týsdagur 23. apríl 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Danska pressan vísir »Botovut áhuga:
%
rennivin og grind
Nr. 75 — 23. april 1991
er gott tilfar hjå
donsku blødunum
Ikki síðani Ove Joensen, sáli, fór í land á Langelinie og
foroyska fótbóltslandsliðið vann á Eysturríki,
hava
donsku fjølmiðlarnir gjørt so nógu burtur úr Føroyum
sum í hesum døgum, har grind og brennivín eru høvuds-
kjakevni í Foroyum. Jan Miller, sum er staddur í Árhus,
hevur blaðað í nokrum av donsku blødunum hesar sein-
astu dagarnar.
Tað er ikki ofta, at donsku
fjølmidlarnir, tað veri seg
blød, útvarp ella sjónvarp,
vísa stórvegis áhuga fyri
Feroyum og tí har hendir.
Men undantek eru. Øll
minnast vit, hvussu
donsku bleðini vóru á
tremur við greinum um
Ova Joensen, sála, tá
hann útinti tað bragd at
rógva úr Feroyum til Dan-
markar.
Ella tá okkara frálíka
fótbóltslandslið tók allan
heimin á bóli við at vinna
á Eysturríki. Tá var einki
ófert
So er brádliga tøgn aft
ur í donsku pressuni. Við
undantaki av danska út-
varpinum sum hevur
fleiri áhugaverdar send
ingar um Feroyar
annað at frætta.
Tó hendir tað, at okkurt
sleppur
donsku
so er
inn á teigarnar í
blødunum
hevur vid Føroyar at gera
sum
Og tad hava vit sæd nakad
til i hesum døgum.
Konflikt om
450 kg grindekod
Eitt av hesum
grindasakin i
målum er
Fr
Hon hevur fingið nakað
av umtalu og fer helst at
verða enn meira umrødd í
komandi tíð, tá sakarmál-
ið byrjar. BT skrivar .:
„450 kg grindeked belast-
er i øjeblikket forholdet
mellem Færøerne og Dan-
mark så meget, at
sosialdemokratiske lag-
mand Atli Dam utvetyd-
igt beder den danske
regering melde sig ud af
det internationale hval-
samarbejde IWC«. Eisini
danska útvarpið hevði
jen
hesi tíðindi í tíðindasend-
ing síni í vikuni. Úttalils-
ini, sum hava vakt ans her
í Danmark, standa í
Sosialinum leygardagin,
har blaðið hevur samreðu
við legmann.
»Færøerne trækk-
er proppen op«
Tann sermerkta føroyska
rúsdrekkalógin sleppur
eisini upp í part. Ingi
Samuelsen, føroyskur tíð-
indamaður, í løtuni búsit-
andi í Árhus, har hann ar-
beiðir sum freelance, hev-
ur skrivað stóra grein í
Jyllandsposten, undir
heitinum »Færøerne
trækker proppen op«. Har
greidir hann frå ætlanini
at broyta rúsdrekkalóg-
ina.
Hann skrivar, at tað nú
er nógv, sum bendir á, at
foroyingar aftur fáa loyvi
at njóta eitt glas av víni
afturvið matinum á al-
mennum stað, nakað, sum
hevur verið forboðið síð-
ani byrjanina av hesi øld-
ini — og harvið sær út til,
at tann mest restriktiva
rúsdrekka-lóggávan uttan
fyri arabiska heimin verð-
ur broytt, skrivar hann í
Jyllandsposten.
Danski lesarin fær at
vita, at tað er landsstýris-
kvinnan Marita Petersen,
sum hevur lagt uppskotið
fram, og hon verður m.a.
endurgivin fyri at hava
sagt: »Den nugældende
lov er så udhulet og er
genstand for så mange
overtrædelser, at det er få
høje tid, at vi moderni-
serer den«.
Men hóast talan er um
at broyta lógina, so er ikki
talan um at frígeva
brennivíni í Feroyum.
Tverturímóti. Ikki ein-
gang »svenske tilstande«
verður tað talan um.
