, ið fæst frá skúlanum ella frá Lands-
skúlafyrisitingini. Møguligir umsøkjarar
uttan fyri Føroyar kunnu brúka út-
fyllingarblað fyri danska fólkaskúlan.
Um einki er tilskilað, verður ein um-
sókn til eina kommunu roknað sum gald-
andi fyri eitt og hvert av teim leysu størv-
unum í kommununi.
Teir umsøkjarar, ið søkja størv í fleiri
kommunum, mega skriva eina umsókn
til hvort starv, ið søkt verður.
Landsskúlafyrisitingin,
19. apríl 1991
hevur einmælt samtykt hesa
Fundirnir lógligir
Landsfundurin vísir
aftur pástandin um, at
eykaaðalfundurin í
Suðurstreymi hin 4. de-
sember 1990 er orsekin
til trupulleikarnar í
flokkinum, og tikið
verður til eftirtektar,
at ikki minni enn tveir
sakferarar hava sagt
eykaaðalfundin vera
lógligan, og at Bjørn á
Heygum, advokatur, í
2 responsum somuleið-
is sigur landsfundin
hin 8. desember 1990
vera fullgildugan.
Landsfundurin tekur
eisini til eftirtektar frá-
greiðingina hjá nevnd-
ini, ið sett varð til at
loysa teir organisator-
isku og teir fíggjarligu
trupulleikarnar hjá
flokkinum.
Landsfundurin dugir
væl at skilja grann-
skoðararnar, sum ikki
vilja undirskriva rokn-
skapirnar fyri 3 tey
seinastu árini, og
landsfundurin átalar
harðliga, at Tordur
Niclasen og fyrrv.
kassameistarin sýttu
fyri at tala við nevnd-
ina um ta fløkju, sum
hesir hava ábyrgd av
gjøgnum 3 ár við ong-
um landsfundi.
Tad fundarvirksemi,
teir i dýrastu neyð nú
skipa fyri, tekur lands-
fundurin sum eina
roynd at bera í betu-
flaka fyri oll tey for-
semilsi, teir við be-
ráddum huga hava
gjørt seg sekar í. Men
tað er brot móti sið-
venju, lógum og
stevnuskrá floksins, tá
ið bert tey fáa atgongd
og orðið, ið tala við
somu tungu sum Tord-
ur Niclasen.
Nýggj leiðsla
Landsfundurin åsann-
ar, at Tordur Niclasen
við atburði sínum alt
síðan undan seinasta
legtingsvali hevur
skaðað flokkin almikið
og nú sett seg á odda
fyri at reka bæði felog
og persónar úr flokkin-
um og harvið gjørt seg
óverdugan til at halda
fram sum floksfor-
mann.
Tí hevur landsfund-
urin einmælt samtykt
at broyta lógir flok-
sins, soleiðis at sett
verður ein starvs-
nevnd, ið saman við
landsnevndini og ting-
monnum floksins skal
stjórna flokkinum.
Til formann í starvs-
nevndini hevur lands-
fundurin einmælt valt
Niels Paula Danielsen.
Hann verður sambært
lógum floksins tí eisini
formaður í tingbólkin-
um. Umframt ting-
menninar eru hesir
limir í starvsnevndini:
Ólavur Petersen á
Argjum, Árant Jo-
hannessen í Svínáum
og Helena Krúnufjall í
Klaksvík. Lands-
nevndin hevur skipað
seg við Ólavi Petersen
sum formanni. Leivur í
Búð heldur fram sum
nýggjur kassameistari.
Rúsdrekkalógin
Landsfundurin tekur
undir við tingmonnum
floksins, tá ið víst varð
á, at ein og hver broyt-
ing í rúsdrekkalógini
má hava sum endamál
at minka um alkohol-
nýtsluna og steðga tí
alsamt vaksandi virk-
seminum hjá ølklubb-
unum, samtíðis sum
fråhaldsfeløgini, við-
gerðarheim og tey,
sum líða undir mis-
nýtsluni, verða stuðlað
á allan hátt.
Arbeiðspláss og al-
mennir stovnar eiga at
vera frír fyri rús-
drekka, sum er ein av
teimum sterstu vand-
unum fyri unga fólk
okkara.
Landsfundurin setti
niður eina alkohol- og
narkotikanevnd, sum
skal virka saman við
tingmonnum og koma
við uppskoti um, hverji
tiltøk ið eru frægast at
seta í verk fyri at verja
fólk okkara móti mis-
nýtslu.
Elisabeth Steinberg,
fundarstjóri.
Hjálpartóla-
midstødin
Fast starv og avloysarastarv
Sekt verður eftr ergoterapeuti ella fysio-
terapeuti at byrja 1. juni 1991, ella eftir
nærri avtalu.
Harumframt verður sekt eftir avloysara í
samband við barnsburðarfarloyvi fyri
tíðarskeiðið frá 1. juni 1991 til 1. mars
1992.
Stovnur okkara fær til vega, og veitir
vegleiðing viðvíkjandi hjálpartólum til
rørslubrekad í øllum aldri.
Arbeiðið fevnir um málsviðgerð, ráð-
geving og undirvísing innan framman-
fyri nevndu virkisøki, og hevur hver
ergoterapeutur/fysioterapeutur sítt av-
markaða åbyrgdarøki.
Nærri upplýsingar um størvini fåast við
at venda sær til Karen Heinesen ella
Lone Barkholt á tlf. 18300 månadag til
friggjadag frå kl. 10.00 til 15.00.
Løn og setanartreytir sambært såttmål-
anum millum avvardandi fakfelag og
Føroya Landsstyri.
Skrivlig umsókn vid hjåløgdum avritum
av prógvi og møguligum viðmælum skal
i seinasta lagi 15.05.1991 sendast Hjålp-
artólamiðsteðini, Postboks 1049, 110
Tórshavn.
Leyst starv
Eitt starv sum varaskúlastjóri í Tvøroyrar
skúla verður hervið lýst leyst at seta frá
1. august 1991.
Starvið verður lønt i lønarflokki 28 sam-
bært avtalu 24. januar 1990 millum Fer-
oya Landsstyri og Føroya Lærarafealg.
Tað skylduga undirvísingartímatalið
verður sett eftir galdandi reglum um
tænastutíðina hjá tænastumonnum í
fólkaskúlanum.
Umsókn verður at stíla til Landsskúla-
ráðið og at senda Landsskúlafyrisiting-
ini, Falkavegi 6, 100 Tórshavn, so at
hon er Landsskúlafyrisitingini í hendi í
seinasta lagi 14. mai 1991 kl. 16.00.
Landsskúlafyrisitingin,
19. apríl 1991
Við rattið
er tað tú «
sum ræður c
ferðini! HÓVLIG A Æ