Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. apríl 1991síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 17 Av tingi ; Eingin orsøk at hjålpa Eisini ein vandi av ov Ein roynd at fáa okkum inn i EF Uppskotini hjá Sambandsflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum um ávikavist at seta nevnd at kanna avleiðingarnar av norskum limaskapi í EF og at áleggja landsstýrinum at samráðast saman við Íslandi og Grønlandi um EF spurningar verða neyvan samtykt á tingi. Sambandsflokkurin hevur skotið upp, at lands- stýrið setur eina nevnd mannað við trimum roynd- um vinnulívsmonnum at kanna, hvgrjar avleiðing- ar tað kann fáa fyri føroysku ali- og fiskivinnuna, um Noreg gerst limur í EF. Sjálvstýrisflokkurin hevur skotið upp, at áleggja landsstýrinum at taka upp samráðingar við grøn- lendska heimastýri og íslendsku stjórnina um felags stóðu í samráðingunum við EF. Hesi bæði uppskotini vórðu vidgjørd á tingi í farnu viku, men fingu lítla undirtgku frá hinum flokkunum. Vísa vegin inn í EF Jóannes Dalsgaard úr Javnaðarflokkinum segði seg ivast í, um ein meira ella minni tilvildarliga samansettur bólkur av føroyskum vinnulívsmonn- um var rætta nevndin at seta at kanna avleiðingar- nar sum norskur limaskapur í EF kann fáa fyri Føroyar. Hann mælti frá at seta eina tílíka nevnd. Tað sama gjørdi Hergeir Nielsen, framsøgumad- ur Tjóðveldisfloksins. Hann vísti á, at Sambands- flokkurin ger alt fyri, at vit gerast limur í EF. Hergeir Nielsen vísti á hvussu útjaðaragkinum í . EF kæra sína neyð. Hetland, Bornholm, Grønland. Hergeir Nielsen helt tað vera heilt marghátttligat, at landsstýrið skuldi fíggja einum úttalilsi frá trimum vinnulívsmonnum um EF-spurningin. Margháttligt Birgir Danielsen úr Fólkaflokkinum helt uppskotini vera marghåttlig.At samtykkja hesi uppskotini helt hann onga orsgk vera til. Hann mælti heldur til, at vit kannaðu okkara egnu viðurskifti í samband við EF. Flestu tingmenn vóru eisini samdir um, at tað var skeivt at áleggja landsstýrinum hvgnn landsstýrið skuldi samráðast saman við í EF- spurninginum, sum Sjálvstýrisflkkurin skeyt upp, í hvussu er so leingi samráðingarnar eru um eina fríhandilsskipan. Sambandsflokkurin nýtir einhvønn møguleika at fáa okkum upp í EF, helt Hergeir Nielsen. Hann minti eisini á, hvorjar sómdir útjaðaragkini, sum nú eru innanfyri, f. a úr EF-høvudsborgini. góðum tollsømdum: w pr Utlendskar vørur útlendskum ídnaði tå føroysk virki framleiða eins dygdargott, segði Vilhelm Johannesen betri sømdir Tá málið um broyting um serligt innflutningsgjald var til viðgerðar á tingi nýttu fleiri tingmenn høvi til at tala um kappingarføri hjá føroyskum fiskiidnadi yvirhøvur. Birgir Danielsen helt, at avgjøldini tyngja ov nógv um føroysku idnadar- virkini. Sum dømi nevndi hann Havsbrún i Fugla- firði, sum rindar 10% av øllum umsetninginum i avgjaldi, og tað helt hann vera alt ov mikið. Birgir Danielsen helt ikki, at Havsbrún kundi gerast kappingarført so leingi virkið hevði so stór almenn avgjøld at dragast við og mælti til, at avtaka øll gjøld ul vinnuna og lækka studningin samsvar- andi. Vilhelm Johannesen vísti hinvegin á, at vit framleiða sjálvir meginpartin av teimum tólum, sum bæði fiskivinnan og alivinnan nýtir. Tí gera vit hesum partinum av føroyskum idnadi eina våna tænastu at avtaka avgjøldini á út- lendsku vørunum. Hann helt, at best var at lata tollalætta fyri alla råvøru. Henrik Old segdi seg ikki rokna vid, at Havs- brún fór at vera kapping- arført at lata pris fyri lodnu i mun ul tilik virki i lond- unum uttan um okkum. Tað skal væl meira til enn at avtaka øll almenn gjøld, at hetta virki kann vera kappingarført, segði hann. Henrik Old vísti eisini á, at Havsbrún setur krøv, sum eingin kann upfylla. tór.- Bert landsstýrið tekur undir við Arheiðsmarknaðar Grunninum Uppskot landsstýrisins at seta á stovn Arbeiðsmark- naðar Eftirlønargrunn hev- ur verið til viðgerðar í Ar- beidaramålanevndini. Nevndin hevur bytt seg i ein meiriluta, landsstyris- flokkarnir, og tveir minni- lutar, Sambands- og Tjóð- veldisflokkurin. Tilmæli frá landsstýris- flokkunum er stutt og greitt. Teir taka undir við uppskotinum og mæla tinginum til at samtykkja tað. Men tað gera báðir minnilutarnir ikki. Sambandsflokkurin førir fram, at lógin fær óhepnar avleiðingar. Flokkurin sigur, at hetta kemur lægru inntøkunum illa vid. Upp- skotið kemur eisini ar- beiðsgevarunum illa við, og flokkurin óttast fyri, at gjaldið verður hækkað so við og við. Haraftat sigur Sambandsflokkurin, at skipanin hevur við sær, at ólag kemur í verandi eftir- lønarskipanir. Sambandsflokkurin held- ur, at betri var, um fólk sjålvi teknadu sinar egnu eftirlønartryggingar. I åliti sinum sigur Tj68- veldisflokkurin seg vera ímóti at avtaka núgaldandi lég, sum kortini ongantid varð sett í gildi, um Ar- beidsmarknadargrunnin og seta hesa istadin. Tjóðveldisflokkurin vísir á, at verkafelggini fóru so langt í teirra stríði fyri hesum grunni, at sáttmála- samráðingarnar endaðu við verkfalli. Hetta bar í sær, at løgtingid legði uppí, tí tað var ikki møguligt hjá pørtunum at finna semju. Osamjan snúði seg serliga um eftirlønarskipan, sigur Tjóðveldisflokkurin i sin- um åliti, og mælitr frå at samtykkja uppskotið hjá landsstýrinum. tór.- Trupulleikin partvíst loystur Tjóðveldisflokkurin legði í síðstu viku uppskot fram um at løgtingid áleggur landsstýrinum at halda lógina um Fiski- vinnuráð og Fiski- vinnu Starvsnevnd og fylgja ætlanini við lógini soleiðis, sum viðmerkingarnar til lógina áseta. Tá málið kom til viðgerðar á ungið var longu komið fram, at Javnaðarflokkurin í landsstýrinum hevði samstarvs flokki sínum, at allar logir og kunngerðir viðvíkjandi fiskivinn uni skuldu leggjast fyri Fiskivinnu Starvsnevdnina áð- renn hesar fóru i ting- 10. Hetta vidmerkti framsøgumadur Tjóð- veldisfloksins, Finn- bogi Ísakson og helt fyri, at við hesum hevur uppskot Tjóð- veldisfloksins partvíst longu rokkið enda- málinum. Uppskotið fær tó framhaldandi viðgerð og varð beint í Fiski- vinnunevndina. kKravt av tór.- Qll uppskot, viðvíkja fiskivinnuni, skulu leggjast fyri Fiskivnnnu Starvs- nevndina til ummælis sum