Høvudsbroytingin er
tann, at tað nú verður for-
boðið at innflyta brenni-
vín. Men eisini skulu gist-
ingarhús nú fáa loyvi at
skeinkja afturvið matin-
um.
Og hetta hevur stjórin á
Hotel Borg, Uffe Bærent-
sen, eina viðmerking til:
»Vores tilfredshed
skyldes ikke det, at vi nu
får lov til at servere vin,
men at der omsider gøres
noget ved den lovløshed,
som hersker nu«.
Ja, so eru donsku lesar-
arnir av Jyllandsposten
vorðnir tað klókari.
Sommerture til
Nordatlanten
t.etta er annars tann tíð-
in, tå fólk byrja at til-
rættaleggja sær sína
summarfrítíð. Og hóast
danir helst leita sær
suðureftir, so gera donsku
blødini tó nakað burtur úr
at greiða lesarunum frá, at
tað eisini ber til at ferðast
á annan hátt og til onnur
pláss enn tey vanligu við
Meðalhavið. Hví ikki ein
túr til Feroya og Ísland
við Norrenu!
Lýsingar eru javnan at
Ikki síðani Ove rodi til
Danmarkar og foroyska
landsliðið vann á Eystur-
ríki hava donsku fjøl-
miðlarnir gjørt so nógu
burtur úr Føroyum sum
nú brennivinsmálið er
frammi í Føroyum og
grindamálið í Hjorring
sær út til at blíva ven
varm kartoffela
síggja í donsku blødunum,
sum siga frá teimum
spennandi ferðamanna-
løndunum í Norðurat-
lantshavi.
Nú um dagarnar hevur
Blue Water Shipping í
Hanstholm lýsingar í
fleiri donskum bleðum,
har danir verða kunnaðir
við Smyril Line, Norrenu,
Feroyar og Ísland.
Árhus Stiftstidende
hevur stóra grein um hes-
ar ferðameguleikar við
mynd av Norrenu, sum
kemur skúmandi út eftir
Nólsoyarfirði.
Greitt verður frá Blue
Water Shipping, sum hev-
ur fingið umboðið hjá
Smyril Line og sum nú
kann bjóða ellum denum
eina ógloymandi ferð til
Feroya og Ísland.
Millum nýggjheitirnar,
sum verða bodnar donsk-
um ferðafólki í summar á
feriu í Norðuratlantshavi,
er »I Dronningens køl-
vand«. Her verður vitjað á
nekrum av teimum pláss-
um í Feroyum, har Mar-
gretha drotning vitjaði í
fjørsummar.
Smyril »heim-
afturkomin«!
Men føroysk skip og før-
oyingar flyta ikki bert
ferðafólk tvertur um At-
lantshav.
Nýggja rutan millum
Árhus og Tensberg í
Noregi er um at vera klár
at taka í nýtslu við suður-
oyarskipinum Smyrli —
og helst eisini føroyskari
maning. Smyril, ið fyrr
hoyrdi til í hesum økinum,
er »heimafturkomin«.
Smyril, sum annars
liggur í dokk í Árhus, skal
byrja á nýggju rutuni
tann 18. mai. Og nýggja
felagið, sum hevur leigað
Smyril frá Strandferðsl-
uni, Árhus-Tonsberg Line
A/S, hevur longu lýsingar
í bæði donskum og norsk-
um blødum um nýggju
rutuna og tað góða og
rúmliga skipið, sum er
mannað við >nordiske offi-
cerer og mandskab«, sum
tað stendur í lýsingini.
Færre færinger
Aðrar yvirskriftir í donsk-
um blødum um Føroyar í
hesum døgum er »Færre
færinger«, har danir fåa at
vita, hvussu illa statt tad
er i Føroyum i løtuni.
Blødini skriva, at »Færø-
erne har oplevet en sand
udvandringsbølge i takt
med, at landets krise
tager tila. Víst verður á, at
meira enn 2000 fólk fluttu
úr Feroyum í fjør, um
somu tíð sum 1000 komu.
„Og selv om Færøerne
samme år havde et rekord-
stort fødselsoverskud,
kunne de nye færinger
ikke kompensere for ud-
vandringen«, skrivar eitt
av blødunum.